mikudagur 18. oktober 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 200 - 18. oktober 2000
Nr. 200 - 18. oktober 2000
Í farnu viku fingu meira til-
komnu býráðslimirnir gjøg-
num útvarpið skotið í
skógvarnar frá einum av
yngru javnaðarvalevnunum
til býráðsvalið, at hetta vóru
»gamlir steggjar oman fyri
50 ára aldur«.
Hetta munnu býráðslimir
neyvan taka sær tykni av,
og mangt slíkt tolir tú óivað
eisini at hoyra, tá tú hevur
nøkur ár á baki.
Hinvegin kann tað kanska
vera hugstoytt hjá eldri
borgarum/veljarum
at
hoyra, at alt oman fyri 50
ára aldur fær spjaldrið
»gamlir steggjar«.
Hyggja vit at turru tøl-
unum, er meira enn ein trið-
ingur av veljarunum hesa
ferð í Suðurstreymoy júst
Kommunuvalið nærkast;
tað sæst á greinunum, sum
valevnini senda bløðunum,
men lítið nýtt er at síggja.
Lítið ítøkiligt, mest leysa-
kast, men tað er kortini
eingi skaði í tí, at hugflogið
sleppur at sveima víða í
nakrar vikur, um bara velj-
arin skilur, at talan er um
hugarok og ikki veruleika.
Tað verður stillað upp po-
litiskt. Samanumtikið tykist
valið vera lítið flokspolit-
iskt, men merkt av einstak-
lingum og teirra áhugamál-
um.
Ì eini leygardagsdimmu
t.d. sendir tann býráðspo-
litikarin, ið man hava sitið
eina longst, sína liberalist-
isku(!) heilsan til øll pláss í
kommununu; eisini Kolla-
fjørður fær kvøðu, men ikki
við einum orði nevnir Heð-
in Mortensen, hvørjar ætl-
anir hann hevur fyri bygd-
ina. Eg haldi, tað hevði ikki
verið meira enn rímiligt, um
Gamlir steggjar og ungar bøgur?
fólk oman fyri 50 ára aldur,
ið sjálvandi eiga mong og
góð ár eftir í sær.
Hvat kunnu so hesi vænta
sær, tá »ungar bøgur« leika
í og kalla alt oman fyri 50
ára aldur fyri »gamlar
steggjar«?
Ongantíð betur, enn at
ung, tilkomin og eldri ganga
hond í hond og sum frægast
royna at skapa liviligar um-
støður í Tórshavnar komm-
unu, sum hevur størri og
meira umfatandi uppgávur
framman fyri sær, nú
Kollafjørður eisini er komin
uppí!
Men fyrsta fyritreytin má
vera, at virðingin fyri hvørj-
um øðrum verður sett í há-
sæti, tí eins og tey ungu
hava brúk fyri hjálpandi
hond frá teimum tilkomnu
og eldru, hava tey tilkomnu
og eldru brúk fyri teimum
ungu.
Samstundis sum vit jú øll
skulu vera her, bæði »ungar
bøgur« og »gamlir steggj-
ar«, er neyðugt at læra seg
samstarvsstev, tí ikki ein
einasti trupulleiki verður
loystur uttan gjøgnum sam-
starv.
Sjálvur eri eg avgjørt til
reiðar at samstarva við bæði
»ungar bøgur« og »gamlar
steggjar«, men eg haldi, at
virðingin fyri bæði borg-
arum, veljarum og teimum,
ein skal samstarva við, má
vera grundarlagið undir,
skal nakað gott spyrjast
burturúr!
Heðin Mortensen
býráðslimur
sambandsvalevni til
Tórshavnar býráð
Heðin fortaldi kollfirðing-
um nú, hvat meira skal
henda í bygdini, og á hvønn
hátt, hann heldur, hon skal
lagast til at virka saman við
og í Tórshavnar kommunu.
Tær nýggju bygdirnar í
kommununi skulu hava
somu møguleikar at menna
seg og høvuðsøkið. Fái eg
undirtøku, ætli eg mær at
hava eitt vakið eyga við til-
gongdini í Kollafirði, so-
leiðis at bæði vinnulívið og
tað sociala lívið í bygdini
fáa góðar karmar at virka í.
Tað tykist trupult at finna
upp á nýggj høvuðsmál. Ein
kann eisini spyrja, hví so
lítið samsvar er millum tað,
sum flokkarnir á tingi siga
og gera, og býráðsvalevni
flokkanna? Svarið kann m.a
vera, at her hava vit við heilt
onnur mál at gera, og hóast
hetta er landsins nógv
størsta kommuna, so eru
viðurskiftini
kortini
á
mangan hátt smá og ávirki-
lig av lítlum. Vit vita t.d.
ikki, hvussu næstu 4 árini
fara at roynast, men vit vóna
tað besta. Eisini tey ymisku
økini í kommununi gera, at
vanligt floksbýti hevur hug
at hvørva.
Sum kunnugt ber ikki til
bæði at blása og hava mjøl
í munninum. Inntøkugrund-
arlagið er fortreytin fyri, at
kommunan orkar at loysa
málini - eisini tey, ið leingi
hava ligið á láni, tí fíggj-
arorkan var ikki til staðar.
Hetta krevur, at skattainn-
tøkan verður væl umsitin,
soleiðis at vit við tíðini
veruliga
kunnu
lækka
kommunuskattin og halda
fast um lækkingina.
Ein kommuna í brádligum
vøkstri fær nógv dýr mál at
loysa. Í løtuni er tað ser-
stakliga tann sera stóri
ansingarspurningurin, ið er
frammi og trokar á, men
hesin óvanliga stóri smá-
barnavøksturin fer um stutta
tíð at gera vart við seg í
fólkaskúlanum, og tí mugu
fyrireikingar og munandi
útbyggingar fara í gongd
sum beinanvegin á skúla-
økinum.
Meira um hetta málið
seinni.
Regin av Steinum,
valevni Tjóðveldis-
floksins til býraðsvalið
Heildin og staklutirnir
Eitt brennandi ynski hjá
kaldbaksfólkum
hevur
leingi verið at fáa eina
góða og trygga farleið til
skúlabørnini, ið búgva Inni
á Fløtum.
Av tí at gongubreyt
hvørki er í niðara ella ov-
ara borði, noyðast børnini
sum er at ganga allan veg-
in í og úr skúla eftir sjálv-
um koyrivegnum millum
henda býlingin og skúlan,
ið stendur longur úti í
bygdini.
Hetta er sjálvandi hvørki
nøkur trygg ella haldbar
loysn, tí ferðslan er stund-
um nógv á hesum vega-
strekki, og vegurin er sera
smalur.
Umboð fyri býráðið og
Kaldbaksnevndina hava
verið á fleiri fundum við
Landsverkfrøðingin
um
málið.
Kaldbaksvegurin
er
landsvegur, og tískil áligg-
ur tað fyrst og fremst hes-
um stovni at loysa henda
trupulleika. Men hetta hev-
ur víst seg at vera lættari
sagt enn gjørt.
Hóast viljin at finna eina
ella aðra loysn ikki hevur
skortað, hevur niðurstøðan
hjá LV hvørja ferð verið,
at peningur hvørki er ella
verður tøkur til ábøtur ella
møguliga breiðking av
vegnum í bræði.
Upprunaliga ynskið úr
Kaldbak var at fáa eina
gongubreyt gjørda framvið
vegjaðaranum í erva.
Men av tí at hetta varð
mett at fara at smalka
koyribreytina enn meira -
og harvið seta børnini í upp
aftur størri vanda - mæltu
serfrøðingarnir hjá Lands-
verkfrøðinginum staðiliga
frá hesi loysnini.
Eitt tilboð frá kommun-
uni um at yvirtaka vegin
(tó framvegis saman við
LV - men fyri egna rokn-
ing - at royna at finna eina
brúkiliga loysn), vann
heldur ikki frama.
Somu lagnu fekk eisini
alternativa uppskotið hjá
kaldbaksfólki um at leggja
eina gøtu eftir bakkanum,
omanfyri vegin.
Hinvegin vendu kald-
baksfólk avgjørd tummilin
niðureftir
til
uppskot
Landsverkfrøðingsins um
at gera eina gøtu eftir bø-
num niðanfyri vegin.
Men sum í ævintýrun-
um, so fær alt ein góðan
og lukkuligan enda, tá
samanum kemur, og so er
tíbetur eisini í hesum føri.
Landsverkfrøðingurin
hevur nevniliga - og tøkk
fái hann fyri tað! - nú boð-
að kommununi frá, at hann
hevur góðtikið eitt fjórða
uppskot, sum kommunan
og Kaldbaksnevndin funnu
fram til, eftir enn eina ferð
at hava stungið høvdini
saman.
Uppskotið ber í sær, at
ein „skúlagøta“ verður
løgd ein metur ella so inn
frá vegjaðaranum í ovara
borði, frá býlinginum Inni
á Fløtum og út til skúlan.
Eg kann í hesum sam-
bandi heilsa og siga, at
miðað verður eftir at fara
undir arbeiðið skjótast
tilber.
Vinarliga
Leivur Hansen,
borgarstjóri
Skúlagøta í Kaldbak
Ikki eiti á
Kollvelting er eitt stórt orð,
men tú sleppur ikki undan
at brúka stór orð, tá ið tú
hugsar um SPROTAN hjá
Jonhard Mikkelsen.
Hesin
bókaklubburin
hevur longu í ár sent 7 væla
bøkur til limir sínar, og
tríggjar koma afturat í ár,
har umframt eru komin trý
stuttsøgusøvn
(Finnbogi
Ísakson týddi) (at lesa stutt-
søgur er ikki minni gevandi
og stuttligt enn at lesa skald-
søgur) og tann frálíka Orða-
lagslæran hjá Jeffrei Hen-
riksen. Ikki eiti á, og so
kosta tær bara 160 kr. fyri
limirnar. Eisini tøknin at
prenta bøkur hevur gjørt eitt
risa lop. Dimmalætting
hevur prentað tær og Helgi
Justinussen hevur bundið
tær inn. Báðar fyritøkurnar
hava rós uppiborið. Helm-
ingurin av bókunum eru
skrivaðar í nítiárunum og
týddar til bókaklubban.
Hóast tú hevur lisið tær
báðar Aftur á slóðina (Hans
Thomsen týddi) og Fjúrtan
dagar fyri frostnætur (Finn-
bogi Ísakson týddi), mátti
tú lesa tær aftur, nú tú hugdi
niður í tær. Hinar fimm eru
afturlítandi sjálvsævisøgur
og ættarsøgur. Lívsins aks
hjá Sven Delblanc (Jákup í
Skemmuni hevur týtt) hevur
undirheitið: Barnaminnir.
Sera vælskrivaðar endur-
minningar. Kanska herskin
og opinskárað frásøgn, men
tú ivast ikki í, at her er ein
stórur høvundur, ið vil skera
inn á bein í endurminning-
um sínum, hóast tað pínir
og verkir.
Tær fýra eru skrivaðar av
kvinnum í ymsum aldri og
frá tveimum londum, Svø-
ríki, USA-Kina. Eydnufe-
lagið (Turið Sigurdardóttir
týddi) munnu flest komast
við, hon varð lisin upp í Út-
varpinum, men hon tolir at
verða lisin. Her er nógvur
lívsvísdómur og poesiur,
sum skal lesast eisin fleiri
ferð.
Ein vetur í Stokkhólmi og
Áðrenn tú sovnar hevur
Jákup í Skemmuni týtt og
tað seinnu hevur Linn Ull-
mann, dóttir ta kendu Liv
Ullmann og tann ikki minni
kenda Ingmar Bergmann,
skrivað. Tær báðar liggja í
kjalarvørrinum á tí nú so
kenda »kvinnuskaldskapin-
um«. Hvørgin teirra ber
nakað nýtt fram. Tú hevur
lisið hetta ofta fyrr, men eitt
ávíst undirhald er tað sjálv-
sagt, og tær eru lætt lisnar.
Tó ivast tú í, um tann hjá
Linn var komin út og lisin
so nógv, um hennara kendu
foreldur ikki áttu ein týð-
andi part av søguni, men
hon skrivar um sítt egna lív.
Slatur er altíð slatur, ikki
bara í Føroyum, og hevur
sítt virði so ella so.
Beint nú havi eg lisið ta
seinastu: Anna, Hanna og
Jóhanna
hjá
Marianne
Frederiksson
(Jákup
í
Skemmuni týddi). Hóast
sínar 359 síður er hon skjótt
lisin. Hon lesur seg mest
sum av sær sjálvum, og tú
skilir, at hon er nú millum
mest seldu bøkur í Europa,
tí henda søgan, sum fevnir
um trý ættarlið av kvinnum,
er væl fortald.
Óivað verður hon flokkað
millum kvinnubókmentir-
nar, men her er ein annar
tóni, ein leitan og roynd at
skilja bæði kynini. Einki
»frelst« ella frammanundan
lagdar ætlanir og hugtøk,
sum skulu prógvast. Hon
hevur eina søgu, ið má
sigast. Í so máta líkist hon
Eydnufelagnum, sum er um
tvey ættarlið av kinesiskum
amerikanarum.
Jú, eg hyggi eisini í sjón-
varpið, men tað er vælsign-
að at hava eina bók liggj-
andi, hon fer ongan veg.
Anna, Hanna og Jóhanna
stóð seg væl í kappingini
við skýggjan. Ja, tað var
bara Dagur og vika, sum var
kappingarfør.
Nú mundi eg gloymt
málið. Eg eri nú so mikið
gamal, at tað líkasum situr
í einum, hatta við málinum.
Tosaði ella skrivaði tú um
eina bók, varð altíð okkurt
sagt um málið. Sigast má
um allar fýra týðararnar, at
teir hvør í sínum lagi megna
at handfara móðurmálið so
mikið væl, at tú hugsar ikki
um tað. Tú steðgar ikki á.
Soleiðis skal tað vera.
Tøknin gongur í sjeymíla-
styvlum, men tað skal ein
eldsál sum Jonhard Mikkel-
sen til at fáa hana at bera
okkum so nógvar bøkur á
føroyskum og tað alt í ein-
um ári.
Steinbjørn B. Jacobsen
Viðmerkingar:
Lesarabræv
Viðmerkingar:
Fleiri býráðslimir hava ført
fram, at málið um barna-
ansingina í Havn als ikki
var búgvið at taka støðu til,
tá tað varð lagt fyri býráðið.
Teir føra fram, at har vant-
aðu tøl, kostnaðarmetingar
og framrokningar.
Hetta er kortini ikki rætt.
Kostnaðarætlan og fram-
rokning av barnatalinum í
Tórshavnar
kommunu
fylgdu við málinum um at
nøkta barnaansingartørvin
ár 2003. Trivnaðarfyri-
sitingin gjørdi í juli mánaði
í ár eina kostnaðarmeting,
sum síðani tá hevur verið
eitt skjal í málinum. Sama
kostnaðarmeting er grund-
arlagið hjá Sosialu nevnd
fyri at leggja málsetningin
fyri býráðið.
At býráðslimir nú kappast
um at fortelja fólki, at málið
var ov illa lýst, vísir bara,
at teir als ikki hava sett seg
inn í málið. Framrokning-
arnar av barnatalinum vóru
eisini við á býráðsfundin-
um. Samstundis sum bý-
Barnaansingarmálið er væl lýst
Kostnaðarætlanin fyri at víðka barnaansingina í Tórshavnar Kommunu
komandi árini
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Fleiri børn
Rakstrarkostnaður
Íløgur/keyp
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
2000
122
520.000 kr.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
2001
230
14.875.000 kr.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
2002
92
3.700.000 kr.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Tilsamans
444 børn
13.646.550 kr.
19.095.000 kr.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
ráðslimir á henda hátt siga
beinleiðis ósatt, so er hetta
eisini ein háan ímóti Trivn-
aðarfyrisitingini, sum hevur
gjørt eitt stórt og grund-
leggjandi arbeiði fyri at lýsa
málið út í æsir.
Ein teirra endurgevur eitt
brot úr uppskotinum um po-
litiskan málsetning á barna-
garðsøkinum. Hann sigur, at
hetta brotið ikki er búgvið
at taka støðu til, og tí mátti
málið aftur í nevnd. Men í
uppskotinum er eisini eitt
annað brot, sum hann ikki
endurgevur. Hetta brotið er
soljóðandi: „Kommunan
skal á hvørjum ári í sam-
bandi við viðgerðina av
fíggjarætlanini endurskoða
málsetningin, soleiðis at út-
byggingin støðugt er í sam-
svari við barnatalið í komm-
ununi. Málið er at beina
burtur bíðilistan á barna-
garðsøkinum.“
Seinasta brotið tryggjar,
at málsetningurin verður
viðgjørdur í sambandi við
fíggjarætlanina, og tí var
ikki neyðugt at beina málið
aftur har. Um býráðslimir
veruliga vildu loysa barna-
ansingartørvin, so høvdu
teir møguleikan á seinasta
býráðsfundi. Sí talvu.
Her havi eg ikki sett upp,
hvar útbyggingarnar skulu
fara fram. Tað skjalið er eitt
arbeiðsskjal og tí ikki
búgvið at almannakunngera
enn.
Elin Lindenskov,
býráðslimur
Valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com
Tað hevði sømt seg, at Jóannes
Eidesgaard nú gevur Føroya
fólki eina treytaleysa umbering
fyri framferðina í ST-málinum.
Hartil átti hann sum fólkatings-
maður at sett fyrispurning til
donsku stjórnina, um hon við-
urkennir føroyingar sum tjóð.
Til Jóannes Eidesgaard,
fólkatingsmann og formann
Javnaðarfloksins.
Góði Jóannes.
Ársins vittigheit! Í øðrum
londum halda tey um búkin,
sum tey flenna! Landsstýrið
setur fólkaræðið til viks!
Soleiðis ljóðaðu tíni orð út
til allar føroyingar, eftir at em-
bætismenn í landsstýrinum
høvdu sent eitt bræv til ST við
fyrispurningi um upplýsingar
í sambandi við samráðingar um
fullveldi. Tú fanst harðliga at
landsstýrinum, sum nú var far-
ið ”ov langt”.
Tú fanst eisini harðliga at
landsstýrinum, tí vit ynsktu ein
fund við aðalskrivaran hjá
NATO, til tess at fáa greiði á
okkara støðu og møguleikum í
verjupolitikki.
Okkara tjóðarrættindi
Men Hvítabók staðfestir púra
greitt, at føroyingar lúka allar
fólkarættarligar treytir til tess
at kunna nevna seg serstaka
tjóð. Og nú hevur ein óheftur
serfrøðingur í fólkarætti, sum
hevur starvast mong ár hjá ST
og hjá mannarættindafelags-
skapum — Gudmundur Al-
fredsson — staðfest tað sama:
Føroyingar eru ein tjóð, og
hava rættindi sum ein tjóð.
Tað merkir millum annað, at
vit hava fullan rætt til at venda
okkum til altjóða samfelagið
gjøgnum okkara demokratiskt
valda landsstýri. Og Alfreds-
son sker eisini hetta út í papp:
• Vit hava sum tjóð fullan
rætt til at taka avgerð um
okkara egnu lagnu á ein-
um reellum grundarlagi
• Tað er diskriminerandi
móti føroyingum, at Dan-
mark ikki hevur boðað ST
skrivliga frá, at vit hava
rætt til fullveldi sambært
altjóða viðtøkum
• Vit hava rætt til at sam-
ráðast um treytirnar fyri
fullveldi
• Tað er ímóti altjóða viðtøk-
um, tilvitað at brúka
fíggjarligt trýst í slíkum
støðum
• Vit hava rætt at samskifta
við altjóða stovnar
• Vit hava rætt at fáa meira
javnstøðu í samráðingar-
nar — eitt nú við einum
altjóða eygleiðara
Rættindi undirgrivin
Tá danska stjórnin hevur boðað
ST frá, at vit als ikki hava hesi
rættindi, gevur hon heimsins
fremsta stovni villeiðandi upp-
lýsingar um okkara fólka-
rættarligu støðu.
Tú ert hennara avgerandi
atkvøða á fólkatingi, og sostatt
sjálv fortreytin fyri øllum
hennara virksemi — eisini tá
hon her undirgrevur okkara
tjóðarrættindi. Og tú hevur
stuðlað henni í føroyskum
fjølmiðlum við at rópa okkara
rættindi sum tjóð fyri eina
”vittigheit”.
Tjóðarmál krevur eina tjóð
Danska stjórnin hevur eisini
sýtt fyri at lýsa føroyskt sum
tjóðarmál í altjóða høpi.
Hetta var annars eitt krav frá
bæði landsstýrinum og uttan-
landsnevnd løgtingsins. Eisini
Føroya Javnaðarflokkur tók
undir við kravinum.
Men stjórnin noktaði. Og
tann avgerandi atkvøðan hjá
stjórnini — tú, Jóannes Eides-
gaard! — lat ikki við seg koma.
Eg haldi hetta vera skelk-
andi. Men sjálvandi — tekur
tú undir við sjónarmiðinum hjá
stjórnini um, at føroyingar ikki
eru ein serstøk tjóð við tjóð-
arrættindum, so skilji eg teg.
Tí ein tjóð er sjálvsagt fortreyt-
in fyri einum tjóðarmáli. Er
eingin tjóð, er sjálvsagt heldur
einki tjóðarmál.
Umbering neyðug
Spurningurin um okkara rætt-
indi at tosa við ST og NATO
og spurningurin um tjóðarmál
er alt partur av sama høvuðs-
spurningi: Eru føroyingar ein
serstøk tjóð - ella eru vit ein
danskur minniluti.
Tú hevur í hvørjum einstøk-
um føri tikið eina støðu, ið hev-
ur sum fortreyt, at føroyingar
ikki eru serstøk tjóð.
Eg gangi út frá, at hetta er
ikki tjóðskaparliga grundarlag-
ið hjá tær og Føroya Javnaðar-
flokki. Tí haldi eg, at tað hevði
sømt seg, um tú gavst eina
treytaleysa umbering til før-
oyingar fyri framferðina í
hesum málum.
Hartil hevði tað verið eitt
áhugavert stig, um tú sum
fólkatingsmaður setti stjórnini
ein einfaldan fyrispurning, um
danska stjórnin viðurkennir
føroyingar sum tjóð.
Ger hon tað, so hava vit eis-
ini rættindi, sum skulu virðast.
Tað áttu vit í minsta lagi at
verið samdir um.
Vinarliga
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður
í sjálvstýrismálum
Eru føroyingar ein vittigheit ella ein serstøk tjóð?
Tey eru mong, sum sóknast
eftir bústað í Havnar
Kommunu. Tey eru eisini
mong, sum fara at hava bú-
stað í høvuðsstaðnum fyri
neyðini. Men tey eru ikki
heilt fá, sum aftra seg við at
gera ta íløguna, sum eini
sethús í Havn eru, tí hon
kann binda tey á hendur og
føtur.
Summi eru ikki til reiðar
at taka íløguna upp á seg
enn. Tey vilja umhugsa
støðuna nøkur ár aftrat.
Onnur hava ongar tankar
um at gera íløguna yvirhøv-
ur. Tey vilja leggja størri
dent á onnur virði í hesum
lívinum enn akkurát eini
sethús.
Tosið um alternativa
íbúðarbygging stingur seg
upp av og á, men vanliga
slær fólk seg til tols við, at
føroyingurin vil hava síni
egnu hús, og at húsini eru
hansara lívsíløga.
Hetta heldur ikki longur,
og tí er neyðugt at fáa gongd
á
aðrar
íbúðarformar.
Gongdin tann vegin hevur
verið at hóma leingi.
Ymsir
sambyggingar-
hættir hava verið royndir,
og longu fyri 50 árum síðani
varð farið undir at byggja
raðhús í Havnini. Hesin
byggingarhátturin tryggjaði
óivað teimum, sum keyptu
sær reyð raðhús við J. Pat-
urssonargøtu, eina lagalig-
ari íløgu enn teimum, sum
bygdu stakhús.
Í dag setir tann vanligi
fólkavøksturin og tann stóra
flytingin til Havnar aftur
stór krøv til grundstykkir.
Kostnaðurin at fáa sær eitt
grundstykki og síðani at
byggja sær eini hús á tað,
er so stórur, at nógv, sum
taka hetta upp á seg, kenna
seg sperd. Tað er ongin
ynskilig støða.
Sjálvandi skal kommun-
an so væl, sum hon kann,
útvega nýggj grundstykkir
til sethús. Men hon hevur
eisini skyldu til at umhugsa
og viðgera aðrar møguleik-
ar.
Tí er tað hugaligt, at rætti-
lig ferð er komin á tjakið
um at byggja stór hús við
íbúðum av ymsari stødd til
fólk at leiga. Í Tórshavnar
Kommunu verður arbeitt
við einum tveimum modell-
um.
Annað er at byggja einar
60 leiguíbúðir í triðja byggi-
Hús og íbúðir
stigi á Berjabrekku, og hitt
er at byggja lutaíbúðir (an-
deilsíbúðir) á eini trøð við
Dalavegin. Leiguíbúðirnar
skula bara kosta leigu.
Lutaíbúðirnar skalt tú seta
nakað av pengum í, men so
hevur tú eisini ávís rættindi,
til tú letur lutin frá tær aftur.
Fáast hesar ætlanir í lag
við kommununi og øðrum
sum bylgjubrótarum, verður
bøtt munandi um bústaðar-
tørv og bústaðarmynstur.
Samstundis verður nakað av
trýstinum tikið av grund-
stykkjatørvinum.
Íbúðirnar mugu sjálvsagt
útvegast til ein slíkan kostn-
að, at tær eisini kunnu vera
ein møguleiki hjá tilkom-
num fólki, sum vilja sleppa
úr ov stórum húsum, ið
yngri fólk so kunnu yvir-
taka.
Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins
til Tórshavnar Býráð
Býráð ella bíðiráð?
Børnini bíða eftir ansing-
arplássum!
Gomlu okkara bíða eftir
røktar- og umlættingar-
plássum!
Ungar familjur bíða eftir
grundøkjum at byggja á!
Sinnisveik og foreldur
teirra bíða eftir tryggum
bústaðarmøguleikum!
Á psykiatriskum deild-
um bíða borgarar í vón-
loysi eftir at sleppa út aftur
í frælsi eftir lokna viðgerð!
Skúlabørn bíða á 4. árið
eftir skúlalækna!
…og vit kundu hildið
fram.
Spurningurin er tí nær-
liggjandi, um núverandi
býráð hevur rætt til býráðs-
heitið, um ikki rættara
heitið hevði verið bíðiráð?
Legg merki til, at í flestu
av hesum nevndu førum
eru tað tey veiku okkara
millum, sum liggja undir
og verða forsømd.
Hví hava øll hesi óføru
fólk, sum í dag sita í bý-
ráðnum, ikki loyst tey mál,
m.a. barnaansingar, sum
tey nú í bløðunum, á
fundum, á internetinum
v.m. siga seg kunna loysa
uttan hóvasták?
Er tað rætt at lata tey
halda fram at spæla býráð
í fýra ár afturat?
Jenis av Rana