leygardagur 1. oktober 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2005
29
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Ein savnan av tónleikanæming-
um í allari Suðuroynni hevur
fingið heitið Suðuroy Concert
Band. Hesin bólkur vitjaði í døg-
unum 8. til 12. februar í Ler-
wick í Hetlandi.
Eftir 12 tímar við Norrønu,
náddu øll 74 í ferðalagnum til
Lerwick í Hetlandi. Ein stásilig-
ur og sera reinur býur í mið-
aldarstíli.
Fyrst tók nýkomna ferðalagið
tað stillisliga. Foreldrini, ið vóru
við, gjørdu eina góða máltíð á
sera góða vallaraheiminum.
Ein kann gerast bilsin av at
síggja, hvussu nógv ferðafólk
vitja í Hetlandi og hugsanin
kemur til ein, um ikki hetta eis-
ini ber til í Føroyum í sama mun.
Konsert
Leygardag var konsert saman við
ungdóms bigbandinum í
Lerwick. Eitt vælspælandi band
og teirra sangarinna var ein
nýggj Norah Jones, ið sang sum
ein dreymur. Konsertbólkurin úr
Suðuroynni varð væl móttikin og
spældi uppá tað besta higartil.
Og Brandur Enni var odda við
óføru rødd síni.
Sunnudag spældi bólkurin úr
Suðuroynni innan guðstænastu í
St. Columbia Church og á
skránni var eitt stykki úr
oratorium eftir Handel, Judas
Maccabæus, saman við urguni í
kirkjuni.
Mentamálaráðharrin
fegnaðist
Sjálv guðstænastan var nakað av
eini uppliving fyri vitjandi
føroyingarnar. Ein óvanliga fríur
og óstrongdur háttur, við m.a.
einum orðaskifti millum føroysk
og hetlendsk børn, hvør á sínum
máli. Løtan gjørdist eitt njótilsi,
eisini hjá teimum, ið ikki høvdu
væntað sær hetta.
Aftaná hittu føroyingarnir
mentamálaráðharran í Hetlandi
og hann fegnaðist um og var stak
áhugaður í hesum mentanar-
samskiftinum millum londini
bæði.
Sameind tónleikaoyggj
Føroyska ferðalagið hevur minn-
ini eftir frá einum túri, ið riggaði
væl, og har vitjað varð hjá frynt-
ligum og blíðum vertsfólkum
Ferðina løgdu foreldrabólkurin
og forkvinnan har, Eileen
Michelsen, og tónleikalærarin
Ulf Nordlund tilrættis.
Eftirmetingin er, at tónleika-
bólkurin Suðuroy Concert Band,
ið telur 45 leikarar, er bólkurin,
ið kann umboða eina savnaða
Suðuroyggj.
Næsta uppgáva hjá bólkinum
verður væntandi, tá nýggi Smyril
kemur til Føroya.
Mentanarsamskifti millum
Føroyar og Hetland
Í døgunum 8. til 12. september vitjaðu tónleikanæmingar úr Suðuroynni í Het-
landi, har teir vitjaðu ungar tónleikanæmingar. Ferðin eydnaðist væl og møguliga
spyrst meira burtur úr mentanarsamstarvinum. Her er ein ferðafrásøgn og inn
eru flættaðar nakrar hugsanir hjá onkrum av teimum, ið vóru við
Myndir: Pauli Poulsen