Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 188 - 4. oktober 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, omma, langomma og vermóðir okkara Anna Sofía Daniella Eikhólm Hvalvík andaðist á Ellisheiminum í Miðvági 3. oktober 93 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni Familjunnar vegna Børnini Dagurin 4. oktober. Franciscus, deyður í 1226. Sonur ein keypmann í Assisi í Italiu. Hann stovnaði munka- skipan, sum legði størsta dentin á fátækdømi og gjørdist tann best kenda munkaskipanin. Norðurlanda ápostul Ansgar kom frá franciskanarabrøðrunum. Seinni kom ein nunnuskipan afturat. Sankta Frants systrarnar í Tórshavn eru av somu skipan. Frans úr Assisi varð skýrdur halgimenni longu í 1228. Navnið merkir tann franski. Jens Petur Johansen er føddur á Argjaboga, 3. oktober 1930 og er trið- yngstur av 9 systkjum. Hann byrjaði sítt arbeiðs- lív í Sápuhúsinum sum ørindadrongur í 1944 til 1947. Síðan fór hann í Havnar Timburhandil at arbeiða, og har starvaðist hann heilt fram til 1993 – bert við tveimun stuttum steðgum í 1952-53, tá ið hann var við Seagul og 1954, tá ið hann var við Kongshavn. Í 1955 var hann eitt stutt skifti á Havnarfjørðinum í Islandi, og hann hevur eis- ini arbeitt á Føroya Termo- virki. Eftir at Jens Petur gavst í Havnar Timburhandli, fór hann til til sjós, og hevur hann verið á sjónum meira ella minni síðani. Hann var við Thor 1996- 1999, og hevur hann eisini róð út og egnt hjá fleiri av bátunum á Argjum. Jens Petur var í bygda- ráðnum á Argjum í nógv ár, 1977-1988 og í nevndini hjá Argja Bóltfelag, somu- leiðis í fleiri ár. Jens Petur og Paula (fødd Djurhuus) úr Hósvík eiga fýra børn, Ingemar, Mai- ken, Óla Christian og Hildigerð. Leygardagin 1. oktober fylti Júst Pállsonur Skarð- enni, í Havn, 60 ár. Júst er uppvaksin í Klaksvík. Foreldur hansara vóru Poul og Mathea Skarðenni, betur kend sum Stellu-Poul og Stellu- Mathea. Júst er yngstur av fýra syskjum: Karin Laksa- foss og Andras Skarðenni búsitandi í Klaksvík. Og Malan Hilduberg og Júst Skarðenni, búsitandi í Havn. Júst fór í maskinlæru á Klaksvíkar Sleipistøð frá 1961-65. Í 1969 tók hann víðkað maskinmeistara- prógv í Keypmannahavn, og arbeiddi hann tvey ár sum maskinmeistari á el- verki í Keypmannahavn. Fór so við fiskiskipi í tvey ár, m.a. M/B Karinu og M/B Norðborg sum maskinmeistari. Í 1975 fór leiðin so til Strandferðsluna. Har hann fyrst fór umborð á Smyril sum 1. meistari og síðani umborð á Teistan, har hann var maskinchef. Eitt skifti, frá 1978, var hann próvdómari og próv- eftirlitsmaður á Føroya Maskinskúla, og í 1981 gjørdist hann nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum. Í 1983 fór hann so at arbeiða á Sundsverkinum hjá SEV, har hann var til 1999. Í 1983 keypti Júst handilin Lampubúðina. Í 1988 bygdi hann handils- høli í Dr. Jacobsensgøtu 9, har hann í dag hevur sína dagligu gongd, og eru tað mong ið kenna hann aftan fyri diskin. Seinastu mongu árini hevur hann eisini verið sýnsmaður fyri Realin. Júst er giftur við Jaco- binu Leo, ættað úr Vági, uppvaksin í Havn. Foreldur hennara vóru Alexander og Katrina Leo. Síðst í 70’unum bygdu tey hugna- liga heim teirra, á Garðs- gøtu, á Argjum. Og eiga tey trý børn. Elsta dóttir teirra Rutt (24 ár), gift við Petur Hansen Skarðenni úr Leirvík, saman eiga tey Sáru 1 ár. So er tað Rakul (20 ár) og Rói (17 ár). Júst Skarðenni 60 ár Jens Petur Johansen sjeytifimm Í fjør kundi hann halda sín 60 ára starvsdag, og mána- dagin 19. september 2005 fylti hann 75 ár. Talan er um Martin Thomsen, sum arbeiddi sum prentari hjá H.N. Jacobsens Bókahandli í 60 ár. Tey seinastu árini rak hann prentsmiðjuna sjálvur. Nógv varð gjørt burturúr starvsdegnum hjá Martini, hetta var jú sera sjáldsamt. Ein persónur krevur at arbeiða langt út um vanlig- an pensiónsaldur fyri at kunna halda ein slíkan starvsdag. Nú er alt hetta søga, prentsmiðjan er ikki meira og Martin er vorðin pensionistur. Martin fór í læru sum prentari 9. november í 1944. Hann lærdi í fimm ár og tók síðani sveinaprógv í Danmark. Martin er ættaður úr Gøtu, men hevur síðani lærutíðina búð í Havn. Hann er sonur Sámal Jákup við Gil, og mamman Bir- gitta var úr Barbustovu. Martin er giftur við Ragnu, sum er ættað úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar døtur – Biritu, Petru og Hildigunn. Abbabørnini eru 9 í tali Nú Martin er givin, fær hann tíðina at ganga við at t.d. at mála hús og við urtagarsarbeiði. Annars hevur hann ein lítlan bát, og honum dámar væl at fara og flot. Hann lesur nógv og umsetur andaligar greinar úr donskum og norskum. Eisini hevur hann melda seg til okkurt fak í kvøld- skúlanum. Martin er aktivur í Missiónshúsinum við Landavegin, har hann er formaður. Hann hevur havt sunnudagsskúla og hildið møtir har í mong ár. Martin Thomsen 75 ár Silvurbrúdleyp Í dag, 4. oktober hava Elin og Karl Simonsen, Vest- manna, silvurbrúdleyp. Opið hús verður frá kl. 12.00- 17.00. Í dag, 4. oktober hava Ann-Mary og Klaus Rasmuss- en, Tórshavn, silvurbrúdleyp.