Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2005 9 eru eisini nógvir hentleikar, sum tað er rætt at byggja víðari á. Í Vági er djúphavn, stór frystigoymsla, skipasmiðja og stórt fiskavirki. Tað eiga vit at byggja víðari á, tí eg haldi, at tað vildi verið heilt burturvið at bygt frysti- goymslu, djúphavn ella skipasmiðju á Tvøroyri eisini. – Sostatt kann ein stórur partur av vinnulívinum miðsavnast í Vági. Høvdu øll skipini í Suðuroynni gjørt tær umvælingar, sum tilbar, í Vági, hevði Skipa- smiðjan verið eitt stórt arbeiðspláss. Og so er tað alingin! – Tosað hevur verið um toskaaling. Lat hana vera í Vági og alt virksemi, sum er tengt at tí. Í Vági er eisini elverk og í tí sambandi eiga vit at miðja ímóti at fáa størri nyttu burturúr øllum hitanum, sum elverkið letur í luftina við roykinum og á sjógv við kølivatninum. Kanska kundi tað brúkst til at alt fisk við, sum kravdi heitt vatn? – Og verður øll oyggin løgd í eina kommunu, kann umsitingin hjá kommununi fyri mína skyld verða í Vági, tí tað er so stutt í millum, at tað hevur onki at siga. Samstundis haldi eg, at tað er rætt at byggja røktar- heim í Vági, nú eitt er á Tvøroyri kortini. Eitt ítróttarfelag fyri alla oynna Tey, sum eru komin upp í árini, vita, minnast Petur Hammer frá tiltikna sjeyti- áraliðnum hjá TB, har hann var vongbakkur- og hann sigur, at TB var fyrsta lið í Føroyum, sum royndi seg við vongbakki. Hann er framvegis TB- ari um ein háls. – Men tað er er lítið hugaligt at vera á vøllinum í Vági ella á Tvøroyri og síggja allar teir fremmandu spælararnar renna runt á vøllinum. – Tað má eisini stafestast, at nógvir av hesum útlend- ingunum eru ikki leikarar, sum skara framúr afturí- móti teimum føroysku spælarunum og tað er bein- leiðis burturspilt at brúka pening til útlendskar spæl- arar, sum ikki skara framúr. – Vit hava tvey fyrstu- deildarlið í Suðuroynni, sum eru aftast og næstaft- ast. Vit hava tvey aður- deildarlið, sum eisini liggja heilt har afturi í deildini. – Hetta hevur verið gongdin í fleiri ár og eg dugi ikki at síggja, hvat hetta er at byggja víðari á. Tí haldi eg avgjørt, at ítrótt- arfeløgini í Suðuroynni skuldu lagt saman í eitt oyggjarfelag. – So kundu vit brúkt pen- ingin og orkuna til eitt gott lið í fyrstudeild og eitt gott lið í aðrudeild í fótbólti. Og var neyðugt við út- lendskum styrki, høvdu ráðini verið til at fingið spælarar, sum veruliga gjørdu mun á liðnum, sigur Petur Hammer. Petur Hammer ivast ikki í, at eitt felags suðuroyarlið hevði gjørt seg rættiliga galdandi í landskappingini. Ì hesum sambandi heldur hann eisini, at tað einasta rætta er at byggja eitt veru- ligt oyggjarstadion saman við hinum hentleikunum í Trongisvági. – Vøllirnir á Tvøroyri og í Vági koma ikki at nøkta tørvin í longdini og spurn- ingurin er, hvussu leingi teir varðveita altjóða góð- kenning. Men tað er at spilla pening burtur, at byggja ein vøll í Vági og ein á Tvør- oyri. Tí haldi eg, at tað ein- asta rætta er at byggja eitt stadion fyri alla oynna á Tvøroyri, heldur tvørmað- urin, Petur Hammer. Vágbingar og aðrar kommunur í Suð- uroy føla seg eitt sindur kroyst av Tvøroyrar komm- unu til at ganga und- ir eina semju um barnavernd BARNAVERND Àki bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er ikki Vágs Býráð, sum hevur seinkað ar- beiðnum at finna semju um arnaverndina í Suð- uroy. Tvørturímóti hava vit arbeitt av øllum alvi fyri at fáa gongd á málið. Sølvi Andreasen er for- maður í sosialu nevnd í Vágs Býráð og hann er alt annað enn samdur í tí, sum stóð á Portalinum leygardagin og í Sosialin- um týsdagin um barna- verndina í Suðuroy. Har varð sagt, at tær seks kommunurnar í Suð- uroy tóku beinanvegin undir við, at tað skuldi vera ein barnavernd, men at Vágs Kommuna hevði drigið á, tí kommunan vildi heldur hava tvær barnaverndir í oynni. – Hetta er ikki rætt, tí Vágs Býráð tók longu í mai mánaða undir við tankanum um at fara í samráðingar um eina fel- ags barnavernd í Suðuroy. Allar hinar kommunurnar tóku eisini rættiliga tíðliga undir hugsktonum um eina barnavernd. Tað, sum ørkymlar mál- ið er, at Hóast Tvøroyrar Býráð longu 11. apríl tók undir við, at tað skuldi vera ein barnavenrd, hevur býráðið ikki boðað hinum kommununum frá avgerð- ini fyrrenn beint nú. – Sostatt er tað Tvøroyr- ar Kommunu, sum vit hava bíðað eftir alla hesa tíðina, sigur Sølvi Andrea- sen. Hann sigur, at Vágs Bý- ráð hevur roynt at skumpa undir málið, men tá ið onki hendi, fór kommunan at kanna møguleikan fyri at skipa tvær barnaverndir og møguleikin varð eisini kannaður fyri at Vágs Kommuna kundu skipa engu barnavernd. Men tað skulu minst 1500 fólk verða til hvørja barnavernd og innlendismálaráðið vildi ikki gevaVágs Kommunu undantaksloyvi. Men hesa tíðina, Tvør- oyrar Býráð hevur drálað við at kunngera samtykt- ina um eina barnavernd, hevur tað ikki ligið á latu síðuni, tí tíðin er brúkt til at arbeiða fyri at skipa eina sosiala deild á Tvør- oyri. Býráðslimir á Tvøroyri hava ikki dult fyri at eitt endamál við tí er at hýsa umsitingini hjá teirri kom- andi barnaverndini. – Niðurstøðan hjá mær er, at Tvøroyrar Býráð hevur brúkt hetta málið til at leggja trýst á hinar kommunurnar við, serliga Vágs Býráð, tí tað er við beráddum huga, at teir hava bíðað við at siga hin- um kommununum frá av- gerðini, sigur Sølvi Andreasen. – Tvøroyrar býráð hevur nevniliga latið hinar kommunurnar vita, at nú verður sosiala deild á Tvøroyri og ein barna- vernd undir henni og so eru hinar kommunurnar vælkomnar at samstarva um hana. – Verða hinar kommun- urnar ikki við, skipar skip- ar Tvøroyrar Kommuna barnavernd kortini uttan- um hinar kommunurnar, tí tað er hon nóg stór til, hava vit fingið vita, sigur Sølvi Andreasen Formaðurin í sosialu nevnd í Vágs Býráð fýlist á slíka mannagongd. – Hetta er ikki samstarv, hetta eru kravboð, tí sam- ráðingar hava ikki verið ímillum kommunurnar um barnaverndina, og tað er ikki fremjandi fyri sam- starvið í Suðuroy annars, sigur hann. Hava gjørt sítt ítarsta fyri at fáa samráðingar um barnavernd í Suðuroy – Tað, sum Tvøroyrar Býráð ger, er ikki samstarv. Tað eru kravboð og tað er ikki fremjandi fyri samstarvið í Suðuroy, sigur Sølvi Andreasen, formaður í sosialu nevnd í Vágs býráði ðari á tað, sum – Suðuroyingar eiga at leggja alla oynna í eina kommunu og øll ítróttarfeløgini saman í eitt. Skulu vit ikki detta niðurímillum mugu vit standa saman í øllum, heldur Petur Hammer, sum her stendur í dalinum í Hovi og peikar inn ímóti hamrinum, har tunnilin verður skotin ígjøgnum. Tað var fyrst og fremst hann, sum reisti spurningin um at flyta tunnilin niður í dalin, har hann liggur best fyri og tað eydnaðist, tí tey, sum hava politisku og teknisku ábyrgdina av málinum, tóku skjótt undir við tí