mikudagur 18. oktober 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 200 - 18. oktober 2000
Nr. 200 - 18. oktober 2000
Kunningarskriv frá P/F Fjarhitafelagnum
Innleiðing
Við tað at ein ávís ónøgd er
komin fram frá Fjarhita-
nevndini hjá Eigarafeløgun-
um um prísirnar, sum liggja
til grund fyri fjarhitaveiting-
ini hjá P/F Fjarhitafelag-
num, vil nevndin koma við
hesum viðmerkingum.
Uppruni felagsins stavar
aftur frá 1987, tá SEV og
Tórshavnar
Kommuna
stovna eitt felag, ið skal taka
sær av fjarhitaveiting frá
Brennistøðini á Sandvíka-
hjalla og Sundsverkinum til
Tórshavnar Kommunu.
Hetta var gjørt eftir at
Orkuráðið líka frá 1980
hevði arbeitt við málinum í
sambandi við ætlaðu út-
byggingina hjá SEV og
seinni við Brennistøðini.
Hetta var mett at verða
ein umhvørvisvinarlig skip-
an og hava ein landbúskap-
arligan týdning sum alterna-
tiv til at innflyta olju.
Tórshavnar Kommuna
samtykti, at fyrst og fremst
øki uppi í Hoyvíkshaganum
skuldi verða knýtt til hesa
skipan. Treytin var, at tað
ikki samanlagt skuldi verða
dýrari hjá brúkarunum enn,
um hesir nýttu vanliga olju-
fýrskipan.
Hetta felag fór á húsa-
gang, tí íløgan var ov stór í
mun til tey hús, sum vórðu
knýtt at skipanini. Felagið
bleiv keypt aftur av Tórs-
havnar Kommunu og seinni
kom SEV eisini uppí. Hend-
an meginregla, at samlaða
gjaldið hjá fjarhitabrúkar-
unum ikki fer upp um kost-
naðin at nýta oljufýr, verð-
ur framvegis nýtt.
Íbindingargjaldið
Endamálið við einum íbind-
ingargjaldi er, at brúkarin
skal gjalda fyri tann partin
av samlaðu íløguni av fjar-
hitanetinum, sum hevur við
fordeilingina út til brúkar-
arnar at gera. Við at áseta
eitt íbindingargjald, ávikar
hetta ikki nýtslugjaldið.
Hevði hendan meginregla
verið nýtt í sambandi við
útbyggingina av fjarhita í
Hoyvíkshaganum,
hevði
íbindingargjaldið
verið
munandi hægri enn nú.
Ístaðin valdi nevndin í
upprunaliga felagnum, L/F
Hitafelagið, at áseta íbind-
ingargjaldið soleiðis, at tað
í meðal svaraði til neyðuga
íløgu í egið oljufýrt hita-
verk, t.e. ketil, oljufýr,
tanga, skorstein, pláss í
kjallara ella grovkøki og
neyðug rør v.m. Ráðgevarar
felagsins mettu um kostn-
aðin og komu til tað úrslit,
at sparingin var umleið
40.000 kr. og mæltu til at
íbindingargjaldið
skuldi
verða 35.000 kr.
Hetta helt nevndin vera
ov høgt, tá brúkarin eisini
skuldi gjalda fyri hitaveksl-
aran. Ístaðin varð gjaldið
sett niður til kr. 25.000.
Prísir broytast bæði á
útgerð og til egið orkuverk
og til hitavekslarar, men
nevndin í P/F Fjarhitafe-
lagnum metir, at núverandi
íbindingargjald framvegis
er á hóskandi støði.
Tað verður umhugsað at
skipa fyri felags innkeypi av
hitavekslarum, soleiðis at
møguligur nøgdaravsláttur
kann koma kundunum til-
góðar.
Nýtslugjaldið
Nýtslugjaldið fyri fjarhita
fylgir gassoljuprísinum. Tá
umroknað verður frá gass-
oljuprísi pr. litur til málda
hitanýtslu í kWh, eru tveir
faktorar av týdningi.
Tann fyrri er orkuinni-
haldið í olju. Upprunaliga
varð orkuinnihaldið ásett
sambært umrokningartalvu
hjá Foreningen for Energi-
styring til 9,89 kWh/litur.
Kanningar av orkuinnihald-
inum í gassoljuni, sum seld
verður í Føroyum, hava víst,
at orkuinnihaldið er 10,125
kWh/litur ella 2,38% hægri
enn áður mett. Hægra talið
verður brúkt í umrokning-
ini.
Seinni
faktorurin
er,
hvussu nógv orka fæst
burtur úr einum litri av olju,
tá hann verður brendur í
einum hitaorkuverki. Sum
vituligt er, fer ein partur til
spillis sum tap í skipanini.
Hesin faktorurin verður
vaniga nevndur nyttuvirkni.
Fjarhitafelagið hevur nýtt
eitt ársnyttuvirkni fyri olju-
fýrd ketilanlegg upp á 0,70.
Harafturat
kemur
elút-
reiðsla til oljubrennara og
viðlíkahald/avskriving av
ketilanleggi. Verða oman
fyri nevndu viðurskifti tikin
við í roknaða ársnyttuvirki
fyri 1999, verður hann 0,78
fyri sethús og 0,81 fyri
randarhús. Ósemja hevur
verið um, hvussu stórt tapið
er. Ikki er óhugsandi, at
nýmótans hitaverk í dag
hava betri nyttuvirkni, men
tað kann ikki neyvt og
endaligt ásetast. Hetta verð-
ur kannað nærri.
Semja er við Fjarhita-
nevndina um útrokningar-
háttin av meðaloljuprísinum
á føroyska marknaðinum.
Samanumtikið má tó sig-
ast, at fjarhitabrúkararnir
ikki gjalda ov nógv. Hetta
sæst eisini á meðaltølum,
sum lýst niðanfyri.
Meðaltøl fyri nýtslu-
gjald og fast gjald
Vit hava, síðan felagið byrj-
að at virka, gjørt hagtøl yvir
meðalnýtslu fyri teir ym-
isku húsabólkarnar. Meðal-
tølini eru fyri hús, sum hava
verið íbundin fjarhita í eitt
ár og meira. Húsini eru
bólkað í býlingar har húsini
standa, og um tey eru set-
hús ella randarhús.
Meðaltølini fyri teir ym-
isku býlingarnar og húsa-
sniðini vóru fyri 1999: Sí
talvu I.
Oljuprísir
Okkara gjald fylgir gass-
oljuprísinum hjá P/F Shell.
Vit hava frá byrjan fingið
gassoljuprísirnar frá P/F
Shell sama dag teir eru
komnir í gildi. Prísbroyting-
arnar eru skrásettar á teldu,
soleiðis at meðalprísurin á
fjarhita er tøkur fyri alt
tíðarskeiðið.
Gassoljuprísurin lá frá á
heysti 1993 til á heysti 1996
millum 2,70 og 2,90 krón-
ur/litur, tá ið hann hækkaði
til 3,15 krónur/litur og lá
annars um tríggjar krónur/
litur fram til á heysti 1997.
Á heysti 1997 tók oljuprís-
urin at falla, til hann fram
móti jólum 1998 var komin
niður á 2,56 krónur/litur.
Viðmerkingar:
Síðan tá er prísurin hækk-
aður, til hann tann 21/9-
2000 var komin upp á 4,76
krónur/litur. Prísurin er í
dag 4,56 krónur/litur. Sí hjá-
løgdu strikumynd yvir olju-
prísir.
Skiftandi oljuprísurin gevur
hesar meðal árligu oljuprís-
ir:
1995: 2,715 kr./litur
1996: 2,926 kr./litur
1997: 3,005 kr./litur
1998: 2,747 kr./litur
1999: 2,870 kr./litur
Meðal árligi fjarhitaprísurin
var:
1995: 39,2 oyru/kWh
1996; 43,2 oyru/kWh
1997: 43,3 oyru/kWh
1998: 38,8 oyru/kWh
1999: 40,5 oyru/kWh
Meðal oljuprísurin í ár hev-
ur higartil verið 3,72 kr./
litur. Um dagsprísurin held-
ur sær á sama støði árið út,
verður meðalprísurin 3,90
kr./litur.
Tilsvarandi kWh prísir
fyri fjarhita verða sostatt
52,4 oyru/kWh til í dag, og
um oljuprísurin heldur sær
á sama støði árið út, verður
meðalprísurin fyri fjarhita í
ár 55,1 oyru/kWh, sum er
36% hægri enn í 1999.
Ákontogjøld og
nýtsluuppgerð
Tá nýggir brúkarar verða
bundnir í fjarhitaskipanina,
er høvuðsreglan tann, at
nýtslan fyrsta árið verður
mett sum meðalnýtsla hjá
sama húsabólki – sethús ella
randarhús í sama býlingi.
Tá brúkar hevur verið
íbundin í eitt ár ella meira,
nýta vit nýtsluna hjá brúk-
arunum í undan farna ári
sum grundarlag.
KWh-prísurin, ið nýttur
verður til ákontogjøldini, er
meðalprísurin fyri undan-
farna ár.
Við árslok verður orku-
mátarin avlisin og nýtslu
uppgerð send til brúkaran.
Tann fyrri parturin av upp-
gerðini er ein uppgerð yvir
fjarhitanýtsluna fyri farna
ár, og tann seinni parturin
er eitt yvirlit yvir mett mán-
aðarlig ákontogjøld fyri
komandi ár.
Um brúkarin, vegna ser-
stakar umstøður, ynskir síni
ákontogjøld
broytt,
er
møguleiki fyri hesum.
Vónandi lýsir hetta skriv
nakrar av teimum ivaspurn-
ingum, sum verið hava.
Tórshavn 13. oktober 2000
P/F Fjarhitafelagið
Bólkur
Nýtslugjald/mánaðin
Fast gjald/mánaðin
Millum Gilja, randarhús
kr. 618,00
kr. 40,00
Lítla Gil, sethús
kr. 875,00
kr. 40,00
Inni á Gøtu, sethús
kr. 829,00
kr. 40,00
Inni á Gøtu, randarhús
kr. 595,00
kr. 40,00
Eystan Gil, sethús
kr. 814,00
kr. 40,00
Við Løgmannabreyt, randarhús
kr. 431,00
kr. 40.00
(bert 6 hús)
Talva I
EDVARD JOENSEN
Tú kanst royna at gita, hvat
ein laksur, sum svimur í ein-
um kari vigar. Og tú kanst
sleppa at fóðra síl í einum
øðrum kari. Umframt øll tey
vanligu tilføkini, sum plaga
at vera, tá ítróttarfeløgini
samla pening til raskturin.
Afturvendandi SÍF tiltak-
ið í ítróttarhøllini á Giljanesi
verður komandi sunnudag.
Byrjað verður klokkan
16.00 seinnapartin, og hild-
ið verður á til klokkan
22.00.
Tiltakið byrjar við móta-
sýning klokkan 16.00. Beint
eftir mótasýningina byrjar
eydnuhjól, sum fer at halda
fram, alla tíðina, meðan op-
ið er. Eisini verða onnur
vanlig tiltøk so sum fiski-
brunnur, bóltkast og mat-
søla, meðan opið er.
Klokkan 17.00 byrjar
køkutombola. Sandavágs-
køkurnar eru tiltiknar, og
vanligt er, at kappast verður
um, hvør letur vakrastu og
flottastu køkuna. Sigast skal
tó, at tær koma kortini ikki
bara úr Sandavági. Tað
kemur meira enn so fyri, at
onkur er úr øðrum bygdum
í Vágum. Samstundis sum
køkurnar
verða
sýndar
fram, áðrenn tombola sølan
byrjar, ber til at atkvøða um
vakrastu køkuna, sum er at
vinna. Úrslitið av teirri
kappingini verður kunn-
gjørt, tá tiltakið endar
klokkan 22.00.
Klokkan 19.00 fer Ragnar
í Vík á pallin at syngja
country & western. Kend-
asti føroyski cowboysang-
arin tykist væl umtóktur í
Royn teg
sum alara
á Giljanesi
Á árliga SÍF tiltakinum í ítróttar-
høllini á Giljanesi sleppa fólk millum
annað at fóðra síl og gita, hvussu
nógv ein laksur vigar
Vágum eins og aðrastaðni.
Hann hevur fyrr, við góðari
undirtøku, sungið til líkn-
andi tiltak á Giljanesi.
Klokkan 19.30 verður ein
rættiliga áhugaverd fram-
sýning. Eitt slag av móta-
sýning, ber til at siga.
Tá fara fólk at sýna fram
brúðarkjólar frá 1950 til
dagin í dag. Eisini verða
leikarabúnarnir hjá SÍF upp
gjøgnum tíðirnar vístir fram
á pallinum. Til ber so at
sammeta gamla brúðar- og
ítróttarmótan við tað, sum
brúkt verður í dag.
Sum sagt verður eisini
ymiskt, sum hevur samband
við alivinnuna, at síggja á
SÍF tiltakinum á Giljanesi
sunnudagin.
Alla tíðina, tiltakið varir,
fara kør við livandi fiski at
standa í høllini. Í einum kari
fer ein livandi laksur at
ganga. Fólk kunnu so keypa
ein seðil, har tey skriva á,
hvat tey halda, at laksurin
vigar. Tann, sum er næstur
nágreiniligu vektini á fisk-
inum, vinnur fiskin. Úrslitið
verður kunngjørt, tá tiltakið
endar klokkan 22.00 um
kvøldið.
Í einum øðrum kari fara
síl at ganga. Nógv síl. Har
kunnu fólk keypa alifóður,
sum tey so geva sílunum.
Síl er rættiliga lívligur fisk-
ur, og stuttligt er mangan at
síggja, hvussu tey kappast
um at vera fyrst á fóðrinum,
sum tveitt verður fyri tey.
Eisini verður ein mynda-
røð sett upp saman við fiska-
kørunum. Hetta eru myndir,
sum tiknar eru á eini alistøð
og sum vísa gongdina í
laksaalingini. Myndarøðin
og alikørini standa uppi alla
tíðina, opið er.
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Herfyri gav Mentunnar-
grunnur Studentafelagsins
út bók eftir rithøvundan
Hanus Kamban, har greinar
og fyrilestrar hjá hesum eru
prentaðir.
„Hvat samband er ímill-
um sovjetiska ríkið og tað
messiasríki,
sum
Jan
Bockelson - betur kendur
sum Jón úr Leyden - setti á
stovn í Munster í Týsklandi
í 1534? Hvørji sjónarmið
hevði skaldið J.H.O. Djur-
huus um mentunarligt og
politiskt framsóknií Føroy-
um? Hvat slag av hugburði
býr
undir
føroyskari
stremban - í breiðastu merk-
ing - um vit fara eitt sindur
niður um vatnskorpuna?
Tann brávarka hugsjónin
er eitt savn av greinum, fyri-
lestrum og ritroyndum, har
roynt verður at narkast hes-
um spurningum. Bókin tek-
ur upp so ymisk evnir sum
mentan, søgu, bókmentir,
politikk, undirvísing, lands-
løg, bibliofila trá. Seinasta
greinin í bókini viðger tær
fíggindamyndir, sum eftir
kreppuna
í
nítiárunum
gjørdi vart við seg í donsk-
um fjølmiðlum.“
Soleiðis verður skrivað á
baksíðuni á bókini og hetta
er í stuttum tað „Brávakra
hugsjónin“snýr seg um.
Hanus Kamban er høv-
undurin, sum dugir at fanga
lesaran. Hann er rithøvund-
urin, sum kannar djúpt eitt
evni, áðrenn hann skrivar
um tað, og hansara viðfødda
forvitni kemur lesaranum til
góðar. At Hanus eisini torir
væl at tamba føroyska mál-
ið burturúr mangan stirvnu
Tann brávakra hugsjónin
Greinar og fyrilestrar eftir Hanus Kamban út í bók
leguni, er ein fyrimunur hjá
lesaranum.
Hanus
Kamban
gav
fyrstu bókina út í 1980 og
síðan eru sjey komnar aftur
at. Millum bókaútgávurnar
hevur hann verið ein rættu-
liga virkin kronikkskrivari
og uttan hetta virksemið
høvdu vit neyvan sæð sein-
astu bókina „Tann bráð-
vakra hugsjónin“.
Førleikaskerd í arbeiði
Endamálið má vera at koma
arbeiðstarnaðum til hjálpar
við framleiðslu og annars at
hjálpa avlamnum til arbeið-
is:
a)at royna arbeiðsevnini hjá
arbeiðstarnaðum við atliti
til meting um møguleikar
(arbeiðs/vinnuroyndir)
hjá tí einstaka at arbeiða,
b)at menna arbeiðsmøgu-
leikarnar hjá arbeiðstarn-
aðum sum heild,
c)at skipa fyri arbeiðsvenj-
ing, endurútbúgving og
umskúling, so vinnutarn-
að aftur kunnu fara til ar-
beiðis,
d)at skipa fyri fakligari út-
búgving handaliga ella
bókliga av arbeiðstarnað-
um,
e)at skipa fyri vinnuligum
vardum arbeiði fyri av-
lamnum, sum ikki hava
førleikan at arbeiða í van-
ligari vinnu,
f) at stuðla arbeiðstarnaðum
at fáa til vega tilfar til at
virka og til at selja vørur,
tey virka.
Hendan vinnan eigur ikki at
geva óhóskandi kapping.
(Leysliga endurgivið úr
ALV-viðtøkunum).
Serliga umráðandi verð-
ur, at øll medvirka at betra
um hugburðir, ið skapa
praktiskar loysnir, og slætta
vegin hjá vanligum vinnu-
rekandi í góðum hýri at taka
vinnuskerd fólk í arbeiði. Tá
ið vinnurekandi fáa nyttu og
gleði av teimum vinnu-
skerdu, tá fer arbeiðsgleðin
so sanniliga at ganga báðar
vegir! Eitt tilfeingið sum fá
hildu vera trúligt kann
vakna!
Vónandi taka øll sum eru
uppstillaði hetta økið til sín
sum sítt hjartamál. Tá er
vón um at býráðið íðiliga
fer til verka. Ein partur kann
verða at sýna teimum væl-
vild, sum serliga arbeiða
fyri økinum. Til dømis við
at vísa á ítøkiligar møgu-
leikar sum kommunan hev-
ur og er sinnað til at luttaka
í.
Jónas Johnsson
valevni hjá
Sjálvstýrisflokkinum
Viðmerkingar:
Friður!?
Fyri nøkrum árum síðani
segði ein arbeiðsfelagi við
meg, Ísrael, Ísrael og aftur
Ísrael at hoyra í tíðindunum,
eg segði við hann, at tú
kemur framvegis at hoyra
meir um hettar landið í
framtíðini og tað vísir seg
at tosað verður um friðar-
samráðingar við Palestina,
ið ferð eftir ferð bresta.
Hettar er í mínum oyrum
positivt, lesa vit í 1. Tess.br.
kap. 5, vers 3 stendur: Tá
ið tey siga Friður og eingin
vandi! –Ztá kemur bráður
undirgangur á tey, eins og
verkir á barnakonu og tey
skulu als ikki sleppa undan.
(Hettar er um dag Harrans).
Vinarligast
Pól Hans Jákup Debes
Árliga SÍF-tiltakið fyri at samla pening til ítróttin í Sandavági verður sunnudagin
Mynd: Edvard Joensen
Hanus Kamban