týsdagur 4. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 188 - 4. oktober 2005
Tað eru ikki tey stóru sveiggini, ið eyðkenna uppskotið til
fíggjarlóg fyri 2006, sum Bárður Nielsen, fíggjarmálaráð-
harri, legði fyri løgtingið fríggjadagin 30. september.
Heldur er talan um eina sera varliga fíggjarlóg uttan nakr-
ar óvæntaðar broytingar. Uppskotið skal metast við teim-
um ógvulsiga vaksandi oljuprísunum og fallandi inntøk-
unum í fiskivinnuni sum bakstøði. Tað er eingin lættur
setningur at seta saman eina fíggjarlóg undir hesum um-
støðum. Oljuprísirnir hótta ikki bara føroyska búskapin,
men teir hótta allan búskapin í Vesturheiminum.
Undir hesum umstøðum hevur landsstýrissamgongan við
fíggjarlógaruppskotinum valt at reka ein politikk, sum hevur
til endamáls at varðveita virksemið í landinum, samstundis
sum rakstrarútreiðslurnar verða tálmaðar. Hetta merkir, at
fíggjarmálaráðharrin bert nýtir løgurnar sum amboð. Hann
nýtir ikki restina av skipanini. Hann letur bert pening í
umfar innan byggi- og anleggsvirksemi, meðan hann tálmar
almennu lønunum. Hetta kann soleiðis við fyrsta eygnabráð
tykjast skilagott, men spurningurin, hvørt tað er gott á henda
hátt at tálma nýtsluna, stendur opin. Kanska eydnast hetta,
kanska eydnast hetta ikki. Og er hetta tða okkum tørvar júst
nú? Tað er uttan iva skilagott at halda aftur vil lønarvøkstri
hjá tí almenna, men er tað skilagott at halda so nógv afturvið
rakstrarútreiðslunum, at fólk gerast arbeiðsleys? Ein bøtir
ikki um arbeiðsloysið í privata sektorinum við at reka al-
menn starvsfólk út í vinnuloysi. Einki er sett av til lønar-
vøkstur. Hetta kann bert merkja, at tað, sum tey alment settu
møguliga fáa afturat við verandi lønarsamráðingum, fara
limirnir í avvarandi feløgum at rinda við færri størvum!
Hetta eru beisk kor hjá samráðingarfólkunum, men sum bú-
skaparliga og fíggjarliga støðan er, er væl einki val.
Landsstýrið upplýsir, at eldrarøkt, útbúgving og heilsa eru
raðfest øki í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006. Hetta ljóð-
ar sera skilagott, men ásannast má sasmtundis, at hetta er
ikki heilt so einfalt, sum tað er sett upp. Víst fáa fólkaskúli
og miðnámskúlaøkið størri játtanir. Tað er skilagott, men
samstundis so minka ávísir hægri skúlar, meðan aðrir, eitt
nú Fróðskaparsetrið, standa í stað. Her hongur ikki saman
og hetta er ikki skilagott. Nakað er komið uppá gransking-
ina, men hálvonnur millión virkar beinleiðis pínligt, tá
hugsað verður um alt tosið seinasta árið um gransking og
menning og hartil, at løgmaður hevur lovað eina milliard til
økið hetta til 2015. Her er sostatt so sum so við raðfesting-
ini á útbúgvingar- og granskingarøkinum. Her mugu heilt
aðrar upphæddir til í 2007 og árini fram, um borgararnir
skulu taka politikkararnar í álvara!
Tað er sjálvsagt at fegnast um, at eldrarøkt og heilsa eru
raðfest í fíggjarlógaruppskotinum. Men aftur her eru tað
mest á løgusíðuni. Raðfestingarnar á rakstrarsíðuni kunnu
undra eitt sindur, men hetta fara vit at venda aftur til í eini
komandi oddagrein. Nakrar nýggjar inntøkur eru eisini. So-
leiðis verður tubbakk dýrari og vektagjaldið hækkar 40%.
Hetta er væl einki at siga til, uttan at tað gera valla tann
stóra munin. Tað, sum hevði munað, var at sleppt øllum ætl-
anum um skattalætta og heldur roynt at fingið eina rættvís-
ari skattalóg, sum gav meira í landskassan, samstundis sum
byrðarnar vórðu rættvísari býttar enn í dag. Vit venda sum
longu nevnt aftur til fíggjarlógaruppskotið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Varlig fíggjarlóg
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Uppvenjingarmiðstøð eigur at gerast á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
Johan Dahl,
løgtingsmaður
Út av lagi vánaligar og
óhóskandi
umstøður
í
svørtu barakkini á LS.
Tað hevur verið frammi
av og á, at viðurskiftini á
uppvenjingardeildini
á
landssjúkrahúsinum
fyri
fólk, sum hava havt heila-
bløðingar, blóðtøppar og
arðar likamligar skaðar á
Landssjúkrahúsium, als ikki
er nøktandi.
Tey bíða leingi til at
sleppa til uppvenjingar, og
summi koma ongantíð ella
ov seint til uppvenjingar.
Gamla barakkin oman
fyri Landssjúkahúsið, sum
verður brúkt sum partur av
hesi uppvenjing - er als ikki
nøktandi.
Tað eru eisini nógvir
røktarsjúlingar, sum er á
hesi deild, og eru umstøð-
urnar á deildini út av lagi
vánaligar.
Korini fyri starvsfólkið at
virka undir, eru langt frá
optimal
Hesin bygningur eigur
antin at verða gjørdur í
stand ella tikin niður - havi
skilt á starvsfólki, at regnar
illa so dryppar niður úr
lampustøðum, og tá er
trygdin hjá sjúklingum og
starvsfólki í vanda.
Tað hevur verið tosað um
at gera nýggja uppvenjing-
armiðstøð í Tórshavn.
Suðuroyar
Sjúkrahús
hevur neyðugu karmarnar
til eina nýmótans uppven-
ingarmiðstøð.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi
eru sera, sera góðar um-
støður til uppvenjing av
sjúklingum, og eigur polit-
iski mynduleikin saman við
sjúkrahúsleiðsluni at taka
málið upp, um tað ikki er
ein sera skilagóð loysn at
gera hesa miðstøð á Suður-
oyar Sjúkrahúsi á Tvøroyri.
Tað kann ikki verða rætt
at fara at hugsa um at
byggja enn eina miðstøð í
meginøkinum, tá góðar
umstøður longu eru tilstað-
ar í Suðri til slíka uppvenj-
ingar.
Tað vildi verið ein lítil
íløga at gjørt tað sum evt.
er neyðugt afturat, tí ver-
andi fyrioterapi er væl út-
gjørd, og har eru allir fasis-
iltetir til staðar, eins og
fysioterapeutar eru tøkir.
Skulu arðir viðgerðarar/-
terapeutar til, so er at seta
hesar í starv, tað vil eisini
verða gott fyri økið at fáa
fleiri almenn arbeiðspláss.
Neyðugt er at gera um-
hvørvið fyri sjúklingarnar
gott og trygt, og tískil vildi
tað eisini verið ein loysn at
gjørt t. d. »skemmina« sum
liggur á sjúkrahúsøkinum til
íbúðir fyri tey, sum skulu
uppvenjast og avvarðandi
við, um hesi hava brúk fyri
fylgjarum.
Alternativið er at gera
íbúðir serliga til hesi fólk í
nærhendis av sjúkrahúsin-
um.
Ferðasambandið
ongin forðing
Ferðasambandið við nýggja
Smyrli ger tað lætt at
ferðast til og frá Suður-
oynni framyvir, og umstøð-
urnar umborð á Smyrli eru
fyrsta floks, so tað er eyð-
sæð, at hesin møguleikin
eigur at kannast og gerast
til veruleika.
Hendan loysn hevði verið
góð bæði fyri sjúklingarnar
og Suðuroyar Sjúkrahús.
Leif Láadal,
tíðindafólk, Útvarp Føroya
Í lesarabrævi farna viku-
skiftið biðja Steintór Ras-
mussen og hinir fyrireikar-
arnir av Summarfestivalin-
um í Klaksvík um eina rætt-
leiðing og eina umbering frá
mær og Útvarpi Føroya.
Lat tað vera sagt beinan-
vegin: Tað fáa teir ikki.
Hvørki eg ella tíðinda-
deildin í útvarpinum fara at
umbera ella rættleiða nak-
að, sum ikki er skeivt.
Sum tað var sagt í tíð-
indasendingini fríggjadagin
á døgurða, so varð ikki
nevnt nakað árstal í tíðind-
unum kvøldið fyri, har sagt
varð at »á summarfestival-
inum varð størsta uttandura
barr her um okkara leiðir
uppstillað«. Tað vildi verið
rættari, um vit søgdu »á
summarafestivalinum
í
fjør«, og tað harmast vit, at
vit ikki gjørdu. Men tað
broytir ikki tann veruleika,
at tað varð selt sterkt øl utt-
andura á Summarfestivalin-
um í fjør. At barrin var stór,
er eisini ein veruleiki, men
tá ið barrir vanliga ikki eru
uttandura í Føroyum (eingin
hevur loyvi at skeinkja utt-
andura, heldur ikki tey, sum
hava skeinkiloyvi), so skal
ikki so nógv til fyri at kunna
siga, at barrin á Summ-
arfestivalinum var stór.
Fyrireikararnir gera sær
stóran ómak, tá ið teir í les-
arabrævinum siga: »Vit
vilja við hesum gera púra
greitt, at tað varð eingin al-
menn ella ólóglig skeinking
á summarfestivalinum í
2005«.
Í tíðindainnslagnum hós-
kvøldið í farnu viku verða
fýra dømi um ólógliga
skeinking nevnd - tvey aktu-
el dømir, og tvey, sum ikki
eru hend í ár. Fyrireikararnir
av
Summarfestivalinum
loyvdu ikki ólógligari út-
skeinking í ár, men tað
gjørdu teir í fjør. Útvarp
Føroya hevur ikki sagt, at
Summarfestivalurin skonkti
í ár, tískil kann ynskið hjá
fyreikarunum
um,
at
»skeivu tíðindini beinan-
vegin verða rættað, og at
Summarfestivalurin
fær
eina umbering«, ikki gang-
ast á møti.
Eftir stendur, at Summar-
festivalurin hevur rættað
útskeinkingarmistakið frá í
fjør, men samstundis má
ásannast, at ólóglig út-
skeinking varð framd í 2004.
Høvdu fyrireikararnir skriv-
að: »Vit vilja við hesum gera
púra greitt, at tað varð eingin
almenn ella ólóglig skeink-
ing á summarfestivalinum í
2004«, so var talan um eina
beinleiðis lygn.
Tað er harmuligt at verða
lagdir undir at bera villleið-
andi og skeiv tíðindi, tá ið
veruleikin er ein annar,
men vónandi kunnu hesi
fáu orð bøtu um tað.
Eg skilji væl, at fyrireik-
ararnir verða noyddir at
verja borg, men tað ber ikki
til av órøttum at skjóta jour-
nalistar fyri at verja teir
skeivleikar, sum eru gjørdir.
Jú, skonkt varð á Summarfestivalinum