leygardagur 1. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 • Vikuskiftið 1.–2. oktober 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
VIRÐISLØN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
G-festivalurin heiðraður
Tað var gøtumaðurin Jón Tyril,
sum fekk virðisløn M. A. Jacob-
sens fyri mentanaravrik 2005 fyri
sítt arbeiði við G-festivalinum.
Jón Tyril er um nakar maðurin
aftan fyri G-festivalin, sum tykist
verða komin fyri at verða, og tí
valdi nevndin fyri virðislønina at
heiðra unga gøtumanninum. Í
grundgevingunum fyri at heiðra
Jón Tyril og G-festivalinum segði
Erling Isholm, umboðandi
nevndina, at Jón Tyril við G-
festivalinum hevur prógvað, at
Føroyar ikki eru ov smáar til slík
tiltøk, ið hýsa stórum og kendum
heimsnøvnum.
Somuleiðis helt nevndin, at eitt
slíkt tiltak sum G-festivalurin ger
bygdina til pall, og sum styrkir
fólksligu mentanina í Føroyum.
Bara andlitið út eftir
Tað var ein ógvuliga eyðmýkur
Jón Tyril, ið tók móti heiðrinum,
og hann var eisini skjótur at vísa
á, at hann bert tók móti heiðrin-
um vegna so nógv onnur, ið hava
gjørt G-festivalin til veruleika.
- Eg eri bert ein av mongum,
sum í drúgva tíð hava stríðst fyri
at gera festivalin til veruleika. Eg
eri kanska andlitið út eftir, men
tað er ein stór organisatión, sum
eg umboði, tá ið eg taki ímóti
hesum, segði Jón Tyril.
Tvær barnabóka-
heiðurslønir
Í ár vóru tvær barnabókaheiðurs-
lønir Tórshavnar Býráðs latnar.
Onnur fór til Theodor Hansen,
lærara, meðan hin fór til Grafik
Studio við Inga Joensen.
Nevndin fyri barnabókaheið-
urslønirnar segði í grundgeving
sínari fyri at lata Theodor Han-
sen heiðursløn, at hann við
sínum bókum hevur megnað at
fylgt tíðarandanum, sum ger, at
børnini halda bøkurnar verða
spennandi. Somuleiðis segði
nevndin, at hondbókin hjá Theo-
dor um dýr og plantur í Føroyum
er ein varði í yrkisbókmentum
okkara.
Sonurin tók ímóti
Sjálvur var Theodor Hansen ikki
til staðar í Müllers Pakkhúsi, tí at
hann er uttanlands. Ìstaðin tók
sonur hansara ímóti heiðursløn-
ini vegna faðirin, og hann segði
eisini nøkur orð hansara vegna.
Millum annað segði hann, at
tað mangan verður tikið til at
geva børnum gott í beini, og at
hetta kann gerast á nógvar
ymiskar mátar. Eitt nú kann tað
gerast við bókum, sum bæði
menna og stimbra barnasálina,
segði hann.
Hin barnabókaheiðurslønin fór
til Grafik Studio við Inga
Joensen, sum hevur brotið upp úr
nýggjum við útgávuni "Trøllið
hjá pápaleysa", sum er komið út
bæði í bók og á fløgu. Við hesum
hevur Grafik Studio megnað at
brotið upp úr nýggjum, og hevur
nýskapað gamalt ævintýr, sum
gevur børnunum eina góða
uppliving.
Turið heiðrað fyri
krabbameinsbók
M. A. Jacobsens virðisløn fyri
yrkisbókmentir var í ár latin
Turið Kjølbro fyri bókina, okk-
ara millum, sum viðger lívið hjá
20 fólkum, ið liva við krabba-
meini.
Bókin kom út á sjálvum 25 ára
stovningardegnum hjá Føroya
Felag móti Krabbamein, og hon
greiðir frá langnunum hjá 20
fólkum, ið eru rakt av krabba-
meini á ein ella annan hátt.
Í grundgevingunum fyri at lata
Turið heiðurin segði nevndin
millum annað, at bókin er sjáld-
sama væl úr hondum greidd, og
hon verpir ljós á evni, sum er
torført at seta orð á.
Somuleiðis helt nevndin, at
bókin svarar nógvum spurning-
um, ið fólk flest ivaleyst hava í
sambandi við krabbamein, og so
eru lagnurnar í bókini neyvt
frágreiddar.
Ikki bert mítt verk
Turið Kjølbro segði í takkartalu
sínari, at tá ið hon fekk áheitan-
ina um at skriva bókina, ivaðist
hon, tí tað var stutt eftir, at
mamman hennara var deyð av
júst krabbameini, og tí ivaðist
hon í, um hon fór at megna tað
mitt í allari sorgini. Men hin-
vegin gav júst sjúkan hjá mamm-
uni henni tað neyðuga innlitið í
sjúkuna, og Turið helt, at hon
hevði kent ein ávísan felagsskap
við tey 20, ið bókin snýr seg um.
- Bókin er tó ikki bara mítt
verk, tí hon er eisini verkið hjá
teimum 20, ið siga frá, hvussu
tað er at liva við krabbameini, og
sum geva bókini innihald, segði
Turið Kjølbro millum annað í
takkarrøðu sínari.
Ingi, Theodor, Jón og Turið
fingu heiðurslønirnar
Turið Kjølbro, Ingi Joensen, Theodor Hansen og Jón Tyril fingu hósdagin
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir
Tórshavnar býráðs á samkomu í Müllers Pakkhúsi
Løgtingsval og
Sjálvstýrisflokkurin
– bøtir um verandi valskipan
Tinghellan s. 32–33
Ingi Joensen, Jógvan Sørin Hansen (sonur Theodor Hansen), Jón Tyril og Turið Kjølbro fingu í dag
mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Torshavnar Býráðs
Mynd: Jens Kristian Vang