leygardagur 1. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 187 - 1. oktober 2005
POSTUR
Snorri Brend
Trøllanes: – Hey! Eg ætlaði bara
at keypa talutíð til eina
fartelefon!
Vit eru stødd á "posthúsinum"
á Trøllanesi – ella rættari: Inni í
køkinum hjá Signhild Joensen á
Trøllanesi.
Hon hevur seinastu 14 árini
starvast sum postboð í oynni.
Hon hevur kortini einki posthús
sum so, men hevur postbil og
annars skrivstovu heima við hús.
Týsdagin í farnu viku var hon
liðug við dagsins post, og situr
hesa løtuna og prátar við gestir
úr Havn.
Klokkan er nærum 13:30, tá
ein kona kemur á gátt, tí hon
hevur ørindi á posthúsinum á
Trøllanesi.
— Jú, tað er so gamaní. Eitt
talutíðarkort skalt tú fáa.
Signhild er skjót inn á skriv-
stovuna aftanfyri køkin. Løtu
seinni er hon aftur við einum
talutíðarkorti frá Føroya Tele. Og
síðani fer henda konan fegin
avstað aftur.
Jú, at vera postboð á bygd er
eitt fjølbroytt lív. Tað mugu
gestirnir úr Havn bara sanna.
Fýra postkassar
Signhild Joensen hevur starvast
sum postboð í Kalsoynni síðani
1991. Hon skuldi havt gott til at
bræða í hesum sambandi, tí pápi
hennara, Vilhelm Johannesen
hevur havt eitt langt starv á post-
húsinum í Klaksvík.
Í teim størru plássunum aðra-
staðni í landinum er vanligt at
postboðini møta rættiliga tíðliga
á morgni fyri at skilja postin
sundur til húskini á teirra rutu.
Hjá Signhild á Trøllanesi er
eitt sindur øðrvísi. Hon fer fyrst
frá húsum kl. 9 á morgni, tá hon
leggur leiðina suður í Syðradal.
Frammanundan hava postboð í
Klaksvík skilt postin soleiðis, at
alt sum skal til Kalsoynna er
skilt sundur frá hinum postinum.
Nú skal so tað lokaða post-
boðið skilja postin sundur í tær
fýra bygdirnar í oynni, og síðani
til tey 33 húsini, har fólk býr í.
Á Kalsoynni er tann skipanin,
at hvør bygdin hevur ein av
teimum eyðkendu bláu postkass-
Posthúsið er í
tí bláa bilinum
Tað er øðrvísi at vera postboð á Kalsoynni
enn á stóru plássunum kring landið.
Postboðið — Signhild Joensen — hevur
ongan starvsfelaga, einki posthús og onga
boðstovu. Alt verður avgreitt í og út frá tí
lítla lastbilinum við tí eyðkenda bláa
litinum. Hann er mangan fullfermdur við
krovum, sum skulu av oynni til keyparar
kring landið
– Eru tey liðug at hoyggja?
At vera postboð á Kals-
oynni er eitt margfalt
og fjølbroytt arbeiði.
Fólk vilja fegin hava
postboðið at steðga á
eina løtu til eitt prát
um, hvat hendir aðra-
staðni í oynni. – Men
tíðin loyvir tíverri ikki
slíkum hugnaligum
práti, sigur einasta
postboðið í oynni,
Signhild Joensen
POSTUR
Snorri Brend
Kalsoy: At vera postboð á bygd
merkir eisini tað, at ein kemur
tætt inn at fólki.
Signhild virkar jú sum eitt
avgreiðslupostboð, har hon fer
inn til fólk at avgreiða ørindini
hjá fólki.
Hetta kann t.d. vera inngjald-
ingar og útgjaldingar. Summi
spæla Gekk ella í V4, meðan
onnur hava fyri neyðini at útfylla
ALS-kortini við regluligum
millumbilum.
Signhild noyðist ikki at fara
inn í hvørt einasta hús at av-
greiða hetta slagið av ørindum.
Skipanin við spjaldrinum, sum
skal heingjast uttanfyri, um fólk
hava tørv á vitjan av postboð-
num, er eisini galdandi í Kals-
oynni. Sær postboðið spjaldrið,
so fer hon á gátt, um ikki postur
er til fólkini í húsinum.
Hungra eftir tí sosiala
Nógv av tí eldra fólkinum vil
fegin fáa eitt prát í lag við post-
boðið. Men rutan er løgd so-
leiðis, at stundir ikki altíð eru til
tað.
Tey vilja fegin vita, hvussu tað
gongst aðrastaðni í oynni: Um
tey eru liðug at hoyggja í
grannabygdini. Hvør mundi vera
við bátinum í morgun. Hvør fór
av oynni. Og um nógvar rabarbur
eru tiknar upp aðrastaðni.
– Nógv av teimum hungra eftir
tí sosiala. Meg má bara við-
ganga, at eg havi ikki møguleika
til tað. Stundir eru snøgt sagt til
tað, sigur Signhild.
Hon viðgongur tó, at tað ikki
altíð er so lætt at fara frá aftur
hesum hugnaligu fólkunum, sum
dáma so væl at práta.
– Men soleiðis er tað bara,
sigur hon.
Tá Signhild ber út postin, so gongur
hon gjøgnum tær hugnaligu
bygdirnar á Kalsoynni
Mynd: Jens Kr. Vang