leygardagur 1. oktober 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2005
7
gjørt fyri at økja um virk-
semið har.
Landsstýrið leggur ikki
upp fyri lønarvøkstri næsta
ár, tí hesar útreiðslur eru
vaksnar nógv seinnu árini,
og nú skal haldast aftur.
– Tað er betur at fáa
meira virksemi við íløgum
enn at vaksa um raksturin.
Broytast búskaparligu útlit-
ini, ber tað til at skerja íløg-
urnar, meðan tað vísir seg
vera sera trupult at minka
um raksturin, sigur lands-
stýrismaðurin við fíggjar-
málum.
Tubbakið skal kosta
meira
Landsstýrið fer at skjóta
upp fyri løgtinginum, at
punktgjaldið
á
tubbak
hækkar, og tað fer at hava
við sær ein vøkstur í
prísinum á tubbaki á 10
prosent. Harafturat skal
vektgjaldið á bilum upp, og
her verður talan um ein
vøkstur á næstan eina
helvt.
Landsstýrið ætlar sær
eisini at taka upp samráð-
ingar við donsku stjórnina
fyri at fáa renturútreiðsl-
urnar hjá landskassanum
niður. Hetta skal gerast við
at fáa lægri rentu á skuldini
til ríkiskassan, tí marknað-
arrentan er væl lægri nú,
enn rentan á hesari skuld
varð ásett at verða í sínari
tíð.
Landsstýrið hevur ikki
tikið inntøkur fyri møgu-
ligar einskiljingar við í
fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2006. Ætlanin er at
fara undir einskiljingar,
men í fyrstu syftu verður
ikki roknað við inntøkur til
landskassan
av
hesum
næsta ár.
Raðfestingar
Landsstýrið sigur, at í
fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2006 verða tey eldru,
tey lesandi og heilsuverkið
raðfest
frammarliga.
Í
eldrarøktini verða fleiri
nýggir stovnar tiknir í
nýtslu, og raksturin verður
hækkaður.
– Visjón 2015 er sett á
dagsskrá, og í fíggjarlógar-
uppskotinum fara heili 23
prosent av løgunum til
útbúgving. Serliga fólka-
skúlarnir og miðnámsskúl-
arnir verða raðfestir høgt,
sigur landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum.
Hann sigur, at stórir
árgangir frá fyrstu árunum í
90´unum eru á veg í mið-
námsskúlan, og tí skal játt-
anin til hesar skúlar hækka,
so at eitt vaksandi tal á
næmingum kann takast inn.
Í heilsuverkinum eru tað
útreiðslurnar til sjúkrahús-
verkið, sum vaksa mest, og
18 prosent av løgunum
verða lagdar innan heilsu-
og almannaøkið. Tað eru
serliga framhaldandi um-
og
útbyggingar
á
Landssjúkrahúsinum, sum
tað verða brúktir fleiri
pengar til.
r afturat
lsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, heldur, at virksemisskapandi tiltøk hava størri týdning enn avlop
Mynd: Jens Kristian Vang
Aftur næsta ár fáa
føroyingar skatta-
lætta fyri 60 milliónir
krónur. Enn er tað
ikki gjørt av, hvussu
skattalættin skal
latast
SKATTUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Meðan landsstýrið stríðist
við minkandi inntøkur og
vaksandi útreiðslur, hevur
tað framvegis funnið pláss
fyri einum skattalætta í
2006.
Samgongan gjørdi eina
avtalu um at veita skatta-
lætta fyri 60 milliónir krón-
ur í nøkur ár, og hóast bú-
skaparligu útlitini ikki eru
tey somu, sum tey hava
verið, heldur landsstýrið
fast um skattalættan.
Tað hava verið røddir
frammi í samgonguni um,
at skattalættin skuldi strik-
ast, men serliga fólkaflokk-
urin hevur tvíhildið um, at
skattalættin framvegis skal
latast.
Og nú uppskotið til fíggj-
arlóg fyri 2006 er lagt
fram, staðfestir landsstýrið,
at tað framvegis eru ráð at
lata skattalætta í 2006.
– Vit hava ikki enn gjørt
av, hvussu vit fara at lata
skattalættan, og møguliga
verður hann latin øðrvísi
enn seinast. Men tað verður
ein lætti fyri 60 milliónir
krónur, og nú fara vit at
gera av, hvussu hann skal
latast, sigur Bárður á Steig
Nielsen, landsstýrismaður
við fíggjarmálum.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum sigur, at fólk
koma ikki at merkja skatta-
lættan á sama hátt næsta ár,
sum tey gjørdu í ár, tí vænt-
andi fer kommunuskatturin
at hækka, og gjaldið til
barsilsskipanina fer helst
eisini at hækka.
– Vit leggja nú barnafor-
sorgina út á kommunurnar
og barsilsskipanina út á
arbeiðsmarknaðin, og tí er
tað rætt at kompensera fyri
hetta í landsskattinum. Um
vit ikki lótu hendan skatta-
lættan, so hevði tað í
grundini merkt eina stóra
skattahækking hjá fólki,
sigur
Bárður
á
Steig
Nielsen.
Vil tað so siga, at tit nú
brúka tær 60 milliónirnar,
sum skuldu verða ein
veruligur skattalætti, til at
kompensera fyri , at eitt nú
kommunuskatturin hækk-
ar?
– Soleiðis haldi eg ikki,
at tað ber til at siga. Vit
veita ein skattalætta fyri 60
milliónir krónur, og sam-
stundis leggja vit nøkur øki
út til kommunurnar og
arbeiðsmarknaðin. Vit ætla
at gera skattalættan soleið-
is, at øll fáa ein ágóða,
sigur landsstýrismaðurin
Skattalættin
heldur fram
Nú ber til hjá
teimum, sum skulu
upp til nýggja
koyriroynd, at taka
hetta upp á tvey
vikuskifti á Hotel
Vágum
KOYRIKORT
Hevur tú mist koyrikortið
ella skalt tú upp til nýggja
teori- og koyriroynd. Og
tímir tú ikki at brúka fleiri
vikur ella mánaðir til
hetta, so er Jóhannus
Hammar,
sum
rekur
Hammers
Koyriskúla,
aftur á vegnum við einum
nýggjum tilboði.
Seinasta mánað skipaði
hann fyri fyrstu ferð fyri
vikuskiftisskeiði í bæði
teori og koyring, og
undirtøkan her var somik-
ið góð, at hann ikki
ivaðist í at bíleggja pláss
til enn tvey vikuskifti.
– Vit hava pláss til eini
20 fólk á skeiðnum, og
hesi vórðu fullsett alt fyri
eitt seinast. Tí ivist eg ikki
í, at tørvurin á fleiri
slíkum skeiðum er stórur,
sigur Jóhannes Hammer.
Og kostnaðurin fyri
skeiðið tykist eisini vera
rímiligur.
Fyri
5.000
krónur fáa fólk morgun-
mat, gisting og frálæru
innan bæði teori og koyr-
ing. So er bara sjálv próv-
tøkan eftir, men hon má
so gerast hjá myndug-
leikunum.
Skeiðið verður hildið á
Hotel Vágum leygardagin
1. oktober.
Tak koyrikortið
upp á tvey vikuskifti