týsdagur 4. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 4. oktober 2005
21
Átta superstórmeist-
arar telva í hesum
døgum um heims-
meistaraskapin. Fýra
av teimum fjúrtan
umførunum sum
leikast skulu eru
telvd. Fremstur er
Veselin Topalov
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Hendan serliga HM-kapp-
ing verður telvað í San
Luis, Argentina. Uppruna-
liga skuldi FIDE-heims-
meistarin Rustam Kasimd-
zhanov og Garry Kasparov
telva HM-dyst fyrr í ár, og
síðani skuldu vinnarin hitta
Vladimir Kramnik, men
einki spurdist burturúr hesi
ætlan.
Ein ætlan við HM-kapp-
ingini í San Luis er møgu-
liga tann, at vinnarin av
hesari kapping skal telva
ein absoluttan HM-dyst
móti Kramnik, sum jú er
heimsmeistari í beinu linj-
uni frá tá Wilhelm Steinitz
varð fyrsti heimsmeistari.
Men nógvir leysir endar
skulu fyrst bindast áðrenn
hetta verður veruleiki. Iva-
samt er um Kramnik er
áhugaður í einum slíkum
HM-dysti.
Drúgv kapping
Telvað verður tvær ferðir
móti hvørjum øðrum, tað
vil siga heili fjúrtan umfør.
Fyri nøkrum áratíggjum
síðani var hetta ikki óvan-
ligt, men í dag eru fáar
kappingar, ið fevna um
fleiri enn 11-12 umfør.
Kann bert koma í tankar
um Wijk aan Zee, EM,
HM-dystir og summar lið-
kappingar.
Atljóða talvsamgongan,
FIDE, valdi í byrjanini av
árinum út teir telvarar, sum
skuldu vera við í Argentina.
Spell fyri eitt nú Vassily
Ivanchuk, sum í dag er nr. 5
á ratinglistanum. Tá úttøk-
an varð framd var hann ikki
so ovarliga og varð tí ikki
boðin við.
Við frídøgum og møgu-
ligum umdystum, endar
kappingin ikki fyrrenn 15.
oktober.
Eldur á borðunum
Teir átta telvararnir, sum í
hesum døgum telva um
heimsmeistaraskapin,
smæðast í øllum førum ikki
burtur í fyrstu fýra umfør-
unum sum í skrivandi løtu
eru leikt. Telvað verður til
seinasta mann í at kalla
hvørjum talvi. Tað er tí ein
fragd fyri okkum deyðiligu
at fylgja við. Sjálvt javn-
leikirnir hava verið undir-
haldandi og eisini hava
flestu teirra verið drúgvir.
Topalov í serklassa
Veselin Topalov hevur ver-
ið flúgvandi í ár og stimin
tykist at halda fram í San
Luis. Hann hevur 3,5 stig
og í javnleikinum ímóti
Anand hevði hann møgu-
leikar at vinna. Topalov er,
saman við Viswanathan
Anand, verdugir arvtakarar
eftir pensioneraða Kaspa-
rov.
Anand fylgdi fyrstu trý
umførini við Topalov, men
óvæntaði ósigurin ímóti tí
væltelvandi Kasimzdhanov
kom illa við. Hetta gav eis-
ini sterka russinum Peter
Svidler
møguleikan
at
blanda seg av álvara í odda-
stríðið. Svidler hevur trý
stig eftir sigrar á Peter Leko
og Alexander Morozevich.
Anand er tó væl við og heili
tíggju umfør eru jú eftir at
leika.
Leko fekk ringa kapping-
arbyrjan, men reisti seg í
fjórða umfar, tá hann vann
eftir einans 25 leikum á
Judit Polgar. Leko hevur,
eins og Polgar, 1,5 stig.
Michael
Adams
og
Morozevich eru aftastir við
bert einum stigi.
Mánakvøldið 03. oktobur
verður oddabrak, tá Svidler
hevur hvíta fólkið móti
Topalov.
Eisini
verður
spennandi
at
fylgja
talvinum millum Anand og
Leko.
Talvið hesa vikuna
Anand,V (2788) - Adams,M (2719)
WCh-FIDE San Luis (3), 30.09.2005
1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 a6 4.Ba4 Rif6 5.0-0 Be7
6.Re1 b5 7.Bb3 d6 8.c3 0-0 9.h3 Bb7 10.d4 Re8
11.Ribd2 Bf8 (Kend støða í sponsku byrjanini) 12.a4
h6 13.Bc2 exd4 14.cxd4 Rib4 15.Bb1 c5 16.d5 Rid7
17.Ra3! (Rókurin ætlar sær til verka ímóti konginum)
17...c4 18.axb5 axb5 19.Rid4 Fb6 20.Rif5 Rie5
21.Rg3 g6 22.Rif3 Ried3
Støðumynd eftir 22...Ried3
23.Fd2! (Anand segði eftir talvið, at hann hevur
goymt hesa idé í sjey ár!) 23...Bxd5 (Adams vildi ikki
taka rókin beinanveg. Helst var hann bangin fyri góðu
hvítu álopsstøðuni, sum Anand fær afturfyri rókin)
24.Rixh6+ Bxh6 25.Fxh6 Fxf2+ 26.Kh2 Rixe1
27.Rih4! (Anand kundi fáa ævigt skák við Rxg6, men
valdi heldur at vita um hann kundi fáa alt stigið. Og
hvat skal svartur gera? Møguliga er Ra7 besta loysn)
27...Ried3? 28.Rixg6! Fxg3+ 29.Kxg3 fxg6
30.Fxg6+ Kf8 31.Ff6+ Kg8
Støðumynd eftir 31...Kg8
32.Bh6 Adams gavst. 32...Ra7 tapur eftir 33.Fg6+ og
síðani 34.Fxe8+ 1-0
Áskoðararnir fegnast
sjálvandi um spenn-
ingin, sum hevur ver-
ið í Formula-deildini
í ár. Men spurningur-
in er, um hesin er
íkomin, tí oddaliðini
eru javnt sterk ella
javnt veik
HAGTØL
Jákup Mørk
Ikki síðanin 1991 hevur úr-
tøkan hjá einum oddaliði
verið so lítil fyri hvønn
dystin, sum hon hevur verið
tað í ár. At kalla síðani
fyrsta umfarið hevur talan
verið um eitt sera tætt
oddastríð, har tað fyrst og
fremst hava verið B36, HB
og Skála, sum hava sett
dám á.
Títt og støðugt hevur
oddasessurin skift eigara,
og tó B36 helt sær ovast
eftir hetta vikuskiftið, so
var aftur hesa ferð talan um
óvæntað úrslit, har øll
oddaliðini vóru fyri stiga-
missi.
Tað hava tey eisini verið
rættiliga ofta í ár. Somikið
ofta, at verður roknað í mun
til spældar dystir, so skulu
vit leita heilt aftur til 1991,
áðrenn vit finna eitt meist-
aralið, sum hevur eina
lægri úrtøku pr. dyst, enn
verandi oddaliðið úr B36
hevur tað. Eisini ta ferðina
var talan um sera javnt
oddastríð, har tað serliga
vóru B36 og KÍ, sum
stríddust. Tey bæði vóru
eisini jøvn í stigum eftir
seinasta leikdag, og varð
málúrtøkan soleiðis avger-
andi ta ferðina. Og í stigum
var bara eitt niður til GÍ og
VB, tó at hvørki teirra
hevði møguleikan til gullið
á seinasta leikdegnum.
Til stuttleikar hava vit
niðanfyri sett upp talvu,
sum sýnir úrtøkuna pr. dyst
hjá fremstu feløgunum
síðani 1991. Og sjálvandi
kunnu
bæði
felag
og
stigatal broytast fyri 2005!
HM í Argentina
Støðan eftir 4. umfar
Navn
Land
Rat.
Stig
1 Topalov
Bulg
2788
3,5
2 Svidler
Russ
2738
3,0
3 Anand
India
2788
2,5
4 Kasimzdhanov
Usbk
2670
2,0
5 Polgar
Ung
2735
1,5
6 Leko
Ung
2763
1,5
7 Adams
UK
2719
1,0
8 Morozevich
Russ
2707
1,0
Bulgarski Topolov er í løtuni á odda í stóru kapppingini í Argentina. Her sæst hann í dysti móti
Anand, sum er á triða plássinum
»Bíligt« meistaraheiti
Ár
Felag
Stig
Dystir
Stig/dystir
1991
KÍ
34
18
1,89
1992
B68
38
18
2,11
1993
GÍ
39
18
2,17
1994
GÍ
44
18
2,44
1995
GÍ
41
18
2,28
1996
GÍ
39
18
2,17
1997
B36
48
18
2,67
1998
HB
45
18
2,50
1999
KÍ
41
18
2,28
2000
VB
40
18
2,22
2001
B36
46
18
2,56
2002
HB
41
18
2,28
2003
HB
41
18
2,28
2004
HB
41
18
2,28
2005
B36
48
25
1,92
GG: Til 1995 vórðu tvey stig latin fyri vunnan dyst. Tølini fyri hetta eru umroknað til
3-stiga skipanina