týsdagur 4. oktober 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 188 - 4. oktober 2005
- Kynsligur ágangur á
arbeiðsplássinum
kann bæði vera
kropsligur og sálar-
ligur - og í ringasta
føri skulu mál um
kynsligan ágang við-
gerast samsvarandi
revsilógini
ÁGANGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í bóklinginum, sum Føroya
Arbeiðsgevarafelag
júst
hevur givið út, snýr ein
minni partur seg um "kyns-
ligan ágang" á arbeiðs-
plássunum.
- Lóggávan móti kynslig-
um ágangi og rættarmál um
tílíkan ágang eru vorðin alt
meira vanlig uttanlands. Fá
mál hava verið í Føroyum,
men hetta nýtist ikki at
merkja, at fólk ongantíð
eru fyri kynsligum ágangi.
Í bóklinginum verður
sagt, at kynsligur ágangur
er eitt arbeiðsrættarligt
hugtak, sum ikki kann lýs-
ast við einum týdningi.
- Men kynsligur ágangur
kann lýsast sum kynslig
nærkan uttan samtykki.
Talan kann vera um ó-
ynskta atferð við kynslig-
um eyðkenni, kropsliga ella
munnliga, sum særir virð-
ingina hjá kvinnum og
monnum á arbeiðsplássin-
um.
Kropsligur og
sálarligur
Lagt verður aftrat, at kyns-
ligur ágangur bæði kann
vera kropsligur og sálar-
ligur.
- Dømir um kropsligan
ágang kunnu vera klapp,
klemm
ella
beinleiðis
kropsligur ágangur. Dømir
um sálarligan ágang kunnu
vera ábendingar við kyns-
ligum undirtónum, eitt nú
fúlar søgur - og myndatilfar
kann eisini vera kynsligur
ágangur.
FAG heldur, at gott er at
hava tilbúgving á arbeiðs-
plássinum, soleiðis at greitt
er frammanundan, hvat
gjørt verður - og hvør skal
uppí leikin, um trupulleikin
tekur seg upp. - Í øllum før-
um
má
arbeiðsgevarin
syrgja fyri, at ágangurin
heldur uppat - og í ringasta
føri skulu mál um kynslig-
an ágang viðgerast sam-
svarandi revsilógini, sigur
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Løgreglan í Havn
ávarar ungdóm og
foreldur um, at
tablettir verða seldar í
Havnini, sum kunnu
verða rættiliga vanda-
miklar
TABLETTIR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygarnáttina tók løgregl-
an í Havn ein yngri mann,
sum seldi ólógligar tablettir
til fólk á gøtuni.
Løgreglan sigur, at tey
fingu fráboðan um mannin,
sum varð tikin við ymisk-
um tablettum uppi á sær.
- Í hesum førinum var
talan um fleiri ymisk sløg
av tablettum, sum læknar
lata upp á resept, eitt nú
sovitablettir og aðrar sterk-
ari tablettir, sum kunnu
vera lívsvandamiklar aftur
við øðrum rúsandi.
Tablettirnar eru tiknar frá
manninum, sum annars
gongur leysur.
- Vit kenna mannin, men
ikki í hesum høpi, og vit
halda eitt vakið eygað við
honum, sigur løgreglan.
Løgreglan heitir á ung-
dóm um at ansa eftir slík-
um monnum - og á foreldur
um at vera árvakin við hes-
um ólógligu tablettunum,
sum eru vorðnar alt meira
vanligar á gøtuni í Havn.
Klapp, klemm og
kropsligur ágangur
Løgreglan tók mann
sum seldi tablettir
Kynsligur ágangur á arbeiðsplássinum kann lýsast sum kynslig
nærkan uttan samtykki. Myndin er tilvildarlig