mikudagur 18. oktober 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 200 - 18. oktober 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Internet: www.sosialurin.fo
Sosialurin
Oddagrein
Ein ólukkulig støða
ALLUR heimurin bíðar í spenningi eftir, at okkurt skal
spyrjast burtur úr samráðingunum í Egyptalandi um
ólukkuligu støðuna í Ísrael. Ein ólukkulig støða er tað, tí
hon tykist so fastløst og ómøgulig at koma burtur úr við
góðum. Hon fær okkum at hugsa um „norðurírskar
tilstandir“, har ein atsókn ella gerð førir við sær eina
aðra. Tað er sum skrúvan uttan enda: ein óendalig røð
av atsóknum og hevndaratsóknum móti hvørjum øðrum,
ísraelar móti palestinum og øvugt, har eygað fyri eygað
terminologiin ræður.
TAÐ er neyðugt at fara aftur í søguna til tess at skilja
hetta málið - til uppruna Ísraels og til krav/rætt palestinar-
anna til sítt egna land. Friðartilgongdin í Miðeystri hevur
gingið væl og hevur tað við samráðingum og dialogi
eydnast at fáa partarnar at binda frið. Men nú palestinar
loksins vildu seta dagin fyri stovnsetan av einum
palestinskum stati kom kuril í. Palestinar øðrumegin
halda, at teir nú hava bíðað leingi nokk og hava teir
eisini sett krøv fram um, at Jerusalem verður teirra
høvuðsstaður. Ísraelar hinumegin vilja uppá ongan hátt
lata Jerusalem frá sær, og teir nokta at samráðast,
soleingi palestinar brúka harðskap. Men um somu tíð
sum tosað verður um ein ein palestinskan stat og um
framtíðina hjá Jerusalem halda ísraelar fram við at
byggja nýggjar bústaðir í økjum, sum palestinar siga
seg eiga. Hetta skapar sjálvandi frustratiónir og endar
tað í eljustríði, har børn og ung tveita grót eftir væl
vápnaðum ísraelskum løgreglumonnum og hermonnum,
sum skjóta aftur við vandamiklum gummikúlum.
UPPREISTURIN, sum palestinar, hava sett í gongd,
verður av ísraelum uppfataður sum veruligt kríggj.
Palestinar hinumegin kenna seg provokeraðar til at vísa
á sína ónøgd, og tað at meira enn 100 palestinar eru
deyðir ger støðuna nærum óloysiliga. Tað syrgiliga er,
at hesin uppreistur hevur givið høgrakrefturnum vind í
seglini, soleiðis, at stjórnin við tí meira moderata ar-
beiðaraflokkinum nú kennir seg noydda til at taka víð-
gongdar jødar sum Sharon, slaktaran frá Chatilla-flótta-
leguni í Libanon á sinni, við í stjórnina. Sohvørt royndir
verða gjørdar at fáa partarnar aftur til samráðingar-
borðið, royna teir viðgongdu á tí palestinsku síðuni at
gera alt fyri at seta kílar í. Og soleiðis heldur hetta
ólukkuliga stríð fram.
TAÐ er ikki lætt hjá okkum her heima at taka støðu í
hesum málinum, nú teir víðgongdu hjá báðum síðum
eru um at stjala myndina. Tá er jú øll vón úti fyri eini
loysn. Tí - hvat man enn heldur um ísraelar og palestinar
og søk teirra, so er bert ein gongd leið burtur úr hesum
trupulleikum, og hon er hóvligi samráðingarvegurin. At
brúka harðskap og seta ultimativ krøv førir ikki til nakað.
Tí hava vit brúk fyri hóvligum leiðarum á báðum síðum.
Vit hava eisini brúk fyri einum amerikonskum forseta,
sum framhaldandi roynir friðarleiðina, og har roynir at
skilja báðar partar. Tíanverri kann núverandi støðan
gera, at vit fáa ein víðgongdan amerikanskan forseta
væl stuðlaðan av jødalobbiuni. Er tað nakað, sum
heimurin ikki hevur brúk fyri, so er tað ein republikanskur
forseti í USA, sum einvíst leggur seg á kósina hjá teimum
viðgongdu jødunum. Heimurin hevur brúk fyri einum
amerikonskum forseta, sum heldur høvdið kalt í slíkum
máli. Tí skal tað vera vón okkara, at Al Gore verður
eftirmaður Clintons og førir víðari hóvligu kósina.
MÁLIÐ er kanska nógv meira vandamikið enn flestu
okkara hugsa. Tí tað er so eldfimt. Hóast palestinar
eingi vápn hava, so hava teir ein muslimskan heim,
sum stuðlar søk teirra. Hetta er at meta sum ein nógv
sterkari vápn enn tann vælútgørdi ísraelski herurin. Vil
heil illa til, so kann hetta stríð elva til eitt heimsumfatandi
stríð millum muslimar og so onnur, har tað serliga verða
bretar og amerikanarar, sum koma at kenna sviðan,
men eisini allur Vesturheimurin, um arabar fara at brúka
oljuna sum vápn. Tað er tí øll orsøk til at vísa hóvsemi
og framhalda dialogin.
Av royndum vita vit, at
sera nógv verður skrivað,
tá val er í hondum. Tí hev-
ur blaðleiðslan gjørt av, at
innsent politiskt tilfar í
samband við kommunu-
valið komandi verður av-
markað í longd til eina A4
síðu í vanligari skrift - ella
áleið 3.000 tekn - saman
við andlitsmynd av val-
evninum.
Øll valevni er kortini
vælkomin at skriva í Sos-
ialinum, men tilfar, ið ikki
lýkur treytirnar, kemur
ikki í blaðið.
Blaðleiðslan
Treytir fyri valgreinar
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Tað átti ikki at komið brád-
liga á meg, at Alex Sólstein
fylti 70 í ár. Eg vitsti, at
hann sá dagsins ljós í 1930.
At hann hevði føðingardag
út á heysti, var eg eisini
greiður yvir.
Nú er hjá mær at taka úr
rúgvuni av dygdum og
evnum, hesin sprelski og
lættlynti unglingi hevur.
Tað gerst ikki í eini stuttari
føðingardagsgrein. - Tó fari
eg at royna at seta nøkur orð
á prent.
Alex er eitt produkt av
náttúruni, sum fevnir Klaks-
víkina. Hesi høgu og vøkru
fjøll við sjógvi bæði í norð-
an og sunnan hevur í hans-
ara verumáta havt síni árin
á hann.
Hann er áhugaverdur og
lívligur frásøgumaður. Vit
minnast eisini, tá hann var
kórleiðari í Klaksvíkar
Sangfelag, tá hann við lív
og sál leiddi kórið. Sum
hornblásari er hann altíð í
oddinum, og eingin ivast, tá
hann blæsur, hvørjar tónar
hann ætlar sær at skapa.
Fiólin er hansara hjarta-
barn, og tað er tí einki løgið
í, at hann var ein av stovnar-
unum av Føroya Symfoni-
orkestri, har hann er for-
maður.
Mentamaður av
musikalskari ætt
Av og á havi eg sammet
Alex við ein einsaman renn-
ara, tá eg hugsi um hann við
fiólini, sum einasti violin-
istur her millum fjøllini. Her
hevur hann sitið, staðið,
gingið, (ja kanska eisini
runnið) og vant við fiólini
og hevur ígjøgnum árini
verið ein habilur fiólspæl-
ari. - Eg giti, at hann av og
á - eins og rennarar - hevur
kent seg einsaman, men at
hetta hevur fylt væl í lívi
hansara er eingin ivi um, og
úrslitini hava verið góð.
Katrin hevur verið Alexi
ein góð kona. Hon er frynt-
lig, rólig og eingin ivi er
um, at henda kombinasjón-
in hevur verið børnunum
sera áhugaverd og hevur
eisini gjørt tey dugnalig á
ymiskum økjum. Dótturin
Birgit er búsett í Bretlandi,
og hevur búð har í mong ár.
Afturat teimum evnum tey
annars hava fingið, hava
synirnir verið Klaksvíkar
Hornorkestri góðir stuðlar.
- Eg kundi hugsað mær, at
Katrin onkuntíð er troytt, tá
Alex venur uppá tað mesta!
Tað er kanska einki at siga
til, at har eru góð musikalsk
evnir. Alex er sonur Palla
Sólstein, ið hevði góða rødd
sum kirkjusangari, og í hina
ættina,
frá
mammuni
Birgithe, er Alex í ætt við
Waagstein. Vit, sum minn-
ast Sámal Petersen sum
lærara í sangi, vita eisini, at
hesin var mammubeiggi
Alex.
Í tríggjar mánaðar høvdu
vit í millumskúlanum Alex
Sólstein sum lærara í týsk-
um. - Tað er einki at taka
seg aftur í, at hann lá í odd-
inum sum nærlagdur lærari,
og hansara evnir sum peda-
gogur vóru heilt ómetalig.
Annars gjørdist tað ein
heilt nýggj tíð í skúlanum,
tá Alex og aðrir ungir lær-
arar tóku við starvi í Klaks-
víkar Skúla, og vit næm-
ingar, sum tá gingu í fjórða
flokki, fingu sanniliga okk-
ara sak fyri, bæði í fimleiki
og í øðrum lærugreinum. -
Hetta vóru veruliga nýggjar
tíðir.
Alex er ein vitandi menta-
maður og hevur tí heilt
náttúrliga á ein ella annan
hátt verið við í flestu ment-
anarátøkum, eitt nú í út-
gávuni av Hugnalig jól, og
hann var so sanniliga ein av
teimum sum legði støði
undir Rukkulakkan.
Skapti respekt
Hansara lívsverk gjørdist
skúlin.
Alex søkti skúlastjóra-
starv við Klaksvíkar Skúla-
verk í 1961 bert 30 ára gam-
al. Hann fekk hetta starvið
og gjørdist við hesum, mær
kunnugt, yngsti skúlastjóri
í danska kongaríkinum.
Sum lærari og seinni
skúlastjóri kann sigast um
Alex, at hann skapti respekt
og greiddi at halda uppi ein-
um góðum morali. Sum
skúlastjóri bert 30 ára gamal
kundi eg hugsað mær, at
hann av og á fekk trup-
ulleikar við eldru lærarun-
um, ið høvdu lagt síni lek
og sínar ræsir, sum ikki
vóru lættar at broyta. - Men
hann greiddi hetta væl.
Hann
var
stundisligur,
kendi hvørt einasta barn við
navni, og sum rættur peda-
gogur og hirði dugdi hann
at síggja, hvar evnini hjá
børnunum lógu.
Í seinni árum hava vit
báðir havt eitt gott samstarv
- onkuntíð hava samrøður-
nar okkara millum kanska
gingið í so lívligar ella
agressivar - men eg skal
siga um Alex, at vit hava
altíð kunna vent aftur hvør
til annan, har vit hava verið
samdir um, at her í Klaksvík
skal skapast nakað.
Klaksvíkar Býráði
ein hollur stuðul
Hann hevur verið Klaks-
víkar Býráði ein ótrúliga
góð hjálp, tá vit hava fingið
fremmandar gestir. - Ofta,
tá eg aftur havi møtt hesum
fremmandafólki, minnast
tey fram um annað hendan
áhugaverda frásøgumannin
Alex Sólstein. - Hann hevur
JÁKUP MØRK
Danski-mentunargrunnurin
hevur í tíðindaskrivi boðað
frá, at grunnurin hevur játt-
að Christinu Siggaard, Hor-
tonomlesandi, úr Keyp-
mannahavn legat til eina
námsferð í Føroyum.
Víðari upplýsir grunnur-
Ein seinkað heilsan
nú Alex Sólstein fylti sjeyti
verið Klaksvíkini ein góður
guide, sum tað nú eitur á
góðum føroyskum.
Eg havi eisini í seinastuni
sett hann saman við øðrum
í eina nevnd, sum eg ikki
skal koma nærri inn á her.
Her hevur hann eisini ging-
ið inn í arbeiðið við stórum
áhuga.
Góðu Alex og Katrin.
Sum eg segði at byrja við,
so er torført at taka úr rúgv-
uni av teimum góðu gávum,
Alex hevur fingið. - Tú hev-
ur fingið loyvi at brúka
hesar. Tú og tit kunnu takka
Gudi, bæði fyri góðar
gávur, heilsu og eitt inniligt
familjulív. Tað er so nógv.
Alex, ein hjartans tøkk
skal ljóða frá mær fyri ta
hjálp, tú hevur verið mær
og Klaksvíkar Býráði øll
hesi mongu ár, eg havi sitið
sum borgarstjóri, og ynski
frá mínari síðu er, at hetta
samstarvið heldur fram.
Harrin signi bæði teg og
øll tíni.
Bestu heilsanir
Jógvan við Keldu
in, at eingin umsókn var
innkomin úr Føroyum, um
stuðul til námsferð í Dan-
mark.
Komandi ár verður mót-
takarin av legatinum al-
mannakunngjørdur 3. sep-
tember, og skulu umsóknir
til hetta vera grunninum í
hendi innan 1. juni 2001.
Eingin føroysk umsókn
EDVARD JOENSEN
Mánadagin komu 11 eyst-
urslavonsk flóttafólk við
flogfari úr Danmark til Før-
oya. Tey búgva í løtuni á
Runavíkar Sjómansheimi.
Talan er um tvær familjur,
og tveir leysar, ungar menn.
Í aðrari familjuni eru maður
og kona við tveimum børn-
um. Í hini familjuni eru
somuleiðis maður og kona
við tveimum børnum, um-
framt ein 11 ára gomul syst-
ir mannin. Teir báðir støku
menninir eru ávikavist 22
og 24 ára gamlir.
Jákup Pauli Olsen, ið
hevur verið ein teirra, sum
hevur arbeitt við at fáa hesi
fólkini til Føroya, sigur, at
hóast tey nú eru komin hig-
ar, og tykjast væl nøgd við
tað, hevur tað tikið alt ov
langa tíð at koma so langt.
Hann sigur, at tað tykist,
sum hesi fólkini eru sera
væl móttikin. Tað, hann
dugir at síggja, hava tey
bara møtt útrættum hondum
í Føroyum, sigur hann.
Mánakvøldið vóru tey sam-
an við hinum eysturslavon-
unum, sum komu úr Dan-
mark í fyrra umfari. Og tey
fólkini hava verið til ómeta-
liga stóra hjálp, nú hesi
seinnu komu.
Støðan í Danmark var
fastlæst, sigur Jákup Pauli
Olsen. Fólkini fingu noktað
friðskjól í Danmark, men
sluppu til Føroya eftir eini
gamlari lóg, sum framvegis
er í gildi í Føroyum, men
ikki í Danmark. Loyvi at
koma til Føroya fingu tey,
eftir at føroyskar fyritøkur
høvdu játtað teimum arbeiði
og okkurt at búgva í.
Í løtuni tykist tó eitt sind-
ur trupult at fáa nakað at
búgva í á eystara armi við
Skálafjørðin, har fólkini nú
eru. Jákup Pauli Olsen sig-
ur, at tey tí fyribils verða
hýst á Runavíkar Sjómans-
heimi.
Tey eru eitt sindur ymiskt
fyri málsliga, nú tey koma
hendanveg. Onnur familjan
er rættiliga væl fyri. Tey
hava havt eina skipaða
tilveru í Danmark. Børnini
hava gingið í skúla og duga
heilt væl danskt.
Eitt sindur verri stendur
til við hinari familjuni. Har
duga tey vaksnu als einki
danskt mál. Maðurin dugir
ikki eitt orð av enskum,
meðan konan so dánt klárar
eina samrøðu. Børnini siga
seg skilja eitt sindur av
donskum, men duga ikki at
tosa tað kortini. So har verð-
ur eitt sindur torførari at
koma
ígjøgnum,
sigur
Jákup Pauli Olsen.
Seinastu
flótta-
fólkini
komin
Tey seinastu av teimum eystur-
slavonsku flóttafólkunum, sum søktu
innferðar- og arbeiðsloyvi í Føroyum,
komu higar mánadagin
Dagrøktarmammur fáa munandi lønarhækking
ÁKI BERTHOLDSEN
Seinastu dagarnir eru stór
framstig gjørd í royndunum
at fáa dagrøktarmammum
kring alt landið betri og
tryggari sømdir at arbeiða
undir.
Tað hevur annars gingið
strilti at fáa sáttmála fyri
hendan bólkin á arbeiðs-
marknaðinum, men nú er
rættiligt glið komið á.
Føroya Arbeiðarafelag
gjørdi herfyri sáttmála fyri
dagrøktarmammurnar
í
Kollafirði.
Og nú er eisini sáttmáli
gjørdur fyri dagrøktar-
mammurnar í Hósvík.
Annars hevur Føroya Ar-
beiðarafelag strongt á at fáa
samráðingar við tey bæði
kommunufeløgini um sátt-
mála fyri dagrøktarmamm-
urnar.
Mánadagin var fundur
við Býarfelagið um sátt-
mála fyri dagrøktarmamm-
urnar í kommununum, sum
eru limir har.
Talan er um dagrøktar-
mammurnar í Vági, á Tvør-
oyri, í Runavík og í Fugla-
firði.
Tvær aðrar kommunur
eru í Býarfelagnum, Tórs-
havnar-
og
Klaksvíkar
Kommuna, men dagrøktar-
mammurnar har eru undir
sáttmála við Starvsmanna-
felagið.
Gingu væl
Ingeborg Vinther, forkvinna
í Føroya Arbeiðarafelag,
sigur, at samráðingarnar við
tær fýra kommunurnar í Bý-
arfelagnum gingu væl.
– Vit komu ikki á mál,
men samráðingarnar eru í
einum positivum anda.
Hon sigur, at fundur er
avtalaður aftur í næstu viku
og tá væntat hon, at tað fer
at eydnast at semjast um ein
sáttmála.
Tað er mest lønarspurn-
ingurin, sum skilir partar-
nar.
– Men munurin er ikki
størri enn so, enn at tað eig-
ur at eydnast at finna eina
semju.
Ingeborg Vinther sigur, at
dagrøktarmammurnar hava
yvirhøvur verið sera illa
løntar og at sáttmálin fer í
nógvum førum at bera í sær
at tær fáa eina munandi løn-
arhækking.
Eftir sáttmálanum, sum er
gjørdur
við
Hósvíkar
Kommunu, fáa dagrøktirnar
Tað er rættiliga komið glið á royndirnar at útvega dagrøktarmammum kring landið betri
og tryggari arbeiðsumstøður. Samráðingar verða aftur í næstu viku og tá væntar Føroya
Arbeiðarafelag at eitt úrslit spyrst burturúr
har nú 3.120 krónur um
mánaðin fyri hvørt barnið.
Ein triðingur av lønini er
skattafríur og er roknaður
sum endurgjald fyri mill-
ummála til børnini, til at
gera tað aftur í húsunum,
sum børnini oyðileggja
o.s.fr.
Tá ið sáttmálin við Býar-
felagið er fingin fra hondini,
er eftir at fáa sáttmála við
kommunurnar í Kommunu-
felagnum.
Men fundur er eisini av-
talaður við Kommunala Ar-
beiðsgevarafelagið í næstu
viku.
Orsøkin til, at sáttmáli er
gjørdur fyri dagrøktar-
mammurnar í Hósvík fyri
seg, er, at Hósvík er ikki
limur í nøkrum av teimum
báðum kommunufeløgun-
um. Og Kollafjørður fer,
sum nevnt undir Havnina á
nýggjárinum.
Tá ið sáttmálarnir við Bý-
arfelagið og Kommunufel-
agið eru komnir í lag, eru
allar
dagrøktarmammur
undir sáttmála við Føroya
Arbeiðarafelag, uttan tær í
Havn, Klaksvík, Sørvági og
á Skála, sum eru í Starvs-
mannafelagnum.
Stór framstig eru gjørd í royndunum at fáa sáttmála fyri
dagrøktarmammurnar kring landið. Í allarflestu førum ber
sáttmálin í sær, at dagrøktarmammurnar fáa eina munandi
lønarhækking
Hendan seinna familjan
hevur havt serligar trup-
ulleikar at drigist við, tí tal-
an er um blandað hjúnalag.
Maðurin er serbi, meðan
konan er kroatisk. Tað vilja
kroatar als ikki góðtaka, so
myndugleikarnir har niðri
hava tikið pass hennara við
eftirnanavninum hjá mann-
inum frá henni, og latið
hana fingið eitt annað við
gentunavninum á.
Av hesum stóðust onkrar
smávegis seinkingar í pass-
eftirlitinum á flogvøllinum,
tí myndugleikarnir onga-
staðni dugdu at síggja, at
talan var um mann og konu,
greiðir Jákup Pauli Olsen
frá.
Flóttafólkini, sum komin
eru hendanveg, hava øll
fingið tilboð um at læra før-
oyskt í kvøldskúlanum.
Skeið í føroyskum verða
regluliga hildin fyri vaksin
fólk, sum ikki hava føroyskt
sum móðurmál. Men Jáup
Pauli Olsen væntar, at tað
verður harður skúli, tí mál-
ini eru so ólík. Her er einki
felags millum føroyskt og
teirra móðurmál.
Men tey hava fingið so
mikið gott álit á føroyingum
beinanveg, tey komu, at
fleiri longu hava teknað seg
til málskeiðini, sigur Jákup
Pauli Olsen.
Seinastu eysturslavonsku flóttafólkini komu til Føroya mánadagin og búgva fyribils á Runavíkar Sjómansheimi
Mynd: Jens K. Vang