týsdagur 4. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 188 - 4. oktober 2005
- Partarnir hava
ásannað, at ov langt
er á mál í lønarspurn-
inginum, og tí eru vit
og lønardeildin hjá
Fíggjarmálaráðnum
samd um at lata sem-
ingsmenn yvirtaka
samráðingarnar, sig-
ur Gunnleivur Dals-
garð, formaður í
Starvsmannafelag-
num
SAMRÁÐINGAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað eydnaðist ikki Starvs-
mannafelagnum og lønar-
deildini hjá Fíggjarmála-
ráðnum at semjast um
nýggjan sáttmála í samráð-
ingunum, sum verið hava
millum partarnar.
- Um 18-tíðina sunnu-
kvøldið ásannaðu bæði vit
og lønardeildin, at eingi
útlit vóru til semju, sigur
Gunnleivur Dalsgarð, for-
maður í Starvsmannafelag-
num.
Hann vísir á, at tað ser-
liga er lønarspurningurin,
sum skilir partarnar.
Knúturin ov stórur
Sagt hevur verið, at Fíggj-
armálaráðið krevur eina
null-loysn í lønarspurning-
inum, og at Starvsmanna-
felagið hinvegin krevur
eina reallønarhækking upp
á 1,7% um árið.
- Men eg veit ikki, hvað-
ani fjølmiðlarnir hava hesi
tølini, sigur Gunnleivur
Dalsgarð, sum annars einki
ítøkiligt við siga um knútin
millum partarnar.
Hann ásannar kortini, at
knúturin er somikið stórur -
og ringur at loysa, at neyð-
ugt er hjá pørtunum at lata
semingsmenn
yvirtaka
samráðingarnar.
- Starvsmannafelagið og
lønardeildin hjá Fíggjar-
málaráðnum eru samd um
at velja Jógvan Amonsen,
grannskoðara og Alfred
Petersen, advokat, til sem-
ingsmenn, og teir hava játt-
að at taka hesa uppgávu
upp á seg, sigur Gunn-
leivur.
Kortini á borðið
Í gjár skuldi fundur vera
millum partarnar, har greitt
varð frá, hvørjir knútarnir
eru .
- Nú verða tað so sem-
ingsmenninir, sum seta út í
kortið og leggja samráðing-
arnar til rættis, segði for-
maðurin í Starvsmannafe-
lagnum sunnukvøldið eftir,
at samráðingarnar vóru
slitnaða.
- Inntøkurnar hjá tí
almenna eru skatta-
fíggjaðar. Tí er tað
kappingaravlag-
andi, um tað al-
menna gongur á
odda at hækka løn-
irnar, heldur Føroya
Arbeiðsgevarafelag
KAPPINGAR-
AVLAGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nýggja bóklinginum,
sum Føroya Arbeiðsgev-
arafelag hevur givið út,
verður nomið við tað al-
menna sum arbeiðsgev-
ara.
- Vit halda, at tað
almenna skal lata privatu
vinnuna ganga á odda, tá
ið løn og sømdir skulu
avtalast við arbeiðstak-
ararnar. Hetta er neyðugt,
um vinnan skal klára seg.
Føroya Arbeiðsgevara-
felag heldur, at um tað
almenna gongur á odda,
er skjótt, at lønir og
sømdir verða størri, enn
tað privata kann bera, tí
tað almenna hevur ikki
somu atlit at taka.
Avlaging
- Inntøkurnar hjá tí al-
menna eru skattafíggjað-
ar, og tí er tað kappingar-
avlagandi, um tað al-
menna gongur á odda at
hækka lønirnar, sigur
Føroya Arbeiðsgevara-
felag, sum annars heldur,
at tað almenna - eins og
vinnan annars - allatíðina
eigur at tillaga seg virk-
seminum í landinum og
effektivisera seg.
Leygarnáttina vóru
ikki tey nógvu her-
verkini fram í Havn-
ini - og tó; ein bilur
slapp ikki at standa í
friði
HERVERK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri segði vakthavandi á
løgreglustøðini í Havn, at
býurin
var
eitt
reint
"sirkus" í vikuskiftinum.
Náttina fyri, vit tosaðu
við vakthavandi, hevði løg-
reglan rikið fólk av takin-
um hjá Frants Restorff í
miðbýnum - og tíðliga um
morgunin hevði løgreglan
eisini verið úti í Sandá, har
nakrir rúsaðir mans vóru
farnir niðan í ánna at
svimja.
Í báðum førum spældu
hendingarnar tó væl av.
Sambært vakthavandi á
løgreglustøðini
í
Havn
sunnumorgunin, var býurin
ikki tað stóra sirkusið
síðstu nátt.
Nøkur
harðskapsmál
vóru, men sum heild fingu
bygningar, bilar og annað
frið.
Og tó; ikki fingu bilarnir
heilt frið kortini, tí ótangar
høvdu gjørt seg inn á ein
parkeraðan bil í býnum.
- Annars hava vit eingi
herverksmál havt í síðstu
nátt, sigur vakthavandi í
Havn sunnumorgunin.
Umvælingarnar, sum
skuldu gerast á
maskinuna á Dúgv-
uni leygarnáttina,
gjørdust drúgvari enn
væntað, og tí røkti
Ternan siglingina um
Leirvíksfjørð í viku-
skiftinum
MASKINBREK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ternan, sum seinastu tíðina
hevur ligið á Vestmanna,
røkti siglingina um Leir-
víksfjørð leygardagin og
sunnudagin.
Umborð á Ternuni segði
manningin sunnukvøldið,
at umvælingar, sum skuldu
gerast umborð á Dúgvuni
leygarnáttina,
gjørdust
drúgvari enn væntað.
- Dúgvan kundi tí ikki
sigla aftur leygarmorgunin,
og tí hevur Ternan røkt
farleiðina um Leirvíks-
fjørð.
Tað er sama manning,
sum nú er umborð á Tern-
uni, ið annars er umborð á
Dúgvuni.
Umborð á Ternuni dugdu
teir ikki at siga sunnu-
kvøldið, nær Dúgvan verð-
ur klár aftur, men tað fer
neyvan at taka drúgva tíð.
- Siglingin hevur gingið
væl, og í vikuskiftinum
hevur Sam eisini tikið ein
part av trýstinum, søgdu
teir umborð á Ternuni.
Bæði Dúgvan og Ternan
taka 32 vanligar persón-
bilar hvønn túrin. Stórur
munur er heldur ikki á
ferðafólkatalinum í summ-
artíðini. Dúgvan tekur 352
fólk og Ternan beint yvir
300. Men um veturin kann
Ternan bert sigla við 166
fólkum - og tá kann
Dúgvan framvegis sigla við
sama ferðafólkatali sum
um summarið.
Tað almenna
kann vera kapp-
ingaravlagandi
Ótangar gjørdu seg inn á bil
Tað hevur tikið longri tíð enn væntað at umvæla maskinuna á
Dúgvuni, og tí kundi hon ikki fara í sigling aftur
leygarmorgunin sum ætlað. Ternan røkti í staðin siglingina
um Leirvíksfjørð í vikuskiftinum
Ternan røkti
siglingina um
Leirvíksfjørð í
vikuskiftinum
Semingsmenn royna at finna semju
- Knúturin millum partarnar
var somikið stórur - og ringur
at loysa, at neyðugt er at lata
semingsmenninar yvirtaka
samráðingarnar, sigur
Gunnleivur Dalsgarð
Her handar Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag Eiriki á Húsamørk, stjóra á
Høvdavirkinum, virðislønina fyri heiðurin sum Ársins
Virki 2005
Mynd: Eirikur Lindenskov