Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 187 - 1. oktober 2005 Lyklaspælarar á mið- vøllinum hjá VB verða ikki við sunnu- dagin, tá NSÍ jagstrar seinasta møguleikan fyri heiðursmerkjum UPPTAKT Jákup Mørk Tað hevur gingið alt annað enn væl hjá VB seinastu vikurnar. Botnurin á stiga- talvuni er støðugt komin nærri, og nú TB vann sær trý stig seinasta vikuskiftið, er nógv sum bendir á, at talan í næst seinasta umfar- inum verður um sannan grannagysara á Sevmýri. Teirri støðuni vilja vág- bingar sjálvandi sleppa undan, og tí er nærum eitt krav, at trý stig verða fingin til vega sunnudagin, tá NSÍ vitjar. Skerdur miðvøllur Men verður hugt at mann- ingarlistanum, so stendur skjótt greitt, at VB ikki stendur við bestu kortunum undan dystinum. Ikki minst á miðvøllinum, har Edvard Ble fekk sítt áttanda gula kort í dystinum móti HB herfyri, og tí leibannaður. Samstundis stendur greitt, at Milan Kulic heldur ikki verður tøkur hesaferð. Vón- in var annars, at hann við einari serligari masku um brotnu nøsina kundi spæla sunnudagin, men tað hevur víst seg, at brotið ikki var nóg pent, og tí var hann aftur lagdur undir skurð á hósdagin. Hartil er Jón Krosslá heldur ikki tøkur, eftir at hann í einum arbeiðsóhappi meiddi sær nakrar vøddar í beininum, og somuleiðis er John Poulsen ivasamur, eftir at hann noyddist av vøllinum móti HB við lið- bandsskaða. Royna møguleikan Hjá NSÍ mundi seinasti møguleikin fyri gullinum fara, tá teir ikki megnaðu at taka øll stigini frá Skála mánakvøldið, men fyri tað ætla vespurnar sær at stríð- ast, tað sum eftir er. - So leingi vit hava møguleika at klintra eitt fet ella tvey upp eftir talvuni, so ætla vit okkum at royna, eru boðini úr Runavík, har talan tykist vera um á leið somu manning, sum mána- kvøldið royndi seg móti Skála. Tað vil siga, at hvørki Kári Hansen ella Gert Langgaard enn eru tøkir, eins og Ikechukwu Onyema framveigs er úri við skaða. Leikbann kenna teir einki til í Runavík í hesum umfarinum. Fyrsti stór- dysturin Hóast kappingarár- ið enn er ungt, so verður longu leyg- ardagin møguleiki at síggja klassikar- an millum manslið- ini hjá Kyndli og VÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk Spenningurin er kanska ikki heilt tann sami nú, sum hann vónandi verður seinni á kappingarárinum. Men kortini munnu tað vera mong hondbólts- áhugað, sum gleða seg til fyrsta samanbrestin millum mansliðini hjá Kyndli og VÍF. Um- framt at vera klassisk- arin í føroyskum hond- bólti, er talan eisini um meistaraliðini frá teim- um báðum seinastu ár- unum, sum tørna sam- an, og í so máta kann dysturin fara at geva eina góða ábending um, hvussu tey bæði liðini eru fyri í nýggja kappingarárinum. Tveir aðrir dystir verða eisini í mans- kappingini um viku- skiftið. StÍF skal ann- að vikuskiftið á rað til Havnar, og hesa ferð er tað í Hoyvíkarhøllini, at teir skulu royna seg. Somuleiðis skal Neist- in spæla í Hoyvíkar- høllini, sum enn er heimavøllur hjá KÍF. Tann dysturin skuldi longu spælast fríggja- kvøldið. Styrkisroynd í Vági Hjá kvinnunum er eingin ivi um, at mest spennandi dysturin tykist vera tann í Vági. Har taka meistararnir úr VB móti Neistan- um, sum í ár tykist vera ein av avbjóðar- unum til gullið, og so er spurningurin, hvussu tann styrkis- royndin fer at fella út. Eisini í Havn tykist talan gerast um spenn- andi uppgerð, tá VÍF vitjar Kyndil. Tey flestu munnu rokna við, at tað verður ann- að av hesum, sum fer at sníkja seg við í endaspælið, og í so máta er eisini talan um áhugaverda styrkis- roynd her. Á Giljanesi skal StÍF á vitjan, og er hetta ein dystur millum tvey av liðunum, sum hava meldað út, at tað í ár skal roynast við lokalu kreftunum, og loksins skal Stjørnan á vitjan í Runavík. VB-NSÍ: Skert VB stríðist fyri stigunum Sagt verður, at sigurin á GÍ hevur gjørt mest sum undurverk við lagið í hópinum, og tí tykjast tvøramenn av- gjørt at ætla sær stig, nú Skála kemur á vitjan UPPTAKT Jákup Mørk Tað blásti av álvara lív í botnstríðið, tá TB seinasta sunnudag fyri fyrstu ferð í fýra mánaðir fór av vøllin- um við trimum stigum. Og tað tykist eisini av álvara at hava blást lív í vónirnar hjá tvørafólki, at liðið somikið sannførandi var við yvirlut- an móti einum av kapping- arneytunum í botnstríð- num. - Tað hevur í øllum førum verið nakað væl stuttligari at møta til venjing hesa seinastu vikuna. Stemning- urin er vorðin ein heilt annar, og tú sært aftur, at menn gleða seg til venj- ingar, sigur liðformaðurin hjá TB, Óli Johannesen. Hann heldur, at vónirnar hjá TB avgjørt eru til stig, nú Skála kemur á vitjan, og hvat fólki viðvíkur, tykist liðið vera so væl fyri, sum tað nú einaferð er gjørligt. Dan Mortensen er fram- vegis bæði skaddur og burt- urstaddur, og hann verður neyvan tøkur, fyrr enn til teir báðar seinastu dystir- nar. Hartil hevur Jón Jo- hannesen enn ein dag eftir av sínum leikbanni, so alt í alt talar tað fyri, at tað verð- ur sama manning hesaferð, sum talan var um móti GÍ. Hópurin tynnist Hjá Skála hevur tað verið nakað tunnligt í hópinum seinastu tíðina, nú skaðar av álvara hava gjørt um seg. Sum so er støðan ikki so nógv øðrvísi hesaferð, men fyri tað er eingin ivi um, at eisini teir fara eftir trimum stigum. Men tað verður so uttan fleiri av teimum, sum ígjøgnum árið hava verið meira og minni fastir á lið- num. Vlada Filipovic og Arnhold Berg verða ikki við tað, sum eftir er av hes- um kappingarárinum, og tað verður Sveinur Justin- ussen heldur ikki, eftir at hann er skurðviðgjørdur í knænum. Hartil er Milic Curcic leikbannaður, með- an Bárður Danielsen og Teitur R. Joensen farnir á námsferð, og eru teir tí heldur ikki tøkir í hesum umfarinum. TB-Skála: Fótbóltslag á Sevmýri Hesa seinastu vikuna hevur lagið verið munandi betri í TB-leguni, staðfestir liðformaðurin og toppskjúttin hjá liðnum Tað verður eitt skert VB-lið, sum fer á vøllin sunnudagin, men tað er ikki nakað, sum spælararnir hava ráð at hugsa um, nú teir skulu stríðast fyri tilveruni í Formula-deildini