Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2005 27 unum, hagar fólk kunnu leggja síni brøv í. Og tá Signhild fer av Trøllanesi til Syðradals hvønn morgun, so tømir hon postkass- arnar á veg suðureftir. Kl. 9:20 fer Sam av Klaksvík við postinum til Kalsoynna, og tá hann leggur at við nýggju ferju- leguna á Syðradali er Signhild á staðnum. Nú gevur hon mannigini um- borð á bátinum postin úr oynni, samstundis sum hon tekur ímóti tí postinum, sum nú skal berast út í húsini í oynni. Bilurin sum posthús Aðrastaðni er vanligt at postboð- ini – um tey eru fleiri – møtast á posthúsinum fyri at skilja postin. Soleiðis er ikki í Kalsoynni. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at har er einki posthús og heldur eingin boðstova til postboðini. Posthúsið í Kalsoynni er postbil- urin. Tá Signhild hevur tikið ímóti postinum fer hon inn í bilin, og byrjar síðani at skilja postin sundur eftir bygdunum. Av tí at hon jú er í Syðradali, so eru tað fólkini í hesi bygdini sum fáa postin fyrst. Síðani gongur leiðin norður- eftir til Húsar og Mikladals, áðrenn hon um middagsleitið er komin til Trøllanesar – og at enda til tey norðastu húsini í bygdini, har hon sjálv býr. Eftir er at nú at gera upp fyri dagin, og tekur tað ein góðan tíma. So tá klokkan er farin nakað av 13, er postdagurin liðugur hjá henni. Men tað kemur tó meiri enn so fyri at fólk koma á gátt fyri at gera smærri ørindi — m.a. at keypa talutíð til fartelefonir! Gammeldags Umframt tann vanliga postin, so sum brøv, bløð og tílíkt, so hevur postboðið í Kalsoynni sera nógv um at vera uppundir jól. Umframt tann vanliga jóla- postin so er skipanin tann, at øll krovini í oynni verða send umvegis Postverkið. Og tað eru ikki smávegis nøgdir av krovum, sum verða send av oynni á hvørjum ári — heilt upp í 400 krov. – Jú, eg havi eyka nógv at gera í november og desember mánaði, tá øll hesi krovini skulu avstað, sigur Signhild. Skipanin er tann, at ein ser- stakur útjaðarastuðul verður veittur til henda flutningin, og tí er tað ókeypis at flyta júst hesi krovini av oynni. Annars so bíleggja folk nógvar vørur aðrastaðni frá. Tey fáa dag og dagliga ymiskar príslistar inn um dyrnar, og hetta hevur áhuga millum fólk. – Her er jú eingin slíkur handil í oynni, so fólk bíleggja nógv úr handlum í Føroyum og Dan- mark. – Mong høvdu helst viljað sagt, at hetta kanska er heldur gammeldags. Men eg haldi, at hetta er so stak hugnaligt – at fólk framvegis bíleggja vørur og fáa tær sendandi aðrastaðni frá, sigur hon. Posturin verður borin út alt árið. Hann spyr ikki eftir, um tað er summar ella vetur. Einferð Signhild var á veg norður eftir við postinum slapp hon ikki út úr tunlinum til Mikladals, tí tað var kavað fyri tunnilsmunnan. Rutan hjá Bygdaleiðum var júst farin norður um, við hjálp frá eini gravimaskinu. Men Signhild var so mikið aftari, at tað var kavað fyri munnan, tá hon kom so langt. Ikki bar til at bakka og ikki bar til at geva boð frá sær, tí hon hevði ikki telefon. Har var so ikki annað at gera enn at sita og bíða, til gravimaskinan kom aftur. Tað gjørdi hon hálvantriðja tíma seinni. – Hvat eg gjørdi? Tja, eg tendraði ljósið inni í bilinum og gav mær bara góða tíð at lesa bløðini hesa løtuna, sigur Signhild róliga. Innikavað í tunlinum Rutan hjá Signhild Joensen sum postboð er langt í kilometrum. Talan er kortini um fýra bygdir, har fólk tilsamans býr í 33 húsum Mynd: Jens Kr. Vang Postur í Kalsoy Í Kalsoynni búgva í dag eini 150 fólk. Her eru fýra bygdir – Trøllanes, Mikladalur, Húsar og Syðradalur – og í hvørji teirra er ein postkassi, sum verður tømdur hvønn morgun. Hvønn dag ber Signhild Joensen postin út í 33 hús, har fólk búgva í. Hon er einasta postboðið í oynni. FAKTA EITT SMÁSKRIV UM UM- MÆLI OG MÆLIR AV SLÍKUM Karl Anton Klein Tónlistamaður ART leiðari Dittaði mær at skriva eitt ummæli av konsert í Gøtu við bólkunum Braquet, The story ends, Dimmi og Sic. Haldi ikki sjálvur, at tað var so galið (ummælið altso). Men tað fellur nøkrum av luttakar- unum fyri bróstið, at eg havi eina aðra meining um, hvat eg haldi vera gott enn tey. Fyrst er at siga, at eitt um- mæli er subjektivt t.e., at ein persónur sigur frá, hvat hann ella hon hevur upplivað Onki objektivt tvætl Eg havi ongantíð pástaðið, at eg eri objektivur, kundi ikki funnið upp á tað. Men eg tori hóast alt at skriva tað í einum miðli, sum flest fólk lesa, sjálvt um onkur heldur tað vera eitt "skræpublað" (citat frá kjak.fo). Hareftir haldi eg tað vera eitt sindur lortutt, at tit halda eitt duldarkjak um meg og mín persón á eini síðu á alnótini, sum eg ikki havi tíð til at frekventera. Annars haldi eg, at orðið skal og eigur at vera frítt, sjálvt um onkur tykkara heldur tað mótsætta. Tað eg havi skrivað um hesar bólkar standi eg fult og fast við. Um onkur ikki er á einum máli við mær er bert natúrligt. Tað hevði verið ólukksáliga keðiligt, um øll skuldu sungið í sama kórinum, og allir sang- irnir skuldu verið í G. Duga tit ikki at síggja, at (fremmanda- orð) divergerandi meiningar skapa dynamikk ? Ella er tað alt ov høgt ? Og Jón G´óði - at siga meg vera anti G´sligan er at taka munnin ov fullan. Um tú hevði lisið tað eg havi skrivað og hugt eftir hvat eg havi skrivað hevði tú eisini sæð, at eg ikki gloymi at minna á, at G eisini er til, og at tað er alla virðing vert sum verður gjørt har. At eg so ikki detti á reyvina av øllum tykkara tiltøkum, tað má eg hóast alt hava loyvi til. Men tá tit uppføra tykkum sum um tit hava uppfunnið tann djúpa tallerkin, so hoppi eg av. Ì nøkur ár havi eg roynt at verið við til at betra um um- støðurnar hjá tónleikarunum. Vit hava fingið úrslit, men enn hava vit ikki spunnið gull. Og tað er neyvan eitt tiltak í Gøtu uttan at ART limir luttaka. Og gera tað við gleði. Tí er tað nokk so keðiligt, at tú, Jón, ert so negativur (tað er nokk inspirerað av mínum vánaliga ummæli) kanska eitt anfall av heystdepressión ? Hvat ger eina góða grein? Er tað hvussu langt er millum Ð ini ella hvussu mangar miðalvarpingar eru ? Nei, eg spyrji bara. Aðrar viðmerkingar kundu verið gjørdar um hetta duldarkjak.fo. Men eg velji at steðga her og biðja tykkum, sum royna at gera tað liviligt fyri tí livandi tónlistini í Føroy- um, um at gloyma smáligheit- irnar og negativitetin. Landið er for lítið til klandur Og so haldi eg, at tað er smá- ligt, at ein, sum verður um- mældur fer út í miðlar at viðmerkja ummæli. Tað eru bert amatørar, ið gera slíkt. Kritikkur er góður, sjálvt um hann ikki gongur akkurát eftir tínum høvdi. Minnast skal eisini til, at tað var uppleggið frá pallinum, sum var inspiratión til hatta "vánaliga ummælið". Ps. Nú var tað ikki bara Jón, sum skrivaði. Ikki er vert at taka støðu til summi av hinum innsløgunum. M.a. skilji eg ikki, hví citat um stórsinni verða brúkt, tá tað einasta, ið kemur fram, er snævurskygni. So leingi fjøllini standa »og rokken den går«