leygardagur 1. oktober 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 187 - 1. oktober 2005
EDVARD MUNCH
Frits Johannesen
Tað er nógv skrivað um henda
málningin, og hann hevur eisini
givið íblástur til listina. Tað er
røringur kring í Evropa um hetta
mundi í skaldskapi, tónleiki og
listini. Tað er eins og heimurin
hevur ligið í dvalað í milliónir av
árum, men vaknar í einum
skríggi. Nú skal lívið - menn-
iskja - latast í ein nýggjan ham.
Tað skal loysast úr sínum
borgarliga fangilsi.Tað skal latast
úr og vera frítt og frælst. Edv.
Munch skrivar í 1926 til tann
unga Broby-Johansen: " Tað er
rætt, at hugskot míni búnaðust í
Bohêmtíðini ella undir Hans
Jægersa hond... " Edv. Munch
hevur sjálvur skrivað í dagbók
sína: " Livsfrisen er gitin í sam-
røðum og hugtøkum frá Bohêm-
tíðini - og gongutúrum í teimum
ljósu náttunum."
Bohêmrørslan
Henda rørsla tók seg upp í
Kristiania í 1880-unum. Hon
kom at hava stóran týdning fyri
Munch, og hann hevði stóra
virðing fyri leiðara tess, Hans
Jæger (1854-1910), sum skrivaði
eina skaldsøgu, um Kristiania
Bohêmarnar(1885). Hald var lagt
á hesa skaldsøgu og Hans Jæger
var dømdur tveir mánaðir í
fongsul. Hetta verk var um lívið
ímillum hesar bohêmar og sæð
við tátíðar eygum, varð hon søgd
at vera "rå pornografisk roman."
Edv. Munch hevur gjørt ein
sera góðan málning av Hans
Jæger (1889) beint eftir, at hann
er komin úr fangatippinum. Vit
vita, at Munch sat saman við
Hans Jæger á Grand kvøldið
fyri, tá ið hann fyri aðru ferð fór
í fongsul. Hans Jæger fekk loyvi
til at hava eina mynd, sum
Munch hevði málað við í fanga-
tippið. Henda mynd er ikki til
longur, men roknað verður við,
at hon hevur verið millum
Madonnu og Dagin eftir.
Ein tann fyrsta litografiska
andlitsmyndin, sum Munch
gjørdi, var av Hans Jæger og eitt
tað síðsta listaverkið, sum
Munch læt úr hondum fyri
deyða sín, (1943-44) var ein
litografisk mynd av ungdómsvini
sínum, Hans Jæger.
Christian Krogh
(1852-1925)
Kendi Skagenmálarin Cristian
Krogh var eisini limur í hesum
felagsskapi. Hann var cand jur.
og av góðari borgarligari ætt.
Árið eftir at Hans Jæger hevði
fingið sína roman kolldømda,
skrivaði C. Krogh søguna um
Albertine. Krogh fór við hesi
roman í hernað ímóti tí borgar-
liga góðtikna skøkjulevnaðinum.
Tað var sagt, at tað var neyðugt
at hava henda skøkjulevnað fyri
at verja tær borgarligu døturnar,
hvørs moydómur ikki skuldi
dálkast av monnum(dreingjum)
frá teimum lægru samfelags-
løgunum. C. Krogh fekk eina bót
fyri sína skriving. Hann gavst
ikki so, men málaði tríggjar
myndir av Albertine, og kendasta
av teimum er Albertine í bíði-
rúminum hjá politilæknanum.
Hon byggir á ein kapittul í skald-
søguni. Krogh var ein góður
stuðul fyri henda felagsskap og
stjórnaði blaðútgávuni hjá
Kristiania Bohêmunum, sum æt
"Impressionisturin." Munch
hevði stóra virðing bæði fyri
Hans Jæger og Cristian Krogh
Hans Jæger var eitt heiðurligt
skald, men var anarkistur. Hann
skrivaði ritgerð um heimsspek-
ingin Imanuell Kant (1724-
1804), men endaði sína skalda-
ligu gongd við at skriva
"Anarkiets Bibel".Hesin listaligi
hópur av skaldum og myndlista-
fólkum forkastaðu alla borgar-
liga hugsan og meiningar og alt
tað, sum var heilagt bæði á
himni og á jørð.
Edv. Munch og bohêmlívið
Mong av teimum, sum livdu í
hesum umhvørvi gingu til grund-
ar av rúsdrekka, syfilis, sjálv-
morði og ótálmaðum sambandi
við kvinnur. Hesi listafólk bard-
ust fyri at skapa betri menn-
iskjanslig kor manna millum, og
vildu hava størri listaligt og
persónligt frælsi.
Hugsan og tankar um lívið við
dygdum og avbjóðingum komu
til Kristiania frá Paris. Ung
listafólk fóru til München og
endaðu í Paris og komu heim
aftur við nýhugsanini um skald-
skap og list. Kristiania var ein
lítil býur. Í 1885 búðu ikki meira
enn 135.000 fólk í hesum staði.
Munch kallaði Kristiania fyri - "
hesin sibiriski býurin", sum gav
allari nýhugsan kaldliga mót-
tøku. Hetta livdi bert í vað-
gotum, t. d. í Paris, men í Noregi
galt tað lív ella deyð í snerpnum,
bygdasligum, borgarligum
trongskygni. Hetta setti spor í tað
politiska og sosiala lívið, men
fremst av øllum kom ein birting
í tað mentanarliga lívið hjá
nøkrum heilt fáum menniskjum.
Sum eitt óløgi komu tær
nýggju hugsanitrnar til Noregs.
Málarnir rímdu frá München til
Paris og komu heimaftur fyltir
við tonkum og hugsanum um
impressionismu og anarkismu.
Tað vóru hesi, sum myndaðu
bólkin, ið róptu seg fyri Bohêm-
rørslan.
Munch fann seg ikki til rættis í
hesum mannahópi, ið helt seg til
teir rivnu brunnarnar. Hann sá,
hvussu lívið fjarðaði út í sálar-
ligum sjótámi, sum oyddi teirra
grøna vøkstur. Mannalagnur
fórust sum strok í skrígginum hjá
Munch.
Fyrsta boð teirra ljóðaði:" Tú
skalt skriva títt lív", tað níggj-
unda og síðsta boðið ljóðaði." Tú
skalt taka títt egna lív."
Tað listaliga frælsið tók Edv.
Munch til sín, og sálarligt frælsi
gekk honum nær, og eru skygg-
ingar av hesum tátti at síggja í
list hansara. Munch var gløggur
og góður eygleiðari. Tá ið
kjakið gekk upp á tað besta um
ymisk listalig evni, kundi hann
koma við síni útsøgn og vera
bæði speiskur og hittinorðaður.
Men hansara fedranna upphav
stóð altíð hansara hjarta næst.
Hann kendi seg altíð tætt knýttan
til familjuna og vildi ikki bróta
við heimið og fylgdi ikki øðrum
boði, sum ljóðaði: " Tú skalt
kubba tíni bond við familjurøtur
tínar." Munch hevði eina ávísa
andstygd fyri hesum rótleysa
lívi. Men hetta litríka umhvørvið
gav honum íblástur til málninga-
listina. Sum sagt, var hann ein
góður eygleiðari og ynskti hann
at lýsa í list síni tað modernaða
sálarlívið, sum jú eisini eydnað-
ist honum
Kvøld á Carl Johan
Munch stillaði út í Berlin 1902
myndirnar Reyðskýggj, Gøta
(eisini kallað Kvøld á Carl
Johan), Heyst, Síðsti tímin og
Ræðsluskríggj undir heitinum:
"Ræðsla fyri lívinum."
Munch stillaði út í Leipzig
1903 millum annað myndirnar
Reytt vín, Skríggj og Ræðsla, og
Kvøld á Carl Johan frá 1892. er
dyggasta og besta myndin, sum
hongur í Rasmus Meyers saml-
ingini í Bergen. Munch hevði
málað Várdagur á Carl Johan
tvey ár frammanundan. Hendan
myndin er impressionistisk, men
tann fra 1892 var ein ekspressiv,
symbolsk mynd. Ein mynd um
einsemi, ræðslu og tað at verða
fremmandur í sínum egna um-
hvørvi.
Sum íblástur frá Kristiania-
bohêminum letur Munch tað
borgarliga samfelagið koma
gangandi oman eftir Carl Johan.
Menninir undir bovlarahattum
og kvinnurnar undir fínum og
snøggum hattum. Hóast andlitini
eru opinskárað og eyguni víð-
opin, so eru tey avmáld og aftur-
Edvard Munch: Bohêmrørs
At skríggja er at skera
í hart og hvølt róp.
Edvard Munch málaði
ofta málningar, sum
vóru merktir av
angist, trega og
ræðslu. Skríggið er ein
av hesum málningum.
Hetta er málningur,
sum er víðagitin og
óivað kendasti máln-
ingur hjá Edvard
Munch. Hann hoyrir
til tann partin av
málningum hjá
Edvard Munch, sum
kallast fyri:
Kjærlighedsrækken.
Myndin bar eisini
heitið Vónloysi, men
fekk so navnið
Skríggið