týsdagur 4. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 4. oktober 2005
9
Fakfeløgini ov smá ov veik
Føroya Arbeiðsgev-
arafelag ynskir, at
fakfeløgini í Føroyum
verða færri, størri og
sterkari - og við eini
vælvirkandi umsiting
FAKFELØG
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Lat tað beinanvegin verða
sagt, at fakfeløgini ikki er
okkara borð, men vit loyva
okkum kortini at seta fram
eitt ynski.
Soleiðis sigur Føroya Ar-
beiðsgevarafelag í nýggja
bóklinginum, sum felagið
gav út á Vinnudegnum
2005.
- Føroya Arbeiðsgevara-
felag ynskir, at fakfeløgini í
Føroyum verða færri, størri
og sterkari við eini væl-
virkandi umsiting.
Í bóklinginum verður
lagt aftrat:
- Onkur heldur kanska, at
tað er lættari hjá arbeiðs-
gevarafelagnum at samráð-
ast við smá feløg heldur
enn stór, tí Føroya Arbeiðs-
gevarafelag sjálvt er stórt.
Men, verður lagt aftrat:
- Føroya Arbeiðsgevara-
felag upplivir veruleikan
øðrvísi. Støðan er ofta
ógreið og fløkt, tí fakfeløg-
ini innanhýsis hava ilt við
at samskipa síni áhugamál.
FAG nevnir, at eitt nú til
samráðingarnar í vár kundi
felagið ikki biðja arbeið-
arafelag koma til samráð-
ingarborðið, tí felagið visti
ikki, hvørji arbeiðarafeløg
fóru at samráðast saman.
- At fakfeløg eru spjødd,
ger tey eisini fíggjarliga
veik, so trupult verður hjá
teimum at seta fólk í starv
at fáa til vega neyðugu hag-
tølini til samráðingarnar,
sigur Føroya Arbeiðsgev-
arafelag.
10 fáa bót
fyri at koyra
ov skjótt
Herfyri gjørdi løg-
reglan ferðmátingar
í Norðoyggjum.
Nakrir bilførarar,
sum koyrdu ov
skjótt, vórðu steðg-
aðir, og somuleiðis
steðgaði løgreglan
nøkrum prutlum,
sum eisini brutu
ferðslulógina
FERÐSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinast, eitt løgreglulið úr
Havn var í Klaksvík og
gjørdi ferðmátingar sam-
an við løgregluni á staðn-
um, fevndu kanningarnar
um tveir fylgjandi dagar.
Ferðmátingar
vórðu
gjørdar bæði í bygdum og
í óbygdum øki.
Tilsamans 10 bilførarar
vórðu steðgaðir fyri at
koyra ov skjótt, men løg-
reglan sigur, at eingin av
hesum koyrdi yvir 80 km/f
á bygdum øki - og ikki yv-
ir 110 km/t á óbygdum øki.
Sostatt noyðist eingin av
teimum, sum sótu aftan-
fyri rattið hesar báðar
dagarnar í Norðoyggjum,
upp til nýggja koyriroynd
orsakað av hesum kann-
ingum.
- Í staðin fáa hesir 10
bilførararnir eina bót í
part, sigur løgreglan.
Úr Klaksvík verður ann-
ars sagt, at løgreglan hes-
ar báðar dagarnar eisini
steðgaði einum 4-5 prutl-
um, har førararnir brutu
ferðslulógina.
Løgreglan sigur, at dag-
arnir, tá ið kanningarnar
skuldu gerast í Norð-
oyggjum, vóru ásettur í
góðari tíð.
- Veðrið var heldur
vánaligt; tað var vindur
og regn, og tað er sjáldan
í slíkum veðri, at fólk
koyra so skjótt, verður
sagt.
Jákup og Niclas Heri í
leiðsluna á Kambsdali
Regin Hammer,
nevndarformaður í
fyritøkuni, P/F Esmar
Simonsen, sigur, at
fyritøkan á Kambs-
dali er ikki seld
IKKI SØLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Tað er rætt, at fundur hev-
ur verið millum P/F Esmar
Simonsen øðrumegin og
Jákup Mikkelsen og Niclas
Hera Jákupsson í Klaksvík
hinumegin, men talan er tó
ikki um samráðingar um
eina keypsavtalu millum
partarnar.
Regin Hammer, nevndar-
formaður í fyritøkuni, P/F
Esmar Simonsen, sigur, at
partarnir í fyrsta lagi hava
gjørt eina avtalu um sam-
starv, har Jákup Mikkelsen
og Niclas Heri Jákupsson
eru ein partur av leiðsluni í
felagnum.
- Soleiðis, sum støðan er
beint nú, standa Jákup
Mikkelsen og Niclas Heri
Jákupsson
fremstir
í
bíðirøðini, um fyritøkan
verður seld, men eg vil
leggja dent á, at avtala um
keyp verður ikki gjørd í
fyrstu syfti.
Regin Hammer vísir á, at
samstarvið millum partar-
nar byggir á, at Jákup Mikk-
elsen og Niclas Heri Ják-
upsson ætla at keypa fyri-
tøkuna, men enn er eingin
keypsavgerð er tikin.
Sjógvurin við Føroyar
er saltari og heitari
Hitin og saltinnihald-
ið í sjónum kring Før-
oyar og inni á land-
grunninum er vaksið
nógv síðan 1995
SALT OG SJÓGVUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu
10
árini
er
methøgt saltinnihald mált í
sjónum, sum streymar úr
Atlantshavinum og inn í
Norðurhøv og Arktis. Hesir
streymar eru høvuðslið í tí
heimsfevnandi
rákinum,
sum
rópt
verður
tað
"thermohalina-rákið".
Hitin og saltinnihaldið í
sjónum kring Føroyar og
inni á landgrunninum er eis-
ini vaksið nógv síðan 1995.
- Í árunum 2002-2004
var sjógvurin heitari, enn
hann áður er máldur síðan
regluligar
hitamátingar
byrjaðu í 1914. Sama
gongd er eisini at síggja í
hita og saltinnihaldi kring
Ísland og úr Írlandi upp til
Svalbards, sigur Fiskirann-
sóknarstovan.
Sjógvurin, sum rekur
fram við Føroyum, kemur
úr økinum vestanfyri Írland.
- Hita-og saltbroytingar
hava avleiðingar við sær
fyri vistskipanina í sjónum
og møguliga eisini fyri
rákið á heimshøvum.
Fiskirannsóknarstovan
heldur, at hitaøkingin síðan
1995 longu hevur ávirkað
livilíkindini og útbreiðsl-
una hjá eitt nú svartkjafti
vestnafyri Írland og hjá
kongafiskinum í Irmingar-
havinum.
- Óvanliga lýggja veðrið í
Føroyum seinastu árini hev-
ur helst eisini samband við
broytingarnar í havinum.
Spátt verður, at upphiting-
in av sonevnda vakstrarhús-
árininum fær pólarnar at
bráðna, og hetta kann gera
sjógvin so mikið feskan, at
hann ikki longur søkkur.
- Tí kann heita rákið fram
við Føroyum vikna, og økið
kring Føroyar aftur gerast
nógv kaldari, heldur Fiski-
rannsóknarstovan.