týsdagur 4. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bergur Midjord var
sera bilsin, tá hann
seint leygarkvøldið
fekk boð um, at hann
skal við í ferðalag-
num, sum týsmorg-
unin setir kósina
móti Ísrael
NÝGGJUR
LANDSLIÐSSPÆLARI
Jákup Mørk
Tað var ikki fyrr enn seint
leygarkvøldið, at Bergur
Midjord fekk boðini um
landsliðsúttøkuna. Skriv-
stovan hjá FSF hevði til fá-
nýtis roynt at fingið fatur á
honum, og at enda vórðu
boð løgd heima hjá foreldr-
unum, um at spælarin
skuldi seta seg í samband
við FSF sum skjótast.
- Hesum hevði eg so
slettis ikki rokna við, so tað
var avgjørt eitt gott yvir-
raskilis at fáa, helt fegni
spælarin, tá hann hevði
fingið boðini.
Við góða spæli sínum
gjøgnum alt árið hevur hann
annars gjørt fólk flest varug
við, at ein komandi lands-
liðsspælari kanska var í
væntu. Og ikki minst man
tað hava talt rætta vegin, at
hann eisini er ein av spælar-
unum, sum gjøgnum øll ung-
dómsárini hevur umboðað
Føroyar. Nakað sum eisini
ber við sær, at landsliðs-
venjararnir fleiri ferðir hava
sæð hann í altjóða dysti.
Spurdur, hvørjar orsøkir
hann dugdi at síggja til út-
tøkuna, visti Bergur ikki
reiðiliga, hvat hann skuldi
svara.
- Tað má væl saktans vera
spælið hjá mær í ár. Eg haldi
eisini sjálvur, at tað hevur
gingið hampuliga væl, men
at tað skuldi røkka so langt
longu nú, hevði eg ikki
droymt um. Og beint nú eri
eg bara fegin um at hava
fingið
slíkt
heraklapp,
staðfesti hann.
Trívist á grasi
Bergur er annars ein av
teimum fáu heimligu spæl-
arunum, sum tykist trívast
best á grasi. Hetta var eitt
nú sjónligt í UEFA-Cup
dystunum hjá B36, har
hann í trimum førum var
millum allar bestu spælar-
arnar hjá B36, og har hann
eisini skeyt trý mál í trim-
um dystum.
Eginleikin at hugsa skjótt
og flyta seg skjótt - bæði
við og uttan bólt - kemur
her enn betri til sjóndar,
enn hann ger tað á grasin-
um, og longu í fjør gav
hann eisini boð um hetta, tá
B36 spældi móti letlendska
Metallurgis.
Sjálvur var hann ikki
ósamdur í, at hann trívist
væl á grasi.
- Tað dámar mær betri
enn graslíki. Og tað gekk
eisini gott í UEFA-Cup
dystunum, har sjálvsálitið
eisini fekk eitt skump við
málunum, sum eg skeyt.
- Men her og nú ræður
um at gloyma hetta eina
løtu. Vit hava eina uppgávu
móti KÍ í morgin, tað er
fyrst og fremst hana, sum
eg nú fari at hugsa um,
staðfesti nýggi landsliðs-
maðurin altso leygarkvøld-
ið.
Nr. 188 • týsdagur • 4. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Jákup á Borg sendi
fríggjakvøldið avboð
til landsliðsferðina. Í
hansara stað varð
Bergur Midjord fyri
fyrstu ferð tikin út til
landsliðshópin
LANDSLIÐSÚTTØKA
Jákup Mørk
Tað hevur oftani verið so, at
ein nýggjur spælari er tikin
við á seinastu landsliðs-
ferðina á árinum sum eitt
slag av heraklappi fyri eitt
gott kappingarár.
Soleiðis var tó ikki í
fyrsta umfari, tá Henrik
Larsen boðaði frá, hvørjar
spælarar hann ætlaði at
hava við sær til Ísrael. Her
taldi hópurin flestu av
teimum, sum gjøgnum árini
hjá Henrik hava tænt bæði
honum og landinum, og
sum so var tað kanska
heldur ikki so óvæntað, nú
venjarin fyri seinastu ferð
skal hava ábyrgdina av
liðnum.
Vildi ikki satsa
Men fríggjakvøldið kom
so avboð frá Jákupi á Borg.
– Eg fekk eitt lítið trælær
í dystinum móti VB, men
eg spældi tó dystin lidnan
kortini. Síðani hevur tað tó
víst seg, at hetta hevur sitið
rættiliga djúpt, og fysio-
terapeuturin hjá okkum
hevur sagt, at eg helst skal
binda frið eina heila viku
afturat. Og tá talan er um
somikið langa ferð sum til
Ísraels, so haldi eg tað vera
eitt sindur býtt at fara við,
og so satsa upp á at tað
gongur. Tá er tað helst
betri, um ein spælari, sum
við vissu er klárur, fer í
mínum stað, segði Jákup
sjálvur við sportalin, og tað
gjørdi tað so neyðugt hjá
landsliðsvenjarunum
at
finna nýggjan spælara.
Júst kantspælarar eru ikki
teir, sum tað eru flestir av í
føroyskum fótbólti, men
valið fall á Berg Midjord úr
B36, sum ongan tíð áður
hevur verið á A-landslið-
num.
Men í veruleikanum var
valið kanska ikki heilt so
óvæntað kortini. Bergur
hevur í ár verið ein sera
týðandi partur av oddastríð-
num hjá B36, har hann við
ferð og góðum arbeiðsav-
rikum hevur avrikað nógv í
spælinum. Bæði í álopinum
og á kantinum.
Og skal tosast um dystir
á grasi, so hevur 20 ára
gamli
spælarin
longu
prógvað, at hetta er nakað,
sum hann trívist sera væl
við. Í øllum førum mundi
hann vera millum bestu
spælararnar hjá B36 í góða
UEFA-Cup avrikinum, og í
teimum trimum dystunum,
sum hann spældi í kapp-
ingini, eydnaðist honum at
skjóta trý mál.
Eisini í fjør var hann mál-
skjútti hjá B36 í altjóða
høpi, so illa kann sigast
annað, enn at hann trívist
væl á grasi.
Úrtøkan var
rættiliga soltin
Nýggi maðurin
visti av ongum
Trý av fýra feløgum,
sum hava føroyingar
á liðnum, fingu einki
burturúr, men fyri
fyrstu ferð í hesum
kappingarárinum
megnaði felagið hjá
Atla Gregersen at
lyfta seg av botnpláss-
inum
DANMARK 1.
DEILD
Jóannes Hansen
Tað hilnaðist ikki væl hjá
flestu føroysku spælar-
unum í næstbestu donsku
deildini
sunnudagin.
Størsta vónbrotið var tað
hjá Frem, sum nú av
álvara er farið at kenna
tað brenna undir sær.
Hesa ferð var Frem á
útivølli í Hellerup móti
HIK. Heimaliðið vann 1-
0, eftir at Frem mest sum
alla tíðina hevði havt yv-
irvág. Sigursmálið fekk
heimaliðið, tá ið tað rest-
aðu fýra minuttir. Jónas
Þór Næs og eykamálv-
erjin, Gunnar Nielsen,
sótu alla tíðina á Frem
beinkinum, og teir sóu
Frem málverjan, Jørgen
Nielsen, gera sjálvmál, tá
ið hann eftir horna boks-
aði bóltin upp í nettakið.
Jón Rói Jacobsen var alla
tíðina í miðverjuni hjá
Frem.
Tapið var tað sætta hjá
Frem í hesum kappingar-
árinum. Frem er nú fimti
aftast, og tað er ein støða,
sum teir í Frem ikki eru
nøgdir við, hóast teir
undan hesum kappingar-
árinum mistu fleiri spæl-
arar. Fleiri av tapunum
hava verið heilt óneyðug,
halda teir í Frem.
Skjold, sum hevur Atla
Gregersen á liðnum, hev-
ur higartil verið á aftasta
plássinum. Sunnudagin
vann Skjold 2-1 í Århus á
Brabrand. Sigurin bar
við sær, at Skjold flutti
av aftasta og upp á næst-
aftasta plássið.
Christian Lamhauge
Holst var alla tíðina í
álopinum, tá ið Lyngby
var í Vejle, har heima-
liðið vann 2-0. Ein gamal
kenningur í NSÍ, Ulrik
Balling, staðfesti sigurin,
tá ið seinna umfarið var
tveir minuttir gamalt.
Fremad Amager megn-
aði ikki at halda tørn um
oddasessin, men Andrew
av Fløtum vísti, tá ið teir
vóru í Nykøbing á Falst-
er, at tað framvegis eru
nógv mál í honum. NFA
vann 2-1, og Andrew av
Fløtum pyntaði í síðstu
løtu um úrslitið hjá
Fremad Amager, sum við
tapinum datt niður á
fjórða plássið.
Bergur fekk landsliðsboð
Bergur Midjord var bæði fegin og bilsin, tá hann seint leygarkvøldið fekk boð um at seta seg í
samband við Fótbóltssambandið
Mynd: Álvur Haraldsen