Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 200 - 18. oktober 2000 Nr. 200 - 18. oktober 2000 EDVARD JOENSEN Tórshavn: Felagið Berg Hestar hjá Leif Berg í Havn er farið undir at grava út fyri nýggjum fjósi og ríðihøll í Flatnahaga vestan fyri Hotel Føroyar við Oyggjar- vegin. Leif Berg sigur, at høll- in, sum bygd verður, verður 33 ferðir 24 metrar til stødd- ar. Høllin verður flutt inn úr Svøríki, haðani hon verð- ur latin í viku 50. Ætlanin er, at bygningurin skal standa klárur í februar-mars komandi ár. Høllin er gjørd soleiðis, at tað er lætt at byggja hana út, um tørvur skuldi verðið á tí. Og pláss- ið rundan um er gott, so har er eingin forðing mótvegis tí, sum er í Marknagili, har Berg Hestar halda til í dag. Høllin fer at verða brúkt til ríðing fyri brekað. Hend- Felagið Berg Hestar í Havn byggir nýtt rossafjós og ríðihøll við Oyggjarvegin an ríðingin fer sum er fram á økinum við Marknagils- vegin, har Berg Hesta nú halda til. Men tá høllin verður liðug, fer at bera til at hava ríðingina undir taki, og tað er sjálvandi nógv betri. Leif Berg greiðir frá, at hendan ríðingin byrjaði í 1990 sum eitt frítíðarítriv. Hann byrjaði tá saman við einum fysioterapeuti. Í dag eru tað umleið 30 fólk, sum regluliga brúka hetta tilboð- ið. Tey fáa ávísing frá lækna og játtan frá Almannastov- uni. Hvønn mikudag verður farið til Runavíkar, har riðið verður á fótbóltsvøllinum, sigur Leif Berg. Eini fimm ross verða vanliga brúkt til hesa ríðingina. Bygningurin, sum bygd- ur verður við Oyggjarvegin, er umframt sjálva høllini eisini eitt fjós, sum fer at hýsa 33 rossum. Í dag hevur felagið 20 ross. Men fleiri eru, sum hava biðið um pláss fyri egnum rossum, so flotin fer at vaksa munandi, sigur Leif Berg. Tað er soleiðis, at økið, sum bygningurin fer at standa á, er leigað frá Tórs- havnar Kommunu í 15 ár. Ymsar umstøður gera, at ikki ber til at leiga básarnar út. Tí er avgjørt at hækka partapeningin í felagnum. Soleiðis koma nýggir eigar- ar í felagið og fáa á tann hátt síni ross í fjósið. Aftrat fjósinum og høll- ini verður eisini ein bjálka- bygningur til ferðafólk bygdur. Leif Berg sigur, at tey hava seinnu árini rættiliga fingið bygt upp eina vinnu við ríðitúrum. Byrjað varð við hesum túrunum í 1993, og fyrstu árini vóru tað bara útlendingar, sum fóru túr- arnar. Men seinastu tvey árini hava tað verið fleiri føroyingar enn útlendingar, sigur hann. Bygningurin við Oyggj- arvegin er projekteraður til 2,3 milliónir krónur. Men Leif Berg sigur, at har eru so nógv, sum á ein ella ann- an hátt taka eina hond í, at hann væntar, at tað kann gerast munandi bíligari. Nýggj ríðihøll við Oyggjarvegin Krevur treytaleysa umbering Høgni Hoydal krevur í opnum brævi, at Jóannes Eidesgaard gevur Føroya fólki treytaleysa umbering fyri framferð sína, tá landsstýrið vendi sær til ST fyri at fáa triðja part upp í fullveldissamráðingarnar JOHN JOHANNESSEN – Tað hevði sømt seg, at Jóannes Eidesgaard nú gev- ur Føroya fólki eina treyta- leysa umbering fyri fram- ferðina í ST-málinum. Har- til átti hann sum fólkatings- maður at sett fyrispurning til donsku stjórnina, um hon viðurkennir Føroyar sum tjóð. Soleiðis byrjar opna brævið, Høgni Hoydal hev- ur sent Jóannesi Eidesgaard. Brævið hevur Høgni Hoydal skrivað, eftir at ein frágreiðing frá íslendska serfrøðinginum í altjóða- rætti, Gudmundi Alfreds- son, varð almannakunn- gjørd í vikuni. Í hesi frágreiðing, sum landsstýrið hevur biðið um, staðfestir Gudmundur Al- fredsson, at danska stjórn- in, tá hon fór undir samráð- ingar við føroyingar um loysing, á ósagdan hátt hev- ur viðurkent, at Føroyar eru tjóð, sum hevur sjálvsav- gerðarrætt. Tí vil Høgni Hoydal hava eina umbering frá Jóannesi Eidesgaard fyri millum ann- að at hava sagt, at lands- stýrið setti fólkaræðið til viks, tá tað vendi sær til ST við fyrispurnigni um møgu- leikan at fáa triðja part upp í fullveldissamráðingarnar. Sosialurin hevur biðið Jóannes Eidesgaard um eina viðmerking til brævið frá Høgna Hoydal. Men Jóann- es Eidesgaard sigur, at hann ikki fer at gera nakra við- merking til málið, fyrr enn JOHN JOHANNESSEN Í gjár og fyrradagin hevði landsstýrissamgongan fund um uppleggið, sum skal leggjast fyri donsku stjórn- ina á samráðingarfundinum um føroyskt fullveldi, sum verður í danska forsætis- ráðnum 26. oktober. Hóast samráðingarupp- leggið enn ikki er heilt lið- ugt, er greitt, at talan verður um eitt upplegg, sum verður nógv ørðvísi enn tey, ið eru brúkt á teimum trimum undanfarnu samráðingun- um. Sosialurin hevur tosað við fleiri keldur í Tinganesi, sum vátta, at arbeitt verður við einum samráðingarupp- leggi, ið inniber, at arbeitt verður stig fyri stig fram móti fullveldinum. Landsstýrið fer at arbeiða við at fáa evsta vald til løg- tingið eftir eini manna- gongd, ið líkist sjálvstýris- uppskotinum hjá Javnaðar- flokkinum. Blokkstuðulin skal trappast niður, so skjótt sum føroyingar meta tað verða ráðiligt, og tá blokk- stuðulin er burtur, hava vit føroyskt fullveldi. Hvussu umsitingarliga samstarvið við Danmark skal skipast, hevur tað ikki borið til hjá okkum at fáa at vita. Ikki endaliga samdir Fyrradagin hevði landsstýr- ið fund um hesa ætlan, sum Fólkaflokkurin stendur fyri og tískil tekur undir við. Á hesum fundinum eydnaðist tað ikki endaliga samgonguni at semjast um ætlanina, men Sosialurin skilir tó, at lands-stýrismað- urin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, ásannar, at neyðugt er við eini líknandi ætlan, um landsstýrið skal røkka málinum, ið er at seta á stovn fullveldið Føroyar. Men kortini eru enn trup- ulleikar við hesi ætlan. Hes- ir trupulleikar liggja hjá Tjóðveldisflokkinum, har partar av flokkinum ikki vilja góðtaka, at Høgni Hoydal fer frá upprunaliga Leggja fullveldisætlanina um Landsstýrið arbeiðir í løtuni við einum nýggjum samráðingaruppleggi, ið skal fáa undirtøku millum føroyska fólkið og møguliga eisini frá einum parti av føroysku andstøðuni fullveldisupplegginum til eitt annað uppskot, ið er nógv tamari. Samgongufund um málið Klokkan tvey í gjár, beint eftir at Sosialurin fór til prentingar, var samgongu- fundur í Tinganesi um upp- leggið. Á hesum fundi varð roknað við, at stór ósemja fór at verða um uppleggið. Men keldurnar úr hann sjálvur hevur skrivað eitt opið svar til Høgna Hoy- dal. – Eg frætti um brævið í útvapstíðindunum í mána- kvøldið og fekk tað sendandi við telduposti seint sama kvøld, so eg havi enn ikki havt stundir at skriva Høgna eitt svar. Men svar skal hann fáa, sigur Jóannes Eidesgaard. Tinganesi rokna kortini ikki við, at samgongan er í vanda. Tvørturímóti verður roknað við, at fullveldis- málið nú fer at verða loyst. Jóannes Eidesgaard