Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Aðalskrivarin í FSF heldur, at føroysku fótbóltsfeløgini áttu at gjørt okkurt slag av semju, soleiðis at pengastreymurin í føroyskum fótbólti varð betri reguler- aður FÍGGJARKRØV Jákup Mørk Ein partur av minstukrøv- unum hjá UEFA, sum seinnu árini eru komin í gildi kring alt Europa, eru minstukrøvini til roknskap- irnar hjá feløgunum. Her er kravið í løtuni, at feløgini skulu lata grann- skoðaðan roknskap inn til Fótbóltssambandið, sum síðani skal meta, hvørt felagið skal fáa góðkenning at spæla komandi kapping- arárið. Ætlanin við hesum hevur alla tíðina verið, at UEFA skal seta ávís krøv til eginpening, skuldarbind- ingar og annað hjá feløg- um, men sambært Ísak Mikladal, aðalskrivara, so verður tað neyvan í bræði, at hetta verður partur av krøvunum. - Fyrst og fremst, so er hetta ikki nakað, sum tey stóru børsnoteraðu feløgini í Europa vilja ganga undir. Tey halda seg fyrst og fremst til reglurnar, sum eru galdandi á partabræva- marknaðunum, og tí vilja tey ikki hava skyldu at geva UEFA aðrar upplýsingar enn tær, sum longu verða givnar partaeigarunum. Og hóast valdið hjá UEFA til tíðir kann tykjast stórt, so fáa teir neyvan gjørt nakað her og nú fyri at broyta tann hugburðin, heldur Ísak Mikladal. Áttu at funnið felags leist Hann sigur eisini, at her í Føroyum skulu vit neyvan rokna við, at FSF fer at hava nakran meira aktivan leiklut í eftirkanningini av fíggjarviðurskiftum hjá fe- løgunum, enn felagsskap- urin hevur í løtuni. Men hann leggur tó dent á, at hann væl kundi hugsað sær, at feløg í ávísan mun sjálv gjørdu eina semju, sum partvíst kundi regulerað økið. - Nú tosið eg bara fyri meg persónliga, men tað tykist, sum byggja feløgini í løtuni ov nógv uppá, at inntøkurnar framhaldandi skulu økjast. Og tað er ein veruleiki, at tað hjá teimum allar flestu man vera ógvu- liga avmarkað, hvaðani fleiri inntøkur skulu koma. - Tí haldi eg heldur, at feløgini í størri mun áttu at tátta í á útreiðslusíðuni, og her kundi ein upplagdur møguleiki verið, at feløgini reguleraðu reglurnar fyri flyting og samsýning av ungum spælarum. - Í dag síggja vit fleiri dømi um, at dyrgt verður eftir spælarum niður í dreinja- og smádreingja- deildirnar, og tað er nakað, sum eg haldi eigur at verða steðgað. Tað kundi verið gjørt á tann hátt, at spælarar undir t.d. 16 ár ikki hava loyvi at skifta felag, uttan so at serligar orsøkir tala fyri hesum. T.d. at foreldr- ini flyta í annað øki í land- inum ella líknandi. - Og so kundi tað eisini verið gjørd ein regla um, at spælarar ikki kunnu fáa løn sum part av samsýning sín- ari, fyrr enn teir eru fyltir 21 ár. Hetta tí feløg jú hava stóran kostnað av at menna spælarar, til teir eina ferð eru búnir til at stríðast í bestu deildini. Og tí kanst tú siga, at spælarin fyrst skal »gjalda« sítt aftur til felagið, áðrenn hann verður samsýntur við peningaupp- hæddum. - Og loksins, so skuldi eisini onkur regla verið, sum forðaði ungum spælar- um - t.e. upp til 21 ár - at skift felag, uttan at samsýn- ing varð latin móðurfelag- num, sum jú hevur havt út- reiðslurnar av at menna hendan. Krevur sáttmálar til allar Samanlagt heldur aðal- skrivarin, at tú við slíkum reglum kundi avmarkað tann dystin, sum feløgini í dag føra í stríðnum um ungar fótbóltsspælarar, og partvíst vildi tað eisini av- markað peninganýtsluna hjá feløgunum. - Hetta kundi kanska givið nakað av fíggjarligum og umsitingarligum stabili- teti í feløgini, og tað vildi væl eisini verið nakað, sum í longdini gav eitt betri úr- slit fyri felagið. - Skal hetta gerast veru- leiki, so er tó eisini neyð- ugt, at allir spælarar í bestu deildini verða sáttmála- spælarar við góðkendum sáttmálum. Her kundi reglan til dømis verið, at eingin spælari hevur loyvi at spæla í bestu deildini, uttan at hesin hevur góð- kendan sáttmála. Tað nýtist ikki at vera so, at allir sátt- málar innihalda krøv um pening til spælaran, men við sáttmálum á øllum økj- um, vóru øll spæliloyvi v.m. í fastari legu, og tí vildu vit sloppið undan fleiri av teimum trupulleik- um, sum hava verið sjón- ligir seinastu tíðina, heldur aðalskrivarin. Hann leggur tó at enda dent á, at skal ein slík skip- an gerast veruleiki, so má útspælið koma frá feløgun- um. - Hetta er sum sagt bara mín persónliga meting, og eg trúgvi ikki, at FSF á nakran hátt kann kroysta ein slíkan leist niður yvir feløgini. Men sum skipanin koyrir í dag, so er vandi fyri, at fleiri feløg koma sær í fíggjarlig óføri. Og tað kann onga tíð verða gott fyri føroyskan fótbólt. 20 Nr. 187 - 1. oktober 2005 Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 24 13 - 8 - 3 34 15 19 47 2 Skála 24 12 -10 - 2 52 27 25 46 3 HB 24 14 - 4 - 6 62 31 31 46 4 NSÍ 24 11 - 8 - 5 45 36 9 41 5 EB/ Streymur 24 10 - 9 - 5 42 32 10 39 6 ÍF 24 6 - 7 -11 30 52 -22 25 7 KÍ 24 7 - 3 -14 34 44 -10 24 8 GÍ 24 6 - 4 -14 31 49 -18 22 9 VB 24 5 - 5 -14 31 53 -22 20 10 TB 24 4 - 6 -14 25 47 -22 18 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B71 15 12 - 2 - 1 60 9 51 38 2 B68 15 12 - 2 - 1 55 12 43 38 3 FSV04 15 10 - 1 - 4 44 16 28 31 4 AB 15 9 - 2 - 4 35 30 5 29 5 HB 15 7 - 1 - 7 38 34 4 22 6 Sumba 15 5 - 1 - 9 30 58 -28 16 7 LÍF 15 4 - 3 - 8 40 41 -1 15 8 Royn 15 4 - 2 - 9 18 48 -30 14 9 B36 15 3 - 3 - 9 16 38 -22 12 10 GÍ 15 0 - 1 -14 14 64 -50 1 Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 1 1 - 0 - 0 32 14 18 2 2 Stjørnan 1 1 - 0 - 0 32 17 15 2 3 Neistin 1 1 - 0 - 0 28 25 3 2 4 StÍF 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 5 Tjaldur 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 6 VÍF 1 0 - 0 - 1 25 28 -3 0 7 Kyndil 1 0 - 0 - 1 17 32 -15 0 8 Søljan 1 0 - 0 - 1 14 32 -18 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 1 1 - 0 - 0 25 20 5 2 2 VÍF 1 1 - 0 - 0 31 29 2 2 3 Kyndil 1 0 - 1 - 0 29 29 0 1 4 H71 1 0 - 1 - 0 29 29 0 1 5 KÍF 1 0 - 0 - 1 29 31 -2 0 6 StÍF 1 0 - 0 - 1 20 25 -5 0 Best við kollektivum semjum Hóast aðrar fortreytir kanska ikki eru so nógv við vágbingum, so eru hagtølini í øllum førum í teirra parti. Seinastu tíggju árini hava teir fimm ferðir vunnið heimadyst móti NSÍ, sum í sín part hevur tríggjar útisigrar. Størsta favorittarni sambært hagtølunum eru tó tey bæði havnarfeløgini, sum hava havt sera gott tak á ávíkavist ÍF og KÍ. Og bæði millum TB og Skála og millum GÍ og EB/Streym stendur á jøvnum undan umfarinum sunnu- dagin. Talvan sýnir, hvussu mótstøðuliðini sunnudagin hava staðið seg í tilsvarandi dystunum seinastu tíggju árini. -mørk VB hevur takið á NSÍ Aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum heldur, at føroysku fótbóltsfeløgini eiga at finna saman í royndunum at fáa regulerað sáttmálaviðurskifti við - serliga yngru - spælararnar Mynd: Jens Kr. Vang