týsdagur 4. oktober 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 4. oktober 2005
17
Semja undirskrivað við
handverkarafeløgini
Fríggjadagin skrivaðu
Føroya Handverks-
meistarafelag og bæði
handverkarafeløgini
undir semju um
nýggjan tvey ára sátt-
mála. Semjan er á
sama støði sum semj-
an við arbeiðarafeløg-
ini við einum út-
reiðslukarmi á 2,4%
SAMRÁÐINGAR
Føroya Handverksmeist-
arafelag hevur, saman við
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
sáttmálar um handverkarar-
og serarbeiðarar við tey
bæði feløgini Føroya Hand-
verkarafelag og Landsfelag
Handverkarana.
Verandi
sáttmáli millum partarnar
var uppsagdur og gekk út
tann 1.oktober 2005, skriv-
ar Vinnuhúsið.
Partarnir hava samráðst
síðan 19. september, tó so
at nøkur mál eru viðgjørd
leypandi gjøgnum sátt-
málaskeiðið. Og fríggja-
dagin 30. september kl.
17.30 var semja undirskriv-
að millum partarnar um
nýggjan tvey ára sáttmála.
Í
sáttmálaskeiðinum
hækkar eftirlønin 3%. Eitt
prosent kemur omaná eftir-
lønina 1. oktober í ár og
tvey prosent 1. oktober
næsta ár. Hetta svarar til ein
útreiðslukarm á 2,4% yvir
2 ár.
Av øðrum innihaldi í
semjuni kann nevnast at:
• semja er um at seta í
verk serligan sáttmála fyri
lærlingar
• handverkarar skulu
framyvir hava setanarskriv,
har setanarviðurskiftir vera
staðfest
• uppsagnartíðin er longd
í sáttmálanum fyri tíma-
løntar og stytt í fastlønar-
sáttmálanum
• lønarútgjalding kann
fara fram fyri ein mánaða í
senn, eftir góðkenning frá
fakfeløgunum
• gjaldið sum higartil er
farið til halgidagsgrunn
framyvir fer til eftirløn.
Nýggja semjan fyri hand-
verksøkið er í kostnaði á
sama støði, sum semjan við
arbeiðarafeløgini í vár.
maersk-skibsoffi cer.dk
"Jonathan, skibsoffi cersstuderende
Det er fedt, at du i tre måneder kan koncentrere
dig 100% om dit arbejde og så bagefter har
tre måneder, hvor du har fri."
Vi søger 100 studerende
til skibsoffi cers-
uddannelsen.
Start 9. januar
Du er klar til en uddannelse, der udfordrer både dine boglige og tekniske
færdigheder. Som hurtigt giver dig muligheden for at prøve kræfter med
dit fremtidige job i en af verdens største handelsfl åder. Og som kræver,
at du kan fastholde det store overblik såvel som fokus på detaljen.
Læs meget mere om uddannelsen og jobbet på maersk-skibsoffi cer.dk,
hvor du også kan bestille informationsmateriale og ansøgningsskema
samt sende din ansøgning online. Kommer du i betragtning, modtager
du herefter indkaldelse til en optagelsesprøve. Du kan også ringe
til os på +45 3398 7000.
Gør tanke til handling allerede i dag!
Vi afholder optagelsesprøve den 3. november 2005 i Thorshavn.
Kristiliga Sangkórið
venur aftur
KÓRSANGUR
Týskvøldið 18. oktober fer Kristiliga Sangkórið aftur
undir regluligu venjingarnar. Kórið venur enn sum áður
í KFUM í Havn.
Eini 35 fólk eru í kórinum, men sangkórið sigur, at
nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir.
Ein fastur táttur í vetrarskránni hjá kórinum er jóla-
gudstænastan í Havnar Kirkju, og farið verður undir at
venja eina jólaskrá til hetta høvi.
el
Landsstýrið hevur í
sambandi við fíggjar-
lógararbeiðið avgjørt,
at partarnir á arbeiðs-
marknaðinum einsa-
mallir skulu fíggja
Barsilsskipanina.
Afturfyri verður per-
sónsskatturin og
partafelagsskatturin
lækkaður. –Hetta
merkir eykakostnað
fyri vinnuna og hetta
verður gjørt, uttan at
partarnir á arbeiðs-
marknaðinum eru
hoyrdir, skrivar
Vinnuhúsið
FÍGGJARLÓG
– Bæði undanfarna og hetta
landsstýrið hava higartil
hildið fast við, at tað er
óheppið við »hálvalmenn-
um« stovnum, sum t. d.
ALS, og at hesir ikki eru í
trá við stýrisskipanarlóg-
ina. Nú sær tað tó út til, at
hetta passar inn í fíggjar-
lógararbeiðið, og er nú
einki í vegin fyri, at enn ein
skipan verður løgd til part-
arnar á arbeiðsmarknaðin-
um at umsita og fíggja.
Hetta skrivar Vinnuhúsið á
h e i m a s í ð u n i
www.indursty.fo
Fyri vanliga løntakaran
kann skipanin óiva gerast
útreiðsluneutral, væl at
merkja, um løgtingið ikki
broytir uppskotið. Fyri
vinnuna er støðan ein onn-
ur. Ein lækkan í partafel-
agsskattinum merkir ikki,
at vinnan sleppur undan
eykaútreiðslum. Broytingin
rakar í besta lagi misjavnt,
og hetta verður steinur om-
an á byrðu hjá vinnugrein-
um, sum frammanundan
eru illa sperdar. At lands-
stýrið ætlar at lækka parta-
felagsskattin hjálpir ikki
okkara høvuðsvinnu, sum
er sera lønartung. Verður
støði tikið í einum virki
sum Kósini, so vóru lønar-
útgjaldinarnar í 2004 góðar
40 milliónir krónur. Metast
kann at gjaldið til Barsils-
skipanina hækkar úr 0,25%
til 0.6%. Tá fær eitt slíkt
fiskavirki eina meirút-
reiðslu upp á 140.000 krón-
ur. Úrslitið hjá Kósini, eins
og hjá fleiri av fiska-
virkjunum var í 2004 so-
leiðis, at ongin skattur varð
goldin. Tað vil siga, at lov-
aða lækkingin í skattinum,
kemur ikki hesum virkjum
til góðar. Talan er um eina
reina meirútreiðslu.
– Landsstýrið hevur tosað
nógv um, at karmarnir fyri
vinnuna skulu gerast betur.
Vit skulu jú verða millum
heimsins fremstu tjóðir í
2015. Arbeiðsgevarafelagið
hevur ofta víst á, at støðugir
karmar eru ein fyritreyt fyri
vinnuna. Tað er tí at harmast
um, at slíkar avgerðir vera
tiknar í skundi uttan um-
hugsan og uttan at arbeiðs-
marknaðurin er eftirspurd-
ur. Hetta er bert enn eitt haft
um tað sokallaða eina
beinið, vit hava at standa á,
heldur Føroya Arbeiðsgev-
arafelag.
Umskipan av
Barsilsskipanini
kostar vinnuni