týsdagur 4. oktober 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Elisabeth Holm
studentaskúlalærari og
lestrarvegleiðari
»Út við námsfrøði í stu-
dentaskúlanum, inn við sál-
arligum ágangi!«
Hetta er avgjørt ikki al-
menna slagorðið og partur av
stóru visiónunum hjá før-
oyska
Mentamálaráðnum,
men hetta er tíverri tann
virkandi, ósagdi boðskapurin
og nakni veruleikin á Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði.
Langt er ímillum teori og
praksis, ímillum visión og
veruleika - tað hava vit so
staðiliga ásannað við førda
útbúgvingarpolitikkinum á
miðnámsøkinum.
Spurn-
ingur er, um yvirhøvur ber til
at tosa um nakran útbúgv-
ingarpolitikk. Hægstu mynd-
ugleikar á útbúgvingarøkin-
um virða ikki kunngerðir og
samtyktir, men sleingja dúgl-
iga um seg við føgrum orð-
um, ið ferð eftir ferð vísa seg
at vera tóm, har hondin ikki
ger sum muðurin sigur. Tí er
eisini ringt at vita, hvar vit
flóta á útbúgvingarøkinum.
Sálarligur ágangur
Síðstu 2-3 árini er syndring
og avlíving av vælvirkandi
flokkum komin fyri á so at
siga hvørjum ári, men hvørki
sálarligu ella praktisku av-
leiðingarnar av hesi framferð
tykist áhugi vera fyri frá
myndugleikans síðu. Nýggj-
asta slagi av sálarligum
ágangi móti næmingum og
lærarum er at fara upp um
loyvda hægstamark, ið er 24
næmingar í hvørjum flokki,
við at koyra 26 næmingar í
tveir málsligar flokkar í Hoy-
dølum. Skulu vit lærarar, tit
myndugleikar og tit floksfe-
lagar í umrøddu flokkum í
Hoydølum klappa saman
hendur, um onkur næmingur
gevst? Hvussu hongur hetta
saman við vøkru útbúgving-
arvisión landsstýrisins 2015?
Hvussu halda undirvísingar-
myndugleikar okkara, at
hetta ávirkar næmingar okk-
ara? Ella eru viðurskifti og
kenslur næmingana als ikki
av áhuga? Eru næmingar ein-
ans køld tøl í Mentamála-
ráðnum? Er endamálið at
trýsta vónríkar næmingar til
at gevast? Hvussu skulu lær-
arar, næmingar og foreldur
teirra uppfata hesa støðu?
Hví spæla við kenslunum hjá
øllum, ið varða av? Hvat er
hetta fyri ein hugburður til
• Næmingar, ið hava sett sær
fyri at fáa eina students-
útbúgving og sjálvsagt
vænta at verða tiknir í
álvara?
• Foreldur, ið senda børn
síni í studentaskúla og
sjálvsagt vænta virðiliga
viðferð?
• Lærarar, ið dagliga undir-
vísa og eru um hesar næm-
ingar?
• Lestrarvegleiðarar,
ið
javnan hoyra um stúran,
ótta og ótryggleika hjá
næmingum vegna íkomnu
støðuna? Og
• Yrkisfelag Studentaskúla-
og HF-lærara (YF), ið eftir
beiskt og drúgt verkfall um
næmingatalið í flokkun-
um, at enda í avtalu við
Fíggjarmálaráðið
fekk
staðfest í 1998, at hægst
loyvda tal í flokkunum er
24?
Næmingar kastibløkur
Tað kemur oftari og oftari
fyri, at næmingar fara í
gloymibókina sum hugsandi
menniskju, og tí verða við-
farin sum kastibløkur og lív-
leys tøl á naknum pappíri í
Mentamálaráðnum.
Her
verður hugsað um framferð-
ina síðstu árini, har eitt und-
antak, ið gekk út upp á at
syndra ein flokk vegna spar-
ingar, tykist vera blivin sið-
venja. Nógvur ágangur og
nógv rok hevur verið síðstu
árini vegna tílíkar avlívingar
av flokkum, og sálarligi prís-
urin hjá fleiri av næming-
unum hevur verið ov høgur
at "gjalda". Síðsta dømi um
hetta var flokkurin 2.a, sum
ið hesum skúlaárinum skuldi
eita 3.a, men sum í dag er
syndraður sum flokkur. Ein-
stakir fyrrverandi næmingar
úr 2.a hava megnað at laga
seg til sosialu eindirnar í øðr-
um flokkum, meðan aðrir
næmingar hava havt nógv
verri við at komið inn í ein
nýggjan floksfelagsskap. Av-
leiðingar av hesum, og øðr-
um avlívingum av flokkum,
eru m.a. mistrivnaður, vant-
andi motivatión og fráfall.
Leggjast skal afturat, at
Mentamálaráðið var so mik-
ið umhugsið tá umrøddi 2.a
fekk boð um avlívingina av
flokki teirra, at hetta bleiv
gjørt, fáar dagar áðrenn
próvtøkan byrjaði. Avvarð-
andi myndugleikar væntaðu
sjálvsagt, at umrøddu næm-
ingar vóru robottar, ið kundu
sløkkja eina kontakt í erva,
sum hevði við kenslur hesum
viðvíkjandi at gera. At fleiri
næmingar mistu hugin at
ganga í skúla, og trúnna á
skúlaleiðslu og Mentamála-
ráð og enntá ikki fingu saml-
að seg um próvtøkurnar fyri
framman, var tað eingin frá
myndugleikana
síðu,
ið
hugsaði um, men næmingar-
nir í fyrrverandi 2.a fingu
veruliga sviðan at kenna.
Hvar bleiv námsfrøðiliga
atlitið av? Er tað ikki eisini
Mentamálaráðið, ið umsitur
tann partin av miðnámsút-
búgvingunum? Er tað ikki
upp á tíðina, at útbúgvingar-
myndugleikar okkara byrja
at hugsa um ungdómar okk-
ara sum annað enn tøl, men
ístaðin sum verulig menn-
iskju, sum dýrabarasta til-
feingi, ið land okkara eigur?
Er tað ikki eisini upp á tíð-
ina, at føgru orðini um út-
búgving, trivnað, best útbúna
fólk í 2015, o.s.fr. verða útint
í verki?
Í studentaskúlanum verður
serliga nógv gjørt burtur úr
samansjóðing og trivnaði í
flokkunum fyrstu tíðina á
skúlanum. Tað er flokkurin
sum sosial eind, ið serliga
eyðkennir
studentaskúla-
skipanina - ikki einans av
praktiskum ávum, men ser-
stakliga av námsfrøðiligum
orsøkum. Nógv verður røtt
um felags stev og felags
virðir, og trivnaðurin hjá
einstaka næminginum og
flokkinum sum eind verður
settur í hásætið. Í øllum
námsfrøðiligum verkætlan-
um og lærubókum er ein
aðaltáttur, ið er afturvend-
andi, og hann er, at trivnaður
hjá einstaka næminginum er
ein fyritreyt fyri læring.
Henda trivnaðin ber til at
skapa í einum vælvirkandi
flokki, har næmingar kenna
seg væl, føla seg vird og
sædd, hava ávirkan og um-
støður at læra í. Hetta mál
røkka vit ikki við verandi út-
búgvingarpolitikki
(t.e.
vantandi politikki), har bæði
tað ið verður uppbygt innan
flokseindir kann blíva syndr-
að vegna sparingar, ella har
flokkar verða yvirfyltir, so
ikki ber til at røkka einstaka
næmingin í tann mun, ið er
námsfrøðiliga ráðiligt.
Tilætlað fráfall?
Beint nú sita næmingar í
tveimum málsligum fyrstu-
flokkum uttan at vita, hvør
langna teirra verður restina
av skúlaárinum. Hetta skapar
ótta og ótryggleika millum
næmingarnar. Her er milt
sagt talan um sálar-ligan
ágang mótvegis næmingum,
foreldrum teirra, avvarðandi
lærarum og Yrkisfelagi Stu-
dentaskúla- og HF-lærara.
Tað at Mentamálaráðið til-
vitað velur at fylla næminga-
talið í flokkunum upp um
hægstamarkið 24 er ikki
einans ein beinleiðis pro-
vokatión
mótvegis
stu-
dentaskúlalærarunum, men
avdúkar
samstundis,
at
myndugleikar okkara tilvitað
"spekulera" í fráfalli. Jú,
fráfall er ein trupulleiki í
miðnámsskúlunum, og nógv-
ar lívsumstøður og orsakir
eru til tess, men hvør sigur at
júst onkur í yvirfyltu flokk-
unum ætlar sær at gevast? Er
tað ikki uppgáva Menta-
málaráðsins at minka um
fráfall í miðnámsskúlunum?
Hava hesir myndugleikar
ikki misskilt sína uppgávu, tá
teir ístaðin leggja upp til
møguligt fráfall við m.a. at
• skapa ótta og ótryggleika
millum næmingar?
• yvirfylla flokkar og sostatt
leggja óneyðugt trýst á
nýggjar næmingar og lær-
arar?
• bróta niður tað, ið næm-
ingar, lestrarvegleiðarar og
lærarar hava bygt upp í
tvey ár við at syndra og av-
líva
væletableraðir
flokkar?
Í staðin fyri at fyribyrgja
fráfalli við at skapa karmar
um læring og trivnað, so at
so nógv ung sum til ber fáa
møguleika og umstøður til at
gjøgnumføra eina miðnáms-
útbúgving, so ganga landsins
útbúgvingarmyndugleikar á
odda ímóti teirra egnu visi-
ónum. Sambært visjón 2015
skulu "allir ungdómar fáa
eina miðnámsútbúgving ella
yrkisútbúgving" (Løgmans-
røðan 2005).
Tað vit á Føroya Studenta-
skúla og HF-skeiði í Hoydøl-
um hava verið vitni til síðstu
árini, serstakliga við skúla-
ársbyrjan í 2005, minnir ikki
sørt um ein absurdan sjón-
leik. Munurin millum ab-
surdan sjónleik og tann leik,
ið vit eru vitni til á útbúgv-
ingarøkinum sum heild, í
hesum føri í Hoydølum, er, at
absurdur leikur er fiktión,
meðan "leikurin" á Føroya
Studentaskúla er veruleiki.
16
Nr. 188 - 4. oktober 2005
GRANSKING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Landsstýrið hevur skorið
hálva millión av játtanini til
Granskingardepilin
fyri
økismenning, og nú er bara
ein helvt eftir av játtanini,
sum
Granskingardepilin
fekk fyri tveimum árum
síðani.
Mentamálaráðið
umhugsar at leggja Gransk-
ingardepilin saman við
Fróðskaparsetrinum.
Granskingardepilin fyri
økismenning, sum hevur
deildir í Klaksvík og í Suð-
uroy, er skorin við meira
enn einum triðingi á fíggj-
arlógaruppskotinum
fyri
2006.
Játtanin til Granskingar-
depilin var í ár 1,387 milli-
ónir krónur, men næsta ár
ætlar landsstýrið at játta
eina hálva millión minni –
tað vil siga 887.000 krónur.
Seinastu tvey árini er
játtanin til Granskingar-
depilin skorin á hvørjum
ári. Í 2003 vóru játtaðar
1,657 milliónir krónur, men
næsta ár er ikki meira enn
ein góð helvt eftir av hesari
játtan.
– Tað hevur verið tosað
nógv um, hvussu framtíðini
hjá Granskingardeplinum
skal vera. Vit hava ongar
ætlanir um niðurleggja
økismenningargranskingin
a, men vit hava verið noydd
at skerja játtanina fyri
næsta ár, tí eg skuldi spara
onkrastaðni, sigur Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður
við mentamálum.
–
Granskingardepilin
byrjaði sum eitt projekt, og
vit skulu nú gera av, hvussu
framtíðini hjá honum skal
vera. Ein møguleiki er at
leggja Granskingardepilin
saman við Fróðskaparsetr-
inum uttan at leggja niður
deildirnar kring landið. Vit
fara í næstum at viðgera
hetta mál nærri, sigur
landsstýrismaðurin.
Granskar fyri land,
kommunur og onnur
Granskingardepilin
fyri
Økismenning er ein óheftur
samfelagsligur gransking-
ardepil innan økismenn-
ingargransking, sum heldur
til í Klaksvík og í Vági.
Granskarar á Gransking-
ardepilinum standa fyri
ymiskum verkætlanum inn-
an føroyska samfelagsvís-
indaliga
gransking,
og
Granskingardepilin hevur
harumframt samstarv við
granskingarstovnar og uni-
versitet í Danmark, Norra,
Íslandi, Kanada, og Skot-
landi – og er í samstarvi við
hesar stovnar virkin í størri
útlendskum granskingar-
verkætlanum.
Granskingardepilin fyri
Økismenning verður part-
víst fíggjaður við játtan á
fíggjarlógini og partvíst av
føroysku
kommununum.
Harumframt verður ein
partur av virkseminum
fíggjaður av stovnum, fe-
løgum og øðrum, ið um-
biðja kanningar, og ein
partur av fíggingini kemur
frá útlandinum.
Seks fólk eru í løtuni
knýtt at Granskingar-depl-
inum fyri Økismenning,
men tað verður sambært
fíggjarlógaruppskotinum
eitt
fulltíðarstav
minni
næsta ár.
Absurdur leikur á Føroya Studentaskúla
05a og b í
Hoydølum
15. august møttu vit upp í
Hoydølum við vónum
um trý góð ár við okkara
nýggju
floksfeløgum.
Men tað fyrsta Mads
Winther segði við okkum
var, at teir málsligu
flokkarnar vóru yvir-
mannaðir og fóru vón-
andi at vera broyttir. Ikki
er loyvt at vera meir enn
24 næmingar í hvørjum
flokki, men teir málsligu
flokkarnar høvdu í byrj-
anini 26 næmingar. Um
ikki 2 næmingar úr a, b
og ð flokkunum eru givn-
ir áðrenn 1. oktober, so
verður
møguliga
ein
nýggjur flokkur gjørdur,
um peningur var til tað.
Nú eru 24 næmingar í ð
flokkinum, men 25 í a og
b flokkunum.
Hølini eru ov lítil til 25
næmingar, halda vit og
læraranir. Teir fáa illa
nokk umdirvíst, og tað er
sera kvalið eftir 90
minuttum.
Stovurnar
hava heldur einki air-
conditioning.
Men vit í 05a og 05b
vilja ikki koyrast í nýggj-
ar flokkar. Vit hava sera
gott forhold í flokkunum,
og vit halda, at tað er alt
ov seint at skylja okkum
frá hvørjum øðrum. Tað
er Mentamálaráðið, ið
hevur koyrt 26 næmingar
í hvønn flokk. Vit føla
okkum sum um vit ein-
ans eru tøl. Hvussu nógv
tøl kann man proppa inn
í eina skúlastovu?
Tað er jú eitt undantak,
at Mentamálaráðið kann
koyra meir enn 24 næm-
ingar í ein flokk. Og í
hesum førum var tað við
tí hugsjón, at 6 næmingar
fóru at gevast, áðrenn
hálvurannar mánður var
liðin. Vit føla okkum ikki
sera vælkomnan.
Visión 2015 sigur, at
øll skulu hava eina mið-
námsútbúgving,
men
Mentamálaráðið heldur,
at tað er so long tíð inntil
ta tíð. Men ein studenta-
útbúgving tekur trý ár, og
so skal ein eisini læra
víðari, sum eisini tekur
nøkur ár. Mentamála-
ráðið hevur ikki ætlað
sær at byrja í góðari tíð
og ætla sær ikki at vera
fyrireikaði
til
visión
2015.
Vit
(næmingarnir)
ganga við óvísheit um,
hvat fer at henda við
okkum. Vit vilja stuðla
Yrkisfelaginum
í,
at
hetta ikki fer at endur-
taka seg (at meir enn 24
næmingar vera koyrdir í
1 flokk). Hettar er komið
fyri einaferð fyrr, og tað
endaði við verkfalli, sum
eisini kann koma fyri nú.
Tað ávirkar pensum hjá
okkum sera nógv.
Vælkomin í Hoydalar,
vit vóna at tú fert úr!
Økisgranskingin skorin inn á bein