leygardagur 1. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 187 - 1. oktober 2005
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum
hevur sett í verk skipan, ið ger tað møguligt, at
kommunurnar kunnu bjóða skúlabørnunum frukt
og kølt vatn í skúlunum. Kommunurnar hava tikið
sera væl ímóti hesari skipan. Fleiri kommunur eru
farnar eitt stig longur og ætla sær at bjóða skúla-
børnunum eina heilsugóða máltíð um dagin. Tað
hava longu verið røddir frammi um, at hetta er at
taka ábyrgd frá foreldrunum. Her eru vit púra
ósamd. Vit halda, at hetta við at bjóða eina heilsu-
góða máltíð er eitt frálíkt tiltak.
Fólkaheilsa er ein tann týdningarmesti spurning-
urin í okkara tíð. Vit hava júst her í blaðnum
endurgivið ávaringar frá útlendskum serfrøðingi í
fólkaheilsu, sum ávarar føroyingar. Vit eru á
skeivari leið. Vit eta skeivan og lítið heilsugóðan
mat, og vit røra okkum ov lítið. Málið um skúla-
matin er partur av hesum. Hetta snýr seg ikki um
at taka ábyrgd fra foreldrum. Hetta snýr seg um
geva børnunum heilsugóðar matvanar frá barna-
árunum. Hetta at eta mat, ið ikki er heilsugóður,
er við at gerast ein partur av mentan barnanna.
Tað er mestsum partur av barna- og ungdóms-
mentanini at eta junk food. Hesin matur saman
við ov lítið av motión er beinleiðis skaðiligur.
Hann gevur trupulleikar við heilsuni seinni í
lívinum. Hetta við mentanini sæst av, at tað er
vorðið upplýst, at nógv børn als ikki eta mat-
pakkan, ið tey hava fingið heimanífrá. Við felags
og heilsugóðum máltíðum í skúlanum, ber til at
broyta vánaligar matvanar til felags góðar mat-
vanar. Ein eigur eisini at hugsa um, at tað ivaleyst
eru foreldur, sum eru so strongd, at tey ikki hava
tíð at geva børnunum matpakka hvønn morgun.
Við eini skipan við frukt og heilsugóðum skúla-
mati, kann samfelagið hjálpa foreldrum og børn-
um til heilsugóðar matvanar, og hetta kemur øll-
um til góðar seinni. Alt annað er at svíkja børn og
foreldur.
Tað er sostatt eitt frálíkt tiltak, ið ávísar kommun-
ur hava gjørt av at fara í holt við. Vónandi fara
allar føroyskar kommunur at taka undir við hes-
um. Hetta er veruliga at taka ábyrgd av framtíðini.
Børnini eru sera útsett í dagsins samfelag.
Andaliga føðin er harðlig telduspøl, videoharð-
skapur og eitt ótal av sjónvarpsrásum, ið ikki allar
eru eins tespiligar hjá børnum. Tað góða alterna-
tivið er gott andaligt tilfar, heilsugóður kostur,
rørsla og góð ítróttatilboð og sunn áhugamál.
Hetta er ein tann størsta avbjóðingin í dagsins
Føroyum. Tað batar lítið at tala um 2015, um tey,
sum skulu bera samfelagið framá eftir hetta
avgerandi ár, ikki hava likamligu og sálarligu
heilsuna til hesa uppgávu. Vónandi hava bæði
landsmyndugleikar og kommunurnar eydnuna
við sær við nýggja initiativinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Skúlamatur eitt frálíkt tiltak
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bjarni Djurholm
Undirritaði
hevur
latið
Løgtinginum anleggslóg m.
a. um íløgur í millum-
bylgjusendistøðina.
Umframt, at uppskotið er
partur av arbeiðinum at
dagføra úf- og svf-sendi-
netið, so er hetta eisini í
samsvari við umbøn frá
Løgtinginum um anleggs-
lóg á økinum. Í bløðunum
um dagarnar vóru viðmerk-
ingar um ætlaða millum-
bylgjusendaran.
Í lógaruppskotinum eru
viðvíkjandi nýggjum mb-
sendara lýstir nakrir møgu-
leikar fyri sendimegi.
Hesir eru 25, 50, 100 og
200 kW, og greitt er frá
hvussu langt støðin hoyrist
við nevndu sendimáttum.
Talan er í hesum føri um út-
rokningar við grundarlagi í
tølum frá ITU (Internatio-
nal Telecomunications Uni-
on) og sum eru galdandi
fyri útbreiðsluna um dagin,
tann sonevnda jørðbylgjan.
Um náttina er eisini tann
sonevnda rúmbylgjan, sum
hoyrist longri enn jørð-
bylgjan.
Hetta ger, at órógvið frá
øðrum sendarum er mest
ein trupuleiki um náttina.
Útrokningarnar fyri út-
breiðsluna um dagin vísa,
at við at broyta sendimeg-
ina frá 200 til 25 kW stytt-
ist dekningurin frá 800 km
til 550 km. Dekningurin
fellur sostatt lutfalsliga lítið
í mun til fallið í sendimegi.
Hinvegin
er
alstórur
munur á íløgu- og rakstrar-
kostnaði. Sparingin í íløg-
uni av at keypa ein 25 kW í
mun til ein 200 kW sendara
er uml. 3,8 mió kr. Árligi
rakstrarkostnaðurin
til
streym fellur frá uml. 1,3
mió. kr til 330 tús. kr fyri
25 kW. Sí annars skema
niðanfyri:
Tá metast skal um nýíløgur,
mugu øll viðurskifti takast
við. Bæði íløgan og rakstur
av sendara og eisini hvussu
samlaða skipanin verður
framyvir, soleiðis, at mest
nytta fæst fyri kostnaðin.
Sæð úr hesum sjónarhorni
er skilagott at gera varligar
íløgur í mb-sendaran tá
gongdin á økinum er, at
størri og størri partur av
samskiftinum fer um fylgi-
svein og internetið.
Viðmerkjast kann, at
íslendsku stuttbylgjusend-
ararnir røkka stóran part av
Evropa og Norðuramerika.
Kostnaðurin er sum skilst
sera høgur at reka hesar
sendarar. Norska og danska
útvarpið hava niðurlagt
sínar stuttbylgjutænastur, tí
tær vóru ov dýrar at reka og
tí mett verður, at tørvurin
verður nøktaður við nýggj-
um samskiftistænastum.
Føroysk fjarskiftisfyri-
tøka veitur í dag internet
yvir satelitt til 13-14 før-
oysk skip. Talan er ikki um
fast internetsamband, men
skipini
kunna
móttaka
internet og tilber at sam-
skifta frá skipum umvegis
internetið, tó at ferðin er
avmarkað. Samskifti frá
skipum verður mest brúkt
at senda teldupost v.m.
Einaferð um samdøgrið
móttaka skipini heimasíður
við tíðindum, allar føroysk-
ar sendingar frá Sjónvarpi
Føroya umframt flestu før-
oysku tíðindabløðini.
Fyritøkan hevur bjóðað
skipum at senda Útvarp
Føroya beinleiðis. Higartil
hevur áhugin verið avmark-
aður. Sambært fyritøkuni er
hetta orsakað av kostnaðin-
um (1.400 kr. um mánað-
in).
Vísandi til málslýsingina
omanfyri, hevur undirritaði
lagt uppskot fyri Løgtingið
at keypa 25 kW sendara.
Um Løgtingið velur aðra
loysn fer tingviðgerðin at
avdúka.
Verandi sendari
200 kW
100 kW
50 kW
25 kW
Íløgukst. mió. kr. umleið*
1,2
5,4
4,1
2,2
1,6
Rakstrarkst. Fyri streym
1,3**
2,1
1,1
0,6
0,33
Dekningur km
800
800
700
600
550
* Fyrivarni skal takast fyri íløgukostnaðinum av tí at talan er um ikki bindandi tilboð frá veitarum.
** Verandi sendari sendur 90% av tíðini við 100 Kwatt (10% av tíðini við 200 kW). Rakstrar-
kostnaðurin til streym fyri hinar sendararnar er roknaður við støði í, at sent verður við fullari megi
alt døgnið.
Millumbylgjusendarin
Fyrireikararnir av
Summar Festivalinum
Í tíðindasendingini hjá Út-
varpinum hóskvøldið var
eitt innslag um ólógliga
skeinking til almenn tiltøk í
Føroyum. Aktuell mál hava
havt við sær kjak um ólóg-
liga skeinking, og Útvarpið
hevur sum ein av týdning-
armestu fjølmiðlum í land-
inum fylgt málinum. Men
partur av innslagnum hjá
Leif Láadal, tíðindamanni,
var villleiðandi og skeivur.
Í innslagnum var millum
annað sagt, at »á Summar
Festivalinum í Klaksvík var
størsta uttandura barr her
um okkara leiðir uppstill-
að« og »vit tosa um út-
skeinking - og væl at
merkja ólógliga útskeink-
ing«.
Vit vilja við hesum gera
púra greitt, at tað var eingin
almenn ella ólóglig skeink-
ing á Summar Festivalinum
2005. Festivalurin hevði
eitt sera gott samstarv við
løgregluna og myndugleik-
ar, og tað var ikki selt sterkt
á festivalinum. Tí ber út-
varpsmaðurin ósannindi
um ein festival, sum hevði
útvið 8.000 vitjandi í øllum
aldri og var eitt framúr væl
eydnað og stak friðarligt
tiltak.
Summar Festivalurin er
ein familjufestivalur, har
ung sum gomul, børn sum
vaksin skulu kenna seg væl,
og tískil er tað ósmakligt at
leggja festivalin undir at
hava »størstu uttandura
barr her um okkara leiðir«
og at siga, at »ólóglig
skeinking« fór fram á festi-
valinum er sera óheppið
fyri festivalin.
Summar
Festivalurin
tekur flest hugsandi atlit til
trygd og trivnað á festival-
inum og í lokalsamfelag-
num, og tískil vilja vit als
ikki góðtaka, at festivalurin
verður lagdur undir at
fremja lógarbrot.
Vit halda tí at tað er rími-
ligt, at skeivu tíðindi bein-
anvegin verða rættað, og at
Summar Festivalurin fær
eina umbering.
Hvør skonkir í hvønn?