Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 4. oktober 2005 7 Nú flettingin er byrj- að, gera Heilsufrøði- liga Starvsstovan og landslæknin aftur vart við týdningin av góðum reinføri og skynsamari hagreið- ing til tess at byrgja uppfyri smittuvanda og mateitran REINFØRI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hetta er tíðin, tá ið skurð- fjøllini verða gingin, og menn fara at fletta, og í hes- um sambandi vísa Heilsu- frøðiliga Starvsstovan og landslæknin aftur í ár á, hvussu neyðugt tað er við reinføri, eitt nú fyri at byrgja uppfyri botulismu. Neyðugt er at vísa stóran ans fyri reinførinum undir fletting. Soleiðis er umráð- andi, at alt, sum kemur at kjøtinum, er so reint og frítt fyri sjúkuelvandi bakteriur sum gjørligt. - Tað ræður um, at kjøtið verður viðgjørt á slíkan hátt, at sjúkuelvandi bak- teriurnar ikki nørast. Tí eiga flettarar og hjálparfólk at vanda sær um persónliga reinføri, vera í reinum ar- beiðsbúna og vaska sær væl og javnan um hendurnar. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan og landslæknin vísa á, at øll amboð og íløt, sum verða brúkt undir fletting- ini, eiga at vera væl rein- gjørd, áðrenn byrjað verður hvønn dag - og soleiðis eis- ini at verða hildin rein gjøgnum dagin. - Um klútar verða nýttir at turka við, er sera um- ráðandi, at hesir eru hildnir reinir og helst skoldaðir. Undir flettingini skal eisini ansast eftir, at kjøtið ikki verður dálkað av gori, ull og skarni - og fiskur skal ikki koma at kjøtinum. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan og landslæknin mæla til, at krovið verður hongt í hjallin sum skjótast, so tað kølnar, og luft slepp- ur at tí. - Kjøt eigur ikki at verða hongt upp at turka ella ræsa, um tað er heitt, vátt og stilt í veðrinum, siga stovnarnir báðir í vegleið- ingini. Umráðandi at vanda sær um reinføri undir fletting Álopin og sligin Tað er sjáldan, at eitt vikuskifti fer aftur um í Havn, at løgreglan ikki hevur okkurt at gera - og soleiðis var eisini sunnu- náttina Í miðbýnum í Havn sunnunáttina vórðu tveir dreingir álopnir og slig- nir av einum øðrum manni, og løgreglan heldur, at hetta málið er á markinum til eitt harð- skapsmál. Á løgreglustøðini í Havn sigur vakthavandi, at partarnir í hesum máli verða avhoyrdir og síðan verður støða tikin til, hvat meira hendir. - Men soleiðis, sum málið sær út, bendir mangt á, at hetta er eitt harðskapsmál, har dreingirnir eru álopnir - og annar er sligin, sigur løgreglan. 11 fólk doyðu í Yemen í summar, tá ið tey mótmæltu høgu bensinprísunum YVIRGANGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo At gassoljan í Føroyum er dýrkað so nógv seinastu tíðina, at hvørt húsarhald við verandi prísum brúkar einar 6000 krónur meira í olju um árið og einar 3000 krónur meira í bensini á bilin, hevur higartil ikki elvt til tað heilt stóra høv- uðbrýggi. Landsstýrið sigur, at tað almenna hevur ikki ráð at minka um oljuavgjaldið - og enn minni at taka olju- avgjaldið av, nú landskassin aftur í 2006 fer at hava meira enn 200 miljónir krónur í halli. Yvirgangur Men aðrastaðni úti í tí stóru verð seta fólk seg beinleiðis upp ímóti, at bensinið er vorðið so dýrt - og í Yemen kostaðu mótmælini ímóti høgu bensinprísunum bein- leiðis mannalív fyrr í summar. Tá ið politiska leiðslan í Yemen í summar tók burtur eitt ískoyti til bensin, gjørd- ist høvuðsstaðurin í land- inum, Sanaa, ein ruðulleiki við fólki, sum mótmæltu hesum. Mótmælisfólk framdu at- sóknir móti fleiri stjórnar- bygningum við steinum; tey brendu bildekk í gøtun- um og blokeraðu vegir. Løgreglan svaraði aftur við táragassi og vatnkanón- um. So hart gekk tað fyri seg í Sanaa, at ikki færri enn 11 fólk doyðu í tilburðunum. Høgir bensinprísir elva til yvirgang - Tað ræður um, at kjøtið verður viðgjørt á slíkan hátt, at sjúkuelvandi bakteriurnar ikki nørast. Tí eiga flettarar og hjálparfólk at vanda sær um persónliga reinføri, siga Heilsufrøðiliga Starvsstovan og landslæknin