týsdagur 4. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 188 - 4. oktober 2005
MARKNAÐARRÁK
Seinastu vikurnar eru álitis-
tølini
fyri
búskapin
í
Evropa betraði, og farna
vika var einki undantak.
Álitistøl verða roknað eftir
spurnarblaðskanningum í
ávísum bólkum í samfel-
agnum. Til dømis finnast
álitistøl fyri brúkarar, inn-
keypsstjórar, búskaparfrøð-
ingar og ídnaðarstjórar. Tey
flestu av teimum geva góð-
ar ábendingar um, hvønn
veg búskapurin flytir seg,
upp ella niður. Í seinastuni
eru
brúkara-,
ídnaðar-,
vinnu-, og búskaparfrøð-
ingaálitið á evropiska bú-
skapin betraði. Viknandi
evran hevur sín part av ær-
uni, men áðrenn ein gerst
ovfarakátur av tí, er vert at
minnast til, at høgi oljuprís-
urin bæði minkar um eftir-
spurningin eftir evropisk-
um vørum í USA, umframt
at hann minkar um nýtsluna
í Evropa. Tískil verður ein
løta, til vit av røttum gerast
bjartskygd um evropiska
búskapin.
Renturnar hækkaðar
eitt sindur
10-ára danska lánsbræva-
rentan hækkaði eitt sindur í
farnu viku, frá 3,03% til
3,10%. Við hesum eru rent-
urnar aftur í tí rákleysa um-
hvørvinum, tær vóru í í
summar. Útlit eru fyri rætti-
liga sveiggjandi lánsbræva-
rentum hendan mánaðin.
Jaligt hjá Hennes &
Mauritz
Í farnu viku kunngjørdi
svenska
klædnavirkið
Hennes & Mauritz (H&M)
sera
jaligan
roknskap.
Meðan sølan hækkaði 18%
í 3. ársfjórðingi, hækkaðu
inntøkurnar heili 36%.
Hetta er størsta hækkingin í
meira enn tvey ár og stendst
av, at H&M hevur veitt
færri avsláttrar og at tað
hevur verið bíligari at keypt
klædnavørur
úr
Kina.
Síðani roknskapin er H&M
hækkað góð 3%. Sam-
stundis eru norðurlond í
miðal hækkaði 0,5%. Vit
meta at áhugavert er at
keypa H&M til eina lang-
tíðar íløgu.
Hesa vikuna
Hesa vikuna kemur am-
erikanska arbeiðsmarknað-
arfrágreiðingin fyri sep-
tembur. Hon hevur vanliga
sera stóran týdning fyri
marknaðirnar, men hesu-
ferð fer væntandi at vera
eitt sindur øðrvísi. Óvissan
viðvíkjandi ódnunum Katr-
inu og Ritu ger, at markn-
aðirnir ikki fara at taka eina
vánaliga frágreiðing so
tungt. Sjóneykan verður
sett á álitistøl og eitt tíð-
indaskriv frá evropiska
miðbankanum.
Álitið á evropiska búskapin økist
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
620,53
0,1%
Lánsbrøv í DKK
105,85
-0,3%
JPY
5,47
-0,7%
Evru Lánsbrøv
175,82
-0,7%
GBP
1.094,78
-0,5%
Norrøn Partabrøv
103,37
2,4%
NOK
94,78
-0,9%
Altjóða Vøkstur
68,98
2,7%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
2,90%
3,10%
3,30%
03/07
03/08
03/09
920
960
1000
03/07
03/08
03/09
Vika 39, 2005
www.kaupthing.fo
Føroyskar lógir til arbeiðsmarknaðin
- Lutfalsliga fá fólk
hætta sær undir at
stovna egið virki í
Danmark og øðrum
ES-londum, tí nógvar
lógir og reglur køva
framtakshugin og
fyritakssemið, sigur
Føroya Arbeiðs-
gevarafelag
LÓGIN OG REGLUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nýggja bóklinginum, sum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
hevur givið út, ávarðar fel-
agið ímóti, at danskar lógir
og ES-arbeiðsmarknaðar-
lógir fara at mynda okkara
arbeiðsmarknað.
- Úrslitið kann gerast, at
vit fáa ein líka stirvnan ar-
beiðsmarknað, sum vit
síggja í fleiri av ES-lond-
unum.
Køva framtakshugin
Felagið vísir á, at lutfalsliga
fá fólk hætta sær undir at
stovna egið virki í Danmark
og øðrum ES-londum, tí
nógvar lógir og reglur køva
framtakshugin og fyritaks-
semið.
- Politikarar eiga at hava
hetta í huga, tá ið teir seta í
gildi arbeiðsmarknaðarlóg-
ir - ikki minst, tá ið teir tosa
um tørvin á arbeiðsplássum
og nýggjum møguleikum
úti um landið.
Umsitingarlig byrða
Felagið sigur, at tey smáu
virkini hava snøgt sagt ilt
við at lyfta umsitingarligu
byrðarnar og fíggjarligu
bindingarnar, sum standast
av strongu lógarstýringini.
- Tí hongur tað ikki sam-
an, tá ið politikarar bæði
tosa um at spjaða arbeiðs-
pláss út um landið og sam-
stundis leggja umsitingar-
ligar fótonglar fyri fólk,
sum vilja stovna egið virk-
ið, sigur Føroya Arbeiðs-
gevarafelag.
- Tey smáu virkini hava
snøgt sagt ilt við at lyfta
umsitingarligu byrðarnar og
fíggjarligu bindingarnar, sum
standast av strangari
lógarstýring, sigur Føroya
Arbeiðsgevarafelag
Mynd: Tilvildarlig