Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2005 Anna V. Ellingsgaard Einar Már Guðmundsson, Bítlaávarpið, 2005 Týtt: Erik Skyum-Nilesen, Beatlemanifestet,Vindrose, 2005 Nú kann tað vera nokk! Høvuðs- persónurin í Beatlemanifestet eftir Einar Már Guðmundsson heldur seg hava ligið ríkiliga longi burturgoymdur í eini skuffu í skrivaraborðinum hjá høvund- anum. Í heila tiki heldur hann rithøvundar vera ikki so lítið frekar - sita bara á síni fløtu og taka æruna fyri tað, sum per- sónarnir í bókunum havast at og fáa hartil pengar afturfyri. Skald- søgupersónar um allan heim áttu at stevnt teimum. Ná, men nú hevur Johan Pjetursson also tikið málið í egnar hendur og høv- undan av ræði og gjørt av sjálvur at fortelja søguna um seg og vinirnir og teirra Beatlemanifest. Himmalin í hondunum Soleiðis byrjar nýggja skald- søgan hjá íslendska frásøguúr- mælinginum Einar Már Guð- mundsson. Eitt vet ov smart, vil onkur nokk halda. Og tó. Kanska er hendan byrjanin heldur eitt evsta snildi at skera út í papp tað, sum hevur eyðkent ritverkið hjá Guðmundsson seinastu árini: eina ásannan av, at veruleikin allatíðina tekur realismuna á bóli. Søgan sjálv er sjarmerandi, sorgblíð og ja, vit hava hoyrt hana nógvar ferðir fyrr í ymsum útgávum. Vit eru í 60unum, og Beatlesfepurin herjar heimin, eis- ini gøtuna og skúlan í Reykjavík, har Johan og vinmennirnir halda til við sínum dreymum og tann- áringalongslum. Sjálvandi skulu teir eisini hava sín egna rock- bólk, ein minst líka góðan sum Flamingo, sum eru rockkongar- nir á gøtuni, og sum fáa gentur- nar at standa í kø uttanfyri garaguhurðina. Tað eydnast eisini til endan at stovna bólkin Match- box, har tað meir eru dreymarnir heldur enn tónleikaligar gávur, sum dríva verkið. Og fyrsta konsertin verður eisini hareftir. Í einum broti, sum minnir ill- grunasamt nógv um fyrstu konsertina hjá The Commitments í skaldsøguni eftir Roddy Doyle, endar alt í ruðuleika á pallinum. Tónleikarnir rúka í krovið á hvørjum øðrum, áhoyrarnir eru um at kódna av látri, og ímeðan stinga sangarin og gittarleikarin av við pengunum. Men tað hevur minni at siga, tí eina løtu fingu dreymarnir og longsulin veingir, eins og tá tað eydnast Johan at sleppa at mussa Helgu og hann "leyp upp og tók í hælin á heim- inum og himmalin í hendurnar". Tussatrúgv Í løtum fært tú varhuga av, at høvuðssøgan um Beatlemani- festið bara er ein umbering fyri at sleppa at fortelja eina ør- grynnu av undirhaldandi smá- søgum um alt millum himmal og jørð. Sjálv søgan, realistiska skaldsøgan um tú vilt, verður órógvað í tíð og ótíð av einum larmandi gallaríi av orginalum, sum tysja inn og út úr søguni og hvørja ferð minna frásøgumann- in um okkurt annað, hann líka má sleppa at fortelja. Styrkin hjá Guðmundsson er hendan herliga tussatrúgvin uppá, at søgurnar veruliga "passa". Og so ikki minst mátin hann letur sínar skeivu persónar sleppa framat uttan minsta feril av politiskari korrektheit. Tá Beatlemanifestið er komið at enda, ivast tú í, um tað er tú ella høvundurin sum hevur gloymt, hvat søgan snúði seg um. Men gott er. Tað vóru so nógvar aðrar spennandi søgur á vegnum, sum tú líka mátti sleppa at hoyra eisini ... Ummæli: Realisma tikin á bóli Høvundurin: Jon Fosse Nobelkandidatur Í vikuni frættist, at Svenska Akademiið er í ferð við at meta um norska høvundan Jon Fosse sum møguligan kandidat til Novelvirðislønina í bókmentum. Fyrsta útgávan hjá Fosse var skaldsøgna Raudt, svart, sum kom út í 1983, og síðani hevur hann givið út meir enn 30 skaldsøgur, yrkingasøvn og sjónleikir. Frá at vera ein høvundur, sum varð hildin at vera sera torførur at lesa, fekk Fosse altjóða gjøgnumbrot miðskeiðis í 1990unum, tá hann av álvara slóg sítt navn fast sum leikskald. Fyribils hæddar- punktið í ritverkinum hjá Fosse er tvíverkið Melancholia, 1996/97, har tað er trupla møtið millum tvey menniskju, sum er í fokus. Sama tema gongur aftur í sjónleikunum, har menniskju eru nívd av ivanum um, hvørt tey skilja hvønn annan og allatíðina gera nýggjar royndir at fáa onnur at skilja seg. Bert 10 ár eftir, at Fosse skrivaði sín fyrsta sjónleik, verður hann nú sagdur at vera ein "samtíðarklassikari" - ein samtíðarhøvundur við klassik- arastøðu. Sjónleikirnir hjá Fosse verða leiktir á pallum um alt Europa, og herfyri varð leikurin Varmt, á týskum Heiss, frumframførdur á Deutsches Theater Berlin. Rák: Stuttsøgur aftur til æru Frá at vera minni vird enn stóra skaldsøgan er stuttsøgan nú aftur serliga væl umtókt millum danskar lesarar, og sølan av stuttsøgusøvnum økist alsamt. Eftir einum hálvum ári er Dengang med hunden eftir Pia Juul selt í 10.000 eintøkum, meðan meir enn 10.000 danir høvdu keypt nýggja savnið Oscar Wildes elevator eftir bert fýra døgum. - Stuttsøgan hóskar betri til tíðarinnar skjóta samskifti og okkara løtukendu veruleikafatan, har tú hevur eitt starv, inntil tú fært tær eitt nýtt, sigur Anders Toftgaard, sum hevur skrivað serritgerð um stuttsøguna, við Dagbladet Information. Í Danmark er tað framvegis dapra stuttsøgusavnið Radiator hjá Jan Sonnergaard frá 1997, sum sigst at hava slóðað vegin fyri endurreisnini av stuttsøguni. Í byrjanini av 90unum stóð stutt- søgan annars týðiliga í skuggan- um av skaldsøguni og yrkingini. Men sum heild er hetta nú við at broytast, og á flestu forløgum sigst orsøkin vera, at stuttsøgan vendir sær til tann modernaða lesaran, sum ikki hevur stundir at lesa langar skaldsøgur, men framvegis vil hava góðsku. Um rákið eisini ferð at síggjast aftur hjá føroyskum stuttsøgu- høvundum er ilt at siga. At skriva stuttsøgur hevur nevniliga ikki verið tað, føroyskir samtíðar høvundar hava gjørt mest av seinnu árini. Stuttsøgur tykjast at vera komnar aftur til heiður og æru - í øllum førum uttanlands Skuldi tað komið an uppá tað, hevði eg fyrigivið originalunum hjá Einar Már Guðmundsson hvat sum helst. Eisini sjálvt um tolið við hansara anekdotiska 60ara arbeiðara umhvørvið í løtum er um at vera uppi. Allíkavæl vóru tað júst anekdoturnar í Beatlemanifestet, sum sluppu at tamba tolið eitt vet longur - enn einaferð Einar Már Guðmundsson