Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2005 25 r finna hurðina ini fingu ein kjans og møgu- leikar at fáa eina barlast við minst níggju ára skúlagongd út í eitt samfelag, har broytingarnar og harvið avbjóðingarnar vóru stórar hjá tí einstaka. Við framhaldsdeildini vóru børnini ikki skild sundur eins og áður, men rúmaði øllum. Tað kravdi sjálvandi meir av lærarar- unum, tí teir noyddust at diffi- rentiera undirvísingina. Álvarsliga sjúkur Í 1978 var Johan Samuelsen fyri vanlagnu at gerast álvarsliga sjúkur. Tað vísti seg, at hann hevði fingið ein svull ella tumor í mønugongini millum 7. og 8. ryggjageisla. Hann varð inn- lagdur á Landssjúkrahúsið og seinni sendur á Ríkishospitalið, har hann varð lagdur undir skurð. Í fyrstuni tóktist alt at hava gingið væl, og Johan fekk boð frá læknunum, at svøllurin var góðartaður og at hann fór at fáa førleikan aftur. Hann var bert 33 ára gamal og ítróttarmaður, og hevði orku og vilja at venja. Tað vísti seg kortini, at læknar- nir ikki høvdu fingið allan svøll- in burtur, av tí at hann sat á ógvuliga vandamiklum stað. Tí fór hann á Finsen at fáa geisla- viðgerð, fyri at fáa restina burtur. Niðurstøðan eftir langari tíð var, at hann ikki kundi fáa leki- dóm, og at læknin segði honum, at hann fór at sita í koyristóli restina av lívinum. - Tað var skelkandi upplýsing at fáa, men læknin gav sær góðar stundir at tosa við meg og kon- una, sum var við mær í Dan- mark. - Læknin segði: gloym alt um at renna uppi í fjøllunum, tí tað fert tú ongantíð at megna. Mið- savna teg hinvegin um alt tað, sum tú kanst gera. Tú ert lærari og eg veit um nógvar lærarar í Danmark, sum eru í somu støðu sum tú. Vit kunnu hjálpa tær at laga tær gerandisdagin til broyttu umstøðurnar. - Henda samrøðan hevur verið sum yvirskriftin til restina av mínum lívi. Tað at siga tey røttu orðini í røttu løtuni, var av størsta týdningi fyri meg, sigur Johan Samuelsen. Heimafturkomin noyddust hjúnini at leggja sær gerandis- dagin til rættis av nýggjum. Tey høvdu bygt sær sethúsini fýra ár framman undan og børnini, 10 ára gomlu tvíburðarnir og yngsti sonurin, var bert tvey ára gamal. Til arbeiðis í koyristóli Við góðari hjálp frá skúla- myndugleikunum her og sjúkra- húsinum í Holbæk, var alt gjørt fyri at fáa ein so vanligan ger- andisdag sum til bar. Neyðugt var m.a. at gera eina lyftu í Kommunuskúlanum, og tá tað kom til spurningin, hvør skuldi gjalda, var Arnskov, skriv- stovustjóri á Ríkisumboðnum og leiðari av skúladirektiónini, tá- verandi hægsti skúlamyndugleiki her á landi, góður stuðul. - Hann segði, at almennur skúli og haraftrat alment valstað má hava atgongd fyri øll, so kommunan átti at gjalda fyri lyftina. Somuleiðis gekk hann ikki í smáum skóm, tá talan var um 120 daga regluna um upp- søgn ella ikki. "Vi venter og ser tiden an" segði Arnskov. Hann var ein búgvin fólksins tænastu- maður, so eg slapp undan upp- sagnarhóttanini og tí sum kundi koma í hjalarvørrinum av mínari støðu, sigur Johan. Síðani gingu árini: Eg hevði ein koyristól heima og ein í skúl- anum. Tá eg kom við avlamisbili mínum í skúlagarðin, kappaðust børnini um at taka koyristólin út og gera lyftina til reiðar. Serliga genturnar og tey smáu børnini vóru altíð til reiðar at hjálpa, og eg upplivdi ongantíð at nakar noktaði at geva mær eina hjálp- andi hond - tey vóru fyrimyndar- lig, og sama er at siga um starvs- felagarnar, sigur Johan Samuel- sen. ÍSB - ein uppliving fyri lívið Ein dagin kom Egga Jensen at vitja Johan og spurdi, um hann ikki kom at svimja við ÍSB. Tað helt hann seg ikki til, men Egga gavst ikki, fyrr enn hann hevði játtað. - Tað havi eg ongantíð angra, hóast eg ikki hevði ímyndað mær, at tað kundi lata seg gera. - Vit fóru niðan í svimjihøll- ina, og har bjálvaðu tey meg við svimjbeltum - um hálsin, armar- nar, kroppin og beinini. - Eg var gamal ítróttarmaður og hevði spælt flogbólt áðrenn eg bleiv sjúkur. Nú kendi eg meg væl í hylinum, og hugsaði, at eg ikki nýttist at hava svimjiringin um hálin, av tí at yvirkroppurin ikki bagdi nakað. So hvørt sum fráleið, tók eg eina svimjibelti fyri og annað eftir av. At enda vísti tað seg, at eg væl kundi svimja. - Umframt alla hjálp og stuðul frá konu og børnum, sum eg ongantíð kann takka nóg nógv, var tilboðið um svimjingina nakað av tí besta sum hendi mær, og stimbraði meg væl, ikki minst av tí at konan og børnini tóku so væl undir við hesum. Nú kundu vit gera nakað í felag og yngsti sonurin var errin, at babba kundi læra hann at svimja, sigur Johan Samuelsen. - ÍSB hevur verið ein frálík uppliving fyri meg, sum hevur givið mær nógvar góðar løtur, sigur Johan Samuelsen, sum í dag fer í Svimjihøllina næstan hvønn dag, har hann svimur 1000 metrar og ger likamsvenj- ingar í vatninum, sum hava stóran likamligan týdning og gevur honum vælveru, umframt hugnaligu sosialu samveruna í heitu saunini afturvið góðum práti millum vælnøgdar menn. Kapping og tilboð Um framtíðarvónirnar fyri fólka- skúlan, sigur Johan Samuelsen: - Tað er umráðandi ikki at petta skúlarnar sundur í privat- skúlar við seráhugamálum, tí hetta er einasta staðið, har allir næmingar úr øllum samfelags- stættum, úr øllum religiøsum bólkum o.s.v. koma at læra hvønn annan at kenna í eini 10 ár, og tað hevur stóran fólksligan týdning. Lærarin skal venja næmingarnir til tolsemi og at vera atfinningarsamir, so teir gerast vælvirkandi borgarar í einum demokratiskum samfelag. - Tað er eingin løtt uppgáva at vera lærari í dag, av tí at lærarar skulu kappast við musikkskúlar, ítrótt og onnur professionel til- boð, sum børnini hava í boðið, umframt at foreldrini eisini krevja sítt av lærararnum. Er rætti eldhugurin samantvinnaður við dyggari fyrireiking og góð- um fakligum førleika, kann ikki ganga heilt galið hjá nøkrum lærara. - Sum Ottar Jacobsen, skúla- stjóri sáli, segði við okkum lær- arar: "Minnist til, at tit verða viðgjørdir við hvørt døgurðaborð í Havnini, sigur Johan Samuel- sen og leggur aftrat, at í dag hevur Pisa-kanningin kanska avloyst prátið við døgurðaborðið. - Lærarar skulu hava tað fak- liga fyri eyga, samstundis sum teir skulu uppala børnini. Frá bert at vera undirvísarar eru teir nú eitt slag av undirhaldarum. - Harnæst tekur fundarvirk- semið nógva tíð, og gevur so nógv skriviarbeiði, at tú við hvørt ivast í, hvat er primera arbeiðið í skúlanum. Samstundis krevur lógin at vit skulu taka atlit til einstaka næmingin, hóast 24 næmingamarkið er avtikið. Tað var ógvuliga harmiligt at tað hendi, sigur Johan Samuelsen. Tá um skúlaverkið ræður, kundi Johan Samuelsen tosa í fleiri tímar, men nú hann er farin frá, eru eisini onnur áhugamál á skránni. Umframt at lesa og skriva og sita við telduni, er ferðing uttanlands ein áhugi, sum Johan ætlar sær at gera nakað við. Ferðing og HB - Úti íheimi eru viðurskiftini at ferðast so góð, at tað eingin trupulleiki er at sita í koyristóli. Tað hevur gjørt at vit hava havt møguleikar at ferðast, og tað hevur givið okkum nógvar góðar løtur. - Nú, tá eg ikki longur eru kroystur inn í eitt skema, kann eg ferðast uttan fyri hámarkstíðina, og gleði meg at fáa stundir at gera tað, eg havi hug til, av tí at eg ikki longur skal renna eftir klokkuni. - Umframt tað verða nú stundir at gera meira við familjuni, dámar Johan væl vertskapslívið og tað at vera saman við fólki. Tað hevur hann ikki havt orku til í seinastuni, av tí at orkan nærum bara var til at arbeiða og sova. - Annars verður tað bara áhugavert at njóta vanliga gerandisdagin, og ikki minst - at fara niðan í Gundadal sunnudagar, tá HB spælir dyst, sigur Johan Samuelsen. – Samrøðan við læknan, sum segði mær at eg fór at sita í koyristóli, hevur verið sum yvirskriftin í mínum lívi. Hann segði: gloym alt um at renna uppi í fjøllunum, tí tað fert tú ongantíð at megna. Miðsavna teg hinvegin um alt tað, sum tú kanst gera. Tað havi eg eisini gjørt, sigur Johan Samuelsen