leygardagur 1. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2005
11
Útsøgnirnar fyrr í vik-
uni hjá sløkkliðsleið-
aranum í Klaksvík eru
ikki í tráð við veru-
leikan, sigur Esmar
Klakstein, varasløkki-
liðsleiðari. Hvørki
manningarbilurin ella
annar av teimum
stóru sløkkiliðsbilun-
um startaðu sunnu-
kvøldið. Klaksvíkar
Sløkkilið hevur heldur
onki skipað eftirlit við
hvørki bilum ella
útgerð, sigur hann
TILBÚGVING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fyrr í vikuni skrivaðu vit í
blaðnum um ein eldstilburð
í Klaksvík sunnukvøldið,
har tað frættist, at ein av
sløkkiliðsbilunum
ikki
startaði, tá sløkkiliðsmenn-
inir skuldu fara á staðið,
har eldurin varð fráboð-
aður. Í greinini avsannaði
sløkkiliðsleiðarin,
Kári
Kjelnæs, hesi tíðindi og
greiddi frá, at talan var um
bert tann eina bilin, og at
hetta var ein manningarbil-
ur uttan sløkkiútgerð, sum
verður sera lítið brúktur.
Sløkkiliðsleiðarin
legið
dent á, at hevði talan verið
um ein av stóru sløkkiliðs-
bilunum vit útgerð, hevði
tað verið ein vanlukka. Eis-
ini legði sløkkiliðsleiðarin
áherðslu á, at eftirlitið við,
at sløkkiliðsbilarnir hjá
Klaksvíkar sløkkiliði virka,
sum teir skulu, er sera gott.
Undirmetir vandan
Men sambært varasløkki-
liðsleiðaranum,
Esmar
Klakstein, eru útsøgnirnar
hjá Kára Kjelnæs ikki í tráð
við tað, sum í veruleikan-
um hendi sunnukvøldið.
Esmar greiðir frá, at tá
teir eftir eldsfráboðanina
sunnukvøldið skuldu av-
stað við bilunum, startaðu
hvørki
manningarbilurin
ella annar av teimum stóru
sløkkiliðsbilunum. Hetta
váttar ein annar av søkki-
liðsmonnunum eisini. Stóri
bilurin hevur alla sløkkiút-
gerð, 2 tons av vatni og
roykkavaraútgerð.
- Tann bilurin hevur eis-
ini alla ta útgerð, sum verð-
ur brúkt at skera fastkleimd
fólk leys við. So tað var
gott, at tað "bert" var eldur
í hetta kvøldið. Tað vísti
seg tíbetur ikki at hava so
stóran týdning sunnukvøld-
ið, men tað er ræðandi at
hugsa tankan, um tað veru-
liga varð brúk fyri øðrum
av teimum báðum bilunum,
sum ikki startaðu, sigur
Esmar Klakstein, og leggur
afturat, at tað tykist sera
løgið, tá sløkkiliðsleiðarin
soleiðis undirmetir vandan,
sum kundi staðist av at
bilarnir ikki startaðu.
- Tá ein eldsfráboðan
kemur, er mannagongdin al-
tíð, at vit rykkja út við øllum
og eru fyrireikaðir uppá tað
ringasta. Tey krøvini livdu
bilarnir
ikki
upp
til
sunnukvøldið, sigur Esmar.
Sambært Esmar er tað
heldur ikki rætt, tá sløkki-
liðsleiðarin í greinini førir
fram, at manningarbilinum,
sum ikki startaði, verður
sera lítið brúktur. Hetta er
bilurin, froskmenn vanliga
brúka, og er hann útgjørdur
við allari froskmannaút-
gerð. So seint sum í summ-
ar varð bilurin brúktur til
ein bráfeingis tilburð, har
ein maður var dottin niður
ímillum ein bát og keiina. Í
slíkum førum telur hvørt
sekund, men júst hesin
tilburðurin spældi tíbetur
væl av, sigur Esmar.
Onki skipað eftirlit
Eisini ivast Esmar í, hvat
sløkkiliðsleiðarin meinar
við, tá hann í greinini sigur,
at sløkkiliðsbilarnir verða
royndir við jøvnum mill-
umbilum.
- Hendingin sunnukvøld-
ið prógvar í øllum førum, at
tað ikki er nóg ofta. Tað er
heldur ikki nokk bara at
starta bilarnar og koyra ein
túr við teimum. Øll útgerð-
in skal eisini eftirkannast,
men sum er, hendir tað ikki
í nóg stóran mun. Klaks-
víkar sløkkilið hevur stutt
sagt onki skipað eftirlit við
hvørki útgerð ella bilum,
sigur Esmar. Hann vísir
samstundis, at til stórar
eldsbrunar er tað alt av-
gerðandi at fáa nógva út-
gerð á staðið so skjótt, sum
til ber.
- Samanumtikið er okk-
ara tilbúgving tískil ikki
nóg álítandi í bráfeingis til-
burðum, sum er, staðfestir
varasløkkiliðsleiðarin,
Esmar Klakstein.
Blaðið vildi fegin havt
eina viðmerking frá Kára
Kjelnæs, sløkkiliðsleiðara,
men hann ynskti at bíða við
at úttala seg um málið.
Útsøgnir hjá sløkkiliðsleiðara
ikki eftirfarandi
Sambært
varasløkkiliðsleiðaranum,
Esmar Klakstein, startaði
hvørgin av hesum báðum
bilunum hjá Klaksvíkar
Sløkkiliði sunnukvøldið, tá
liðið skuldi avstað til ein
eldsbruna uttanfyri býin
- Málið um. at ein ella
tveir bilar hjá Klaks-
víkar sløkkiliði ikki
startaðu sunnu-
kvøldið, verður alt
fyri eitt kannað til
botns, sigur Stein-
bjørn Jacobsen, for-
maður í Brunanevnd-
ini hjá Klaksvíkar
býráð
TILBÚGVING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað er brunanevndin hjá
Klaksvíkar býráð, sum
varðar
av
Klaksvíkar
Sløkkiliði. Er tað so, at til-
búgvingin hjá sløkkiliðin-
um ikki virkar, sum skal, er
tað altíð eitt mál, bruna-
nevndin skal hava til við-
gerðar og kannar til botns,
sigur formaðurin í nevnd-
ini, Steinbjørn Jacobsen
Fingið frágreiðing
Steinbjørn Jacobsen sigur,
at hvørja ferð Klaksvíkar
Sløkkilið hevur verið úti til
ein tilburð, fær bruna-
nevndin eina neyva skriv-
liga frágreiðing frá sløkk-
liðsleiðaranum um hend-
ingina. Tað hevur hon eisini
júst fingið um tilburðin
sunnukvøldið, men enn
hevur Steinbjørn ikki havt
stundir at lesa hana gjølla.
Enn veit eg ikki annað
enn, at tað vóru trupulleikar
við at starta tann eina
manningarbilin. Vísir tað
seg, at hald er í útsøgnunum
hjá
varasløkkiliðsleiðar-
anum um tað, sum fór fram
sunnukvøldið, er hetta eitt
sera álvarsligt mál. Í øllum
førum verður alt málið tikið
upp til viðgerðar í bruna-
nevndini
mándagin
og
kanna til botns, sigur Stein-
bjørn Jacobsen. Hann legg-
ur afturat, at sær vitandi
hevur
tilbúgvingin
hjá
Klaksvíkar Sløkkliði altíð
virka fyrimyndarliga væl.
Brunanevndin:
Kannar málið til botns
Alt málið um hendingina við
bilunum hjá Klaksvíkar
Sløkkliðið sunnukvøldið verður
nú kannað til botns, sigur
formaðurin í brunanevndini,
Steinbjørn Jacobsen