leygardagur 1. oktober 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagin 30. september
frá kl. 16 – 19 læt upp ein
málningaframsýning
í
Smiðjuni í Lítluvík hjá
systkinabørnunum Sólvá
Jensen og Jón Magnus
Joensen á Argjum.
Hetta er fjórðu ferð, at
Jón Magnus sýnir fram í
Smiðjuni, meðan tað er
fyrstu ferð hjá Sólvá, sum
eisini var við á ólavsøku-
framsýningini í ár.
Jóan Magnus sýnir fram
oljumálningar, og mynda-
evnini eru náttúran, meðan
Sólvá hevur akrylmáln-
ingar við fólki og fuglum.
Henni hevur altíð dámt væl
at tekna.
Jóan Magnus hevur mál-
að í nógv ár, og hevur hann
t.d. verið á listaháskúla í
Holbæk í Danmark. Hetta
er fyrstu ferð, at tey hava
eina framsýning saman.
Framsýningin er opin til
og við týsdagin 4. oktober.
Leygardagin frá 10-19,
sunnudagin frá kl. 15.30-
19, og mánadagin og
týsdagin frá kl. 15-19.
50 ára føðingardagur
Sunnudagin 2. oktober fyllir Símun Joensen, Saltang-
ará, 50 ár. Føðingardagurin verður hildin í Kvinnu-
felagshúsinum á Glyvrum frá kl. 18.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
65 ára føðingardagur
Sunnudagin 2. oktober fyllir Jóhanna Hansen,
Landavegur 13, Tórshavn, 65 ár. Opið hús verður
heima á Landavegnum frá kl. 13.00 sunnudagin.
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 2. oktober fyllir Frede Benjaminsen, Nes,
70 ár. Vælkomst verður á Svangaskarði leygarkvøldið
1. oktober kl. 19.00.
75 ára føðingardagar
Í dag, 1. oktober fyllir Alex Sólstein, fyrrv. skúlastjóri,
Klaksvík 75 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin.
Mánadagin 3. oktober verður Jens Petur Johansen av
Argjum 75 ár. Dagurin verður hildin leygarkvøldið 1.
oktober í Reynsgøtu 11 á Argjum hjá Ingemar.
80 ára føðingdagur
Týsdagin 4. oktober fyllir Thomas Juul við Skipá 80
ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 04.10. hava Ann- Mary og Klaus Rasmussen
Tórshavn, silvurbrúðleyp.
Brúdleyp
Í dag, 1. oktober kl. 15.00 giftast í býráðssalinum í
Klaksvík Tina Petersen, Norðdepli og Jóhan Isaksen,
Klaksvík. Veitslan verður á Hotel Norð fyri innbod-
num.
Í dag, 1. oktober kl. 16.00 giftast í Vágs kirkju Johild
Poulsen, Hvalba og Sonni Mørk, Vágur. Veitslan
verður í Roynhøllini kl. 19.00 fyri innbodnum.
Prógv
Hósdagin 29. september 2005 tók Sámal Matras
Kristiansen úr Fuglafirði kandidatprógv (cand.scient.
soc.) í samfelagsfrøði og geografi á Roskilde Uni-
versitetscenter við høvuðsritgerðini »Forestillingen
om bostedet - et casestudie af bosætningen i det fær-
øske hovedland i en mobil tidsalder«.
Bárður Tuftum Petersen er, tann 26. august, útbúgvin
civilverkfrøðingur (civilingeniør, cand. polyt) frá
Danmarks Tekniske Universitet (DTU) innan greinina
bygging.
14
Nr. 187 - 1. oktober 2005
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara kæra mamma, vermamma, omma
og langomma
Amanda Lamhauge,
Lamba
doyði og varð jarðað.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og
tónleikarar.
Tøkk fyri blómur og kransar til jarðarferðina og
fyri gávur til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Ellisheiminum
fyri umsorgan og røkt ta tíðina, hon búði har.
Børnini við familju
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi
Sidonius Joensen
Skála
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til eldrasambýlið
og tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á sambýlinum á Skála,
fyri tíðina ið hann var har.
Familjunnar vegna
Jólsvein, Fríðbjørg, Elmar og Eyðbjørn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum
samkenslu, tá kæra kona, mamma, omma
og vermamma okkara
Maud Heinesen
f. Brimheim
andaðist og varð jarðað.
Fyrst og fremst hjartans tøkk til øll,
sum vóru um Maud heima og á B7/B6
á Landssjúkrahúsinum síðstu tíð hennara.
Ein stór tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt rættu
okkum eina hjálpandi hond við ervinum og í tíðini
áðrenn og eftir, Maud andaðist.
Tøkk fyri blómur, kransar, brøv, telefonuppringingar,
heilsanir og troystandi orð.
Tøkk til øll, sum hava latið Amnesty International,
Føroya Deild, eina gávu til minnis um Maud og arbeiði
hennara fyri felagsskapin.
Tøkk til tann stóra skarða, sum fylgdi Maud
til hennara seinasta hvíldarstað og til øll,
sum vitjaðu okkum eftir jarðarferðina.
Tøkk til Hera Joensen, prest, kirkjutænarar, sangarar,
tónleikarar og gravarar.
Ein serlig tøkk til Didduna, sum kom heilt úr USA
at vera um systir sína fleiri mánaðir í summar.
Familjunnar vegna
Jens Pauli, Marianna og Elin við familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið kæra kona mín og mamma okkara
Elspa Jegind
fødd Høgnesen,
ættað úr Leirvík
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina
og ervið og til tykkum, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Keld, Marie og Niels
Systkinabørn í Smiðjuni
Systkinabørnini Sólvá Jensen
og Jón Magnus Joensen hava
í hesum døgum eina
málningaframsýning í
Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Jens Kristian Vang