Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2005 19 KÍ er enn ikki tryggj- að móti niðurflyting- arvandanum, men teir hava stórar upp- gávur, tað sum eftir er av kappingarárinum UPPTAKT Jákup Mørk B36 úti, HB úti og NSÍ heima. Truplari enn tað sama verður tað neyvan hjá KÍ, nú teir í seinastu trimum dystunum skulu royna at staðfesta, at tað í øllum før- um ikki verða teir, sum skulu enda á øðrum av nið- astu sessunum. Mótstøðuliðið hesaferð er B36, sum seinasta vikuskifti vann seg upp á oddasessin, og tað er ein sessur, sum teir vilja gera alt fyri at varveita seinastu trý umførini. TÍ er eingin sum helst ivi um, at heimaliðið fer eftir øllum trimum stigunum, sum teir eisini vunnu fyrr í ár, tá KÍ var á vitjan. Einasta ivamálið í B36- hópinum er Mikkjal Thoma- ssen, sum beklaði undir venj- ing hóskvøldið. Tá vit sein- asta frættu úr B36, vistu teir ikki at siga, hvørt tað fór at eydnast at fáa miðvallar- stríðsmannin kláran. Hinveg- in er Bergur Midjord aftur tøkur, eftir at hann hevur sit- ið tvey daga leikbann av sær. Hjá KÍ er størsti missurin uttan iva, at Kurt Mørkøre nú hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið. Hetta gjørdi hann, tá ÍF var á vitjan í Klaksvík. Tað merkir so uttan iva, at nýggjur maður skal finn- ast til álopið, og so er spurningurin, hvørt Ove Nysted aftur verður fluttur niðan í álopið, ella um ann- að hvørt Leon Bjartalíð ella Erling Fles verða royndir saman við Hjalgrím Elttør. Hartil hevur Jan Andrea- sen nú aftur vant í vikuni, so hann verður ivaleyst partur av hópinum. Tað verður Símun Joensen helst eisini. Hann noyddist av vøllinum við skaða, tá ÍF vitjaði, men hann vandi aftur hóskvøld- ið, og roknað verður við, at hann er klárur til dystin. Í landskappingini hava meistararnir vunnið tilsaman 15-0 í tveimum umførum, meðan ÍF oyðilegði steypaárið hjá meistarunum ÍF-HB Jóannes Hansen Meistararnir í HB hava framvegis sjálvir møgu- leika at gera av, um teir skulu vinna fjórða meist- araheitið á rað. Um tað skal eydnast, so er treytin, at teir fáa fult í Fuglafirði móti ÍF, sum ikki hevur tapt í trim- um teimum seinastu lands- kappingardystunum, og sum í 1-1 javnleikinum í Gundadali móti B36 næst- síðsta sunnudag gav HB áminning um, at teir skulu ikki rokna við at fáa nakað fyri givið í morgin. Higartil í ár hevur HB havt takið á ÍF í landskapp- ingini. HB og ÍF hava spælt tvær ferðir í Gundadali. Í fyrra førinum vann HB 6-0, og í seinna førinum vunnu teir 9-0. Men tað skal ikki leggjast so ógvuliga nógv í úrslitini, heldur HB liðfor- maðurin Rúni Nolseø, og ÍF venjarin, Petur Simon- sen, er samdur við honum. - Tað er so undarligt við sovornum. Um vit hyggja eftir úrslitunum móti teim- um, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, so hava vit havt trupulleikar móti VB, meðan B36 hevur havt tað torført móti TB. Móti ÍF hava vit vunnið stórt tvær ferðir, meðan B36 hevur havt tað meiri strevið móti teimum. Men í steypa- kappingini vann ÍF á okkum í Gundadali. Gongdin sigur okkum undir øllum umstøð- um, at vit eiga at taka av- bjóðingina í morgin í størsta álvara, sigur HB liðformað- urin Rúni Nolsøe. Hann heldur, at tað hevði komið sera væl við, um tað tíðliga hevði eydnast HB at fáa mál í Fuglafirði. Í HB eru allir spælararnir tøkir uttan Jákup á Borg, sum er leikbannaður móti ÍF. Betri fyri nú Í Fuglafirði er fótbóltslagið batnað nógv seinastu vikur- nar. Í torføru útidystunum móti B36 og KÍ hevur tað eydnast at vinna fýra stig, og niðurflytingar hóttanin er longri burtur nú, enn hon var fyrr í heyst. Atli Petersen og Tórður Thomsen eru farnir av land- inum við skúlaflokkunum hjá sær. Teir verða tískil ikki tøkir í morgin. Poul Enni- garð hevur vant aftur saman við hinum í hesi vikuni, og Fritleif í Lambanum er heima í heystfrí. - Tá ið vit í fyrra lands- kappingardystinum móti HB taptu 6-0, vóru vit leingi væl við. Vit høvdu møgu- leikar at leggja okkum á odda, og dysturin kendist opin, inntil teir øktu til 3-0. Men so fóru vit niður við nakkanum. Tá ið vit taptu 9- 0 var talan um orduligt tap. Ta ferðina høvdu vit fimm spælarar á liðnum, sum ikki vóru vanir við 1. liðs fót- bólt. Men hesa ferð kennist tað sum um, at vit eru væl fyri, og lagið er sjálvandi gott eftir at tað tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur eydnast at fáa stig, heldur Petur Simonsen, venjari hjá ÍF. - Tað er týdningarmikið, at HB ikki sleppur framat beinanvegin. Vit skulu halda teimum burtur frá at gera mál, og so skulu vit fáa størri nyttu burtur úr møgu- leikunum, sum vit heilt víst fara at fáa. Tað hava vit ikki megnað móti HB í lands- kappingini fyrr í summar. B36-KÍ: B36 spælir fyri gullinum HB hevur takið á ÍF GÍ hevur skift venjara Popczynski hevur bið- ið um at verða loystur úr starvinum, og nú skal hann bara hugsa um at spæla, meðan Petur Mohr tekur sær av venjingini GÍ-EB/STREYMUR Jóannes Hansen Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá GÍ. Á støðu- talvuni eru teir ikki so langt frá keðiligu strikuni, og síðani teir vunnu á ÍF, hava teir lagt rygg til trý tap. Serliga tapið á Sevmýri síðsta sunnudag rakti meint. Hóskvøldið fingu spælar- arnir at vita, tá ið teir møttu til venjingar, at nú er Krzy- stof Popczynski, sum hevur verið spælandi venjari í Gøtu seinastu árini, bara spælari og ikki venjari. GÍ hevur mist nógv fólk, og tá ið Popczynski er uppaftur týdningarmiklari á vøllinum nú, enn hann longu framm- anundan hevur verið, so hava leiðslan í Gøtu Ítróttar- felag og Popczynski í felag gjørt av, at Popczynski í trimum teimum seinastu umførunum bara skal hugsa um uppgávuna á vøllinum. Petur Mohr er nýggjur venjari í Gøtu. Hvussu tað verður næsta kappingarár er eingin avgerð enn tikin um. Uppgávan hjá Peturi Mohr er - fyribils í hvussu so er - at hava ábyrgdina av venj- ingunum og teimum trimum landskappingardystunum, sum eru eftir av hesum árinum, og sum hjá GÍ bara snúgva seg um at sleppa undan niðurflytingini. GÍ er fjórða av teimum tíggju feløgunum í Formula deildini, sum skiftir venjara í ár. Hini feløgini, sum hava skift venjara, eru KÍ, VB og HB. Í gjár royndu vit at fáa annars púra álítandi tíðind- ini váttað frá nevndini í GÍ. Tað eydnaðist ikki at hitta formannin, Brand Jacobsen. Aðrir nevndarlimir vístu til formannin, sum altso ikki var at hitta. Aðrar keldur í GÍ vátta tó, at tingini hanga soleiðis saman, sum tað omanfyri er greitt frá. Gøtumenn eru annars manningar liga so mikið frægt fyri undan heima- dystinum móti EB/Streymi, sum teir ikki hava verið leingi. Síðsta sunnudag var Robert leikbannaður. Hann er tøkur aftur, og fyrrapart- in í gjár høvdu teir í GÍ hvørki leikbann ella skaðar. Framvegis nógv at spæla um Á Mølini hava teir leingi spælt við tankan um, hvussu úrslitini hjá teimum og øllum hinum skuldu laga seg, um tað skuldi eydnast hjá EB/Streymi at vinna FM. Tepra tapið móti B36 ber við sær, at dreym- urin um FM ikki fer at gerast møguleiki. Men EB/Streymur spælir fyri at vinna so góða enda- støðu, sum tað ber til. Teir eiga framvegis fyrstu heið- ursmerkini til góða, og lið- ið hjá teimum verður í løt- uni mett at vera nóg gott at vinna bronsukrónurnar. Pacek er leikbannaður eft- ir at hann í síðstu løtu sá reytt móti B36. Enn er ikki greitt, hvussu leingi hann verður leikbannaður. Marni Djurhuus kom ikki á vøllin eftir steðgin síðsta sunnu- dag. Hann var skaddur, men hann vandi aftur hóskvøldið. Knút Vesturtún venur nú aftur við fullari ferð. Sandoyingingum bíðar í dag størsta avbjóðingin, sum teir eiga á vegnum móti bestu deildini. Tað er tann í Sanda- vági, har B68 skal spæla um tvær vikur 2. DEILD Jóannes Hansen Endaspurturin í næstbestu deildini er ógvuliga tættur, nú tað resta trý umfør. Tað er longu greitt, at GÍ fer at flyta niður. Tað er eisini greitt, at tað bara eru B71 og B68, sum hava møgu- leika at flyta upp. B36 er á næstaftasta plássinum, men Royn, LÍF og Sumba eru ikki komin heilt undan vandanum fyri at enda á næstaftasta plássinum. B71 er oddalið. Teir hava sama stigatal sum B68, men sandoyingar eru omaná í innanhýsis uppgerðum. Størsti møguleikin hjá B71 at missa stig í trimum teim- um seinastu umførunum er í dag. B71 skal spæla á Valloyruni í Sandavági. FSV04 er á triðja plássin- um, men síðsta leygardag mistu teir møguleikan fyri uppflyting, tá ið teir óvæntað taptu í Sumba. FSV04 kann tó fáa av- gerandi lut í, hvat av teim- um báðum oddaliðunum skal flyta beinleiðis upp, og hvat av teimum skal spæla um eitt pláss í bestu deildini. FSV04 megnaði 1-1 á Sandi. Um fjúrtan dagar og í næstsíðsta um- farinum skal FSV04 spæla á heimavølli móti B68, sum teir taptu 3-1 móti á Svangaskarði. Í dag skal B68 spæla á heimavølli móti LÍF. Í Leirvík vann B68 4-1. Í síðsta umfarinum eigur B68 heimavøll móti nið- urflutta GÍ, sum tapti 4-2, tá ið B68 var í Gøtu. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal B71 spæla á heimavølli móti B36 og í Hvalba. B71 vann 8-0 í Gundadali móti B36, og B71 vann 10-1, tá ið Royn var á Sandi. Hjá B68 verður Jann Ingi Petersen við aftur móti LÍF. Hann var leik- bannaður á Sandi. Nú er Ovi Magnussen leikbann- aður, og í gjár bendi alt á, at Øssur Hansen og Kristi- an Anton Andreasen ikki verða førir fyri at spæla í dag, tí teir eru skaddir. Hjá B71 stendur hampu- liga væl til við fólki. Ivi er um málverjan Símun Rógva Hansen, sum hevur verið skaddur seinastu vikurnar, men um tað ikki eydnast honum at koma fyri seg, so eitur avloysarin Waldemar Nowicki, og tað er ikki so galið. Símun Hansen og Rene Clement- sen hava verið skaddir, men tað kann væl vera, at Rene, sum hevur havt trupulleikar við skaða í fótinum, verður í hópinum í Sandavági í dag. B71 hevur bara tapt eina ferð í ár. Tað var í fyrsta umfarinum 30. apr- íl, tá ið AB vann heima- dystin móti B71 2-1. B68 hevur bara tapt móti B71. Sandoyingar vunnu 11. juni 1-0 á Svangaskarði. Stórur spenn- ingur í 2. deild