Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 187 - 1. oktober 2005 Seinasta árini hevur nógv kjak verið um valskipan okkara. Ofta hevur verið ført fram, at býtislykilin ger, at valið ikki er rættvíst, tí umboðanin ikki sam- svarar við undirtøku í fólkinum og at atkvøð- urnar viga nógv meira í t.d Sandoyðar Val- dømi enn í Suður- streymi VALSKIPAN Bogi Eliasen Kári P. Højgaard, sum hesa set- una er Sjálvstýrisflokkurin á Løgtingi, hevur lagt fram eitt uppskot, sum minkar valdømini frá 7 til 5, við at leggja Sandoyar valdømi uppí Suðuroyar valdømi og Vága valdømi uppí Norður- streym. Harafturat verður hægst loyvda tingamannatal broytt til 33 og lægsta frá 27 til 28 og umdømisvaldu verða hækkaðir við einum í miðstaðarøkinum og Eysturoynni og lækkað við einum í Suðuroy. Í samband við uppskotið verður víst á, at eitt valdømi altíð hevði tryggjað eitt rættvíst úrslit, men at politiskur vilji neyvan er fyri at broyta Føroyar til eitt valdømi. Frá hesi útsøgn kann eisini lesast, at aðal- málið hjá Sjálvstýrisflokkinum við hesi broyting, er at fáa størri samanhang millum atkvøður og tingsessir. Uppskotið vísir á, at føroying- ar ynskja at hava økisumboðan, floksumboðan og beinleiðis val- evnisumboðan. Skulu hesi ynskir gangast á møti, er neyðugt at hava okkurt slag av økisumboð- an, sum t.d. valdømir, skipan við flokkum og at valevni verða beinleiðis vald. Uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum er ikki ein kollveltandi broyting av verandi vallóg og skipan, men heldur ein tillaging og kanska betring, fyri at fáa eitt rættvísari úrslit, skilt sum floksumboðan í mun til atkvøðutal. Hetta gerst eisini við at broyta skipanina soleiðis at farið verður frá tí sonevnda D’Hondska útrokningarhættinum til St. Laguë. Hetta merkir at tá farið er gjøgnum listan, verður talið í dag býtt við 1,2,3, meðan tað í St. Laguë verdur býtt við 1,3,5 tá annað triðja og kanska fjórða umboð á flokslistanum í einum valdømi skulu finnast. Tilsamans eiga broytingarnar at viðføra betri samanhang millum atkvøður og umboð. Harumframt hjálpir St. Laguë smáum flokk- um, tí samlaða atkvøðutalið verður býtt við fyrst 1, 3 og so 5 ístaðin fyri 1, 2 og so 3 o.s.fr.. Uppskotið er sostatt ikki ein uppgerð við verandi valskipan, og leggur ikki upp til at vit skulu hava eina skipan við Føroyum sum einum valdømi. Undirritaði hevur skrivað fleiri greinar um valskipan, og møgu- leikarnir eru nógvir. Fyrst og fremst er umráðandi at hava í huga, at ein valskipan er eitt am- boð at innrætta politisku skip- anina við og ikki eitt endamál í sjálvum sær. Tí er tað grund- leggjandi, at í arbeiðinum at broyta eina valskipan, er val- skipanin amboðið til at røkka málinum sum semja er um. Valdømir? Okkara valskipan hevur uppbýti í valdømir, soleiðis at trygd fæst fyri at umboð úr øllum økjunum eru umboðaði á Tingi. Ágóðin við hesum er, at øll økir kunnu verða vís í at hava umboðan. Vansin er at bert ber til at atkvøða fyri valevnum í sínum egna valdømi, og at politikarar- nir mugu hugsa lokalpolitiskt fyri at verða afturvaldir. Tí er tað t.d. torført hjá einum politikara, sum vil arbeiða fyri útjaðaran- um, at leggja seg ov nógv eftir hesum, tí hann hevur einans útjaðaraatkvøðurnar í sínum val- dømi og ikki útjaðaraatkvøður- nar í øllum Føroyum. Undir- støðikervið í Føroyum er vorðið so mikið gott, at spurnaðartekin má setast við um tørvurin á valdømum er eins stórur og fyrr, tí valdømini kunnu eisini hava tann vansan, at lokalpolitikkur kemur fram um landspolitik. Hinvegin er ilt at siga hvussu stóra ávirkan tað fekk, um vit minka um valdømini og kanska bert hava tað eina, tí flestu atkvøðurnar koma úr býnum ella bygdini, haðani valevnini búgva ella eru. Tað slepst heldur ikki undan at nevna, at í Grønlandi hevur broytingin ført við sær, at flestu tingfólk nú búgva í Nuuk. Kvinnur Hesa setuna komu óvanliga fáar kvinnur á Ting. Nógv hevur verið tosað um, hvussu fleiri kvinnur kunnu gerast virknir politikarar. Tosað hevur verið um at hava kvotur, so t.d. 1/3 skal verða kvinnur, at hvør flokkur skal hava eitt ávíst lutfall av kvinnum á vallistanum, og ymsar ætlanir fyri at menna kvinnur til at verð við í politiska arbeiðnum. Núverðandi valskipanin, saman við tí mentan vit hava, ger at kvinnur hava ov ringt við at koma uppí part. Valdømini gera, at tað ikki kann roknast við at fáa meira ein eitt valevni pr. flokk í hvørjum valdømi á Ting, burtursæð frá Suðurstreymoyar valdømi. Tá menn oftari enn kvinnur standa fremst í flokkin- um, hendir tað lætt, sum hendi hesa ferð, at alt ov fáar kvinnur koma inn. Her er talan um eitt mentannarligt fyribrygdi, at menn í politikki standa framman fyri kvinnurnar (les tørvandi javnstøða), sum kemur serliga væl til sjóndar sum ein vansi í valskipan okkara. Nógvir hættir eru at royna at loysa henda trupuleika. Eitt valdømi er ein. Størri valdømir ein annar. Tvær av kvinnunum blivu valdar inn í størsta valdøminum. Hægri tinggátt er eisini ein máti, tí tað hevur við sær helst færri flokkar og soleiðis sannlíkindi fyri, at fleiri valevnir úr sama flokki í sama valdømi verða vald á ting. Hetta átti at givið kvinnum størri møguleika, tí tær oftast ikki standa á odda í flokkinum í val- døminum. Hægri tinggátt Júst hægri tinggáttin hevur verið afturvendandi fyribrygdi í kjak- inum um valskipan, og ein hægri tinggátt merkir eisini at tað gerst sera trupult hjá smærru flokkun- um at koma fram at, og ein av orsøkunum til at Sjálvstýris- flokkurin kemur við einum upp- skoti, har tinggáttin ikki verður broytt. Ein tinggát uppá t.d. 5% hevði havt við sær, at Sjálvstýris- flokkurin ikki var í Løgtinginum í dag. Sjálvstýrisflokkurin fekk 4,6% og Miðflokkurin 5,2%. Um tinggáttin var hæggri enn 5% kom Miðflokkurin heldur ikki inn.. Ein hægri tinggátt og harvið ongar heilt smáar flokkar, merkir samstundis at størri flokkarnir antin mugu gerast rúmari, so sjónarmiðini hjá hesum koma upp í part, ella at hesir veljarar ikki fara at kenna seg hava nakra umboðan í politikki. Sostatt eru nógvir møguleikar at skapa eina skipan, men avgerðast má hvat vit ynskja. Raðfesta vit betri kvinnuumboðan, økisumboðan ella at hava smáar flokkar hægst? Er tað mest umráðandi at hava matematisk rættvísi, soleiðis at umboðan samsvarar atkvøðum, ella er økisumboðan og yvirum- boðan av útjaðara mest umráð- andi. Skulu vit hava fleiri val- dømir fyri ikki at miðsavna politikkin ov nógv, ella eitt valdømi fyri at fáa landspolitik, har lokalpolikkur ikki er vardur av valdømum? Skulu vit hava opnar ella afturlatnar vallistar? Nógvir eru spurningarnir og møguleikarnir. Betring, ikki broyting Uppskotið frá Kári P. Højgaard er ein tillaging og betring av verandi valskipan, soleiðis at býtið av tingmonnum gerst Løgtingsval og Sjá – bøtir um ver Kári hevur lagt fram uppskot um rættvísari tingmannabýti. Innlendismálaráðharrin skal eisini koma við sínum uppskoti.