leygardagur 1. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mads Andreas Winther
Hentze, á Sandi, van-
liga nevndur Mads,
andaðist á Landssjúkra-
húsinum 28. september,
80 ára gamal.
Bønarhald verður í
kapellinum leygardagin
klokkan 15.
Jarðarferðin verður úr
Sands kirkju sunnu-
dagin klokkan 14.
Mia Kjærbæk, Vest-
manna, andaðist 26.
september, 36 ára gom-
ul.
Kistan fór úr Lands-
sjúkrahúskapellinum
fríggjadagin 30. sep-
tember klokkan 17.
Jarðarferðin verður úr
Vestmanna kirkju leyg-
ardagin
1.
oktober
klokkan 14. Tey, ið vilja
minnast Miu, kunnu
lata Føroya Felag móti
Krabbameini eina gávu.
Andlát og jarðarferðir
Tað verður hervið kunngjørt ætt og vinum,
at kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Mads Andreas Winther Hentze,
(vanliga nevndur Mads)
Sandur
andaðist á Landssjúkrahúsinum 28. september,
80 ára gamal.
Bønarhald verður í kapellinum
leygardagin 1. oktober kl. 15.00.
Jarðarferðin verður úr Sands kirkju
sunnudagin 2. oktober kl. 14.00.
Vegna familjuna
Jenny
Í morgin, sunnudagin 2. ok-
tober, verður Frede Benja-
minsen á Nesi í Eysturoy
70 ár. Føðingardagurin
verður hildin á Svanga-
skarði leygarkvøldið, og
har eru øll væl komin.
Frede Benjaminsen er
ættaður úr Ringkøbing í
Danmark. Hann kom til
Føroya og Nes fyri umleið
hálvari øld síðani. Í Dan-
mark hevði hann hitt Ja-
cobu, sum er ættað av Nesi
og fødd Olsen. Hon hevði
verið á háskúla í Haslev.
Tey bæði giftust og búsett-
ust á Nesi, og tey eiga fýra
børn - Harry, Hedvig, Lis-
beth og Majbritt. Harry og
Majbritt búgva á Toftum,
Hedvig býr í Fuglafirði, og
Lisbeth býr niðri.
Frede gjørdist føroyingur
og nesmaður, og hann hev-
ur hesa hálvu øldina, sum
hann hevur búð í Føroyum,
eitt nú verið skipsmaður. Í
nógv ár arbeiddi hann hjá
D. P. Højgaard, sum um tað
mundið, tá ið Frede kom til
Føroya, var nógv tann
størsta fyritøkan á Toftum.
Tá í tíðini nýttu tey flestu
kol at fáa hita við. Hjá D. P.
Højgaard seldu tey kol, og
Frede var millum teirra,
sum koyrdu og bóru kol-
sekkirnar út til kundarnar.
Frede Benjaminsen var
fleiri ár til skips. Hann
sigldi eitt nú við Kongs-
havn, Nesbúgvanum, Spor-
inum, Suðurland og Bliki,
og so arbeiddi hann í nógv
ár á flakavirkinum hjá
toftamonnum, sum nevnd-
ist Nykur.
Síðani Fiskamarknaðurin
sá dagsins ljós, hevur Frede
verið har, og hann arbeiðir
framvegis á hesum arbeiðs-
plássinum, sum tey sein-
astu nógvu árini hevur havt
stóran týdning fyri hetta
lokaløkið.
Soleiðis sum hann altíð
hevur gjørt tað, har hann
hevur arbeitt, so møtir
Frede sera væl upp, og
tann, sum ætlar sær at vera
fyrri á arbeiðsplássinum
enn Frede, verður noyddur
at fara tíðliga frá húsum.
Frede Benjaminsen 70 ár
Dagurin
1. oktober. Remigius, deyður í 533. Galliskur aðalsmaður,
sum longu 22 ára gamal varð valdur til biskup í Reims.
Hann kristnaði Chlodovech kong, sum var langabbi
Karlamagnus. Remigius doyði 96 ára gamal.
2. oktober. Ditlev. Komin upp í halgramannatal í 1725.
Ókent halgimenni. Upprunaliga týskt navn, samansett av
orðunum fólk og arvur.
3. oktober. Metta. Teir vita ikki um nakra halgikvinnu við
hesum navni. Navnið er Margreta stytt.
Í dag, leygardagin 1. oktob-
er, verður Alex Sólstein í
Klaksvík 75 ár. Alex var í
mong
ár
skúlastjóri
í
Klaksvík, og kring landið
er hann eisini kendur fyri
sína luttøku í sangi og tón-
leiki.
Alex er klaksvíkingur.
Pápin var Jens Pauli ella
Palli, sum var føddur
Fredriksen og seinni fekk
sær Sólstein sum eftirnavn.
Hann var ættaður úr Køk-
inum á Uppsølum, og
mamman var Else Birgithe,
sum var fødd Petersen, og
sum var ættað úr Víkunum.
Tey búsettust á Uppsala-
eiði, og tey fingu trý børn:
Alex, Dagny og Jákup sum
øll búgva í Klaksvík.
Alex tók í 1950 nýmáls-
ligt studentsprógv á Føroya
Studentaskúla, sum tá helt
til á VBV. Hetta árið vóru
tey tíggju studentar - sjey
matematiskir og tríggir
málsligir. Saman við Alex
tóku tvær gentur av Skála
málsligt studentsprógv fyri
55 árum síðani.
Í 1952, tá ið hann var 21
ára gamalur, leyk Alex
læraraprógv frá Føroya
Læraraskúla. Alt sítt ar-
beiðslív arbeiddi Alex við
skúlaverkið í Klaksvíkar
kommunu. Hann varð sett-
ur í fast starv 1. september
1955, og hann fór úr starvi
1. apríl 1996.
Nógv størsta partin av
læraratíðini
var
Alex
Sólstein skúlastjóri. 1. apríl
í 1961 varð Alex settur í
skúlastjórastarvið
fyri
Klaksvíkar skúla. Hetta
sama summarið varð nýggi
skúlabygningurin tikin í
nýtslu, og tað var ikki smá-
vegis avbjóðing, ið Alex
sum 30 ára gamalur tók á
seg. Fólkatalið í bygdini
var meiri enn tvífaldað eftir
kríggið, og skúlaumstøður-
nar høvdu verið alt annað
enn góðar í fimti árunum.
Potturin, sum klaksvík-
ingarnir vórðu smeltaðir til
eina eind í, var fyrst og
fremst skúlin. Næmingatal-
ið var omanfyri níggju
hundrað, tá ið tað var
hægst, læraratalið øktist
skjótt, og luturin hjá Alex
var at fáa alt hetta at ganga
upp. Hann var stjóri hjá
teimum, sum høvdu verið
lærarar hjá honum og hjá
nýggjum
og
viðhvørt
fremmandum lærarum, og
hann hevði gott tak á stóra
talinum av næmingum,
sum hann kendi við navni -
allar samlar.
Eisini var talan um bygn-
aðarligar og innihaldsligar
umskiftingar og tillagingar.
Stutt eftir, at Alex var
vorðin stjóri, varð skipanin
við millumskúla avtikin. Í
staðin eftir fimta flokk so
varð uppbýtið av næming-
unum eftir sjeynda flokk,
og tey, sum ikki fóru í real,
fingu tilboð um 8. og 9. og
seinni 10. skúlaár.
Miðskeiðis í sjeyti árun-
um var Klaksvíkar skúli
undir leiðslu av Alex Sól-
stein millum teir fyrstu,
sum royndu skipanina við
samlestri øll skúlaárini. Tað
bar m. a. við sær, at næm-
ingarnir - soleiðis sum teir
framvegis gera tað - øll
skúlaárini vóru í flokki
saman við somu feløgum.
Í 1979 varð skúlin í
Klaksvík býttur í tveir
sjálvstøðugar skúlar. Alex
gjørdist tá skúlastjóri í
Ósáskúlanum, og í tí starv-
inum sat hann, inntil hann í
í 1996 legði frá sær. Tá
hevði hann í nøkur ár verið
einalærari í Árnafirði, sum
er partur av Klaksvíkar
kommunu, og frá 1990 og
til 1997 hevði hann staðið
fyri eftirútbúgvingini fyri
fólkaskúlalærarar.
Alex hevur verið ógvu-
liga fjølgávaður, og hann
hevur støðugt syrgt fyri at
fylgja við. Í 1956-57, 1958-
59 og 1971-72 var hann á
ársskeiðum á DLH. Ser-
ligur dentur varð lagdur á
eftirútbúgving í donskum,
týskum og eingilskum og
sangi og tónleiki. Haraft-
urat hevur Alex verið á
styttri
eftirútbúgvinga-
skeiðum í eitt nú Týsklandi.
Sum
skúlamaður
var
Alex limur í nógvum
nevndum. Eitt nú var hann
limur í lesiætlanarnevndini
fyri fólkaskúlan frá 1965
og til 1993, tá ið hann
gjørdist skrivari í Ráðlegg-
ingarnevndini fyri fólka-
skúlan.
Sangur og tónleikur og
mentunarligt virksemi í
breiðum týdningi hevur
verið stórur partur av lívin-
um hjá Alex, og hann hevur
í hesum á so mangan hátt
verið við til at seta dám á.
Eitt nú var hann 1956-1984
við til at geva Hungalig jól
út, og tey seinnu árini hevur
hann umsett og skrivað.
Ofta hevur Alex verið hent-
ur hjá Klaksvíkar komm-
unu og øðrum at heita á, tá
ið serligar uppgávur hava
staðið fyri. Eisini síðani
hann legði lærarastarvið frá
sær hevur hann verið ógvu-
liga virkin.
Burtursæð
frá
styttri
tíðarskeiðum hevur Alex
verið í Klaksvíkar Horn-
orkestri í meiri enn eina
hálva øld, og frá 1956 og
fram til 1973 stóð hann fyri
Klaksvíkar Sangfelag, sum
mammubeiggi
hansara,
Sámal Petersen, framman-
undan hevði staðið á odda
fyri. Í 1977 var Alex mill-
um teirra, sum tóku stig til
at
stovna
Klaksvíkar
Musikkskúla, og har hevur
hann verið nevndarlimur í
mong ár.
Alex fær tað at ljóða væl
úr so at siga øllum ljóðfør-
um. Høvuðsinstrumentið
hjá honum er violinin.
Meðan hann var undir út-
búgving, spældi hann hjá
Eriki Petersen, sála, sum
um hetta mundið hevði
verið forsprákari fyri at
stovna Tórshavnar Musikk-
skúla. Alex spældi á kon-
sertunum, sum orkestrið
hevði, og hann nam sær
kunnleika og íblástur á
skeiðum heima og uttan-
lands. Alex var í 1984 ein
teirra, sum tóku stig til at
stovna Føroya Symfonior-
kestur. Har hevur hann
síðani verið nevndarlimur
og íðin violinspælari, og
tað er neyvan tikið ov nógv
til at siga, at Symfonior-
kestrið hevur í Alexi átt ein
av sínum størstu stuðlum.
23. juli í 1960 giftist Alex
við Katrini, sum er ættað úr
Klaksvík. Tey eiga hugna-
ligt heim undir Fossum, og
tey eiga fýra børn - Birgit
fødd 1961 býr í Onglandi,
Andras føddur 1962 býr í
Klaksvík, Páll føddur 1964
býr í Keypmannahavn, og
Kári føddur 1974 býr í
Havnini.
Kirkjuni hevur Alex altíð
víst serligan áhuga og
tokka. Hann hevur í mong
ár verið kirkjusangari, og
eingin megnar betri at vísa
runt og greiða frá í Christ-
ianskirkjuni, enn Alex ger
tað. Tað er sonn fragd at
fylgja við, tá ið hann foldar
seg út og á sín eyðkenda
hátt greiðir frá - um tað so
er á føroyskum, donskum,
norskum, svenskum, týsk-
um ella eingilskum.
75 ára føðingardagin er
Alex Sólstein burturstadd-
ur.
Alex Sólstein 75 ár
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæra mamma, omma, vermóðir,
systir og dóttir
Hanna Magnussen
andaðist og varð jarðað.
Familjunnar vegna
Vilhjálmur, Elsa,
Marianna og Ólavur
Alex Sólstein. Myndin er
tikin á flogvøllinum hósdagin
Mynd: Rúna Sivertsen