Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 200 - 18. oktober 2000 Nr. 200 - 18. oktober 2000 Norðurlendsk ráð- stevna á Selatrað EDVARD JOENSEN Norðurlendsku ungdóms- ráðini hava havt ráðstevnu á Selatrað, har høvuðsevnið var Útnorðursamstarv. Ráðstevnan, sum nú varð hildin á Selatrað, var onnur av tveimum árligum ráð- stevnum, sum hildnar verða á skift í Norðurlondum. Hesaferð varð avgjørt, at hon skuldi vera í Føroyum, og vertirnir valdu so at halda hana í Skótadeplinum á Selatrað. Norðurlendska Ráðharraráðið rindar hesar ráðstevnurnar. Formenninir og aðal- skrivararnir í teimum norð- urlendsku ungdómsráðun- um luttóku á stevnuni. Tó vóru álendingar ikki við, sigur Kári Olsen, sum er aðalskrivari hjá Føroya Ungdómsráð. Hann sigur, at sagt varð frá teimum royndum av ungdómsarbeiðinum, hvørt landið sær hevði at vísa á. Kári Olsen sigur, at tey stóru Norðurlondini líka- sum venda sær meira suður eftir í teirra altjóða arbeiði. Tey hava meira samband við Europa, tað vil siga ES. Hendan møguleikan vildi Føroya Ungdómsráð eisini fegið havt, men sum er, ber tað illa til. Vit hava ongan sáttmála við ES sum ger, at vit kunnu luttaka á jøvnum førti við hini londini í slík- um samstarvi. Hini Norðurlondini hava sáttmálar, sum gera, at mill- umtjóða samstarv tann veg- in verður fíggjað av ES, meðan føroyingar sjálvir mugu gjalda alt, skulu vit vera við í slíkum. Kári Olsen sigur, at hann hevur frætt frá Undirvísing- ar- og Mentamálastýrinum, at ætlanir eru frammi um at royna at fáa eins slíkan sátt- mála í lag. Norðurlendsku Ung- dómssambondini luttaka dúgliga í tí politiska arbeið- inum úti í heimi. Eitt nú hava tey verið serliga virkin í arbeiðinum við demokrati- seringini av gomlu komm- unistalondunum eystanfyri. Eisini hava serliga finnar verið sera áhugaðir í at fáa sonevnda »Barentsøkið« við í samstarvið. Teir hava arbeitt dúgliga við at hjálpa teimum har uppi í gongd við altjóða ungdómsarbeiði. Føroya Ungdómsráð met- ir, at um føroyingar høvdu havt somu møguleikar sum hini Norðanlondini til at lut- tikið í altjóða arbeiðinum, hevði tað styrkt føroyska ungdómin munandi og gjørt hann betri føran fyri at við- gjørt fleiri altjóða mál, sigur Kári Olsen, aðalskrivari í Føroya Ungdómsráð. Um vikuskiftið høvdu norðurlendsku ungdómsráðini ráðstevnu á Selatrað, har Føroya Ungdómsráð var vertur Hava fingið 126 milliónir meiri í kassan ÁKI BERTHOLDSEN Enn gongur tað framá hjá føroyska fiskiflotanum. Tey nýggjastu yvirlitini yvir fiskiskap og fiskaprísir vísir, at átta teir fyrstu mán- aðirnar í ár avreiddu før- oysk fiskiskip munandi meiri enn tey gjørdu í sama tíðarsskeiðið í fjør. Tølini, sum tað her er tal- an um, er tað, sum skipini hava avreitt til føroyskar fiskakeyparar. Tølini vísa, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár av- reiddu føroysk skip fisk fyri 746 milliónir til føroyskar fiskakeyparar. Sama tíðarskeiðið í fjør var avreiðingarvirðið 620 milliónir. Sostatt er avreiðingar- virðið átta teir fyrstu mán- aðirnar í ár 20% hægri enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør. Men tølini vísa eisini, at hesi seinastu árini er avreið- ingarvirðið meiri enn tví- faldað. Í 1994 avreiddu føroysk skip fisk fyri 461 milliónir til føroyskar fiskakeyparar. Síðani er tað hækkað hvørt ár og í fjør var tað komið upp á 938 milliónir. Men í august í át er av- reiðingarvirðið, sum nevnt, 126 milliónir hægri, enn tað var um somu í fjør, so útlit eru til, at tað fer upp um milliardina í ár. Størri nøgd- hægri prís Orsøkin til, at avreiðingar- virðið er so nógv hækkað átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør er bæði, at skipini hava fiskað væl meiri í ár. Men harafturat eru prísirnir eisini blivnir eitt vet betri í ár, enn teir vóru í fjør. Átta teir fyrstu mánað- irnar í fjør avreiddu føroysk skip 65.698 tons til føroysk- ar fiskakeyparar. Sama tíðarskeið í ár hava tey avreitt 7% meiri, ella tilsamans 70.040 tons. Sostatt hava vit átta teir fyrstu mánaðirnar í ár longu avreitt næstan líka nógv til føroyskar fiskakeyparar, sum alt árið í 1994, tí tá var talan um 71.558 tons. Samstundis eru avreið- ingarprísirnir sum heild eitt vet hægri í ár, enn teir vóru í fjør. Toskurin, sum mest verð- ur fiskað av, er tann ímillum 2-4 kilo, og í september í fjør var prísurin á honum 16,30 krónur fyri kilo í miðal, men í august í ár var hann kvinkaður upp á 16,90 krónur. Men tað verður eisini fiskað nóv av toski, í næstu støddini, tað er toski ímill- um 4-7 kilo. Og eisini á tí toskinum er prísurin hægri í ár, tí í september í fjør var hann 17,49 krónur fyri kilo í miðal, men í august í ár var hann komin upp á 20,26 krónur fyri kilo. Somuleiðis er prísurin á hýsu, sum tað eisini verður fiskað nógv av, hækkaður nokk so fitt hetta síðsta árið. Tann størra hýsan er hækkað úr 12,34 krónur fyri kilo í miðal í september í fjør, upp í 15,65 krónur í august í ár. Tann minna hýsan er er hækkað úr 11,59 krónum fyri kilo, upp í 14,46 krónur. Hinvegin er upsaprísurin, sum mest verður fiskað av, lækkaður nøkur oyru fyri kilo. Føroysk fiskiskip hava avreitt fyri væl meiri í Føroyum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn tey gjørdu í fjør Higartil í ár er væl meiri fiskur avreiddur í Føroyum enn tað var um somu tíð í fjør. Og í ár er trúligt, at føroysk skip fara at avreiða fyri meiri enn eina milliard í Føroyum Besta prísin yvirhøvur, hevði tann stóru kalvin, tí á honum var miðalprísurin í august í ár 64,23 krónur fyri kilo. Ráðstevnan varð hildin á Selatrað STEFAN Í SKORINI Næstu tveir mánaðirnir skulu fólk vera á varðhaldi. Tað er nevnliga nú, at influ- ensa og aðrar virus-sjúkur herja landið. – Hetta er tíðin, tá influ- ensurnar raka okkum, og tíðin er eisini komin til at spoyta seg ímóti teimum influensunum, sum kunnu koma, sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn. – Tað, sum vit hava í løt- uni, eru tær vanligu virus- sjúkurnar, ið raka luftveg, nøs og lungu, har vøddapína fylgir við. Tær raka ein sjúkling í 2 dagar upp til eina viku, og tær eru hvørt heyst, sigur Sølvi Winther Olsen. Influensan er ein harðlig sjúka og tiltikin fyri at verða skrøpp, sigur Sølvi. Tey veruliga ógvusligu Hong Tíðin komin at lata læknan pirka Um heystið verða vit vanliga rakt av influensu og øðrum virus-sjúkum, og tí er gott at vera vakin og lata læknan seta nálina í beinanvegin, áðrenn man verður seingjarliggjandi Tíðin er komin at seta nálina í. Influensan fer óivað at raka landið nakað skjótt, og betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin Merkja vaksandi mentanarvirksemi Fyri einum góðum mánaði síðani hevði Dansk-Færøsk Kulturfond fund, har umsóknirnar, sum eru komnar inn í ár, vórðu viðgjørdar. 35 hava fingið játtað pening til mentanarvirksemi í Føroyum og Danmark STEFAN Í SKORINI Føroysku limirnir í nevnd- ini eru Dánjal Petur Høj- gaard og Eyðun Andreas- sen, sum báðir eru valdir av landsstýrinum. Teir eru gamlir í garði og hava sitið í nevndini í meira enn tíggju ár. Dánjal Petur Højgaard undirvísir á Studentaskúl- anum og HF-skeiðnum í Eysturoynni, meðan Eyðun Andreassen arbeiðir á Føroyamálsdeildini. Ríkisumboðið er hinveg- in fastur limur, sum ikki kann skiftast út. Í løtuni er tað Vibeke Larsen, ið røkir starvið sum Ríkisumboð, og er hon tí fastur limur í nevndini. Formaður í nevndini er Nils Bernstein, sum er deildarstjóri í forsætisráð- stovuni í Danmark. Tann, ið er deildarstjóri har, er altíð formaður í nevdnini. Hin danski limurin er Annette Skydsgaard, sum arbeiðir innan tónleik í Danmark. Harafturat eru eisini tveir skrivarar. 50 umsóknir um árið Nevndin kemur saman til fundar einaferð um árið, og fundurin verður hildin annaðhvørt ár í Danmark og annaðhvørt í Føroyum. Tá nevndin hevur fund, verða allar umsóknirnar, sum eru komnar inn gjøgnum árið, viðgjørdar, og avgerð verð- ur tikin um, hvør skal hava pening til sítt mentanarvirk- semi. Fyrr var tað soleiðis, at umsóknirnar vórðu við- gjørdar, so hvørt tær komu inn, men nú er alt savnað í einum, og ein tíðarfreist er sett fyri móttøku av um- sóknum. Tað eru ongar mørk fyri, hvat slag av mentanarvirk- semi talan kann vera um. Allar listagreinar eru um- boðaðar. Tann einasta treyt- in er, at innihaldið skal vera okkurt, sum hevur við danskt/føroyskt samstarv at gera, tí hetta er ein bæði føroyskur og danskur grunnur. Nevndin setir tó nøkur dygdarkrøv til tey, sum ætla sær at fáa penging. Ein ávís góðska skal vera í tí men- tanarvirksemi, sum fær játt- an, tí eitt eitt støði skal hald- ast. Í ár vórðu eini 70 um- sóknir sendar nevndini. Tal- ið liggur eisini vanliga um tær 70 umsóknirnar um árið. Vanligt er, fleiri dansk- ar umsóknir eru, men í ár eru tað fleiri føroyingar, sum hava fingið játtan. Nøkur av teimum, sum hava fingið játtan, eru føroyingar, ið búgva niðri í Danmark. Umleið helmingurin av umsóknunum fáa játtan. Undanfarin ár hevur verið javnvág millum føroyskar og danskar umsóknir, sum hava fingið játtan. Allar umsóknirnar verða ikki gingnar á møti, men meira enn helvtin av um- søkjarunum fáa pengin játt- aðan. Í er eru tað 35 projekt, sum hava fingið pening játt- aðan úr Dansk-Færøsk Kul- turfond. Merkja vaksandi virksemi Dánjal Petur Højgaard hev- ur verið nevndarlimur í eini trettan ár, so hann hevur ein góða hilling á, hvar føroyskt mentanarlív flýtur. – Vit merkja vaksandi mentanarvirksemi í Før-oy- um, sjálvt um vit bara hava ein lítlan part av hesum virksemi um hendi í grunn- inum, sigur Dánjal Petur. Hann heldur tað verða løgið, at so fáir ungir før- oyingar nýta møguleikan at fáa ferðastuðul úr grunnin- um. Hesin stuðul kann fáast, um man skal til okkurt men- tanartiltak ella líknandi í Danmark. Sjálvt um grunn- urin hevur lýst í bløðunum, og tað hevur verið uppsligið á skúlunum, eru umsóknirn- ar fáar. Stuðulin er 5.000 krónur, men alt ov fáir føroyingar søkja, og okkurt árið hevur eingin søkt. Hetta er ein møguleiki, sum fleiri áttu at gjørt sær dælt av. Grunnurin játtar tilsam- ans eini 300.000 krónur ár- liga, og tí verða játtanirnar smábýttar, tí heili 35 hava fingið pening í ár. Játtanirn- ar í ár liggja ímillum 5 og 25 túsund krónur. Grunnurin varð settur á stovn beint eftir kríggið og hevur tí nærum hálvthundr- að ár á baki. Hann varð stovnaður við bæði føroysk- um og donskum innskoti, og nú verður arbeitt við rentunum av hesum pen- ingi. Av teimum føroysku játt- anunum, sum eru gingnar á møti í ár kunnu nevnast: Álakórið til Kórfestival í Aalborg, Tórhavnar Mans- kór á konsertferð til Dan- markar, Kirkjukórið Ljómur á konsertferð til Danmark, Húsakórið á konsertferð til Føroyar, Summartónar, Havnarkórið til kórstevnuna Atlantsljómur, Urd Johann- esen til verkætlanina »Ferð- in«, Anna Klett á konsert- ferð til Føroyar, Kári Sverr- isson til tónleikaútgávu, Ed- vard Nyholm Debess til tónleikaútgávu, Durita og Rúni Brattaberg tónleikaút- gávu og konsertferð, Vigdis Højgaard til listaframsýning í Keypmannahavn, Rúna Hilduberg til listaframsýn- Kong-virusini, sum kunnu vera vandamikil, hava vit tó ikki sæð í Føroyum í nógv ár, tíbetur, men linari influ- ensur raka okkum so at siga hvørt ár. Fyri at fyribyrgja at vit verða rakt av teimum meira harðligu influensun- um, er týdningarmikið at vit lata okkum pirka. – Eg havi ikki lagt til merkis, at nøkur influensa er á veg, men so skjótt tey í grannalondunum fara at hosta og fáa fepur, gongur ikki long tíð, áðrenn vit eis- ini eru rakt, sigur Sølvi. Kommunulæknarnir eru farnir í gongd við at vaksin- era fólk, sum ynskja tað, men Sølvi undrast á, at tað eru so fá, sum taka av hes- um møguleika. Tað er óheppið, tí hetta er tíðin at fáa tað gjørt, og tað kann skjótt gerast ov seint. Tá so nógv eru vorðin sjúk, koma øll rennandi í senn, ístaðin fyri at fleiri fáa tað gjørt beinanvegin. Tey, sum eru eldri enn 65 ár, ella onnur, ið eru sjúk, sleppa fyrst framat, tí tey eru ringast fyri, um tey verða rakt. Um ein verður raktur av influensu, eru bestu ráðini at halda seg innandura og ikki smitta onnur. Vanligt er, at man verður raktur av høgum fepri. Tað kunnu læknarnir sum so ikki gera nakað við, og penisillin hjálpir ikki. Ráðini frá Sølva eru eisini, at sjúkling- ar fáa sær magnyl og pano- dil, meðan teir hava influ- ensu. Tá talan er um børn, skulu foreldur verða á varðhaldi, tí tey fáa ofta útslett, og vandi kann vera fyri men- ingitis. Um børn fáa reyðar blóðblettir á húðina, er best at seta seg í samband við lækna. Ríkisumboðið hevur fastan sess í Dansk-Færøsk Kultur- fond. Í løtuni er Vibeke Larsen ríkisumboð, og hevur hon tí fastan sess ing, Øssur Mohr til fram- sýning í Maribo, Bókafor- lagið Atlantis og málarin Bárður Jákupsson til bóka- útgávu, Hansina Iversen til list á internetinum, Fróð- skaparsetrið til málvísund, Kirsten Brix til bókaútgávu í Danmark, Teitur Árnason Dahl til dokumentarfilm og Politistafelagið til bókaút- gávu. Umframt hesar játtanir eru eisini tær donsku, og tilsamans eru játtaðar 299.000 krónur.