týsdagur 4. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 4. oktober 2005
15
Semingsmaðurin:
Landsstýrið kann ikki vænta
at sleppa við eini null-loysn
Tað er torført at gera
eitt semingsuppskot,
sum bara gongur øðr-
um partinum á møti,
sigur Jógvan Amons-
son, semingsmaður,
sum hevur góðar
vónir um at vit sleppa
undan verkfalli
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin,fo
– Landsstýrið kann ikki
vænta at sleppa við eini
null – loysn.
Tað sigur Jógvan Amons-
son, semingsmaður.
Teir báðir semingsmenn-
inir, Jógvan Amonsson og
Alfred Petersen, skulu nú
royna at finna semju í
sáttmálatrætuni
ímillum
Starvsmannafelagið
og
Fíggjarmálaráðið.
Sáttmálin gekk út á mid-
nátt fríggjakvøldið og tá ið
tað ikki hevði eydnast pørt-
unum at finna semju,
samdust teir í hvussu so er
um at senda boð eftir sem-
ingsmonnunum.
Semingsmenninir skuldu
hava fund við partarnar
seinnapartin í gjár og eftir
tann fundin skuldu teir
leggja tað víðari semings-
tilgongdina til rættis.
Á fundinum skuldu teir
fáa eina frágreiðing frá
báðum pørtum um ynski og
krøv og um, hvussu sam-
ráðingarnar stóðu, áðrenn
teir ásannaðu, at teir ikki
komu longur.
Jógvan Amonsson hevur
tískil ikki tær stóru við-
merkingarnar, fyrrenn sem-
ingsmenninir hava tosað
við partarnar og hava sett
seg inn í støðuna.
Tað verður heldur ikki
fyrrenn tá, at hann veit,
hvussu nógv skilir partarnar
og tískil eisini, hvussu torfør
uppgáva, semingin verður.
Tað er ongin loyna, at tað
fyrst og fremst er lønar-
spurningurin, sum skilir
partarnar. Í tí sambandi
hevur landsstýrið spælt út
við, at tað vil helst hava
eina null-loysn.
Men tað heldur semings-
maðurin ikki, at landsstýrið
kann vænta.
– Tað verður torført at
gera eitt semingsuppskot,
sum bara gongur øðrum
partinum á møti.
Men hvar ein nýggjur
sáttmáli endar, heldur hann
at tað er ómøguligt at siga.
Hann staðfestir kortini, at
hóast lønin hevur stóran
týdning, eru tað eisini onn-
ur viðurskifti, sum hava
týdning í einum sáttmála.
Men, hvat eitt semingsupp-
skot kemur at innibera, er
vónleyst at siga.
Nú hevur privati arbeiðs-
marknaðurin gjørt sáttmála
í vár. Fer tað at vera grund-
arlagið undir einum sátt-
mála á almenna arbeiðs-
marknaðinum eisini?
Tað var á privata arbeiðs-
marknaðinum og hetta er
almenni arbeiðsmarknaður-
in. Men tað er skilligt, at all-
ar broytingar í samfelagnum
sum heild, hava týdning fyri
einum sáttmála.
Semingsmaðurin hevur
annars góðar vónir til, at
tað fer at eydnast at finna
semju, uttan at vit enn eina-
ferð verða rakt av verkfalli.
Langt ímillum
partarnar
Gunnleivur Dalsgarð, for-
maður í Starvsmannafel-
agnum hevur heldur ikki so
nógvar viðmerkingar, fyrr-
enn hann hevur tosað við
semingsmenninar.
Men hann staðfestir, at
tað er langt ímillum partar-
nar og tað tað komst ikki
víðari, tí eru semings-
menninir boðsendir.
Jógvan Amonsson, semings-
maður sigur, at enn er vón-
leyst at siga, hvat fer at
standa í einum møguligum
semingsuppskoti
Konufólkið á
Postverkinum
fingið búnar
Konufólkið, sum ar-
beiðir inni á Post-
húsunum kring
landið, hava nú fing-
ið nýggjan búnað
PROFILERING
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nokk so skjótt eftir at
Postverk Føroya varð
yvirtikið, fingu postboð-
ini kring landið eyðkenn-
isbúnar at vera í, táið tey
vóru til arbeiðis.
Nú hava so eisini konu-
fólkini, ið arbeiða inni á
teimum ymsu posthúsun-
um fingið eyðkennisbúnar.
Enn hava mannfólkini,
sum arbeiða inni á post-
húsunum, ikki fingið bún-
ar, men tað skilst at tað er
ætlanin sum frálíður.
Á Posthúsinum á Tvør-
oyri siga tey, at tað hevur
reiðiliga leingi verið í um-
búna at útvega eyðkenn-
isbúnar til starvsfólki og
ein nevnd hevur arbeitt
við málinum meiri og
minni í fleiri ár.
Teir nýggju búnarnir
eru útvegaðir ígjøgnum
Abilit í Havn, sum hevur
verið umboð og teir eru
seymaðir í Svøríki.
Hesar tríggjar á posthúsinum á Tvøroyri hava eisini fingið
nýggjan búna. Frá vinstru eru tær Jórun Mortensen, Asta
Mortensen og Sonja Joensen
Eftir at hava arbeitt
við málinum í nógv
ár, hava Porkenningar
nú tikið bygdarsavnið
alment í nýtslu
BYGDARSAVN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í nógv hava porkenningar
arbeitt fyri at seta eitt bygd-
arsavn ástovn í bygdini.
Og nú er komið so langt,
at bygdarsavnið varð tikið
alment í nýtslu fríggjadagin.
Tað varð við almennari
móttøku, har eini 100 fólk
vóru komin saman at taka
bygdarsavnið í nýtslu.
Bygdarsavnið heldur til í
gamla skúlanum.
Magnus Tausen, formað-
ur í Porkeris Fornminnafel-
ag, sigur, at tá ið felagið
varð storvnað í 1995, var
tað fyrst og fremst við tí
fyri eyga at varðveita gamla
skúla, sum tá var í ógvuliga
ringum standi.
Tað eydnaðist, men tað er
eisini ógvuliga nógv ar-
beiðið algt í hann fyri at
seta hann í prýðiligan
stand. Innan er hann ser-
merktur, ikki minst tí at
Johan Dam, vanliga nevnd-
ur Hannekiss, hevur æðra-
málað hann.
Porkenningar siga, at
hetta mann vera eitt tað
seinasta
meistaraverkið
undan hansara hondum.
Men síðani hevur ætlanin
at varðveita skúlan eisini
ment seg til at verða eitt
veruligt bygdarsavn við
ymsum lutum og tilfari, sum
lýsir gerandisdagin í Porkeri
fyrr í tíðini, bæði tímiliga og
andaliga, til álvara og gam-
an og savnið má sigast at
vera reiðiliga fjølbroytt,
hóast hetta bara er byrjanin.
Magnus Hansen, sigur, at
tey nú fara at finna útav,
hvussu tað skal skipast at
hava savnið opið.
Samstundis frætta tey í
felagnum fegin frá fólki,
sum hava søguligar og for-
vitnisligar lutir, sum tey vilja
læna savninum ella sum tey
vilja lata savnið hava í
varðveitslu, so at tað kann
útbyggjast og mennast.
Vit hava meiri um bygd-
arsavnið í Porkeri í Viku-
skiftisblaðnum.
Røringur komin í
Hovstunnilin
Porkenningar tikið bygdarsavnið í nýtslu
HOVSTUNNILIN
Í Suðuroy gongur nú
hvønn dag sjón fyri søgn,
at dagurin nærkast al-
samt, har farið verður
undir at gera tunnilin
ímillum Øravík og Hov.
Seinastu tíðina hevur
verið arbeittvið at fyri-
reika arbeiðsplássið øra-
víkarmegin og tey, sum
koyra ella ganga framvið,
hava lagt til merkis, at tað
er grivið omanav, har inn-
takið til tunnilin skal vera
og eitt lítið hús er bygt við
komandi tunnilsmunnan,
har streymur er lagdur til
arbeiðsplássið.
Og fríggjadagin komu
so ymisk amboð í Suður-
oynna, sum skulu brúkast í
sjálvum tunnilsarbeiðnum.
Eitt stórt farmaskip hjá
Samskip kom á Drelnes í
fríggjadagin og har var
bæði broyt og borivognur
lossað í land. Tað vóru
Farmaleiðir hjá Strand-
ferðsluni, sum avgreiddi
tann spurningin og am-
boðini standa nú á vogn-
um á Drelnesi.
Tað, sum hevur ligið í
kortunum, er, at arbeiðið
skuldi byrja í hesum mán-
aðinum og at tað skal
verða koyrandi ígjøgnum
tunnilin á jólum 2007.
Borivognurin,sum skal brúkast at bora Hovstunnilin við, er
nú komin til Suðuroyar. Arbeiðið skal byrja í hesum
mánaðaðinum og á jólum í 2007 skal verða koyrandi
ígjøgnum hann