leygardagur 1. oktober 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2005
33
rættvísari í mun til atkvøðutal.
Uppskotið ger tó tað, at talan í
veruleikanum er um at taka av
tvey valdømir, sum verða koyrd
upp í onnur. Hetta fær uttan iva
harða mótstøðu í hesum økjum,
men her hevur Sjálvstýrisflokk-
urin heldur ikki nógv at missa.
Seinastu valini hevur flokkurin
verið langt frá at fáa umboðan í
hesum valdømum, og heldur ikki
er hann sterkur í valdømunum
hesi skulu leggjast saman við
sambart uppskotinum. Hinvegin
so er talan um at leggja tvey tey
minstu valdømini saman við
granna valdømunum, sum av
tilvild eisini eru ávíkavist trið-
og fjórðminstu. Vága og Sand-
oyar valdømi eru yvirumboðaði
og hava tí sína rødd at mótmæla
hesum broytingum.
Rættvísari býti
Samanum tikið er endamálið við
hesum uppskoti, at gera býtið av
løgtingslimum rættvísari í mun
til atkvøðutal, soleiðis er talan
um eina betring av verandi skip-
an. Tað sum kann elva til mót-
støðu er helst, at valdømini skulu
broytast. Uppskotið er eisini
komið, tí enn er einki komið frá
Landsstýrinum, hóast at arbeið-
ast skal við hesum málið. Sjálv-
stýrisflokkurin megnar tí á henda
hátt at fáa málið upp politiskt.
Og tað er ein frøi at síggja, at
flokkur, enntá bert við einum
løgtingslimi og sum ikki er við í
Landsstýrinum, megnar at finna
orkuna til at koma við einum
uppskoti um vallóg og/ella
skipan.
Kommunur og valdømir
Tað hevði verið ynskiligt um ein
broyting av valdømum og møgu-
liga skipan, eisini tók atlit til
aðrar broytingar. T.d er talið av
kommunum minkað munandi og
skal kanska skerjast við 2/3
afturat, m.a. fyri at kommunur-
nar kunnu átaka sær meira lokal-
politik. Í Sundalagnum fevnir
nýggja kommunan tvørtur um
valdømir. Tí kann spurningur
eisini setast við, um at tað er eitt
náttúrligt býti í valdømir har.
Ynski at hava valdømir, er eitt
ynski um at tryggja at allir partar
av landinum eru umboðir og tí
kundi ein hugsað sær, at eindir
sum av egnum vilja hava funnið
saman í samstarv, eisini ynsktu
sær at verða saman í valdømi.
Tað er sjálvandi truplari at fara í
holt við at broyta valdømir, men
ikki ein ómøgulig uppgáva.
Samanseta loysnir
Sjálvstýrisflokkurin nevnir, at
eitt valdømi er ein loysn, men at
tað neyvan er politiskur vilji fyri,
og tí verður ikki arbeitt meira við
tí. Tað er skilligt at løgtingsmað-
urin hevur tað áskoðan. Men tað
ber til at arbeiða við millum-
loysnum, t.d at samantvinna tað.
Ein møguleiki er at varveita
núverðandi sjey valdømini, men
at bert eitt umboð skal veljast úr
hvørjum valdømi og hini løg-
tingsumboðini verða vald í ein-
um landsvaldømi. Møguleikarnir
eru nógvir, tá talan er um val-
skipanir, men mest umráðandi er
at vísa á hvørja politiska skipan
vit ynskja, og síðan finna fram
til tað valskipan sum nøktar tí
tørvi. Í hesi tilgongd fara flokk-
arnir altíð at royna at tala fyri
broytinguum sum væntast kann
tæna teirra flokki, soleiðis er tað
ikki bert í Føroyum, men kring
allan heim.
álvstýrisflokkurin
randi valskipan
Vilja hesir leggjast saman við ávíkavist Norðurstreym og Suðuroynna?
Phofspqlsrcˆih,?ˆhe^ia^of
Vegna P/F Farex, Tórshavn, søkja vit eftir einum bókhal-
dara at byrja skjótast gjørligt. Fyribils er arbei¦i í umlei¦
eitt ár fram.
Starvi¦
Starvi¦ umfatar m.a. hesi øki:
-
at hava alt vanligt bókhaldsarbei¦i um hendi
-
at hava ábyrgdina av at bókhaldi¦ altí¦ er ajour
-
at gera kvartalsligar MVG-uppger¦ir
-
at hava dagliga røkt og avstemming av debitorum
og kreditorum
-
at hava dagliga røkt og avstemming av peninga
stovni felagsins
-
avskipingar
-
vanligt skrivstovuarbei¦i annars, herundir
telefonavgrei¦slu
Starvi¦ umfatar bókhald og fyrisiting fyri bæ¦i føroysk og
útlendsk feløg í samtakinum.
Førleiki
Tann, i¦ setast skal í starvi¦, má hava gó¦an kunnleika til
bókhald og roknskap, og vera førur fyri at arbei¦a
sjálvstø¦ugt. Praktiskar royndir eru tí ein treyt.
Tær ver¦ur bjó¦a¦
Eitt avbjó¦andi starv vi¦ einari løn, sum samsvarar førleika
tínum og praktiskum royndum.
Starvi¦ skal setast skjótast gjørligt.
Umsóknin
Allar umsóknir ver¦a vi¦gjørdar í trúna¦i og skulu ver¦a
okkum í hendi í seinasta lagi 7. oktober 2005. Nærri
upplðsingar um starvi¦ fáast vi¦ at venda sær til okkum
og tosa vi¦ Hans Laksá.
Statsautorisera¦ grannsko¦ararfelag P/F
An associated firm of
O>PJRPPBK # TBFEB
RASMUSSEN & WEIHE
STATSAUT. GRANNSKOžARAFELAG P/F
P.O.BOKS 30
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Ê Gla¦sheyggi
Tel (+298) 35 17 00
Fax (+298) 35 17 01
e-mail:rasmussen@rasmussen.fo
http://www.rasmussen.fo