týsdagur 4. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 4. oktober 2005
11
Yrkisfelag Studenta-
skúla- og HF-lærara
Í útvarpinum á miðdegi 2.
oktober 2005, kom Jógvan
á Lakjuni, landsstýrismað-
ur í mentamálum, við nøkr-
um viðmerkingum til frá-
boðaða arbeiðssteðgin hjá
Yrkisfelag Studentaskúla-
og HF-lærara, sum felagið
ikki kann lata fara óátal-
aðar aftur við borðinum.
Her eru viðmerkingar fel-
agsins til úttalilsini hjá
landsstýrismanninum:
1.Landsstýrismaðurin
segði, at tað var ikki satt at
Mentamálaráðið ikki vildi
samráðast um spurningin,
tí tey vildu gjarna "práta"
við okkum. Í samráðing-
unum við Mentamála-
ráðið og Fíggjamálaráðið
strekti Yrkisfelag Stud-
entaskúla- og HF-lærara
seg so mikið langt, at
felagið hevði verið nøgt,
um mótparturin góðtók, at
samráðast um, hvat skal
skiljast við eitt undantak
frá regluni um 24 næm-
ingar - men eisini tað fekk
felagið
noktandi
svar
uppá. So ber sjálvandi til
at spyrja, hvat landsstýris-
maðurin meinar við, tá
hann sigur seg vilja
"práta" við Yrkisfelag
Studentaskúla- og HF-
lærara um trupulleikan,
men tað at "prata" við fel-
agið um trupulleikan er
okkum kunnugt ikki tað
sama sum at vilja "sam-
ráðast" við felagið um
trupulleikan.
2.Landsstýrismaðurin
segði, at fráboðaði ar-
beiðssteðgurin var ólóg-
ligur. Yrkisfelagið hevur
sáttmala við Fíggjamála-
ráðið, sum sambært áset-
ingunum í sáttmálanum er
sagdur at fara úr gildi 1.
oktober 2005. Hóast ong-
ar aðrar ásetingar eru í
sáttmálanum hesum við-
víkjandi, valdi Yrkisfel-
agið at fráboða møguliga
arbeiðssteðgin longu 16.
august 2005 og eftir at
nakrar úrslitaleysar "sam-
ráðingar", sum felagið
hevði tikið stig til, høvdu
verið millum partarnar,
var
arbeiðssteðgurin
endaliga lýstur 1. oktober
2005 - til at koma í gildi 3.
oktober 2005 og fyribils
vara til 5. oktober 2005.
Sostatt hevur Yrkisfelagið
fylgt øllum skrivaðum og
óskrivaðum reglum á øk-
inum, áðrenn arbeiðs-
steðgurin varð settur í
gildi 3. oktober 2005 -
hóast vit onga skyldu hava
til at fráboða ein arbeiðs-
steðg frammanundan, tá
sáttmálaloysi er. Um so er,
at
landsstýrismaðurin
meinar, at tann lýsti ar-
beiðssteðgurin er ólóglig-
ur, so hevði tað verið
áhugavert at fingið at vit-
að nær ein arbeiðssteðgur
er lógligur.
3.Landsstýrismaðurin
segði, at ein flokkur aft-
urat kostar meira enn 1
millión kr. og tað hevur
samfelagið ikki ráð til,
sum nú er. Hetta er í veru-
leikanum óviðkomandi, tí
Yrkisfelag Studentaskúla-
og HF-lærara hevur ikki
kravt, at ein nýggjur
flokkur skal setast á stovn
í Hoydølum - felagið
ynskir eina loysn framyv-
ir, sum ikki fer at kosta
eitt oyra í inniverandi
fíggjarári. Hartil kemur, at
varð ein nýggjur flokkur
settur á stovn í Hoydølum
16. august 2005, - t.d. við
støði í trimum yvirmann-
aðum
flokkum
uppá
ávikavist 26, 26 og 25
næmingar hvør, sum støð-
an tá var í Hoydølum - so
hevði tað ikki kostað eina
góða millión krónur, sum
landsstýrismaðurin segði,
men - sambært útrokning
Yrkisfelagsins við støði í
sáttmálanum - umleið kr.
700.000 yvir tvey fíggj-
arár. Í fíggjarárinum 2005
hevði tað sostatt kostað
umleið kr. 300.000 at
stovnsett ein nýggjan
flokk í Hoydølum og har-
av hevði helvtin komið
inn aftur í landskassan í
skatti - men hetta er sum
nevnt ikki eitt av krøvum
felagsins.
4.Landsstýrismaðurin
segði, at tað ber ikki til at
stovnseta ein nýggjan
flokk til fýra næmingar.
Hetta er misvísandi. Um
teir 8 næmingarnir, sum
stóðu á bíðilista í Hoydøl-
um, vóru tiknir upp, so
hevði ein nýggjur flokkur
minkað næmingakvoti-
entin í øllum flokkunum á
málsligu deild í Hoydøl-
um - eisini tí nýstavnaða -
niður í umleið 22 næm-
ingar, sum eisini eru stórir
flokkar. Tað er tí bæði
villleiðandi og í stríð við
galdandi
siðvenju,
tá
landsstýrismaðurin tosar
um tað órímuliga í at
stovnseta ein nýggjan
flokk til einans fýra næm-
ingar. Í fyrsta lagi tekur
hann ikki bíðilistan við í
sínar útrokningar og í
øðrum lagi nýtir hann 24
næmingar sum minimum
í hvørjum flokki, meðan
tað er heilt tíðuligt út frá
protokollatinum, at 24
næmingar er maksimum í
hvørjum flokki. Og í
triðja lagi eru kostnaðar-
tøl hansara fyri ein eyka
flokk nærum dupult so
stór, sum tey, Yrkisfelagið
er komið fram til sambært
sattmála okkara.
5.Landsstýrismaðurin
segði, at sambært proto-
kollatinum í sattmálanum,
sum nú er farin úr gildi -
sum hann las upp - er tað
hann og ikki Yrkisfelagið,
sum tekur avgerð um
næmingatal í flokkunum.
Tað hevur hann sjálvandi
púra rætt í. Yrkisfelagið
hevur ongantíð hildið
uppá nakað annað, men
protokollatið ásetur hin-
vegin nakrar reglur hesum
viðvíkjandi, sum vit í
fyrsta lagi ikki meta, at
hann hevur fylgt og í
øðrum lagi er tað júst
hetta, sum vit ynskja at út-
greina nærri við samráð-
ingum.
Hesar
reglur
snúgva seg ikki um, hvør
hevur
avgerðarrættin,
men tær siga hinvegin
nakað um, at landsstýris-
maðurin einans í undan-
taksføri, eftir at Yrkisfel-
agið hevur havt ætlanina
til ummælis, kann taka
avgerð um, at fara upp um
24 næmingar í einum
flokki. Vit meta t.d. ikki,
at undantaksføri kunnu
tilrættaleggjast langa tíð
frammanundan, sum tað
er gjørt í hesum føri, tí
undantaksføri eru óvænt-
aði viðurskifti, sum onk-
usvegna stinga seg upp.
Tað er hetta, sum vit vilja,
men ikki sleppa at sam-
ráðast um.
6.Landsstýrismaðurin sig-
ur, at fráfall vanliga er í
flokkunum og at tað tí
kann rættvísgerast at
fylla fleiri enn 24 næm-
ingar inn í flokkarnar.
Tað er sum um Landsstý-
rismaðurin, tá hann sigur
hetta ikki veit av, at hann
er partur av eini lands-
stýrissamgongu,
sum
sigur seg hava tað mál, at
øll ung í Føroyum skulu
hava eina miðnámsút-
búgving; tí átti fráfall
reint logiskt ikki at verið
ein loysn uppá nakað sum
helst
hjá
landsstýris-
manninum, men fráfall
átti at verið ein stórur út-
búgvingarpolitiskur trup-
ulleiki hjá honum og tí
landsstýrissamgongu,
hann er partur av.
Yrkisfelagið vil at enda gera
greitt, at hetta málið ikki
snýr seg um tveir næmingar
í tveimum flokkum í Hoy-
dølum, men talan er um eitt
átak, sum skal forða fyri, at
ein skriðja fer á rull, soleiðis
at næmingatalið í flokkun-
um framyvir fer at økjast
nógv - til stóran skaða fyri
alla ta føroysku útbúgving-
arskipanina, sum landsstýr-
ið hevur so stórar ætlanir
við í visión 2015. Tað er tað,
sum Yrkisfelagið óttast fyri
fer at henda.
VIÐMERKINGAR
Millumbylgjusendarin - Munurin er ikki so lítil
Jógvan Horn,
Tórshavn
Í grein í bløðunum grund-
gevur Bjarni Djurholm fyri
sendimegini
á
ætlaða
nýggja millumbylgjusend-
aranum.
Verandi 200 kW sendari
stendur fyri at verða út-
skiftur, og ístaðin fyri at
keypa ein nýggjan við somu
sendimegi, er ætlanin at
keypa ein 25 kW sendara.
Aðaltátturin í argumenta-
tióni hjá BD er, at 25 kW
sendarin er nógv bíligari,
og at lítil munur er á dekn-
inginum. Fyri at stuðla
undir hesa argumentatión
upplýsir BD, at ein sendari
á 25 kw røkkur 550 km og
at ein á 200 kW røkkur 800
km.
550 og 800 ljóðar ikki
sum tann stóri munurin,
men í veruleikanum er risa-
stórur munur á deknings-
víddunum hjá hesum báðum
sendarum vegna tað, at
víddin á einum cirkli veksur
við radius í øðrum potensi.
Ganga vit út frá, at dekn-
ingsøkið hevur cirkulskap,
kunnu vit rokna deknings-
víddirnar út grundað á tølini
í greinini hjá BD.
Hesi tølini tala fyri seg:
munurin er als ikki so lítil!
Ein sendari, sum røkkur
800 km, fevnir um eitt øki,
sum er yvir tvífalt til støddar
í mun til ein sendara, sum
røkkur 550 km. Við øðrum
orðum: verður ætlanin framd,
minkar dekningsvíddin niður
í minni enn eina helvt av
verandi dekningsvídd.
Hetta eiga tingmenn at
gera sær greitt, tá støða skal
takast til uppskotið.
Viðmerkingar til samrøðu við Jógvan á Lakjuni í
tíðindunum á miðdegi 2. oktober
Yrkisfelag Studenta-
skúla- og HF-lærara
Tann 16. avgust 2005, tá
studentaskúlarnir byrjaðu
aftur aftaná summarfrítíð-
ina, hevði Mentamálaráðið,
í stríð við galdandi sið-
venju, sum hevði støði í
eini avtalu millum Fíggja-
málaráðið við Yrkisfelag
Studentraskúla- og HF-
lærara frá 1992, fylt fleiri
enn 24 næmingar inn í
tríggjar
studentaskúla-
flokkar á Føroya Studenta-
skúla í Hoydølum. Hendan
í allar mátar óhepna av-
gerðin, sum var brot á ára-
langa siðvenju á økinum,
kundi Yrkisfelag Studenta-
skúla- og HF-lærara sjálv-
andi ikki góðtaka.
Yrkisfelag
Studenta-
skúla- og HF-lærara valdi
kortini ikki at steðgað frá-
læruni í nevndu flokkum alt
fyri eitt. Felagið vísti ábyrgd
og gav myndugleikunum
eina freist uppá hálvan
annan mánað til at fáa
trupulleikan loystan. Sam-
stundis boðaði felagið frá,
at var trupulleikin ikki
loystur innan 1. oktober
2005, tá sáttmálin millum
felagið og Fíggjamálaráðið
gekk út, so fór felagið at
steðgað allari frálæru í
teimum
yvirmannaðu
flokkunum í Hoydølum.
Yrkisfelag
Studenta-
skúla- og HF-lærara tók
síðan stig til at fáa samráð-
ingar í lag við Mentamála-
ráðið og Fíggjamálaráðið
hesum viðvíkjandi og limir
felagsins hava í bløðunum
áhaldandi roynt at sannføra
myndugleikarnar um, at tað
í allar mátar er óheppið at
fylla fleiri enn 24 næming-
ar í flokkarnar - men alt til
onga nyttu. Hóast tað eydn-
aðist Yrkisfelag Studenta-
skúla- og HF-lærara at
koma á tal við myndugleik-
arnar, so gjørdist tað eftir
tríggjir úrslitaleysir fundir
hesum viðvíkjandi felagn-
um greitt, at hvørki Menta-
málaráðið ella Fíggjamála-
ráðið vóru sinnaði til at
samráðast um spurningin
yvirhøvur.
Samráðingarnar millum
partarnar eru tískil slitnaðar
og Yrkisfelag Studenta-
skúla- og HF-lærara dugir tí
ikki at síggja nakran annan
møguleika, enn at seta í
verk fráboðaða arbeiðs-
steðgin
í
yvirmannaðu
flokkunum í Hoydølum -
fyribils tó bert í tveir dagar,
3. og 4. oktober 2005.
Við atliti at næmingun-
um í teimum yvirmannaðu
flokkunum, sum síðan 16.
oktober eru vorðnir saman-
sjóðaðir til eina sosiala
flokseind, ynskir Yrkis-
felag Studentaskúla- og
HF-lærara ikki, at nevndu
flokkar í Hoydølum verða
býttir sundir, men felagið
ynskir at fáa eina varandi
loysn uppá trupulleikan við
yvirmannaðum flokkum.
Við hesum vil Yrkisfelag
Studentaskúla- og HF-
lærara enn einaferð vísa
ábyrgd og heitir tí á Fíggja-
málaráðið, at taka upp
veruligar samráðingar við
felagið um, hvussu sleppast
kann undan, at trupulleikar
við yvirmannaðum flokk-
um taka seg upp framyvir.
Arbeiðssteðgur í
Hoydølum
Úrslitið er hetta:
Dekningsradius [km]
Dekningsvídd [km2]
800
2.010.619
550
950.332
Munur
1.060.288