Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2005 31 latin. Út úr hesum eygnabráðum stendur tann borgarliga sið- bundna skrúðgongan, sum í tvingsli og óskrivaðum reglum eru fangar í kúgaðari, undir- komnari, borgarligari, fastlæstari og moralskari uppfatan. Hetta eru tey, sum sita ovast uppi á rókini og verja um siðvenju, lóg og rætt, men eru fallkomin í síni trongu lívssjón, tí tey kunnu loyva sær alt, uttan nakar lyftir hond frá síðu og peikar á teirra følsku dygdir. Ovast uppi í myndini er Stór- tingið, sum við sínum gulu og hvítum vindeygum - gulu og hvítum eygum, eygleiðir henda borgarliga hóp. Her inni verða lógirnar smíðaðar av teimum somu borgarligu samfelagsum- boðunum. Fólkini á Carl Johan eru teirra longdi armur. Hetta er herurin, sum er ímyndin av tí borgarliga andanum, kálkaðar gravir - tapetsálir, sum blikna á teimum víðopnu eygunum eina kvøldarstund á Carl Johan gøtuni. Ein maður fer einsamallur gangandi fram við hópinum. Tað er ikki ringt at vita hvør hesin er, sum gongur ímóti streyminum. Edvard Munch hevur skrivað í dagbók sína: "Øll fólkini, sum gingu framvið, sóu so ókunnug og rár út, og hann helt, at tey eygleiddu hann - stardu at honum - øll hesi andlitini - eygnabragdini í kvøldarljósinum - fekk ikki samlað tankarnar - hann hevði bara tómleika í høvdinum - so royndi han at festa eyguni við eitt vindeyga ovast uppi - men so fór ræðslan um hann av teimum, ið gingu framvið - Alt likamið skalv av bangilsi, og hann lak í sveitta." Málningurin Kvøld á Carl Johan boðar frá ræðslu og einsemi í eini mannamúgvu. Hugsi, flest fólk kenna hetta á kroppi sínum, og kanska duga vit so væl at fara við hesum, at eingin bítur merkju í, at vit hava kanska hetta í kjøtinum borið - kvørskvisni, tora illa at koma manna millum og hava ikki mót til at fara niðan um garðarnar av hæddarræðslu, og vit síggja okkum sjálvi í Carl Johan gøt- uni.... Áarvegnum... "Stroy- num"... ella bara á Toftagøtuni í Fuglafirði, gyrd í brókum av ræðslu. Vit eru kanska ongantíð so einlig sum júst nú. Tora vit illa at fara til gongu, nei, nú er tað bilurin, ið vit goyma okkum í - eru sum fangar í hesum flutn- ingsfari, sum fer sum dreki eftir vegnum við einsemi á setrunum og einum kjøtklumpi við rættið, sum er meira starandi enn fólkini á Karl Johan. Fara heim til húsa at stara á sjónvarpsskíggjan í totalum einsemi. Hetta er eitt ramaskríggj, eitt harmaljóð, eitt róp frá tí nýmótans menniskj- anum, sum Munch hevur sett í bás millum fýra karmar á einum málningi, sum hann rópar fyri Skríggj. Skríggið Er málningurin á Carl Johan gøtuni um tað einliga menniskj- að í eini mannamúgvu, í einum býi ella bygd, so hugsi eg, at Edvard Munch hevur sett tvær strikur undir Skríggið, sum er eitt fullkomið skap av hansara hugsan um tað einsemið, sum fólk kunnu koma í, og sum hann sjálvur gekk í ígjøgnum eitt heilt lív. Myndin hevur so stórt hug- flog yvir sær, at tað er bládýpi í hesari klettamynd í einum sálardýpi, har vit sjáldan grynna, men er bert eitt tám av okkara fjøllbroytta kvørkvisni í ringjandi strokum í løgum og einum deydningahøvdi, sum hvølt rópar, skríggjar í einum stumm- um rópi, sum fer um allan tann undirkomna heimin. Henda myndin er frá 1893 og hongur í tjóðarskálanum í Oslo, og hevur Munch gjørt oman fyri fimmti myndir av hesum motivi. Motivið er frá Nordstrand, við Kristiania (Oslo) og Holmen- kollen ásinum í baksýni. Eitt petti av brúgvararminum er til skjals enn tann dag í dag.Hann sigur sjálvur um íblásturin til hesa mynd, har hann liggur sjúkur í Nice í 1892, at hann gongur á eini brúgv saman við nøkrum vinfólkum. Tey fara undan honum. "Tá kom ein slík ræðsla á meg. Himmalin bleiv blóðreyður, legði meg aftur at eini gyrðing deyðmøddur og sálarliga undirkomin av ræðslu - sá tey brandandi skýggini eins og blóð og svør - tann blásvarta býin - vinir mínar sá eg fara undan mær - eg stóð har undir- komin í ræðslu - og tað var, sum fór eitt skríggj í natúrini um meg - so hvølt og andskræmiligt ígjøgnum møn og merg og gjørdi meg ræðsluslignan." Hetta hevur hann skrivað í dagbók sína. Møguliga er ein mumia úr Peru á Museum Musée de L´Homme í Paris eisini vorðin íblástur til myndina. Tann støða, sum hendurnar á myndini hjá Edv. Munch hava, líkist ómeta- liga nógv tí støðu, sum hend- urnar á hesi mumiu hava - somu- leiðis tey tómu eyguni. Hetta heldur amerikanski listafrøð- ingurin Robert Rosenblum, sum hevur víst á hesa mumiu á Muséé de L´Homme í Paris. Munch las nógv skaldaverkini hjá Feodor M. Dostojewski, og hugsandi er eisini, at hann hevur lisið um Søren Kirkegaard, sum hann skaldsliga er í ætt við: " Sál mín er so tung, at eingin hugsan kann bera henni uppi longur, einki veingjabreiði kann lyfta hana til skýggja, og fer hon um gólvið, fer hon stetlandi av stað eins og fuglur yvir berligan hógv í toruslátti. Í mínum sálardýpi er ein inniløst kensla sperd í ræðslu, sum boðar frá einum jarðskjálvta." Her eru skaldakend ættarbond, sum kanska Munch hevur tikið til sín. Eingi ivi er um, at hann í sínari sálarsjúku finnur síni egnu hugskot til málningarnar. Pensilin er amboðið hjá honum at mála seg burtur úr einseminum og besti heilivágur at loysa seg úr hesum fjøtrandi leinkjum, sum vilja binda hann niður í tað skríggj- andi einsemið. Sjálv myndin er tøkniliga ikki ein tann besta. Málingaløgini í málninginum eru sum vánaligar hyppiveltur, men tað er júst hetta, sum ger málningin til eitt fullkomið skríggj. Tað hevði verið løgið í míni verð, at flatur- nar høvdu verið eins og hjá t. d. Rembrandt, tá hevði málningurin ikki latið seg úr í einum ralandi skríggi, men tá hevði annað sjótám verið yvir hesum verki. Skríggið hevði ikki verið so rámandi, hevði ikki havt so hvølt ljóð, um so var. Endi Hetta motivið hevur Edv. Munch brúkt í meira enn fimmti verk- um, sum hann hevur latið úr hondum. Nálprent, linoliums- prent, steinprent og tveir, tríggjar málningar. Hetta er ikki hissini. Skríggið er eisini markið millum alt ella einki. Motivið er sett upp sum ein partur av eini spegils- mynd, har høgri kantur sæð frá myndini er ein spegilsásur. Alt, sum er í myndini, er eitt aftur- skin, eitt endurskin av tí, sum ikki er, men er hóast alt. Munch hevur málað tað, sum ikki er. Tað er torført at mála eitt skríggj. Tú sært ikki eitt skríggj, men tú hoyrir tað. Tú sært ikki sálina og minni sálardýpið, tí er henda myndin og Carl Johan eisini marknarsteinar til tað abstraktu listina. Tað kundu verið smá strok afturat, sum kundu gjørt hesar myndir til abstrakar mynd- ir. Evnið er ikki ikki ítøkiligt, og í øllum tí tóma rúminum, sum er hinumegin spegilsásin, liggur kenslan, medvitið, sálin, andin, allur vevnaður í arvi, kyknum og ílegum, sum mynda sálarlívið hjá tær og mær. Sjálvt tann fríska sálin eigur sítt pláss hinumegin, ella hvør hevur eitt fullkomið sálarlív, ella hevur eina full- komna, fríska sál? Vit kunnu síggja á atferðina hjá fólki, at tey eru sálarliga sjúk t. d. ofta taka tey hendurnar upp við vangan og soleiðis flíggja frá løtuni, sum er, ella verja seg ímóti onkrum, sum tey uppfata sum ágang móti sær, men sum kanska ikki er soleiðis (mumian). Soleiðis ger hesin hamur á brúnni í Skrígginum hjá Edvard Munch. Lat hann standa har og gev honum frið. Hann er okkara endurskin í tónleiki, skaldskapi, list, samfelagsliga og endurspeglar títt og mítt sálarlív. Keldur: Mennesket og kunstneren Edvard munch.- Ragnar Stange. Nærbillede av et geni Rolf Stenersen. Edvard Munch - Ulrich Bischoff. Den Munch jeg møtte- Inger Alver Gløersen. Louisiana Revy - Edv. Munch på Louisiana 1975. slan, Carl Johan og Skríggið