leygardagur 1. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 187 - 1. oktober 2005
SUÐUROYGGIN OG
FRAMTÍÐIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Politikarar mugu fyri alt í
verðini ikki fáa ov stórt
vald. Teir hugsa alt ov nógv
um at verða afturvaldir og
so verða avgerðirnar tiknar
útfrá tí og ikki útfrá tí, sum
tænir heildini best.
Petur Hammer á Tvøroyri
er bersøgin. Hann er ikki
politikari, men kanska hev-
ur hann kortini størri ávirk-
an á viðurskiftini í Suðuroy
enn mong gera sær far um.
– Mær dámar væl at práta
og eg práti við nógv fólk
hvønn einasta dag, bæði
høg og lág tann vegin royni
eg at ávirka, har eg haldi at
tað er neyðugt, sigur tvøra-
maðurin.
– Besta dømi um, at
Petur hevur ikki sørt av
ávirkan, hóast hann ikki er
politikari, er Hovstunnilin,
sum felagið "Ìstak" fer
undir fyrsta dagin.
Upprunaliga var ætlanin
at gera tunnilin nakað uppi í
hæddini, men Petur Hamm-
er helt, at tunnilin liggur
nógv betri fyri niðri í dalin-
um í Hovi.
Og tað endaði eisini við,
at tunnilin verður gjørdur,
har Petur vildi hava hann.
Og nú farið verður undir
tunnilin fyrsta dagin, hava
vit spurt hann, hvat hann
heldur um støðuna.
Men prátið kom eisini inn
á framtíðina og um, hvussu
hann heldur, at Suðuroyggin
ætlar at mennast.
Skynsemið ráddi
– Ætlanin um at gera tunnil-
in longri uppi í hæddini varð
tikin útfrá teirri vitan sum tá
var, sigur Petur. Men eg helt
kortini at tað var rætt at
kanna málið fyri at vita um
tað ikki ber til at gera tunnl-
in niðri í dalinum í Hovi, har
hann liggur nógv betri, tá ið
hugsað verður um ferðsluna
Um hetta mundi var eitt
kent tunnilsfelag, NCC
komið til Føroya at arbeiða.
Ein starvsmaður hjá NCC
er tvøramaðurin, Kristian
Stórhamar.
–
Ígjøgnum
Kristian
Stórhamar fekk eg fatur á
Svein Kristiansen, sum er
tunnilsserfrøðingur
hjá
NCC og eg spurdi um hann
ikki kundi siga sína hugsan
um ein tunnil niðri í dal-
inum í Hovi.
Niðurstøðan hjá honum
var, at tað bar væl til at gera
tunnilin niðri í dalinum og
samstundis varð mett, at tað
ikki fór at kosta stórt meiri
enn ætlaði tunnilin í erva.
Petur Hammer sigur, at
hann sostatt setti seg í sam-
bandi við politikarar um
hetta. Og endin var, tunnil-
in verður lagdur í neðra.
– Eg minnist,at nógvir
politikarar vóru ikki so
fegnir, tá ið eg fór at tosa um
at fáa tunnilin fluttan longri
niður í dalin. Tað hevði stað-
ið nógv á at fáa løgtingið at
samtykkja tunnilin yvirhøv-
ur og nógv stúrdu fyri, at
fóru vit nú aftur at pilka við
ætlanina, fór alt at detta
niðurfyri
Men Petur Hammer sig-
ur, at hann vildi als ikki
góðtaka at skynsemið ikki
skuldi ráða og at tað skuldi
vera tunnilin uppi hæddini,
ella onki.
– Hóast tað kanska fór at
seinka tunlinum eitt ár, helt
eg, at tað var rætt at broyta
ætlanina og at gera eina
nýggja linjuføring niðri í
dalinum. Hetta verður ein
tunnil, sum suðuroyingar
koma at hanga uppá í allar
ævir og tí er tað umráðandi
at finna tað røttu loysnina,
hóast tað seinkar málinum
eitt ár.
– Eitt skifti stúrdi eg fyri,
at politikkur og partapolit-
ikkur kom í tunnilin og spilti
alt, men tíbetur gekk tað.
Tí er hann eisini ómeta-
liga glaður, nú skjøtil verður
settur á tunnilin, sum kemur
at samanbinda oynna á ein
heilt
øðrvísi
hátt
enn
vegakervið higartil ger.
Men hann takkar sam-
stundis Svein Kristiansen og
Kristiani Stórhamar á NCC,
tí hann sigur, at teir báðir
gjørdu eitt sera stórt arbeið-
ið at finna tey røttu argu-
mentini fram fyri at gera
tunnilin niðri í dalinum.
Men hann takkar eisini
politikarunum og Lands-
verki, sum tóku ætlanina
um tunnilin niðri í dalin, til
sín í álvara og arbeiddu av
fullum huga fyri henni, so
at hon nú gerst veruleiki.
Mugu standa saman
Tað skerst ikki burtur, at
Suðuroyggin
stendur
á
einum vegamóti. Nýggjur
Smyril er á veg og syðra og
norðara helvt verða bundin
saman við tunli. Skúladepil
og røktarheim skulu byggj-
ast, men stór ósemja er um,
hvar tey skulu byggjast.
Hvussu
heldur
Petur
Hammer, at vit eiga at
leggja framtíðina til rættis?
– Eg haldi, at vit eiga at
byggja víðari á tað, sum vit
hava ymsastaðni í oynni.
Men tað hevur eisini stóran
týdning, at vit standa sam-
an, ístaðin fyri sum nú at
vit standa spjødd í sjey
kommunum,
sum
hvør
dregur í sína ætt.
Hann heldur, at bæði
Vágur og Tvøroyri hava
sína styrki og hann heldur,
at vit eiga at byggja víðari á
tað, sum longu er í hesum
báðum plássum.
Hann staðfestir, at tað eru
nakrir veruleikar, sum tað
ikki ber til at renna undan og
sum vit eiga at viðurkenna.
Hesir veruleikar eru, at
Tvøroyri verður ein mið-
depil í Suðuroynni. Tað er
Tvøroyri ikki minst tí at øll
samferðsla til og úr oynni
gongur umvegis Tvøroyri.
Tað skerst heldur ikki burt-
ur, at her hava vit sjúkra-
húsið. Alt hetta eru viður-
skifti, sum ikki standa til at
vika og sum ikki broytast.
– Tað haldi eg at vit eiga
at útnytta. Tí er ongin ivi í
mínari sál um, at vit eiga at
flyta ætlaða skúladepilin í
Hovi til Trongisvágs og
byggja hann í sambandi við
ítróttarhøllina og teir hent-
leikar, sum annars eru har.
Har er hann eisini tætt við
sjúkrahúsið, sum næming-
arnir í heilsuskúlanum hava
samband við. Samstundis
hava vit landsins bestu
ítróttarhøll í Trongisvági. Ì
hesum sambandi eiga vit
eisini at byggja eina stóra
svimjihøll,
kanska
eitt
baðiland í Trongisvági fyri
alla Suðuroy.
Hann sigur, at nú nýggi
Smyril kemur, kann Suður-
oyggin gerast eitt ferðamál
og tí ræðir um at hava yms-
ar hentleikar, men teir eiga
at vera so nær skipinum,
sum gjørligt.
Verða
næmingaheim
bygd, ber væl til at leiga tey
út um summarið til ferða-
fólk og tað hevði eisini ligið
fyri at bjóða ítróttarfeløgum
suður í venjingarlegu.
Verður álvari burturúr
ætlanini at gera ment-
anarhús ella okkurt annað
burturúr saltgoymsluni á
Drelnesi, sum tað hevur
verið talan um, fer tað bara
at gera umhvørvið enn
meiri spennandi.
Tí heldur hann ikki, at
tað er rætt at byggja skúla-
depil í dalinum í Hovi, har
tað annars er óbygt.
Petur Hammer hevur fyrr
hildið, at tað var rætt at
byggja skúladepilin mitt í
oynni, sum er í Hovi. Men
hann hevur skift meining
og heldur, at tað er rættast
at leggja hann í bygdum øki
í Trongisvági.
– Skúlin má ikki fáa somu
lagnu sum Hovstunnilin, har
tað mundi enda við, at hann
varð lagdur á skeivum staði.
Talan er um eina bygging,
sum vit skulu liva við í allar
ævir og tí ræður um at finna
rættað staðið.
– Veganetið suðureftir er
eisini avbera gott, men til
bygdirnar norðureftir er tað
vánaligt. So hóast tað er
stórur munur í kilometrum,
er tað ongin, munur í tíð at
ferðast til ein skúladepil í
Trongisvági úr øllum bygd-
um í Suðuroy.
Miðsavna vinnu í Vági
Petur Hammer leggur dent
á, at hetta merkir ikki, at
Vágur skal forfjónast, tí har
Suðuroyingar skulu byggja víð
longu er í Vági og á Tvøroyri
Suðuroyingar mugu standa saman,
annars verður okkum ikki lív lagað.
Og vit eiga at byggja víðari á tað
grundstøði, sum longu er lagt við
ávísum tænastum á Tvøroyri og
øðrum tænastum í Vági. Tað kann
gerast uttan at ríka annan partin
upp og forsmáa hin partin, sigur
Petur Hammer á Tvøroyri