leygardagur 1. oktober 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein gloymdur
klokkutími gjørdist
meira ella minni
beinleiðis orsøkin til,
at fyrsti vinnarin av
Formula-deildini fær
eitt sera snotuligt
steyp, har íblástur úr
føroysku náttúruni
og søguni eru horna-
steinarnir undir snið-
gevingini
STEYP
Jákup Mørk
Tá HB í fjør vann FM-heit-
ið, vunnu teir samstundis
steypið, sum Føroya Bjór
hevði latið, til ognar.
Tað merkti so samstund-
is, at nýtt steyp skuldi finn-
ast, og hetta er ikki nakað,
sum bara verður gjørt uttan
víðari. Fa. Eilif Arge, sum
Magnus Arge rekur, hevur í
mong ár havt uppgávurnar
at lata skreyt av ymsum
slag til Fótbóltssambandið,
og tí heitti FSF aftur á teir
um at átaka sær uppgávuna,
nú nýtt steyp skuldi finnast.
- Eg kannaði sjálvandi
fyrst, hvørjir møguleikar
vóru, og tað endaði so við,
at eg setti meg í samband
við Claus Bjerring, sum er
høgt virdur listamaður inn-
an hetta økið, greiðir
Magnus Arge frá.
- Tað vísti seg eisini, at
hann alt fyri eitt var til reið-
ar at átaka sær uppgávuna,
og eftir at hava tosað nakrar
ferðir aftur og fram, gjørdi
hann trý uppskot, sum
vórðu send til FSF. Hesi
vórðu væl móttikin, og av-
rátt var so, at Claus skuldi
koma til Føroya á fund við
FSF, og at tað tá skuldi
takast støða til, hvør steyp-
urin skuldi vera, sigur
Magnus.
Gloymska gav
seinastu tekningina
Men søgan endar ikki bara
her, tí mest sum á veg til
fundin komu broytingar í
ætlanirnar.
- Claus kom til Føroya
ein mikudag, og teir báðar
fyrstu dagarnar var hann
her norðuri saman við
dóttrini. Og tað høvið nýttu
vit sjálvandi til at vísa hon-
um nakað av Føroyum.
- Fríggjamorgunin skuldi
leiðin so ganga til Havnar,
men tá hann skuldi fáa sær
morgunmat á Sjómans-
heiminum kom hann eftir,
at klokkan als ikki var flutt.
Tað vil siga, at hann stóð
ferðabúgvin, ein tíma áðr-
enn
morgunmatarborðið
læt upp. Fyri at fáa tíðina at
ganga, setti hann seg á
kamarið at tekna eitt fjórða
uppskot. Hetta var við týði-
ligum íblástri úr føroysku
náttúruni, og tá vit á fundi-
num so skuldu taka støðu
til uppskotini, fullu vit alt
fyri eitt fyri hesum fjórða
uppskotinum, sigur Magn-
us.
Sjónligur íblástur
Og á steypinum sjálvum
sæst eisini sjónliga, hvað-
ani íblásturin er komin.
Basaltfláirnar í føroyska
grótinum eru sjónligar í
fótinum á steypinum, sum í
aðrar mátar eisini hevur
íblástur frá stóru drykkju-
steypunum frá víkingaøld-
ini.
Alt í alt tykist talan vera
um eitt steyp, sum sum
sømir seg einum meistara,
og bæði hjá Fa. Eilif Arge
og í FSF tykjast tey eisini
vera væl nøgd um hetta.
Somikið væl nøgd, at talan
eftir øllum at døma verður
um tíðindafund, tá steypur-
in verður sýndir almenn-
inginum í komandi viku.
Fram til tá mugu áhugað so
taka til takkar við at kaga á
heimasíðuna,
www.clausbjerring.dk, har
tað eisini ber ti at síggja
handverkið.
Seinastu ferðirnar hevur
tað mest sum verið fast, at
Føroya Bjór hevur havt sítt
navn á FM-steypinum, men
tað er ikki víst, at tað eisini
verður soleiðis hesaferð.
Í øllum førum sigur Ísak
Mikladal, aðalskrivari í
FSF, at tey enn ikki hava
selt navnið á steypinum.
Nr. 187 • leygardagur • 1. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Komandi dystir
Fótbóltur
Formula-deildin
Dagur
Dystur
Dómari
02.10
TB-Skála
Lassin Isaksen
02.10
VB-NSÍ
Georg Rasmussen
02.10
ÍF-HB
Eiler Rasmussen
02.10
GÍ-EB/S
Petur Reinert
02.10
B36-KÍ
Zarko Kovacevic
2. deild
01.10
B36-Sumba
Jón K. Frederiksen
01.10
Royn-HB
Páll Augustinussen
01.10
AB-GÍ
Milan Cimburovic
01.10
FSV04-B71
Regin Egholm
01.10
B68-LÍF
Ransin N. Djurhuus
3. deild
01.10
B68-KÍ
Jón Sigurd Gleðisheygg
01.10
SÍ-HB
MB
01.10
Fram-Skála
Andrew Christiansen
01.10
EB/S-NSÍ
Eugen Voda
Hondbóltur
Sunset-kappingin
01.10
Søljan-StÍF
Dánjal Samuelsen
& Heri Petersen
01.10
Kyndil-VÍF
Kári Hansen & Dánjal Hansen
01.10
Tjaldur-Stjørnan Rúni & Ragnar
01.10
VB-Neistin
Hallur Danielsen & Petur Skeel
Atlantic Airways-kappingin
30.09
KÍF-Neistin
Rúni & Ragnar
01.10
Kyndil-VÍF
Kári Hansen & Dánjal Hansen
01.10
H71-StÍF
Kristian Joensen
& Karsten Joensen
Bara tað at ein »kom-
andi« umboðsmaður
hevur áhugamál í ein-
um felag, er nóg stór
orsøk at nokta hon-
um atgongd til upp-
tøkuroyndina. Tí fekk
FSF helst ikki handl-
að stórt øðrvísi enn
tað sama, tá teir í vik-
uni noktaðu Ólavi
Larsen úr Fuglafirði
atgongd til upptøku-
royndina
UMBOÐSMAÐUR
Jákup Mørk
Í vikuni kom fram, at ein
ungur fuglfirðingur - Ólav-
ur Larsen - ikki slapp ígjøg-
num nálareygað, tá Fót-
bóltssamband
Føroya
skuldi gera av, hvørt hesin
var egnaður til upptøku-
royndina sum leikaraum-
boðsmaður.
Orsøkin til hetta var fyrst
og fremst, at Ólavur er ein
av fjepparunum, sum hvørt
mánakvøld siga sína hugs-
an um dystin hjá sínum
felag í Dimmalætting. Ein
teigur, sum Dimmalætting
hevur innført í ár, og sum er
skipaður soleiðis, at ein
fjeppari úr hvørjum felag
beint eftir dagsins dyst
sendir eini SMS-boð til
Dimmu, har hesin sigur
sína hugsan um dystin, sum
hann júst hevur verið vitni
til.
Sambært aðalskrivaran-
um hjá FSF, Ísak Mikladal,
hevur Ólavur í hesum havt
nakrar útsagnir, sum ikki
samsvara við ta tign, sum
ein leikaraumboðsmaður
helst skal hava, og tí er um-
sóknin um eina upptøku-
roynd ikki gingin á møti.
Subjektiv meting
Bæði í blað- og oddagrein í
Dimmalætting verður funn-
ist hvassliga at avgerðini
hjá FSF. Blaðið sigur bein-
leiðis, at avgerðin hjá FSF
ikki er røtt, og at hendan
eigur at verða tikin upp til
nýggja viðgerð.
Somuleiðis stendur Ólav-
ur Larsen sjálvur sum eitt
stórt spurnartekin, nú hann
- fyribils í øllum førum - er
forðaður í royndini at gera
dreingjadreymin til veru-
leika.
- At skriva okkurt stutt-
ligt og spískt eigur man at
hava loyvi til, uttan at tað
fær avleiðingar. Eg ætli
mær heldur ikki at standa
aftanfyri hinar fjepparar-
nar, sigur Ólavur Larsen
við Dimmalætting.
Verður hugt at reglugerð-
ini hjá FSF fyri umboðs-
menn, so stendur tó greitt,
at FSF í verandi støðu illa
fær givið Ólavi Larsen
møguleika at royna seg til
upptøkuroyndina.
Partvíst, so er treytin fyri
upptøku (grein 3.2, blðm.),
at umsóknin kann vísast
aftur, um umsøkjarin ikki
hevur lýtaleysan atburð.
Hvat er lýtaleyst og ikki,
vil altíð vera ein meting,
sum verður gjørd í hvørjum
føri sær, og í hesum førin-
um hevur FSF so ikki mett
ÍF-fjepparan sum lýtaley-
san. Tvørtur ímóti verður í
avslagnum staðfest, at hann
hevur verið til ampa fyri
fótbóltin. Og tað er so ein
meting, sum stendur við,
hóast tað neyvan er øll, sum
eru samd í hesum.
Skal vera gegnigur
Hinvegin er ivin ikki ser-
liga stórur, um hugt verður
nærri at lógarverkinum fyri
spælaraumboðsmenn.
Í
grein 3.4 stendur nevnliga,
at »Umsøkjarin kann ikki
hava starv, arbeiði ella
áhugamál í FIFA, UEFA,
Fótbóltssambandinum,
í
einum fótbóltsfelagi ella
nøkrum felagsskapi ella
bólki, ið hevur tilknýti til
oman fyri nevndu bólkar.«
Og hetta krav er so heilt
givið nakað, sum Ólavur
Larsen ikki livir upp til í
verandi støðu. Sum »al-
mennur« ÍF-fjeppari kann
illa sigast, at hann ikki
hevur áhugamál í nøkrum
felag. Og tí livir hann í
løtuni ikki upp til strongu
krøvini um gegni, sum lóg-
gávan setir.
Jákup einsamallur á
norðurhøvum
Í týsdagsútgávu okkara
skrivaðu vit, at sum tað
ljóðaði, so vóru tað í øllum
førum tríggir umsøkjarar,
sum høvdu biðið um loyvi
at standa royndina sum
spælaraumboðsmaður.
Av FSF-skrivstovuni varð
hóskvøldið staðfest, at tá
tað kom til stykkis, var bara
tann eini umboðsmaðurin,
sum fór upp til próvtøku,
og at hesin ikki stóð roynd-
ina.
Soleiðis er tað enn bara
tann eini føroyski umboðs-
maðurin á marknaðinum.
Tað er Jákup í Stórustovu,
sum seinnu árini hevur
rikið virkið, North Atlantic
Football Agency.
Greiðar reglur fyri upptøku
Víkingar og basalt-fláir
Á heimasíðuni, www.clausbjerring.dk, ber til at síggja nýggja
FM-steypið, eins og sagt verður eitt sindur frá arbeiðinum,
sum liggur aftan fyri hetta