mikudagur 18. oktober 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 200 - 18. oktober 2000
Nr. 200 - 18. oktober 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Hvat er píning?
Stutt sagt, er píning likamlig
ella sálarlig líðing, sum ein
ella fleiri persónar valda
einum við vilja, regluliga
og fyrilitarleyst.. Í ST sátt-
málanum frá 1987 móti pín-
ing ella aðrari grimmligari,
ómenniskjaligari ella van-
æruligari viðferð ella revs-
ing stendur í grein 1:
Píning er einhvør gerð, sum
tilætlað valdir einum per-
sóni ringa pínu ella líðing,
antin likamaliga ella sálar-
liga, við tí endamáli
• at fáa fatur á upplýsing-
um frá persóninum sjálv-
um ella einum triðja per-
sóni ella
• at fáa persónin til at við-
ganga seg sjálvan ella ein
triðja persón sekan ella
• at revsa hann fyri eina
gerð, sum hann sjálvur
ella ein triði persónur
hevur framt ella er undir
illgruna fyri at hava framt
ella
• at ræða ella noyða hann
ella ein triðja persón ella
• av onkrari orsøk, grund-
að á mismun ella manna-
mun, tá ein slík pína verð-
ur elvd av ella eftir boð-
um frá einum alment sett-
um ella einum persóni,
sum
virkar
embætis
vegna ella við samtykki
ella játtan frá einum slík-
um persóni.
Pína ella líðing, sum bert er
náttúrlig ella tilvildarlig av-
leiðing av lógligum revsi-
tiltøkum er ikki umfatað.
Endamálið við píning
Í okkara tíð er píning ser-
liga eitt politiskt amboð,
sum hjálpir valdsharrunum
at varðveita eftirlitið og
kanska eisini valdið. Vit vita
í dag, at høvuðsendamálið
við píning er at oyðileggja
persónin, sum verður pínd-
ur, soleiðis at hann ongantíð
verður hin sami aftur. Hetta
síggja vit ferð eftir ferð á
hjálpi- og viðgerðarstovn-
unum fyri tey, sum yvirliva
píningina. Millum tey, ið
yvirliva, eru fólk, sum á ein-
hvønn hátt hava gjørt vart
við seg í egnum landi. Tey
hava ofta barst ímóti órætt-
vísi og kúgan og fyri dem-
okratiskum rættindum. Ella
tey hava eina aðra politiska
ella átrúnarliga áskoðan,
enn hon, íð valdar.
Frágreiðingin hjá
Amnesty international
um píning
Sambært frágreiðingum frá
Amnesty International og
øðrum mannarættindafel-
agsskapum er píning nógv
øktur seinastu árini. Alt
fleiri lond nýta pínining, utt-
an mun til hvør stýriskipan
er. Oftast fer hann fram í
loyndum, og píningarhætt-
irnir broytast, soleiðis, at tað
ofta er torført beinleiðis at
síggja avleiðingarnar og tí
eisini at revsa tey seku.
Amnesty International sig-
ur í nýggju frágreiðingini,
sum er grundað á upplýs-
ingar úr 195 londum frá
1997 til mitt í ár 2000, at
píning er farin fram í meira
enn 150 londum, og í meira
enn 80 londum er fólk deyð
av viðferðini. Flestu fráboð-
anirnar eru um fólk, sum eru
pínd av embætismonnum
undir avhoyringum í varð-
haldi. Orsøkin til píningina
sigst vera at varðveita rætt-
artrygdina. Tey píndu eru
ofta fólk, sum hava brotið
lógina ella eru undir ill-
gruna fyri at hava brotið
lógina. Ùr meira enn 70
londum eru fráboðanir um
politiskar fangar, sum eru
píndir. Tað eru bæði kvinnur
og menn, ung og gomul.
Píningarhættir
Sambært frágreiðingini er
vanligasti píningarhátturin
buking, sum fráboðanir eru
um úr meira enn 150 lond-
um. Fólk eru sligin antin við
berum nevum ella við
ymiskum amboðum. Av-
leiðingarnar fyri offrini eru
merkir og sár, innaru bløð-
ingar, brotin bein, leysar
tenn, oyðiløgd gøgn og
stundum deyði.
Neyðtøka og kynslig mis-
nýtsla er umfatandi, seliga
av kvinnum og gentum.
Aðrir vanligir pínagarhættir
eru elektriskir stoytir (frá-
boðað úr meira enn 40 lond-
um) sláing undir iljarnar
(fráboðað úr meira enn 30
londum), kvaling (fráboðað
úr meira enn 30 londum).
Fráboðanir eru eisini um
fólk, har høvdið er hildið
undir vatn, sum er dálkað
av skarni og øðrum, til tey
eru um at drukna, onnur,
sum eru brend við sigarett-
um, ella bundin afturúr ein-
um bili og dragsaði avstað.
Fleiri eru ikki sloppin at
sova í fleiri samdøgur. Onn-
ur eru læst inni í ljóð- og
ljóstøtt rúm og hava als
onki samband havt við nak-
ran persón í langa tíð, so tey
missa dagaskil og áðrenn
langt er fráliðið eisini skilið.
Hættirnir eru mangir,
men alt fleiri leggja seg nú
eftir at nýta amboð, sum
hava við sær ógvuliga pínu,
uttan sjónligar avleiðingar,
og tí heldur ikki kunnu
prógvast. Her kann nevnast
stoytbeltið, sum verður
nógv nýtt í USA. Tað er
fjarstýrt og kann setast í
gongd 100 metrar frá
honum, ið hevur tað um.
Tað gevur ein elektriskan
stoyt uppá 50.000 volt, sum
varir í 8 sekund. Fyrstu fáu
sekundini
viðførir
tað
lemjing og síðani ræðuliga
pínu, sum spakuliga økist.
Mangar fyritøkur hava lagt
seg eftir at framleiða
elektrisk píningaramboð.
Amnesty
International
upplýsir, at meira enn 120
fyritøkur í 22 londum
framleiða, marknaðarføra
og selja elektrisk amboð,
sum beinleiðis og einans eru
konstrueraði til at pína fólk
við.
Offrini
Øll kunnu gerast offur fyri
píning, uttan mun til kyn,
aldur, etniskan uppruna ella
politiska
áskoðan.
Tey
flestu, sum stjórnarembæt-
ismennirnir pína, eru tó lóg-
brótarar ella undir illgruna
fyri lógarbrot. Tað góðtaka
tey flestu eisini meira ella
minni. Tað eru heldur ikki
um tey tær flestu fráboð-
anirnar eru.
Píning hevur við sær
diskriminatión. Tað er lætt-
ari hjá honum, sum pínir, at
pína onkran, sum er minni
virdur
millum
manna.
Onkran úr einum vanvird-
um sosialum, etniskum ella
politiskum bólki.
Tað er heilt klárt samband
millum rasismu og píning.
T.d eru fleiri um ikki tey
flestu, sum verða pínd av
løgregluni bæði í USA og
Europa svørt ella úr øðrum
etniskum
minnilutum.
Kringum í Europa eru
sigoynarar vanliga hildin at
vera lógbrótarar og verða
oftani bukaði.
Upprunafólk í USA hava
verið offur fyri píning í
marknatrætum. Í Australia
doyggja ótrúliga nógv inn-
fødd av ringari viðferð í
fongslum.
Flóttar og fólk, ið flyta
undan ófriði og hóttanum úr
sínum egna landi fyri at
leita sær friðskjól og ar-
beiði aðrastaðni, eru serliga
hótt í so at siga øllum lond-
um.
Píning og onnur vanæru-
lig viðferð, grundað á kyns-
ligan samleika, er ein
heimsumfatandi trupulleiki.
Meðan summi lond nokta
seg sek í at pína samkynt,
tvíkynt ella transvetittar,
viðganga onnur, at tey gera
tað samsvarandi lógum,
morali og átrúnaði í land-
inum.
Børn
At vera barn ella ungur er
ongin forðing fyri at verða
píndur. Seinastu 3 árini eru
frásagnir úr minst 50 lond-
um, har stjórnarembætis-
menn pína børn ella fara illa
við teimum
Børn í varðhaldi eru ser-
liga í vanda fyri, at bæði
løgreglumenn og aðrir fang-
ar neyðtaka tey og misnýta
tey kynsliga.
Børn, sum liva á gøtuni,
liva av at bidda,stjala og lata
seg kynsliga misnýta. Tey
enda ofta í fongsli, og fleiri
frásagnir eru um, at fólka
gjalda fyri at fáa tey ruddaði
Áltjóða átakið hjá Amnesty
International móti píning.
18. november í ár fer Amnesty International undir sítt triðja altjóða áltak móti píning , sum er eitt av endamálunum í
viðtøkunum hjá felagsskapinum. Í hesum átakinum verður serlig áherðsla løgd á at arbeiða fyri at fyribyrgja píning, at
forða fyri diskriminatión og at draga tey seku fyri rættin
av gøtuni sum annað órudd.
Í vapnaðum bardøgum
verða børnini ofta álopin og
dripin, tí at tey umboða
framtíðina.
Mangar fráboðanir eru,
serliga úr londum í Afrika,
har børn verða tikin sum
barnasoldátar.Í ár er m.a
komin ein drúgv frágreiðing
um barnasoldátar í Sierra
Leone.
Kvinnur
Síðan 1997 hevur Amnesty
International fingið fráboð-
anir úr meira enn 50 londum
í øllum heimspørtum, har
stjórnarembætismenn neyð-
taka kvinnur og misnýta tær
kynsliga. Allarhelst er hetta
talið nógv hægri, tí misbrot-
ini verða ofta ikki meldaði.
Størsti parturin av flóttum
eru kvinnur. Tær eru serliga
í vanda í flóttarlegunum og
við landamørkini. Fráboð-
anir eru um kvinnur, sum
flýddu úr Eystur Timor til
flóttalegur í Vestur Timor.
Indonesiskir heryvirmenn
noyddu tær at arbeiða sum
skøkjur og hildu tær sum
sextrælir. Ì Pakistan kann
ein kvinna, sum er neyðtik-
in sjálv verða ákærd fyri
hor, um hon ikki er før fyri
at fáa 4 mannligar muslimar
at vitna um, at hon ikki sam-
tykti kynsliga samveru.
Endamálið við
átakinum
Amnesty
International
heitir á øll lond í heiminum
at vera við til at steðga pín-
ing. Víst verður til 12 greina
yvirlýsingina móti píning,
sum øll lond verða biðin um
at halda. Undir heitinum:
Tak eitt stig til at útrudda
píning, verða vit øll, tú og
eg, biðin um at gera okkara
til at steðga píning.
Amnesty International
heldur tað vera av avgerandi
týdningi at steðga tí mis-
muni, sum verður gjørdur á
fólki, soleiðis at øll hava
rætt til somu rættartrygd og
viðferð, uttan mun til hvønn
húðalit tey hava, hvat kyn
tey hava, ella hvørja polit-
iska ella átrúnarliga áskoð-
an tey hava.
Amnesty International
heitir eisini á allar stjórnir
um at draga tey fyri rættin,
sum eru sek í píning. Tað
avskeplar samfelagið, um
slíkar valdsgerðir ikki fáa
avleiðingar. Tað forðar
framhaldandi píning at
revsa tey seku.
Ein kvinna frá Tongo flýggjaði undan píning og bíðar nú eftir innferðarloyvi í USA
Høgra hond av einum tannáringi úr Somalia liggur á
gøtuni. Drongurin var skuldsettur fyri at hava hótt eina
kvinnu og tikið hálvan annan dollar frá henni
Albanskur flótti úr Kosovo
Tað eru liðin meira enn tvey
ár síðani Angammal varð
handtikin, men enn líður
hon kroppsliga og sálarliga
av tí henni var fyri, meðan
hon sat í varðhaldi.
Angammal og Guruviah
vórðu handtikin í juli 1998,
tí illgruni var um, at tey
høvdu tikið ímóti tjóva-
góðsi. Løgreglan kom til
hús teirra í Madurei økinum
í Tamil Nadu, um náttina
meðan
Angammal
var
einsamøll inni. Hon varð
tikin við á løgreglustøðina
á staðnum og haðani flutt
til Oormechikulam løg-
reglustøðina, har hon varð
hildin um náttina við bak-
bundnum hondum. Guru-
viah varð handtikin morg-
unin eftir. Bæði noktaðu
fyri at hava nakran kunn-
leika til tjóvagóðsið.
Forhoyrið av teimum
byrjaði 28. juli. Løgreglu-
menninir bakbundu hend-
irnar á hjúnunum, stillaðu
tey upp móti bróstinum og
bukaðu tey í rygg og aftur-
part við bambusstavum.
Hjúnini vórðu síðani aftur
flutt til eina aðra løgreglu-
støð, har tey fingu boð um
at lata seg úr klæðunum.
Tey vórðu leidd útum hvørt
eftir annað og bukaði til
Guruviah svímaði.
Inni aftur á støðini vórðu
hjúnini hongd í ein enda úr
loftinum og bukaði. Tá
Angammal varð tikin niður,
varð hon blakað í gólvið,
framvegis nakin. Guruviah
fekk at vita, at Angammal
vildi verða skemd meðan
hann hugdi at, um hann ikki
viðgekk og segði hvar skart-
gripirnir vóru krógvaðir.
Angammal varð sligin á
bróstini og sparkað í skrev-
ið. Tá Guruviah varð tikin
niður blivu hjúnini noydd
at latast sum um tey høvdu
samlegu, meðan fleiri løg-
regluyvirmenn hugdu at.
Guruviah varð tikin til
eina aðra løgreglustøð, har
løgreglumenn bukaðu hann,
koyrdu pipar í eyguni á hon-
um og gjøgnumgataðu han-
sara fingurneglir, táneglir
og tungu við nálum.
Hin 2. august 1998 vórðu
hjúnini tikin við til løg-
regluovastan. Hann varð so
skelkaður av tí standi tey
vóru í, at hann beinanvegin
gav boð um, at flyta tey til
eitt
privat
røktarheim.
Guruviah doyði seinni um
kvøldið av skaðunum, hann
hevði fingið. Angammal
varð dagin eftir flutt til eitt
alment sjúkrahús, har hon
varð verandi í tvær vikur.
Meira enn tvey ár aftaná
at Angammal varð handtik-
in pínist hon framvegis
bæði sálarliga og kroppsliga
av tí henni var fyri í varð-
haldinum.
Angammal stríðist enn
við málið hjá sær við dóm-
stólarnar og roynir at
tryggja sær, at løgreglu-
menninir,
sum
høvdu
ábyrgdina av at maður
hennara doyði, verða drign-
ir fyri rættin og ákærdir.
Fleiri umbønir eru undir
viðgerð við yvirrættin í
Tamil Nadu. Eisini ein um-
bøn um, at kanningin verður
tikin frá tí lokalu løgregluni
og latin kriminaldeildini á
kriminalkanningarstovnin-
um til viðgerar. Sjálvt um
Angammal hevur sent klagu
til mannarættindanevndina
hjá statinum, hevur hon
onki svar fingið.
Nógvar royndir hava ver-
ið gjørdar at fáa Angammal
at tiga og at forða henni í at
almannakunngera málið. Í
august 1998 varð henni
boðið
400.000
ruplar
(80.000 krónur) um hon
ikki tosaði við kanningar-
dómaran, sum eftirkannar
deyðan hjá makanum. Hon
noktaði at taka av og gav
eina nágreiniliga frágreið-
ing um tilburðin. Í januar
1999 gav landspartastjórnin
í Tamil Natu Angammal
200.000 ruplar (40.000
krónur) sum endurgjald fyri
deyða Guruviah.
At fólk í varðhaldinum
heldur áfram at vera vanligt
í øllum indiskum statum,
India
Drag teir, sum høvdu ábyrgdina av píningini av Angammal og manni hennara
Guruviah, fyri rættin
Skrá í tólv tættum
til forðing fyri píning
Píning er grundleggjandi
brot móti mannarættindum
og er bannlýst av aðalfundi
sameindu tjóða sum brot
móti menniskjavirðum, eins-
væl og bannað sambært
tjóðarrætti og altjóða lóg.
Hóast hetta, vera menn-
iskju dagliga pínd um allan
heimin. Amnesty Internati-
onal hevur tær royndir, at
ikki er nóg mikið við
lógarbanni. Neyðugt er bein-
anvegin at fara í stríð móti
píning og aðrari grimari,
ómenniskjansligari
og
niðrandi viðferð ella revsing,
sama
hvar
tær
verða
framdar, til tess at útrudda
tey fullkomiliga.
Amnesty
International
heitir á allar stjórnir um at
seta hesa skránna í verk til
tess at útrudda píning. Áhug-
aðir einstaklingar og felags-
skapir verða bodnir við at
fremja ætlanina. Amnesty
International
heldur,
at
verður hendan skráin sett í
verk, ber tað boð um, at
stjórnirnar eru sinnaðar at
taka av píning og at virka
fyri at hetta verður gjørt um
allan heimin.
1. Almenn
avsøgn
av
píning
Ovastu myndugleikarnir í
øllum londum eiga at sýna
teirra fullu andstøðu móti
píning. Teir eiga at gera øll-
um embætisfólkum, ið hava
til starv at halda lóggávuna
uppi, greitt, at píning verður
ikki told undir nøkrum um-
støðum.
2. Avmarking av fongsling
í avbyrging
Fólk verða ofta pínd, meðan
tey sita avbyrgd í varðhaldi,
og ikki fáa sett seg í
samband við nakran uttan-
fyri at fáa hjálp ella fáa at
vita, hvat fer at henda teim-
um. Stjórnirnar eiga at skapa
trygd fyri, at tílík avbyrging
ikki gevur møguleika fyri, at
fangar verða píndir. Tað er
av størsta týdningi, at allir
fangar verða settir fyri ein
dómara beinanvegin eftir, at
teir eru handtiknir, og at
skyldfólk, sakførarar og
læknar
uttan
drál
fáa
regluliga atgongd til teirra.
3. Eingi loynilig fongsul
Í summum londum verða
fólk pínd í loyniligum varð-
haldum eftir at tey eru
»horvin«. Stjórnirnar eiga at
tryggja, at fangar verða
havdir í alment viðurkend-
um støðum, og at sannar
upplýsingar verða givnar
skyldfólki og sakførarum
teirra.
4. Trygdartiltøk
undir
avhoyring og í varðhaldi
Stjórnirnar eiga regluliga at
endurskoða mannagongd-
irnar fyri varðhaldi og av-
hoyringum. Allir fangar eiga
beinanvegin at fáa at vita,
hvørji rættindi teir hava, her-
uppií eisini rætt til at klaga
um ta viðferð, teir fáa.
Regluligt eftirlit av óheftum
eftirlitsfólkum eigur at vera
við varðhaldsstøðum. Ein
týdningarmikil trygd móti
píning er, at teir myndug-
leikar, ið hava ábyrgdina av
varðhaldi og avhoyringum,
eru sínámillum óheftir.
5. Óheftar kanningar av
frágreiðingum um píning
Stjórnirnar eiga at tryggja,
at allar klagur og frágreið-
ingar um píning verða gjølla
kannaðar av óheftum fólki.
Kanningarháttur og úrslit
eiga at verða kunngjørd.
Tey, ið klaga, eins og vitni
eiga at verða vard móti
yvirgangi.
6. Frágreiðingar, givnar
undir píning, mega ikki
verða brúktar
Stjórnirnar eiga at tryggja,
at játtanir um at vera sekur
ella onnur prógv, fingin til
vega undir píning, ongantíð
verða brúkt í rættarmálum.
7. Píning eigur at verða
bannað við lóg
Stjórnirnar eiga at tryggja,
at píning er revsiverd sam-
bært revsilógini. Sambært
altjóðarætti má bann móti
píning ikki verða sett úr gildi
undir nøkrum umstøðum,
eiheldur í krígstíð ella í
undantaksstøðu.
8. Tey, ið hava gjørt seg sek
í píning, eiga at verða
revsað
Tey, ið hava framt píning,
eiga at verða rættarsøkt.
Hendan grundreglan eigur at
verða fylgd, sama hvar
brotsverkið varð framt og
sama hvønn tjóðskap brots-
maðurin ella ofrið hava. Tað
eigur ikki at finnast nakar
griðstaður fyri tílíkar brots-
menn.
9. Útbúgving
At píning er brotsverk eigur
at vera ein partur av upp-
læringini av øllum embæti-
sfólkum, ið hava við varð-
hald, avhoyring og viðgerð
av fangum at gera. Tey eiga
at fáa at vita, at tey hava
skyldu til at sýta fyri at líða
boð um at pína fangarnar.
10. Endurgjald og upp-
reising
Offur fyri píning og teirra
avvarðandi eiga at hava rætt
til endurgjald. Ofrini eiga at
fáa læknahjálp og uppreis-
ing
11. Altjóða tiltøk
Stjórnirnar eiga at sýta fyri
øllum sambandi við stjórn-
ir, ið nýta píning, ið kann
tulkast sum at borið verður
í bøtuflaka fyri teimum. Al-
tjóða mannagongdir eiga at
verða skipaðar og brúktar til
bráðfeingis
kanning
av
skuldsetingum um píning og
munagóð
fyribyrginga-
rtiltøk. Stjórnirnar eiga at
tryggja sær, at veiting av
hernaðar-, trygdar- ella løg-
regluhjálp ella upplæring til
onnur lond ikki kann med-
virka til at píning verður
framd.
12. Staðfesting av altjóða
sáttmálum
Allar stjórnir eiga at stað-
festa sáttmálar, ið fremja
trygd móti og fyribyrging
fyri píning, heruppií Altjóða
semingin um borgaralig og
stjórnmálalig rættindi og
Valfrælsa gerðaskjalið til
semingin, ið hevur reglur
um einstaklinga kærurætt.
meðan ofrini fyri píning
framvegis hava ilt við at fáa
sína sak roynda.
Tak eitt stig fyri at
steðga píning
Tú kanst hjálpa til við at
útrudda píning. Legg tína
rødd afturat átakinum hjá
Amnesty International.
Kvinnur mótmæla í Dhaka í Bangladesh píning av kvinnum í heimlandi teirra
Fangar í Brasil hava tað heldur ikki for gott