leygardagur 1. oktober 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 187 - 1. oktober 2005
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Pengar, fyrstur,
smartast.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú
oftast?
Tað er helst HA?
Hoyri so ikki so væl,
tað er allarhelst av
øllum tí harða
tónleikinum, sum
larmar rundanum
meg dag og dagliga.
Og sjálvandi eri eg
for tjekkaðuir, ella
rættari sagt, býttur
at brúka
oyraproppar.
Hvørjum hyggur tú
at hjá hinum
kyninum?
Alt, kvinnan er jú
tann størsti
dýrgripur og
flottasta listaverk,
vit eiga.
Hvussu langa tíð
nýtir tú at gera teg
kláran um morgunin?
Úr einum korteri og
uppeftir, alt eftir
hvat eg skal.
Hvat stressar teg?
Alt tað, sum eg ikki
geri, og innast inni
veit, at eingin ger
fyri meg.
Hvat gleðir teg?
Sonurin, og at
starvsfólk gera
uppgávur uttan at
verða biðin um tað.
Nær feldi tú seinast
eitt tár?
Tá tann fittasti og
vandaligasti persón-
urin, eg havi kent,
fór til gravar fyrr í
ár, fastir mín, Marita
Weihe.
Nær smakkaði tú tær
seinast á?
Fríggjakvøldið og
annars alt for ofta
(tað er ein arbeiðs-
skaði).
Hvat var seinasta
ynskið, sum tú fekst
uppfylt?
Tað veit Gud, eg veit
ikki, tað er bara
tekin um, at eg havi
tað nógv for gott.
Hvørji ráð hevur tú
til fólk, sum ætla
sær at lata upp eitt
dansistað?
Tað fari eg at halda
fyri meg sjálvanJ
Hvar arbeiðir tú?
Í dag nýtist einum
ikki at hava eina
skrivstovu. Eg
arbeiði meir ella
minni altíð, bara eg
havi mína fartele-
fon, og ongantíð
betur um eg havi
eina farteldu við
tráðleysum inter-
netið eisini, tó
eingin treyt.
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Fartelefonin, hon er
meir ella minni sum
konufólkini, kann
illa liva við teimun,
men slett ikki uttan.
Hvat hevur tú í
lummunum beint nú?
Fartelefonina.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Ver í góðum lag,
sjálvt tá tú ikki
hevur hug. Tí tað
gagnar tær sjálvum
best, og tað besta
við tí er, at tað
kostar einki.
Hvør er stuttligast í
Føroyum og hví?
Eg kenni so nógv
stuttlig fólk, at eg
fái ikki valt nakran
ávísan burturúr. Tey
eru stuttlig, tí eg
havi tað gott saman
við teimum.
Hvør er keðiligast í
Føroyum og hví?
Lat meg ikki vera so
keðiligan at nevna
hann her, men hann
keðir meg.
Hvussu ofta speglar
tú tær?
Uttan iva nógv for
ofta.
Hvussu ofta ert tú
hjá frisør?
3 ferðir um vikuna.
Hvør er tín løgnasta
uppliving sum fyri-
skipari ella
dansitaðseigari?
Eri ikki stoltur av tí,
men tað var á
Tvøroyri í 1999. Vit
høvdu fingið ensku
útgávuna at
Chippendales,
Dreamboys til
Føroya, havi ikki
sæð so vill konufólk
nakrantíð fyrr. Ja,
tann elsti áskoðarin
mundi vera ein 70
ára gomul omma.
Gott at tað ikki var
omma mín. Men tann
løtan var stuttlig.
Havgrímur Johannessen • sjálvsstøðugur
aldur - er bara eitt tal.... men eg eri 27 ár