leygardagur 1. oktober 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 187 - 1. oktober 2005
SAMRØÐA
Dagny Joensen
Tað er ikki koyristólurin, sum
kemur við 59 ára gamla Johan
Samuelsen - heldur hinvegin -
Johan Samuelsen kemur við
koyristóli.
Hann fyllir nógv í almenna
rúminum, er nærum tveir metrar
til hæddar og so breiðvaksin, at
tú í fyrstu syftu ikki leggur til
merkis, at hansara stólur er
øðrvísi enn aðrir, bert at hjólini
krevja meira pláss. Annars er
hann tann, sum tekur orðið og er
greiður í síni talu. Skemtiligur og
brosandi, sum hann er í síni
medferð.
Hann hevur verið lærari í 36
ár, og sum Johan Samuelsen
sjálvur sigur - 26 tey seinastu
árini sum sitandi lærari.
Tað merkir ikki, at hann hevur
verið óvirkin í sínum starvi, men
meira, at hann sum 33 ára gamal
fekk so álvarsliga sjúku, at hann
kom at sita í koyristóli restina av
lívinum.
Tað hevur kortini ikki forðað
honum í at liva eitt so vanligt lív
sum til ber, bundin sum hann er
av at fáa hjálp frá øðrum.
Nú nýggja skeiðið byrjar, held-
ur hann tað vera frálíkt at sleppa
frá at vera innilæstur í einum
skema, har gerandisdagurin ikki
longur er merktur av arbeiði.
- Hvat eg fari at gera? Eg fari
at njóta familjulívið við øllum tí,
sum tað inniber. Harnæst fari eg
lurta, lesa og skriva og gera alt
tað, sum eg ikki havi havt stundir
til í arbeiðslívinum, sigur Johan
Samuelsen.
Sum ungur maður fór hann á
háskúla í Haslev, og tá skeiðið
var av, hevði hann ikki hug at
fara heimaftur beinanvegin, men
vildi royna okkurt annað. Tá fór
Johan til skúlastjóran og spurdi,
um hann ikki kendi onkran skúla
í Bretlandi at vísa sær á.
- Skúlastjórin kendi ongan í
Bretlandi, men skaffaði mær
pláss á háskúla í í Eysturtýsk-
landi, sum tá var.Tað vakti áhuga
mín fyri málinum og var ein or-
søkin til, at lærarastarvið gjørdist
mítt lívsstarv, sigur Johan
Samuelsen.
Heimafturkomin fór hann á
Læraraskúlan og fekk prógv i
1969. Hann giftist við Jóhonnu
og tey fingu trý børn, og eiga í
dag eisini fimm barnabørn.
Johan er havnarmaður burtur-
av. Hann føddur og uppvaksin í
Hornabø og hevur traðkað sínar
barnaskógvar í Álakeri, Sanda-
gerði og á Vestarubryggju.
Tað var tí ongantíð ætlanin at
hann skuldi arbeiða aðrastaðni
enn í Havn.
Ódámlig sundurskiljing
avtikin
Eftir lokna útbúgving fór hann í
starv í Kommunuskúlanum.
- Tá eg kom í starv í Komm-
unuskúlanum vóru skúlarnir har
lagdir saman. Tað var gamli
Realskúlin fyri sunnan og
Kommunuskúlin fyri norðan,
men millum skúlarnar báðar var
ein girðing, sum gjørdi, at einki
samband var millum skúlarnar,
greiðir Johan frá.
- Eg minnist einu ferðina, at
ein smádrongur kleyv upp í
girðingina og ein gamal lærari í
realskúlanum segði: "Nei, gamli,
higar kemur tú ikki klúgvandi,
men flúgvandi í andanum".
Teir gomlu lærararnir hildu
ógvuliga fast um, at talan var um
tveir skúlar og vildu ikki blanda
realskúlabørnini við hini í "gula-
skúla". Ólavur Michelsen, sáli,
sum tá var býráðslimur, gjørdi
bart eitt summarið og tók girð-
ingina niður, áðrenn skúlarnir
byrjaði aftur eftir summarfrítíð-
ina.
- Fyri at siga tað sum er, so var
sundurskiljingin av børnunum í
8. flokki og Realskúlanum
ódámlig og ikki rættvís í øllum
førum, sigur Johan Samuelsen,
sum dámdi væl at undirvísa og
helt nógv av børnunum.
Havnin vaks skjótt hesi árini
og fleiri skúlar komu til, fyrst
Venjingarskúlin og síðani Eyst-
urskúlin.
Um broytingarnar í tíðini hann
var lærari, sigur Johan Samuel-
sen, at børnini í dag eru nógv
fríari. Tey eru von við at vera í
barnagarði, so tað er ikki nakað
nýtt hjá teimum, at fara í skúla.
- Áður var innskúlingin øðr-
vísi. Tá vóru børnini ógvuliga
smæðin og vildu ikki sleppa
mammuni fyrsta skúladagin. Tú
kanst siga, at virðingin fyri teim-
um vaksnu var størri, og at tað
gjørdi arbeiðið hjá lærarnum
lættari. Tá var gamla undir-
vísingarmynstrið at lærarin
undirvísti og síðani vóru børnini
yvirhoyrd. Tey skuldu bert duga
at endurgeva tað, sum lærarin
segði.
Nýggja tíðin kom við nýggju
skúlalógini. Tað var ein kollvelt-
ing í skúlaskapinum, at øll børn-
Tú skalt sjálvur
– Vit, sum fáast við børn og ung, mugu
ikki gerast ov fastgrógvin og halda, at
skúlin og næmingarnir ikki kunnu vera
okkum fyri uttan. Maður kemur í mans
stað enn sum áður, sigur Johan
Samuelsen, sum nú er farin undir nýtt
lívsskeið
Heimið og uttanumhvørvið hjá familjuni Samuelsen er væl
lagt til rættis. Allir hentleikar eru til staðar, sum gera, at
Johan kann ferðast inni og úti. Serliga væl dámar honum at
fara út í urtagarðin at arbeiða. Tað er eingin trupulleiki, av
tí at hann er gjørdur soleiðis í hædd og vavi, at atkomiligt er
við koyriststóli
Mynd: Jens Kristian Vang