Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 188 - 4. oktober 2005 Eyka skrá fylgir lands- liðnum Venjarin hjá Start stúrir fyri, at nógvu landsliðsspælarar- nir hjá honum ikki fara at vera í nóg góðari dystarvenj- ing, tá ið teir um tíggju dagar koma aftur av landsliðs- ferðini ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Næstu hálva aðru vik- una verður tað friðar- ligt í fleiri feløgum. Bæði heima á landi og í grannalondunum fara nógvir spælarar at vera upptiknir av landsliðs- uppgávum. Millum feløgini, sum eiga nógvar landsliðs- spælarar, er Start. Todi Jónsson kundi havt ver- ið ein av mongu Start spælarunum, sum var á landsliðsferð, men Todi hevur - sum kunnugt - borið seg undan at fara til Ísraels saman við føroyska landsliðnum, sum í dag fer av landin- um. Í staðin fer Todi næstu stóru vikuna at fáa nakrar eyka dagar saman við familjuni. Seks av Start spælar- unum eru boðsendir til avgerandi landsdystir- nar, sum Noreg skal spæla leygardagin móti Moldova og annan mikudag móti Hvíta- russlandi. Harafturat eru aðrir úttiknir til U 21 landsliðið og til onn- ur landslið. - Eg ynski, at Noreg skal standa seg væl í HM undankappingini. Men eg eri venjari hjá Start, og mín uppgáva er at gera liðið til meistara. Tað er tí, at eg havi givið mongu landsliðsspælarunum hjá Start eyka venjing- arætlan við sær fyri at tryggja, at teir verða nóg væl fyri, tá ið teir koma aftur til Kristian- sand annan hósdag, sigur Start venjarin, Tom Nordlie, sum ikki er serliga væl í øgn við norska fótbóltssam- bandið. Kappingarskipanin sigur, at Start annan leygardag, tann 15. ok- tober, skal spæla á heimavølli móti Aale- sund. Av tí at Start eig- ur so nógvar landsliðs- spælarar hevur Start biðið um, at dysturin varð útsettur til sunnu- dagin 16. oktober, men fótbóltssambandið hev- ur sagt nei, og tað eru teir í Kristiansand alt annað enn nøgdir við. Nærum líka mikið hvussu dystirnir í 26. umfarinum laga seg, tykist tað vera púr- asta víst, at hvørki niðurflyting ella meistaraheiti verða avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegi FORMULA-DEILDIN, 25. UMFAR Jákup Mørk Spenningurin er intaktur. Tað má vera fremsta stað- festingin, eftir at øll odda- liðini mistu stig í triða sein- asta umfarinum av Formula -deildini, samstundis sum TB við einum sigri lyfti seg av botnplássinum fyri fyrstu ferð síðani 14. um- farið. GÍ í stórum vanda Fyri at byrja við botninum, so hevur TB tey bæði sein- astu umførini av álvara tik- ið stór fet úr botninum. Sig- rar á ávíkavist GÍ og Skála hava tikið liðið fram um grannarnar úr Vági, og júst hesir verða mótstøðumenn- inir í næsta dystinum. Hesin verður á Sevmýri, har grannauppgerðirnar al- oftast eru bæði intensar og spennandi. Og við eini nið- urflyting sum eykavinningi til taparan er ikki líkt til, at talan verður um ein dyst fyri veikara sálir. Men heldur ikki gøtum- enn skulu kenna seg trygg- ar. Síðani summarsteðgin hevur mest sum einki borið til, og tann veruleikin varð aftur staðfestur við stóra tapinum fyri EB/Streymi. Tað kann vera, at venjara- effektin fer at geva úrslitum í komandi uppgávum, men tað verður so eisini neyð- ugt, nú B36 og Skála eru tey bæði seinastu mót- støðuliðini. Og tá TB og VB dystast næstuferð, hava gøtumenn krav um stig hangandi yvir sær, tí alt annað vil viðføra, at liðið dettur enn eitt pláss niður á talvuni. Hinvegin kann bara eitt stig hava við sær, at niður- flytingin verður avgjørd undan seinasta leikdegi. Gøtumenn eru í løtuni tvey stig undan VB, og við eini betri innanhýsis uppgerð mótvegis vágbingunum, vil ein javnleikur vera nóg mikið, treytað av at VB ikki fær stig við sær av Sev- mýri. Grannauppgerðin avger FM Í oddinum er støðan mest sum óbroytt eftir hetta um- farið. Gaman í tapti Skála, soleiðis at teir mistu eitt stig í mun til tey bæði havn- arfeløgini, men tað broytti sum so ikki tað stóra um fortreytirnar hjá Skála. Kravið hjá Skála er tó, at seks stig verða fingin úr seinastu tveimum dystun- um. Og fyrst og fremst á Eiði, har talan verður um eina alt annað enn lætta uppgávu. Hartil skulu teir orangju- littu vóna, at talan verður um javnleik, tá havnarfe- løgini bæði fara á vøllin í seinasta umfarinum. Hinvegin er formkurvan hjá Skála einki at reypa av í løtuni. Rætt og slætt, so hevur liðið ikki vunnið, síðani teir tann 28. august vunnu 2-1 á ÍF við einum brotssparksmáli í evstu løtu. Og tað er ikki nakað, sum kann rópast meistara- formur. Tað hava B36 og HB kanska heldur ikki sýnt seinastu tíðina, men enn standa tey bæði havnarfe- løgini einsamøll við av- gerðini. Her tykist alt at standa og falla við seinasta dystinum, og sjálvt um tað er ilt at spáa um framtíðina, so tykist tað vera lítið sann- líkt, at fortreytirnar fyri hesum skulu broytast ser- liga nógv undan seinasta umfarinum. Teoretiskt kann gullið verða avgjørt unda seinasta dystinum. Men tað krevur ein B36-sigur í Gøtu, sam- stundis um HB skal tapa heimadystin móti Skála, samstundis sum Skála ikki skal fáa fulla úrtøku á Eiði. Men tá eru so nógv men og samstundis, at tann møgu- leikin ikki kann roknast sum serliga veruleikanær- ur. Eingin koyrir í frígear Hóast vit bara hava nevnt trý lið úr hvørjum enda omanfyri, so merkir tað tó ikki, at hini ikki hava nakað at spæla fyri. Tí enn hava bæði EB/Streymur og NSÍ møguleikan fyri bronsuni, eins og hvørki ÍF ella KÍ kunnu kenna seg heilt trygg í botnstríðnum. Hjá teimum báðum sein- astu er tó galdandi, at nógv skal ganga galið, um tey ikki skulu megna frísak, men møguligir sigrar til TB og GÍ í 26. umfarinum kunnu tó av álvara blása spenning í aftur. Hinvegin eru møguleik- arnir hjá EB/Streymi og NSÍ fyri bronsuni og harvið Toto-plássinum meira ítøkiligir. Hjá Skála eru nú bara tvey stig niður til runa- víkingarnar, og klárar EB/ Streymur at koppa Skála í komandi heimadystinum, so standa skálamenninir eisini við einum innanhýsis roknskapi, sum er veikari enn hjá bæði EB/Streymi og NSÍ. NSÍ skal í teimum báðum seinastu umførunum spæla móti ÍF (h) og KÍ (ú). EB/ Streymur skal eftir Skála- dystin á vitjan hjá VB, meðan Skála í seinasta dystinum tekur ímóti GÍ. Alt bíðar til tað seinasta Við sigrinum á Skála kom TB fyri fyrstu ferð í 11 umfør av botnsessinum. Komandi umfarið kunnu teir við einum sigri á VB staðfesta, at tað í øllum førum ikki verða teir, sum skulu beina leið niður í aðru deild Mynd: Áki Bertholdsen