Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 187 - 1. oktober 2005 UTTAN ÚR HEIMI USA fjalir yvirgangsmann Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, leggur nú USA undir at hjálpa einumn yvirgangsmanni, so hann slepp- ur undan rættarsókn. Talan er um tann 77 ára gamla útlagna kubanan Luis Posada Carilles. Myndugleikarnir í Venesuela siga, at tað var Carriles, sum skipaði fyri, tá eitt kubanskt ferðamannaflogfar varð sprongt í luftina nærhendis Barbados í 1976. Øll tey 73, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Harafturat er Carrilis lagdur undir at hava skipað fyri einari morð- roynd ímóti kubanska forsetanum, Fidel Castro, í Pana- ma fyri fimm árum síðani. Fyri fýra mánaðum síðani varð Luis Posada Carriles tikin í USA, tí hann var komin hagar uttan innferðar- loyvi. Síðani hevur Venesuela kravt at fáa hann útflýggj- aðan, men týsdagin vísti ein amerikanskur dómstólur kravinum frá sær. Dómstólurin segði seg bera ótta fyri, at maðurin verður píndur, verður hann sendur til Venesuela ella Kuba. Venesuelsku myndugleikarnir eru í øðini um avgerðina, og Hugo Chavez leggur George W. Bush, forseta undir at verja ein yvirgangsmann. Luis Posada Carriles arbeiddi í mong ár fyri amerik- onsku fregnartænastuna CIA, og hann var við, tá amer- ikanarar royndu at fella Castro í 1961. Skjøl, sum eru komin undan kavi, vísa, at Carriles fekk løn frá CIA til 1976. Skjølini vísa eisini, at Carriles var uppií, tá kubanska flogfarið bleiv sprongt við Barbados í 1976. Gamlir fíggindar samstarva Í mong ár hava umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace og norsku fiskivinnufeløgini verið sum reyðar kýr, men nú er vent í holuni. Greenpeace hevur savnað nógvar upplýsingar um fiskiskapin í Barentshavinum fyri at fáa staðfest, at nógv verður fiskað uttan um tær ásettu kvoturnar. Nú hevur felagsskapurin boðið fiskivinnumyndugleikun- um og fiskivinnufeløgunum upplýsingar um ta ólóg- ligu veiðina, og báðir partar hava tikið av tilboðnum. - Vit hava ikki altíð verið so fegnir um tað, sum Greenpeace hevur tikist við, men tað er gott, at felags- skapurin vísir á tað, sum hendir í Barentshavinum, og vit eru samdir um at steðga teirri ólógligu veiðini, sigur Jan Ivar Maråk, deildarleiðari í norska reiðarafelagnum við Sunnmørsposten. Sleppur ikki út í bræði Tann 31 ára gamli bretin Ian Huntley, sum er dømdur lívlangt fongsul fyri at hava myrt tvær smágentur, sleppur ikki út um fongsulsveggirnar í bræði. Ein dómstólur avgjørdi mikudagin, at Ian Huntley kann ikki sleppa út úr fongslinum fyrr enn í fyrsta lagi í 2042. Tá hevur hann sitið 38 ár aftan fyri rimarnar, men sambært dómaranum Alan Moses merkir úrskurð- urin í veruleikanum, at Ian Huntley sleppur ongantíð út úr fongslinum. Ian Huntley varð í fjør dømdur sekur í at hava beint fyri tveimum tíggju ára gomlum gentum, Holly Wells og Jessicu Chapman, í lítla enska býnum Soham. Undir rættarmálinum segði hann, at tað var eitt óhapp, at genturnar doyðu, men hann viðgekk, at hann hevði roynt at festa eld í líkini og at grava tey niður. Airbus A380 trupulleikar Felagsskapurin hjá teimum evropeisku flogskiparunum vil vera við, at eitt brek er við trýstskipanini í tí nýggja flogfarinum Airbus A380. Tað er ein fyritøka í Eysturríki, sum hevur gjørt ta elektronisku útgerðina, sum stýrir trýstskipanini í flog- farinum. Ein amerikanari, sum hevur arbeitt hjá fyri- tøkuni, sigur nú, at hann fekk sekkin, tí hann hevði víst á, at skipanin virkar ikki nóg væl. Eitt nú vil hann vera við, at trýstið í flogfarinum kann fella brádliga. Hetta hevur vakt stóran ans, tí hildið verður, at tað var júst trýstfall, sum gjørdi, at ein kýpriskt flogfar datt niður í Grikkalandi fyri stuttum. Leiðslan í eysturríksku fyritøkuni vísir atfinningun- um frá fyrrverandi starvsmanninum aftur, men teir evropeisku flogskipararnir krevja kortini, at málið verður kannað til botns. Fyri tveimum mánað- um síðani rændu sjórænarar eitt skip við neyðsynjarvør- um. Nú hava teir rænt eitt skip afturat SJÓRÁN Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 27. juni rændu sjó- rænarar farmaskipið "Sem- low", sum var á veg til Mombasa í Somalia við 850 tonsum av rísi, og nú hava teir rænt eitt skip, sum var úr Egyptalandi við sementi. Sjórænararnir hava víst seg at vera ringir at hava við at gera. Myndugleikar- nir í Somalia hava fleiri ferðir roynt at fáa samband við teir fyri at fáa fatur á farminum umborð á "Sem- low", sum Heimsbankin hevur fíggjað fyri matvøru- stovnin hjá ST, World Food Program. Í síðstu viku eydnaðist tað endiliga at fáa sjórænararnar at sigla skipið inn á redina í El Maan. Har samdust part- arnir um, at sjórænararnir skuldu lata myndugleik- unum skipið, manningina og farmin aftur fyri eitt ávíst loysigjald. Uppruna- liga kravdu sjórænararnir 500.000 dollarar í loysi- gjaldi, men so nógv vildu Heimsbankin og WFP ikki gjalda. Men dagin eftir stungu sjórænararnir av við skipi, manning og farmi. Løtu seinni boðaðu teir frá, at teir høvdu tikið eitt skip, sum var komið úr Egypta- landi við sementi, og at teir nú vildu hava størri loysigjald fyri "Semlow". Eingin hevur sæð mann- ingin á "Semlow", síðani skipið varð rænt, og tí veit eingin, um teir yvirhøvur eru á lívi enn. Fleiri hundrað fólk eru flutt burtur und- an eldsbrunanum, sum kann hótta stórbýin Los Angeles ELDUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir seinastu dagarnar eru næstan 7.000 hektarar við grasi og runnum norðan fyri Los Angeles farnir upp í royk. Umleið 3.000 sløkkiliðsmenn royna at fáa tamarhald á eldinum, men í gjár søgdu myndugleikar- nir, at teir høvdu bara tamarhald á umleið fimm prosentum av eldinum. Fólk í hundraðtali eru flutt burtur, og fleiri hús eru longu uppkolað. Eldurin kyknaði í San Fernando-dalinum miku- dagin, og hóast fleiri hundr- að sløkkiliðsmenn vórðu sendir hagar beinanvegin, breiddi eldurin seg skjótt. Í gjár var roykurin í dalinum so tjúkkur, at fólk høvdu ilt við at draga andan. Tað regnaði illa í Kali- fornia í vár, og gróðurin var tí sjáldsama góður. Men teir seinastu mánaðarnar hevur tað verið óvanliga turt. Tí brennur alt væl, og eitt frískt lot hevur eisini gjørt sløkkiarbeiðið sera trupult. Uttan fyri Los Angeles eru fólk rýmd úr húsum sínum, og býarpartar sum Oak Park, Box Canyon og Lake Manor eru sum spøk- ilsisbygdir, skrivar Reuters. Fólk eru farin til vinir og kenningar at vera, meðan onnur hava leitað sær skjól í skúlum og ítróttarhallum. Í gjár stúrdu myndugleikar- nir fyri, at eldurin skuldi breiða seg til býarpartarnar Malibu Canyon og Cala- basas, har nógv múgvandi fólk búgva. Fyri júst tveimum árum síðani fóru umleið 3.000 ferkilometrar upp í royk í Kalifornia. Ta ferðina doyðu 22 fólk, og umleið 100.000 noyddust at taka til rýmingar. Tá máttu kali- fornisku myndugleikarnir fáa sløkkiliðsmenn úr øll- um landinum at hjálpa sær, og 15.000 sløkkiliðsmenn stríddust í vikuvís við eldin. Kortini brunnu 4.500 hús í grund. Sjórænarar rænt tvey skip Eldur í Kalifornia Fleiri hús eru longu brunnin í grund uttan fyri Los Angeles