Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 188 - 4. oktober 2005 UTTAN ÚR HEIMI Hópgravir í Kongo Stjórnarherurin í Kongo hevur funnið tríggjar hópgrav- ir har suðuri í landinum, og myndugleikarnir halda, at fleiri hundrað fólk liggja í gravunum. Hildið verður, at talan er um flóttafólk úr Rwanda, sum vórðu myrd í einum hópdrápi tíðliga í borgara- krígnum í Kongo, sum byrjaði í 1996. Teir seinastu dag- arnar hava hermenn grivið nógvar beinagrindir upp, og serfrøðingar hjá ST hava eftirlit við arbeiðinum. Tey, sum sluppu undan hópdrápinum á lívi, hava greitt frá, at uppreistrarmenn úr Kongo beindu fyri um- leið 300 flóttafólkum, og at teir fingu hjálp frá rwand- iskum stjórnarhermonnum. ST heldur, at tað vóru rwandiskir stjórnarhermenn, sum framdu hópdrápið, tá Rwanda gjørdi innrás í Kongo í 1996. Vilja hava oljugrunn Vinnuráðið hjá donsku arbeiðararørsluni vil hava myndugleikarnar at stovna ein almennan oljugrunn. Grunnurin skal fáa ein part av tí, sum kemur burtur úr oljuni úr Norðsjónum. Frederik I. Pedersen, búskaparfrøðingur hjá vinnu- ráðnum, sigur við danska útvarpið, at grunnurin skal vera so mikið stórur, at hann kann játta millum 15 og 20 milliardir krónur um árið, og pengarnir skulu brúk- ast til gransking og útbúgving. - Samfelagið stendur fyri stórum avbjóðingum innan gransking og útbúgving, um vit skulu klára okkum í framtíðini. Tí hevði tað verið sera skilagott at brúkt oljupengarnar til tað endamálið, sigur Frederik I. Ped- ersen. Hann heldur, at grunnurin kundi fingið tann ágóðan, sum kemur, tá oljuprísurin er oman fyri 30 dollarar fyri tunnuna. Spania sum Sahara Meðan partar av Balkan standa undir í vatni eftir áhald- andi áarføri, er tað so turt í pørtum av Spania, at fólk noyðast at spara vatn. Í Cordoba hava fólki biðið eftir regni í langa tíð, men enn er líka turt har. Sambært umhvørvismyndugleikun- um hevur avfallið ikki verið so lítið tey seinastu 120 ár- ini, og fyri fyrstu ferð í 15 ár hava myndugleikarnir verið noyddir at biðja fólk spara vatn. Serfrøðingar halda kortini, at stjórnin hevur bíðað alt ov leingi við sparingini, tí tað eru fleiri mánaðir síðani, at trupulleik- arnir stungu seg upp har suðuri í landinum. Samstundis eru tey í ferðavinnuni farin at stúra. Í Murcia er ætlanin at byggja 200.000 nýggj frítíðarhús, men sleppa fólk ikki at brúka vatn, koma tey ikki hagar at ferðast, og tí er ætlanin fyribils løgd til viks. Har norðuri í Spania er øðrvísi. Har hevur tað regnað sum onnur ár, og bøurin er grønur. Har suðuri í land- inum er bøurin gulur, og stór øki minna mest um tað oydna lendið í Sahara, skrivar AP. Trola ólógliga Dasnkir fiskimenn, sum royna við gørnum í Oyra- sundi, eru í øðini um, at nakrir trolarar úr Norðursæl- andi eru farnir at fiska í einum øki, sum bara garna- bátar hava loyvi at royna í. Hans Christian Schmidt, matvørumálaráðharri, sum eisini umsitur fiskivinnumál, sigur, at tann ólógligi fiskiskapurin verður steðgaður. Hann hevur tí givið fiskiveiðieftirlitinum boð um at herða eftirlitið við fiskiskapinum í Oyrasundi og at steðga trolbátunum. Sviar eru heldur ikki serliga fegnir um donsku trol- bátarnar. Sambært einari avtalu ímillum Svøríki og Danmark kunnu skip úr báðum londunum fiska alla- staðni í Oyrasundi, men trolarar hava bara loyvi at royna í einum avmarkaðum øki har norðuri í sundinum. Kristiligu demokrat- arnir vunnu valið í Dresden, og tað herð- ir kravið um, at Ger- hard Schröder eigur at siga kanslarastarv- ið frá sær TÝSKLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Hýrurin var góður á høv- uðsskrivstovuni hjá teimum kristiligu demokratunum í Týsklandi sunnukvøldið, tá tað frættist, at veljararnir í býnum Dresden høvdu flokkinum eitt umboð aft- urat í samveldisdagin. Valið har bleiv útsett 14 dagar, tí eitt valevni hjá høgraflokk- inum NPD doyði beint und- an valinum 18. september. Úrslitið í Dresden ber í sær, at samgongan hjá CDU og CSU hevur 226 umboð í samveldisdegnum ímóti teimum 222 hjá sosi- aldemokratunum. Í Dres- den fekk CDU 36,99 pros- ent av atkvøðunum, meðan SPD fekk 31,13 prosent. - Nú eigur Gerhard Schröder at fara frá, so Týskland kann fáa eina stjórn, segði forsætisráð- harrin í Sachsen, Georg Milbradt, sunnukvøldið. Men formaðurin í SPD, Franz Múntfering, svaraði, at SPD er framvegis tann størsti flokkurin og eigur tí kanslaran. Ætlandi skuldu sosialdemokratarnir hava fund í leiðsluni í gjár, og støða kanslarans var eitt av evnunum á fundinum. Politiskir eygleiðarar í Berlin ivast ikki í, at tað endar við einari stórsam- gongu ímillum CDU og SPD, men at spurningurin um kanslarasessin má av- greiðast fyrst. Blaðið Die Welt skrivaði í gjár, at part- arnir eru vorðnir samdir um fleiri politiskar spueningar. Eitt nú skulu teir vera samdir um at skerja tær al- mennu útreiðslurnar mun- andi fyri at skerja hallið á fíggjarlógini. CDU hevur sagt, at tað er neyðugt at skerja útreiðslurnar fyri at lækka skattin, men hesum hava sosialdemokratiskir leiðarar víst aftur. 20 fólk druknaðu, tá ein ferðabátur holvd- ist á einum vatni í New York VANLUKKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Myndugleikarnir í New York halda, at tann 12 metr- ar langi báturin holvdist, tí hann kom í aldurnar frá einum øðrum báti. 47 fólk vóru við "Ethan Allen", sum var farin eina útferð á vatninum Lake Ge- orge. Tey flestu ferðafólkini vóru pensjonistar, og sam- bært myndugleikunum vóru tað eisini yvirhøvur eldri fólk, sum druknaðu. Eygna- vitni greiddu frá, at summi ferðafólk vóru í bjargingar- vesti, men ikki øll, og nøkur teirra endaðu inni undir bátinum, tá hann holvdist. "Ethan Allen" var var glastrevjabátur, men allur yvirbygningurin var úr glasi. Dresden herdi trýstið á Schröder Ferðabátur holvdist Minst 20, yvirhøvur pensjonistar, druknaðu, tá "Ethan Allen" holvdist Nú stendur nógv á týska kanslaranum