Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ár í CISV BARNALEGUR Mariann Mikkjalsdóttir Í 26 ár hava føroyingar verið limir í C.I.S.V. (Childrens International Summer Villages). Doris Allen úr Cincinatti í USA helt aftan á seinna heimsbardaga, at nú mátti okkurt gerast, og hon helt, at børnini vóru einasti vegurin til ein heim uttan kríggj og annan ágang á mannaættina. Fyrsta CISV legan var í 1951 við børnum sum vóru 11 ár, og á leguni vóru børn úr ymiskum londum runt í heiminum við ymiskum húðaliti og ymiskari mentan. Har lærdu tey um onnur lond, um teirra átrúna og mentan, tey knýttu eisini vinabond kring allan heimin. Legurnar verða nú hildnar hvørt summar runt um allan knøttin, og nú eru eisini tilboð til teir eldru aldursbólkarnir. Í føroyum hevur CISV fingið heitið Altjóða Barnalegur, Fyrsta legan har føroysk børn luttóku var í Noregi í 1978, og síðan tá hava yvir 500 føroysk børn verið á leg- um her og aðrastaðni runt í heimunum. Hesi 26 árini hava nógvar legur verið í Før- oyum. 3. hvørt ár eru barnalegur í Føroyum, og í 2001 var eg á legu í Hoydølum. Legan var í 4 vikur, og úr Føroyum vóru tað: eg, Drós, Rúni og Heiðrikur. Marit var leiðari hjá okkum. Tað vóru luttakarar úr 15 ymiskum londum, og úr 12 av teimum vóru fýra, 11 ára gomul børn og ein leiðari. Tilsamans vóru vit 48 børn og 19 vaksin á leguni. Tá eg fekk at vita, at eg skuldi á legu í Føroyum, var eg eitt sindur kedd, tí øll hini sluppu til USA og onnur lond sum eg hevði vilja sloppi til. Men eg fann útav tí, at tað var líkamikið, hvar man var á legu, legan var líka góð um man var í Føroyum ella í USA. Tað var eisini stuttligt at verða í Føroyum, tí her sluppu vit at vísa okkara vakra og fríða land fyri øllum hinum. Nógv av teimum, sum luttóku vóru bilsin at vit hava tað so frítt í Føroyum, tey hildu at tað var undarligt, at vit bara kundu fara út, tá vit vildu, uttan at hava nakran at halda eyga við okkum, tað vóru tey ikki von við, men tey dámdu tað sera væl. T. d. var systir mín, Rakul, í USA á barna- legu, og har vóru fólk allatíðina uttan fyri leg- una og hildu eyga við, at eingin slapp inn, sum ikki hevði nakað við leguna at gera, tí man veit aldrin, hvat kundi hent. Men tað gekk alt fínt. – Og tað er dreym- urin um frið í heim- inum, skrivar Mari- ann Mikkjalsdóttir, sum í summar var á summarlegu í Brasil fyri 15 ára gomul BARNALEGUR Mariann Mikkjalsdóttir Í ár var eg í Sao Paulo, Brasil á summarlegu, fyri 15 ára gomul, har er sera stórt og vandamikið, men vit vóru so heppin, at okk- ara lega var 85 km uttan fyri sjálvan býin, og har búðu lítið av fólki. So vit høvdu tað rættuliga frítt. Teir fyrstu dagarnir av leguni búðu vit øll úr Før- oyum hjá einari familju í Sao Paulo, har upplivdu vit nógv. Vóru á »street mar- ket«, har man kundi keypa nógv pen og bílig ting, vit royndu nógva frukt sum vit ikki hava í Føroyum, men sum okkum dámdi sera væl, vóru í einum stórum biografi og hugdu eftir »War Of The World« vit vóru og hugdu eftir øllum teimum kendu býlingunum í Sao Paulo. Vit vóru eisini í EMBU, ein gamal indi- anara býur, har tey seldu nógv hondgjørt. Teppur, stearin ljós, smúkkur, klæð- ir o.s.v. Tá vit høvdu verið hjá hesari familjuni í fimm dagar fóru vit á leguna, longu trá vóru vit kedd, tí vit koma nokk ikki at síiggja hesa familjuna aftur, men tey koma kanska til Føroyar nesta summar. Tá vit komu á leguna var tað seint um kvøldið, so vit bara líka heilsaðu upp á hvønn annan, fingu at vita, hvar vit skuldu sova og so fóru vit til koys. Teir fyrstu dagarnir royndu vit at læra hvønn annan at kenna og læra øll nøvnini, men vit gingu eisini við navnaskeltum til vit dugdu øll nøvnini. Vit gjørdu nógvar av teimum somu aktivitetinum sum man ger á barnalegum, men á summarlegum skal man diskutera næstan alt sum man ger, tað haldi eg er rættuliga gott, tí so sleppa vit at siga okkara meining og hoyra meining- ina hjá hinum. Eitt spæl sum vit gjørdu eitur »Problems In Your Contry« tvs. Trupuleikar í landinum. Har skuldu vit øll úr Føroyum sita fyri okkum sjálvi og skriva allir okkara trupuleikar niður á eitt pappír, tað sama gjørdu øll hini londini. Hjá teim- um var tað lætt at skriva eitt stórt pappír av trupulleik- um, meðan vit bara sótu og hugsaðu og hugsaðu. Tað yvirraskaði meg hvussu fáir trupulleikar vit hava í Føroyum, teir vit hava er flest fiskatrupulleikar og so eisini slatur. Øll hini høvdu trupul- leikar við »kidnapning«, ung sum ikki fáa møguleik- an at ganga í skúla og fáa eina útbúgving, misbrúk av børnum, ávirkaði fólk sum koyra bil, nógv fátækra- dømi, stættarmunur, td. eiga 10% av fólkinum í Brazil 90% av øllum pen- ingunum, tvs at 90% av fólkinum eiga 10% av pen- ingunum. Eisini hava øll fólk sum búgva á gøtuni, arbeiðsloysi, nógv sum doyggja av kynssjúkum, tí tey ikki eru so væl upplýst sum vit, har er ikki so trygt at fara út uttan onkran at ansa sær, nógvar sjálv- morðsbombur, kríggj, og ja eg kundi blívi við. Sjálvandi hava vit eisini slíkar trupulleikar, men her eru trupulleikarnir ikki so stórir. Alt fólki her eiga næstan líka nógvan pening, her er sjálvdan man hoyrir um misbrúk av børnum her, tað búgva kanska 3 fólk á gøtuni, men eg veit at tey hava fingið tilboð um pláss at búgva, men vilja ikki, tað er fólk sum koyra ávirkaði, og tað henda óhapp, men ikki so nógv av tí. Ja tað yvirraskar meg, hvussu gott vit hava tað her, men hóast tað grenja vit. Í staðinfyri skuldu vit hugsað um, hvussu gott vit hava tað í mun til onnur, og hvussu stolt vit skulu vera av okkara landi. Vit vóru eisini útferðir, vit vóru í einum djóragarði í Sao Paulo, vit fóru har um kvøldið og vóru har til liðið var út á náttina. Alt var myrkt meðan vit vóru har, bara nøkur ljós vóru tendraði. Ein vísti okkum runt. Vit sóu nógv vandamikil dýr, grundin til at vit fóru so seint, var at tá eru øll tey vandamikli djór- ini vakin. Tá vit høvdu »Open Day« kom ein íslendingur at vitja okkum, hann hevði sæð á internetinum, at ein lega var í Sao Paulo, og at norðurlendingar vóru á leg- uni, so hann kom at vitja okkum. Tað var hugnaligt at hann kom, vit kundu jú næstan tosa føroyskt við hann. Tá legan endar, hevur man upplivað rættuliga nógv, sum man aldrin fer at gloyma aftur. Eg haldi at tað er sera hugtakandi at tá legan endar er tað ikki ein sum vil sleppa heim aftur, sjálvt um tað er vanligt at longjast heim meðan legan er. Eisini er tað hugtakandi at børn úr londum kring allan heimin, eru blivin rættuliga góðir vinir, sjálvt um tað kanska eru tvey lond á leguni sum eru í kríggj ímóti hvørjum øðrum, so leggur man ikki merki til tað ímillum børnini. Og eisini hava børnini á leguni ymiska trúgv, og tað vísir seg heldur ikki at vera ein trupulleiki. Eg haldi at tað er sera gott funnið uppá at hava CISV legur, tað lærir børn at virða hvønn annan sum tey vit eru, hóast eingin er líka. CISV sangurin: Here in this village you may see Children living happily Different race and different land Here we come to understand One another´s point of view Learning throught the things we do How alike am I to you Here we live and eat and sleep Talk and laugh and sometimes weep Here we share our hopes and fears Build a bridge across the years Sow a seat and plant a tree Beneath whose branches there may be All the nations gathered free That our children so may grow In a world we did not know Sharing all they have to give Learning how to love and live In our hands the future lies Seize the moment here it flier Stamp the present with an act Dare to make our dream a fact. "Dare to make our dream a fact" tað er okkara dreymur um frið í heiminum, og ongin veit, kanska tað verður friður einaferð:) Skemaði vit høvdu teir flestu dagarnir í Brazil: 9.00 Wake up 9.25 Flagtime 9.30 Breakfast 10.30 Activiti 1 11.45 Planning groups 12.30 Freetime 13.00 Lunch 14.00 Siesta 14.45 Activiti 2 16.00 Snack 16.30 Freetime 18.00 Shower time 19.00 Delegation time 20.00 Dinner 21.00 Activiti 3 00.30 Lights off 01.30 Sleep time Mariann Mikkjals- dóttir greiðir frá barnaleguni, sum var í Hoydølum í 2001 BARNALEGUR Mariann Mikkjalsdóttir Tveir teir fyrstu dagarnir vóru vit á »homestay«, eg og hini 3 úr Føroyum búðu hjá einari familju á Viðar- eiði, sum vit ikki kendu áðrenn. Síðan gekk túrurin til Hoydalar, har øll tey vaksnu vóru. Har spældu vit ymisk spøl fyri at læra hvønn annan at kenna, síðani blivu vit deild í 4 bólkar, soleiðis skuldu vit sova. Gentur og drongir sova ikki saman. Hvønn morgun tá vit høvdu etið, blivu vit deild í 4 bólkar, sum skuldu rudda og vaska sunt á skúlanum. Hvønn dag arbeiddu vit í bólkum, har vit gjørdu upp- gávur o.a. Ein dag blivu vit deild, 4 í hvønn bólk, nú skuldu vit rættuliga samarbeiða. Í mínum bólki vóru vit tvær gentir og tveir drongir, tó eingin úr sama landið. Ein skuldi vera blindur, ein deyvur og ein dulur. Tann fjórði skuldi leiða tann blinda. Eg skuldi verða blind, tað var so ringt. Tá hesin dag- urin var liðugur, vóru vit øll glað fyri at vit eru so sum vit eru. Vit lærdu eisini nógv um kríggj og annað tílíkt, vit øll vóru samd um, at tað var ógvuliga býtt, at tað altíð er kríggj, tí kríggj hjálpir ikki upp á nakað, tað ger alt bara verri. Tá legan var komin í helvt fóru vit aftur á »homestay«, tá vóru eg og Marie úr Noregi, á Toftum hjá einari familju. Eg havi enn samband við ta familj- una. Vit upplivdu sjálvandi eisini nógv annað. Tá hendan ógloymandi legan endaði, høvdu vit øll knýtt nógv nýggj vinabond, sum vit vóru kedd, við tankan um at vit aldrin skuldu síggjast aftur, men ongin veit, kanska vit møtast aftur, tað vóni eg. »Dare to make our dream a fact« Barnalega í Hoydølum í 2001 Brandur, Mariann, Barbara, Marit, íslendingurin Gunnar og Bartal