Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 4. oktober 2005 5 Áhugaverd framsýning við bundnum pløggum í SMS Hósdagin, fríggjadag- in og leygardagin var áhugaverd framsýn- ing á Torginum í SMS. Tað vóru Navia á Toftum og Bindi- búðini í Havn, sum skipaðu fyri fram- sýningini í sambandi við, at nýggja bindi- bókin er komin út FRAMSÝNING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á framsýningini vóru bundin pløgg av ymiskum slagi úr Navia-tógvi, sum fyritøkan á Toftum, Navia, framleiðir í Noregi. Tógvið er framleitt úr føroyskari, hetlendskari og avstralskari ull, og hetta er úr bestu ullini, sum seyð- urin í hesum londum ber. Hósdagin, tá ið framsýn- ingin læt upp, kom eisini nýggja bindibókin, sum Navia og Bindibúðin í felag aftur hava givið út í ár. Í bindibókini eru 24 út- vald mynstur, sum einar 20 kvinnur hava teknað. Ein metingarnevnd hevur valt mynstrini, sum eru við í bókini, úr eini kapping, sum skipað hevur verið fyri. Hon hevur eisini valt út vakrasta plaggið, sum er evnað úr hesum mynstrum, og vinnarin var kvinnan, sum hevði gjørt mynstrið til ein dópskjóla. Sum virðisløn fekk hon ein kekk upp á 5.000 krónur. Allar kvinnurnar, sum fingu mynstur síni við í bókina, hava eisini fingið ein vinning frá Navia. Tað er Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum eigur Navia á Toftum og Eyð Nolsøe, sum eigur Bindi- búðina í Havn. Skipað varð eisini fyri mótaframsýning á Torg- inum, og livandi tónleikur var til undirhalds. Á Torginum hava fólk eisini havt høvið at bundið sonevndar Móður Teresu- puntar til barnateppir, sum verða send til Rumenia. Haraftrat høvdu fólk høvi at kappast um at gitað longdina á einum noða, og her var vinningurin ein ferð til Danmarkar og aftur. Nógv fólk nýttu høvi at vitja framsýningina, sum Navia og Bindibúðin skipaðu fyri á Torginum í SMS Mynd: Vilmund Jacobsen Óli Kristian á Torkils- heyggi, sum hevur Navia, sigur, at fyri- treytin fyri at útflyta føroyskt tógv, er, at fólk síggja eina bindi- bók, haðani tey kunnu fáa hugskot til ymisk pløgg, sum tógvið kann evnast til NAVIA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tógvfyritøkan, Navia á Toftum, útflytir tógv bæði til Danmarkar og Noregs, og arbeitt verður eisini við at marknaðarføra føroyska tógvið á svenska og týska marknaðinum. Tógvið hjá Navia verður spunnið í Noregi, haðani tað kemur heim til Føroya og verður selt í Føroyum og útlandinum. Óli Kristian á Torkils- heyggi, sum eigur Navia, sigur, at fyritreytin fyri at kunna útflyta føroyskt tógv, er, at fólk, sum skulu keypa tógvið, hava eina bindibók, haðani tey kunnu fáa hug- skot til ymisk pløgg. - Tað er ikki minst í hes- um sambandi, at Navia á Toftum og Bindibúðin í Havn geva út eina bindibók í felag við ymiskum hug- skotum. Í bindibókini eru útvald mynstur og pløgg, sum konufólk hava gjørt. - Men á framsýningini, sum vit høvdu á Torginum í SMS, vóru eisini tey mynstur og pløgg við, sum ikki sluppu við í bindi- bókina, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi. Navia útflytir tógv - Tógvið, sum Navia letur spinna í Noregi, verður selt í Føroyum og útlandinum, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi Mynd: Vilmund Jacobsen