leygardagur 1. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 187 - 1. oktober 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
15. september fingu Angilie og Jan Olsen, Tvøroyri,
ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3470 gr.
18. september fingu Frederike Hammerstein Jóan-
esarson og Høgni Sundstein Jóanesarson ein son.
Hann var 49 cm. langur og vigaði 3400 gr. og hevur
fingið navnið Béla Marius Jóanesarson. Tey eru
búsitandi í Paris.
19. september fingu Jenny Winther Poulsen og
Mortan Zachariassen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52
cm. long og vigaði 4000 gr.
21. september fingu Jakoba Bech og Jaspur Bjartalíð,
Svínoy, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði
3150 gr.
21. september fingu Sólbjørg Kærbech og Halgir
Poulsen, Porkeri, ein son. Hann var 49 cm. langur og
vigaði 2980 gr.
22. september fingu Mirjam Heinsen og Jógvan
Heinesen, Viðareiði, ein son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 4400 gr.
23. september fingu Beinta Johannessen og Allan
Dalsgarð, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur
og vigaði 3700 gr.
23. september fingu Óluva og Anfinn Højgaard,
Rituvík, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði
3450 gr.
23. september fingu Jenny Johannessen og Hjalti
Bjørgheim Rasmussen, Klaksvík, ein son. Hann var
57 cm. langur og vigaði 4350 gr.
23. september fingu Jórun og Absalon Wolles, Eiði,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3650 gr.
23. september fingu Katrin Hoydal og Einar Brimnes,
Velbastaður, ein son. Hann var 57 cm. langur og
vigaði 4100 gr.
24. september fingu Sára Skaalum og Þorgrimur
Einarsson, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 2970 gr.
24. september fingu Gerda Nattestad og Hjalti
Petersen, Esbjerg, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og
vigaði 4300 gr.
24. september fingu Sólfríð S. Rasmussen og Gert
Heinesen, Argir, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og
vigaði 3550 gr.
25. september fingu Linda Joensen og Emil Johansen,
Sørvágur, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði
3200 gr.
27. september fingu Mariann Reinert og Rúni
Vesturklett, Fredriksberg, ein son. Hann var 53 cm.
langur og vigaði 4200 gr.
27. september fingu Jenny Petersen og Magnus
Samuelsen, Funningur, ein son. Hann var 53 cm.
langur og vigaði 3750 gr.
Í komandi viku fara 3.
árs pedagoglesandi á
Føroya Læraraskúla at
framføra barnaleikin
Dvørgarnir og Snjó-
hvíta fyri barnagarðs-
børnum og skúlabørn-
um í 1. 2. og 3. flokki
LEIKUR
3. árs pedagognæmingar á
Føroya Lærarskúla hava
sent innbjóðingar til dag-
stovnar og skúlar kring alt
landið. Leikurin, ið er um
Snóhvítu og dvørgarnar,
byggir á ævintýrið hjá
brøðrunum Grimm, men
við fleiri nýggjum hug-
skotum.
Endamálið við leikinum
er at geva børnum í Føroy-
um eina góða uppliving og
eisini at menna hugflogið
hjá børnum og vaksnum.
Vit halda eisini,at tað er
umráðandi at geva børnun-
um eitt sansaligt upplivilsi.
Her í Føroyum hava vit
tíverri alt ov lítð av leikum
av slíkum slagi til børn,
siga pedagognæmingarnir.
Næmingarnir hava sjálv-
ir sett leikin upp. Leikurin
er ein sameining av læru-
greinunum: smíð, evning,
hondarbeiði, tónleik og
drama. Leikstjóri er Lillian
Geisler, lærari í drama á
Føroya Læraraskúla.
Sýningarnar fyri dag-
stovnar og skúlar verða frá
mánadegi 3. oktober til og
við fríggjadagin 7. oktober.
Tríggjar sýningar verða um
dagin: kl. 9.00, kl. 11.00 og
kl. 13, tó er ætlanin av hava
eina almenna sýning hós-
kvøldið kl. 19.00.
Dvørgarnir og Snjóhvíta
á Læraraskúlanum
Mynd: Jens Kristian Vang
Rætting
Rætting til grein í blaðnum fríggjadagin 30. september
2005 á síðu 39 "Heilsa & lívsstílur".
Í brotinum "Viðvíkjandi at motionera er boðskapurin, at
vit við at røra okkum ein tíma um dagin, skal tað standa
hálvan tíma. Endamálið er nevniliga, at okkum nýtist ikki
at íðka so nógv, men bert ein hálvan um dagin.
Sosialurin