leygardagur 1. oktober 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 187 - 1. oktober 2005
Nú hava borgarar í
Nólsoy, Norðradali,
Kirkjubø og Nólsoy
møguleikan at tekna
sær breiðbandhald til
internetið frá Føroya
Tele
BREIÐBAND
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Okkara ynski er, at allir
borgarar
í
kommununi
skulu hava sama møguleika
at útvega sær breiðhand
internetsamband. Tí vendu
vit okkum til Føroya Tele
við ynski um, at borgarar í
Tórshavnar
Kommunu,
sum búgva í Norðradali,
Kirkjubø og í Nólsoy fingu
møguleika tekna sær breið-
bandshald.
Hetta segði Heðin Mort-
ensen á samkomu á borg-
a r s t j ó r a s k r iv s t ov u n i
fríggjamorgunin, í sam-
bandi við, at breiðband-
sambandið alment varð
tikið í nýtslu.
Heðin Mortensen sigur,
at tað var eftir áheitan frá
borgarum, at málið varð
tikið upp.
- Við breiðbandi fáa
borgararnir betri og skjótari
internet. Við breiðbandi er
skjótt og lætt at senda og
fáa teldupost við myndum
ella sjónbandaklippum, at
heinta myndir ella forrit, at
lurta eftir tónleiki ella at
spæla, eins og heimasíður-
nar koma skjótari fram,
segði Heðin Mortensen.
Breiðband til allar borgarar í kommununi
- Hetta er fantastiskt,
nú gongur internetið
so nógv skjótari,
sigur Hilmar Joensen
í Nólsoy
BREIÐBAND
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hetta segði Hilmar Joen-
sen, lærari í Nólsoy, sum
umvegis internetið var við
til hátíðarløtuna á skriv-
stovuni hjá Heðini Morten-
sen, borgarstjóra í Havn
fríggjamorgunin.
Á einum telduskíggja
sást Hilmar, sum á sínum
telduskíggja úti í Nólsoy
eisini sá, hvat gekk fyri seg
á borgarstjóraskrivstovuni.
Hann greiddi frá, at tey í
Nólsoyar skúla hava 23
teldur til teir 30 næmingar-
nar. Enn vóru bara tvær
teirra bundnar í breið-
bandið, men har var stórur
munur á, segði hann.
- Vit hava havt eitt 128 kb
samband, og tað kann ikki
samanmetast við hetta,
segði hann, og legði aftur-
at, at tolið nú ikki verður so
hart troytt longur, nú tey
sleppa frá at ringja upp til
internetið - og so ikki minst
allari bíðitíðini, tey sleppa
undan.
Hilmar Joensen segði
eisini, at fleiri nólsoyingar
hava bíðað eftir breið-
bandssambandinum, tí tað
skapar aðrar møguleikar.
- Vit hava eitt nú fingið
eina nýggja rætt her úti, har
seyðurin gongur beinleiðis
upp á vektina, sum so bein-
leiðis hevur samband við
eina teldu, har allir upp-
lýsingarnir verða goymdi.
Ímyndið tykkum, hvussu
skjótt hesir upplýsingar
ikki kunnu brúkast til eitt-
hvørt spennandi umvegis
internetið, segði Hilmar
Joensen.
Einir 50 nólsoyingar
ferðast dagliga til Havnar
til arbeiðis. Fleiri teirra
kunnu nú umvegis breið-
bandssambandið gera part
av sínum arbeiði heiman-
ífrá, eitt nú fólk við fyri-
sitingarligum uppgávum,
sum í framtíðini fara at
kunna hava nakrar arbeiðs-
dagar heima við hús.
- Jú, hetta gevur nógvar,
spennandi framtíðarmøgu-
leikar, var breið semja um á
borgarstjóraskrivsovuni -
og um breiðandið í Nólsoy.
Tolið verður ikki so
hart troytt longur
Føroya Tele dekkar
nú 94% av landinum
við breiðbandi
BREIÐBAND
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Tað kennist so løgið so-
leiðis at tosa gjøgnum eina
teldu, eg kenni meg so
fremmandgjørdan,
helt
Andras Róin, stjóri á
Føroya Tele fyri, tá hann
eisini tosaði við Hilmar
Joensen í Nólsoy umvegis
telduna á skrivstovuni hjá
Heðini Mortensen, borgar-
stjóra fríggjamorgunin.
Andras Róin sigur, at
Føroya Tele nú dekkar 94%
av landinum við breið-
bandi.
- Málið er sjálvandi at
dekka alt landið, og vit
vænta, at innan næstu tvey
árini eru vit komin upp um
96%, segði hann.
Hann sigur, at tað ikki
bara er ein spurnigur um
pengar, men at tað eisini er
spurningur um orku hjá
Føroya Tele at klára tað.
Fyri at kunna veita breið-
bandtænastu, so krevst at
støðir verða settar upp,
soleiðis at linjulongdin ikki
er meira enn fýra kilo-
metrar millum støðina og
brúkaran.
Samanborið við donsk
viðurskifti, so er Føroya
Tele væl við í kappingini, tí
meðan Danmark hevur
95% dekning av breið-
bandi, so hava vit umleið
tað sama - 94%.
Andras Róin sigur eisini,
at Føroya Tele ikki hevur
veitingarskyldu viðvíkjandi
breiðbandssambandi.
Tí
nýtist teimum ikki at dekka
øki, har tað handilsliga ikki
kann betala seg.
- Men tað hevur nógv at
siga fyri okkara image, at
vit kunnu veita somu tæn-
astur um alt landið, sigur
Andras Róin.
Andras Róin og Heðin Mortensen - saman við Hilmari Joensen, lærara í Nólsoy, sum umvegis
telduna var við til hátíðarløtuna á borgarstjóraskrivstovuni í Havn í gjár, tá breiðbandið til
Nólsoyar, Norðradal og Kirkjubø alment varð tikið í nýtslu
Mynd: Jens Kristian Vang
Breiðband um næstan
alt landið