týsdagur 4. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 4. oktober 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 30. september
skipaði Fuglafjarðar Skúli
fyri samkomu í samband
við at Kristin Poulsen segði
lærarastarvinum
farvæl.
Umframt allar lærarar og
starvsfólk skúlans, vóru
umboð fyri býráðið og
skúlastýrið møtt. Mong
rósandi orð vórðu søgd um
Kristin, samsundis sum
gávur og blómutyssir vórðu
handaði honum.
Kristin Poulsen er føddur
11. septembur 1942 í
Fuglafirði, sonur Richard
Poulsen og Fransisku fødd
Eliasen, bæði úr Fuglafirði.
Stutt eftir at Kristin varð
farin úr fólkaskúlanum,
fekk
hann
arbeiði
í
Piddasahandli.
Har hann koyrdi vøru út
til fólk, ikki við bili, men á
súkklu, ið var gjørd til
endamálið.
Kristin fekk tann stóra
heiðurin at verða kallaður
býdrongurin hjá Pidda.
Í 1958 hendi stórbroyting
á skúlaøkinum í Fuglafirði.
Framhaldsskúli, tá kallaður
preliminerskúli, varð stovn-
settur. Kristin var í tí næst-
fyrsta holdinum, og tók
preliminerprógv í 1962.
Haðani fór hann á Føroys
Læraraskúla og tók prógv í
1967.
Hann byrjaðu sítt lærara-
yrki á Glyvrum og Søldar-
firði. Í 1971 fór hann til
Fuglafjarðar at vera lærari,
og har hevur hann verið
síðani.
Kristin
hevði
stóran
áhuga fyri føroyskum, og í
1970 - 1971 var hann á
ársskeiði á Fróðskaparsetri
Føroya í føroyskum. Somu-
leiðis hevur hann tikið lut í
øðrum styttri skeiðum, sum
høvdu við byrjunarundir-
vísing at gera og skeiðum í
týskum.
Kristin var ein nærlagdur
lærari, álítandi og næming-
ar hansara fingu altíð væl
burturúr. Somuleiðis var
hann ein góður samstarvs-
felagi, ið lærararnir í Fugla-
fjarðar Skúla fara at sakna.
Av øðrum Kristin hevur
tikist við skal verða nevnt,
at hann sat í líkningar-
nevndini í 8 ár og í kirkju-
ráðnum í 4 ár sum skrivari
og kassameistari.
Kristin
hevði
stóran
áhuga fyri ítrótti, og spældi
hann í mong ár í bestu fót-
bóltsdeildini hjá ÍF. Somu-
leiðis var hann ein virkin
limur í badmintonfelagn-
um, og tók lut í kappingum.
Kristin er giftur við Dinnu,
ið er ættað úr Leirvík, og
eiga tey børnini Rúnu,
Hallu og Fróða.
Kristin
hevur
nógv
áhugamál, so hann fær
ongar trupulleikar av at fáa
tíðina at ganga.
Hann hevur stóran ans
fyri náttúruni, og tí sum í
henni livir, og mangan
hevur hann verið hollur í
ráðum og vegleiðingum, tá
ið ivamál hava staðist um
staðarnøvn,
plantunøvn,
fuglanøvn o.a.Lesihugurin
hevur altíð verið stórur, og
nú verða lesistundirnar
betri, nú eingin skúli er at
hugsa um, skúlin, ið Kristin
altíð raðfesti høgt og nýtti
sína orku til.
Kristin Poulsen fer úr lærarastavinum
Arndal Mouritsen
úr Sørvági andaðist í
heiminum
leygar-
dagin, 76 ára gamal.
Jarðarferðin verður
úr Kedron mikudag-
in klokkan 13.00.
Tey,
sum
vilja
minnast
Arndahl
kunnu lata Samkom-
uni
Kedron
eina
gávu.
Jón
Sámalson,
Akureyri, ættaður av
Rætt
á
Toftum,
andaðist 28. septem-
ber, 81 ára gamal.
Jarðarferðin verður
10. oktober kl. 13.30
úr Akureyrar kirkju.
Andlát og
jarðarferðir
Hesir byrjaðu telegrafist-
skúlan hjá Fisher Heinesen
4. oktober 1965 og fingu
prógv í 1967 Aftast frá
vinstru. Niclas Danielsen,
Leirvík, Petur Dahl Nolsøe,
Vágur, Maison Mellem-
gaard, Klaksvík, Ebbe Bær-
entsen, Skopun (doyði í
Trinidad 14/4-1983, 40 ár),
Finn Salberg Olsen, Vágur,
Odmar
Joensen,
Vest-
manna,
Petur
Gardar,
Klaksvík,
og
Mogens
Højsted, Svínáir.
Lærarar: Julius Poulsen,
Kiss
Linklett,
Fisher
Heinesen, Erik Danielsen.
Afturat hesum tóku Martin
Djurhuus,
Sumba,
og
Jaspur Hjelm, Vágur, prógv
í Danmark nakað aftaná.
Myndaeigari: Petur D. Nolsøe
Týsdagin 4. oktober verður
Finn Olsen, Vágur, 60 ár.
Finn starvaðist sum fjar-
ritari í Grønlandi ú umleið
15 ár og hevur síðani starv-
ast hjá Strandferðsluni.
Finn er giftur við Bjørg
Olsen av Tvøroyri og eiga
tey 3 børn og 5 abbabørn.
Frásøgukynstri
hevur
Finn sum fáur. Hevði hann
nú fingið stundir, hevði eg
lisið bókina »Frá St. Nord
til Prins Chrstianssund«
minst tvær ferðir.
Heilsan Vinur
Fjarritarar frá 1967
Finn Salberg Olsen 60 ár
i